fríggjadagur 26. juli 1991síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 140 — 26. juli 199
Eingin skomm
at fáa heiðursnál
- fyri at bjarga fólki í neyð - og heldur eingin
skomm at gera gullnálina av sínum eintingum,
sigur Leif Erik Niclasen,
Leif Erik H. Niclasen er
gullsmiðjur og arbeiðir hjá
Niels L. Arge í Havn.
Umframt at smíðja prýð-
islutir til - serliga føroysk
klæði í hesum døgum, so
hevur hann av sínum ein-
tingum teknað og smíðja
gull heiðurnál, sum hann
vil ogna teimum, ið hava
bjarga fólki í lívsvanda.
Leif Erik Niclasen fekk
hugskotið til heiðursnálina
fyri nókrum árum síðan, tá
Finn Terji Samuelsen frá
donskum vikublað fekk
heiðursmerki fyri at hava
bjarga smádreingi á Eiði,
ið var dottin á sjógv.
Vit skulu
gera tað sjálvi
Leif Erik Niclasen: - Eg
helt tað vera nógv fyri at
danir skuldu koma henda-
vegin at handa føroyingi
heiðursmerki, fyri bjarg-
ingarroynd her á landi.
Tí haldi eg, at vit sjálvi
eiga at sýnt fólkum, sum
veita hjálp har á stendur,
slíkan heiður og tékk.
- Hugskotið hvussu heið-
ursmerkið skuldi mynda
seg, fekk eg á arbeiðs-
plássinum, har eitt "uro"
sum vanliga verður nýtt til
jólaprýði, hekk yvir ar-
beiðsborði mínum.
Jólaprýði var eitt vind-
eyga við kertuljósum og
blómum í vindeygakarmi-
num. Eg helt hetta so vak-
urt ímynda ljósu tíðina og
tað góða sinnalagið. Hetta
er góður síður sum danir
nýta 4. mai, til minnis um
frælsisstríðið í Danmark,
undir seinna heimsbar-
daga.
Leif Erik Niclasen,
gullsmiðjur: - Eg haldi
tað vera nógv fyri at
danir skulu koma
hendavegin at handa
føroyingum
heidursmerki fyri
bjargingarroynd her å
landi.
Vit hava ofta lyndi til at
gloyma tað tað góða, og
tí haldi eg, at tey fólk,
sum hava bjarga
medmenniskjum í neyð,
skulu fáa eina tøkk, sum
er frá føroyskari hond
Hava lyndi at
gloyma tað góða
Heiðursnálin sýnir eitt
ljós við eini glæmu rundan
um, og er gjørt úr gulli.
Tú veitir fólki henda
heiður, sum hava hjálpt
har á stóð. Hví ger tú hetta
av tínum eintingum?
- Eg haldi, at vit ofta
hava lyndi til at gloyma
tað góða, og tí eg haldi at
tey fólk sum hava bjargað
fólki í neyð, skulu fáa eina
tøkk, sum er frá føroyskari
hond.
- Hetta skal samstundis
verða ein tøkk, tí eg haldi
at tað er gott at vita sær, at
vit eiga gott fólk í Før-
oyum.
Kanska er tað eisini av tí
at forfedrar mínir hava
verið bjargingarmenn.
Langabbi mín í Skagen,
var við bjargingarbáti í
teirri tíðini, tá teir fóru út
at hjálpa neydstøddum. I
opnum báti róðu teir út til
skip, sum strandaðu við
Skagen.
- Langabbi mín fekk
eisini heiðursmerki fyri av-
vrik sítt, og tað er helst ein
av grundunum til, at eg fór
undir hetta virksemi, sigur
Leif Erik Niclasen.
Gullnálin er latin fimm
føroyingum, sum hava
bjarga neydstøddum fólki.
Lesarin kann hjálpa
Hvussu finnur tú fram til
bjarningarfólkið, sum tú
vilt geva gullnálina, og
hvussu ofta verður hon
latin?
- Tað verður bert gjørt,
um eg frætti um slíkar til-
burðir. Eitt nú við at lesa
blødini.
Eg kenni ongan, sum
annars kann veita mær
slikar upplysingar. Ti
eg heita á lesarar um at
siga mær frá, um tey vita
um slíkar hendingar, har
fólk í neyð hava fingið
hjálp frá medmenniskjum
sínum.
Leif Erik Niclasen hevur
higartil verið ókendur gev-
ari. Grundgevingin fyri at
hann nýtti hensa framferð
er henda:
Flestu heiðursmerki ver-
ða latin við tí fyri eygað, at
gevarin sleppur fram í ljós-
mála.
- Upprunaliga ætlaði eg
at verða ókendur, og vildi
við hesum heiðra góð fólk,
Í
|
i
|
| HI SKALLAR - IMPULZ
| SUPERIOR
Jólaprýðið á verkstaðnum hjá Niels L. Arge, gav Leif
Erik Niclasen hugskotið til, hvussu gullnálin skuldi
myndast, sum hann handar teimum, ið hava hjálpi fólki í
neyðstóðu. Gullnálin er eitt ljós við glæmu rundan um, og
er partur av jólaprýðinum, sum myndar tað góða og ljósa
sum rætti gðrum eina
hjálpandi hond uppá min
máta - sum ókendur og
gullsmiðjur, men Sosial-
urin vildi tað ødrvisi, og ti
havi eg nú góðukið at geva
taka móti gullnálini, og
heldur eingin skomm al
gera gullnálian fyri einki
og lata hana ul góð fólk,
fyri tað, sum tey hava út-
1 >r 1. » På ni
meg ui KENNIS. iasen at enda
Vagn
Vit Futta
á Olavsøkukonsert
INGUN SIMONSEN BAND-CRUISER ØS |
JAMES BLUES BAND 'ÅRSENIK
WHITE-OX - ARRIVAL 'REPLAR |
ROCK-MENN : SPECTOR 'PARIA JE
PANIC
Di TSIDERS … 'DRØN
BAD-HABIT — Á n KO
A AZÆ) ROKS
Á
f
j
NA
á konsertøkinum Yviri við Strond
kl. 16.00
Kostnaður: 100,00 kr.