fríggjadagur 26. juli 1991síða 15
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 140 — 26. juli 1997
klårur I
Niðari vellur
»Ætlanin er, at niðari vøllur í Gundadali skal verða
klárur at taka í brúk aftur við graslíki álógdum, tá
kappingarárið 1992 byrjar,< sigur Heðin Mortensen,
Hóast Havnin hevur tvinn-
ar fótbóltsvgllir, so munnu
havnarfelggini vera mill-
um tey feløg í landinum,
sum kanska eru ringast
fyri, hvat velli víðvíkur.
Bert ovari vøllur hevur
graslíki, og tað hevur held-
ur ikki gjørt umstødurnar
betri, tá tað alla tíðina eru
trý feløg, ið heldur vilja
hava graslikisvøllin at
spæla á enn gamla grús-
vøllin.
I løtuni er bert ovari
vøllur til taks, og tad verd-
ur eisini stødan til næsta
kappingarár fer at nærkast.
Ætlanin er nevniliga, at
grasliki eisini skal leggjast
å nidara vøll, og sam-
stundis verður hann
snaraður 90 stig, so hann
er javnfjarur við ovara
vøll.
Standa í vetur
Umframt er ætlanin
eisini at hækka hann ein
metur og lata hann standa
soleiðis í vetur, so alt fær
stundir at tillaga seg, fyri
at ikki skal verða neyðugt
at fara afturumaftur, sum
neyðugt hevur verið onkra
aðrastaðni, har graslíki
hevur verið lagt á vøll.
Herfyri varð skjøtil sett-
ur á, og fyrsta dagin er
ætlanin at bjóða spreingi-
arbeiðið út í sambandi við
niðara vøll og tær broyt-
ingar, ið har skulu verða.
„Hetta er sjálvsagt eitt
stórt arbeiði, men tað er í
samráð við felggini, at
farið verður undir tað nú,<
sigur Heðin Mortensen,
formaður í
stadionnevndini i
Tórshavnar Býráð. »Og
tað vísir seg, at feløgini
vilja royna at klára seg við
ein vøll, til niðari er liðug-
ur tíðliga komandi vár.<
Í meðan hava havnarfel-
øgini fingið samstarv í lag
við argjamenn, so eisini
tann vgllurin kann verða
tøkur, tá tað er neyðugt.
formaður i stadionnevndini í Tórshavnar Býráð
Í løtuni hava tey trý
havnarfeløgini bert ov-
ara vøll til taks, ti nid-
ari vøllur skal hava
grasliki, og nú tað arb-
eiðið er byrjað, kann
ikki spælast á honum.
Mynd: Hilmar Jan
Tilfar frá grasvelli
Tilfarið til nýggja niðara
vøll verður tikið úr Gunda-
dali, har útgraving fyri
nýggjum stadion við gras-
velli eisini er byrjað.
>Nýggja stadiongkið við
grasvølli verður á økinum
niðanfyri svimjihøllina, og
har eru teir eisini byrjaðir
at grava,< sigur Heðin
Mortensen. »So tá nakað
er útliðið, ber til at gera
sær eina mynd av, hvussu
tað samlaða ítróttargkið í
Gundadali fer at síggja út í
framtíðini.<
Hóast ætlanin var at fáa
tvær flugur í einum
smekki, við at brúka tilfar
frá grasvallarøkinum tl út-
fylling á niðara vølli, sær
út til, at úlfarið hagani
neyvan verður nóg mikið.
>Tað hevur víst seg, at
so mikið nógv stórri partur
er mold, enn ein hevði
roknað við, at nakað av
Síða 15
á
úlfarinum helst má finnast
aðrastaðni,< sigur Heðin
Mortensen, sum tó ikki
væntar, at tað verður nakar
trupulleiki.
Slagið ikki avgjørt
Enn er ikki endaliga av-
gjørt, hvat slag av graslíki
fer at verða lagt á nýggja
nidara vøll, men nógv
Ítróttur
I
bendir á, at tað verður
sama slag, sum vøllirnir í
Runavík og Sandavági
>Tað vísir seg at vera
tað, spælararnir eru fegn-
ur Heðin Mortensen at
enda.
hj.
Frá
einum havnarfelagið til annað:
Sverri nýggjur
Komandi vetur verður ein
heilt serlig broyting at
síggja, tá talan er um
hondbólt í Havnini.
Broytingin er tann, at
Sverri Jacobsen, sum í fjør
og fyrraárið vandi Kyndil,
nú skal venja hitt havnar-
felagið Neistan.
ÁL ein so inngrógvin
Kyndla-maður sum Sverri
nú skiftir frá øðrum havn-
arfelagnum til hitt, man
vera Størsta venjaranýggj-
heitin í mong ár.
Tí ikk: hevur Sverri Ja-
cCObsei 1 vant Kyndil
seinastu tvey árini. Hann
hevur millum annað vant
fleiri lið í yngru
deildunum hjá Kyndli í
mong ár, millum annað
Neista-venjari
unglingarnar, sum nú
teljast millum álitini á 1.
liði hjá Kyndli.
Skal basa Kyndli
Sverri Jacobsen undir-
skrivaði sáttmála við
Neistan týskvgldið, ið fer
hann at taka sær av
Neista-venjingini frá 4
dúr ude
Tað vil við gðrum
orðum siga, at hann í vetur
skal syrgja fyri, at Kyndil,
sum vann FM-heitið bæði
í ár og fjør við honum sum
venjara, ikki vinnur tað-
aftur, men at tað í staðin
verður Neistin, ið hesaferð
dregur longra stráið.
Maðurin, sum hinvegin
skal fyribyrgja hesum, og
royna at syrgja fyri, at
Kyndil kann endurtaka
FM-heitið, er Hjørleif
Kúrberg, sum bæði skal |
venja menninar og
kvinnurnar hjá Kyndli í |
vetur.
Játtaði beinanvegin
Tað hevur í eina tíð
verið greitt, at Sverri
allarhelst ikki fór at venja
Kyndil aftur í vetur — sum
skilst O sambært
prinsippinum um ikki at
hava sama venjara í meira
enn tvey ár — hóast hurðin
stóð uppá klemm frá hans-
ara síðu, um Kyndil ikki
fekk annan venjara.
Neistin hevur eisini áður
til fánýtis ligið framvið at
fáa Sverra sum venjara,
men hesaferð játtaði hann
so beinanvegin at taka við
nýggju avbjóðingini
Í
|
Tit ringja
— vit skriva
Ringið telefon
ER N 11820