fríggjadagur 26. juli 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10;
Friggjadagin kl. 21.00:
The Killing
Coleen Gray og Sterling Hayden
Amerikanskur filmur frå 1956. Fyrrver-
andi brotsmaðurin Johnny Clay greiðir
frá, hvussu hann livdi fyrr. Saman við
fýra eðrum ætlar hann at ræna tvær
milliónir í sambandi við eina kapprenn-
ing. Henda ætlan kemur at ávirka nógv
fólk, George Peatty, sum er kassameist-
ari, brotsmannin Maurice, Marvin Unger
0.0. Ránið verður lagt væl til rættis, men
alt riggar ikki sum ætlað. Í staðin endar
alt í einum blóðbað.
Fríggjadagin kl. 22.35:
Killers Kiss
Irene Kane og Jamie Smith
Amerikanskur filmur frá 1955. Nevaleik-
arin Davy Gordon hevur tapt seinasta
dyst sín og ivast í at fara at ferðast. Men
so hittir hann eina vakra gentu, Gloria
Price, sum arbeiðir í einum dansiklubba.
Davy slær stjóran hjá henni niður, Vin-
cent Rapallo, tá ið hesin leggur á hana.
Gloria og Davy hittast av og á og verða
góð. Tey ætla at giftast, og Davy fer til
managara sin at fáa tað útgoldið, hann
eigur, men tá hevnir Vincent seg
Leygardagin kl. 20.05:
Quincy
Fyrr revsadi Ray Sanchez er åkærdur
fyri at hava verið atvoldin til eina
ferðsluvanlukku, sum kravdi eitt manna-
lív, Don Bigelow. Tann deyði arbeiddi
sum teknikari á einum kjarnorkukraft-
verki, og tá ið Quincy obduserar hann,
uppdagar hann, at Bigelow er ikki deyð-
ur av skaða frá vanlukkuni. Hann roynir
at fáa Ray fríkendan, men mótsteðan er
herð
Leygardagin kl. 21.00:
A Masterpiece
of Murder
Amerikanskur sjónvarpsfilmur frá 1986.
Fráfarni Beverly Hill-løgreglumadurin
Don Dolan verður biðin at ansa eftir hús-
unum hjá Jonathon Hire, sum eigur nógv
listaverk, meðan veitsla er har. Tá ið
hann kemur haðar, sær hann at hann er
lokkaður at arbeiða saman við meistara-
tjóvinum og millióninginum Frank
Aherne, sum hann einaferð sjálvur fekk
settan í fongsul
Sunnudagin kl. 21.00:
Mr. Roberts
Amerikanskur filmur frå 1955. Segan fer
fram undir seinna heimsbardaga, um-
borð á handilsskipinum U.S.S. Reluc-
tant, sum liggur við akker við eina lítla
Suðurhavsoyggj, meðan onnur skip
kríggjast. Manningin er ónegd ikki at
vera við í krígnum, og tey láta illa at
skiparanum. Roberts hevur sett sær fyri
at kríggjast, men skiparin vil ikki hoyra
um tað, men ein dagin fáa teir boð um at
fara til oynna Elysium í Polynesia eftir
eini last, og manningin gleðir seg at
síggja okkurt annað
Mánadagin kl. 21.00:
Irma la Douce
Jack Lemmon og Shirley MacLaine
Í hesum amerikanska skemtifilminum
frá 1963 spælir Jack Lemmon tann blá-
oygda politistin Nestor, sum fer til París
at arbeiða. Longu fyrsta arbeiðsdagin
fær hann sekkin, aftan á at hava fyriskip-
að razzia á eitt bordel, har fleiri av gest-
unum m.a. eru framstandandi menn inn-
an politikk.
Í ellum mótburðinum verður gleðis-
gentan Irma vinkona hansara, og hon
tekur sær av honum. Nestor verður for-
elskaður í henni og er um at ganga av
verðini av evundsjúku, tá hon tekur sær
av einum kunda. Sum eina roynd at fyri-
byrgja hesum, letur Nestor seg í sum ein
enskan lord og fer til Irmu sum ein annar
kundi. Hesin »Lordurin« letur Irmu
pengar afturfyri at hon bara skal hava
hann sum kunda. Men hetta hevur
trupulleikar við sær. Hvar skal Nestor
fáa nóg mikið av pengum frá og hvussu
skal hann krógva sína dupultrollu fyri
bæði Irmu og eðrum...
Nr. 140 — 26. juli 1991
Týsdagin kl. 20.05:
Kvinnuklinikkin
Paul skal viðgera ein av sínum sjúkling-
um, Lorraine Evans, sum í letuni situr
fongslað. Lorraine má í stundini verða
skorin, um hon ikki skal gerast lívsser.
Fongsulslæknin er trekur at samarbeiða
við Paul og vísir á ymiskar byreau-
kratiskar reglur. Leo roynir at fáa scn
sín, Nicky, at brúka uppaftur meiri tíð til
sína málningalist, hóast Nicky ikki er
serliga áhugaður. Men tá Leo fær 16 ára
gamla Patrick Garfield sum sjúkling,
kemur hann á aðrar tankar. Pápi Patrick
ger alt fyri at fáa sonin at gera seg gald-
andi innan altjóða tennis. Patrick vil
heldur liva eitt vanligt lív og hann gong-
ur so langt, at hann ger skaðan, hann
hevur, verri, fyri at sleppa at liggja
longri á sjúkrahúsinum.
Týsdagin kl. 21.00:
Days Of Wine
And Roses
Am. filmur frá 1963. Joe Clay (Jack
Lemmon), er reklamumaður við succes. Í
veitslu hjá einum av sínum arbeiðsgevar-
um, hittir hann unga skrivaran Kirsten
Arnesen. Hann er fullur og hon heldur
ikki nógv um hann. Men dagin eftir fer
hann til hennara at biðja um umbering
og hon fær tá eina aðra mynd av honum.
Hann bjóðar henni út at eta døgurda og
tá drekkur hon samstundis sítt fyrsta
glas. Tey bæði verða forelskað og giftast
stutt eftir. Nøkur ár seinni eiga tey eina
lítla dóttur. Men trupulleikar eru: Joe
hevur lært Kirsten at drekka sum hann
og hetta hevur nú sett síni spor. Hann
missir eitt arbeiði fyri og annað eftir og
at enda flyta tey í ein fátækrabýling at
búgva. Eftir nógvar miseydnaðar
royndir at halda uppat at drekka, avgera
tey at biðja pápa Kirsten um hjálp. Flyta
tey út á landið at búgva, hava tey kanska
sterri meguleikar at vinna á trupulleik-
unum?
Hvor myrdi
Penelope?
Charles Keating og Bernice Stegers
23 ára gamla Penelope Dyer verður funn-
in í Themsen. Tað verður uppgávan hjá
detektivinum Fishlock at fara í íbúð
hennara at kanna hvat kann vera hent.
Meðan hann hyggur seg um heima hjá
Penelope, kemur gentan, hon búði saman
við í íbúðini, Imogen, heim. Hon gevur
Fishlock adressuna hjá pápa Penelope,
Arthur Sefton Dyer. Hann er hegur em-
bætismaður við ákærumyndygeikarnar
og hetta fær Fishlock at ána, at málið er
meira innviklað enn fyrst hildið. Ted
Lane frá morðdeildini tekur sær tí av
málinum, men hann hevur Fishlock sum
sín hjálparmann.
Mikudagin kl. 21.00:
Enchantment
David Niven og Teresa Wright
Am. filmur frá 1949. Hetta er segan um
tvær kærleikssøgur í somu familju, men
fimti ár eru ímillum tær. David Niven
spælir gamal, enskur generalur, sum
minnist aftur á stóru kærleikssegu sína
fyri fimti árum síðan, syrgin men vekur.
Samstundis fáa vit seguna um bróður-
dóttir hansara og hann, hon er góð við,
sega, sum á mangan hátt líkist hini
fyrru, hálva eld frammanundan.
Mikudagin kl. 22.40:
The Many Faces
Of Marsha
Hetta er dokumentarsending, ameri-
kanska sjónvarpssteðin CBS hevur
gjert. Sendingin er um sjúkuna schizo-
freni. Ikki um tað, vit vanliga hugsa um
sjúkuni viðvíkjandi, har sjúklingurin
hevur tveir ymiskar persónleikar, men
um sjúklingar har hann/hon hava fleiri
persónleikar, ofta heilt ymiskar. Vit
síggja Marshu, sum gjerdi vísindina
bilsna við at hava fleiri enn 200 ymiskar
persónleikar. Vit síggja arbeiðið, hon og
psykiatari hennara gera fyri at hjálpa um
steðu hennara og roynd teirra at geva
henni ein persónleika. Marsha er við í
hesi sendingini, ti hon vildi hjálpa eðrum
í somu steðu, og úrslitið er ein skakandi
frágreiðing, ikki bara um hesa misskiltu
sjúku, men eisini um styrkina og dirvið
hjá hesi kvinnu.
Hósdagin kl. 21.00:
Silence of the Heart
Am. filmur frá 1984. Lívið kennist
sekstan ára gamla Skip Lewis alt ov
tungt. Hann kennir seg á mangan hátt
miseydnaðan, og tá hann fær vánaliga
úrslitið av upptekuroynd síni til stu-
dentaskúlan, verður tað honum ov mikið.
Aftan á at hava vent sær til Andreu, sum
hann er góður við, og síðan besta vin sín,
Ken, og ongan stuðul hevur fingið, koyrir
hann í bili sínum út av eini egg. Við
jarðarferð hansara verður tosað um hend-
ingina sum eina bilvanlukku, men skjótt
frættist, at hann í veruleikanum hevur
gjert sjálvmorð. Systir hansara, Cindy,
er viss í, at so er og hon roynir at fáa
foreldrini og Ken at skilja hetta, og fyri
eina ferð skyld síggja veruleikan í eyg-
uni: at tey hava svikið Skip og ikki skiltu
hvat honum tervaði og heldur ikki skiltu
hansara »neydarrop«.