Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-26, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. juli 1991síða 18

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 18 Skrivstovustarv á Føroya Tollstovu Í sambandi vid gerð av nyggjari toll- og avgjaldsskipan er eitt fyribils skriv- stovustarv leyst at søkja å Føroya Toll- stovu. Møguleiki er eisini fyri at eitt fyri- bils starv verður sett eitt sindur seinni. Fyribils starvstíðin kann roknast at vara í umleið 1% ár. Arbeiðsuppgávurnar vera fyrst og fremst at gera útkast til kunngerðir, vegleiðingarskriv, blankettir og uppskot til EDV-loysnir. Eisini má tann, ið verður settur rokna við, at skula umboða toll- stovuna á fundum, og at geva frálæru í tí, sum viðkomandi kemur at arbeiða við. Tann, ið verður settur, skal hava rokn- skaparkunnleika, kunnleika um vanlig samfelagsviðurskifti, og vera førur fyri at arbeiða sjålvstødugt. Umsøkjarar við itbågving innan fyri roknskap hava so- statt fyrimun við setan av starvinum. /idmerkjast skal, at talan er um eitt til íðir krevjandi starv, og tí má roknast við inari åvisari útbúgving ella eftirútbúgv ing. Starvið verður at seta frá 1/9 1991 at rokna, sambært sáttmála við viðkom- andi yrkisfelag. Umsókn skal vera toll- stovuni í hendi í seinasta lagi tann 12/8 1991. Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Føroya Tollstovu. Føroya Tollstovu Nordurlandahusid Upplatingartíðir á Olavsøku Norðurlandahúsið er opið hesar tíðir á Olavsøku: Olavsøkuaftan 28. kl. 14—20 Olavsøkudag 29. kl. 14—20 Tysdagin 30. kl. 14—18 Olavsøkuframsyningin hjá Listafelag- num verður i Høllini og framsýningin hjá Lions verður í Dansistovuni til og við 31. juli 1991. Kaffistovan er opin hvønn dag og høvi er at keypa kaffi, te, øl, sodavatn, smurt breyð, køkur o.a. Norðurlandahúsið ” Bímafundúr í KFUM 1. og 3. hóskveld í mánaði. | | Hví eru vit føroyingar komnir so illa fyri? Jorden er rig, findes der fattigdom skyldes det svig. Soleiðis segði norðmaður- in Nordal Grieg. Vit kunnu bara vera samd við hesum norðmanni. Og rennur einum í huga, hvat okkara egni Johan Nielsen, prestur og fólka- tingsmaður, sáli, segði, um okkara egna lítla land. Okkara land var so væl fyri, okkara hjallur var tað stóra ótemandi havið, okkara land, sum hevði allar fortreytir fyri at fungera væl, eisini fíggjar- liga. Tað var eingin uttan- landsskuld, av útreiðslum til tað almenna og heilsu- verkið rindaði danski ríkiskassin 50% í stuðli til. Vit fingu stuðul til skul- ar, havnir, vega- og berg- holsarbeiði, stuðul til okk- ara skip og annað slíkt í okkara samfelag — ja, stuðul til sum føroyingar at liva og búleikast í Før- oyum, tað sonevnda Færetillæg, sum heilt nógvir føroyingar fáa út- goldið saman við síni len enn tann dag í dag, rinda danir føroyingum Færøtil- læg, sum er eitt sokallað udstationeringstillæg, sum skikkur er, at danir, sum verða sendir uttan- lands, fáa sum samsýning fyri ikki at vera saman við familju og heimlandi sín- um. — Men paradoksalt nok, tá tað er peningur í lenarposan, hava okkara fremstu tjóðveldishetjur einki ímóti at taka ímóti persónligum stuðuli frá denum fyri sum føroying- ar (ella eru teir danir, tá lønarposin kemur?), at búgva í egnum heimlandi. Allar hesar fortreytir metti Johan Nielsen, sáli, vera so stórar, at einki land í heiminum hevði so góðar fortreytir fyri at klára seg væl samfelags- liga. Skyldes det svig? At okkara lítla land, sum nú er so sára illa fyri, og tann stóra fjøldin av fólki, ið her búleikast, verður pínd og plágað av arbeiðsloysi, skattum og skeivum dispositiónum við peningi landskassans og stuðlinum frá ríkis- kassanum? Nú um dagarnar er farið at ljóða um MOMS ella, um ein vil, >maktaloysis orku-ómegdsstuðul< til landskassan, — og sjálv- andi“ Verður hétta; sum vanligur siður er hjá landsumsitingini, at raka tey dyggast, sum eru knokkroytt frammanund- an. >Landskassen penge«. Tað eru øll føroysk mannabørn vitandi um, »uttan teir«, sum i mong år hava tynt landskassan og framvegis filosofera um, hvussu teir kunnu halda åfram at nøra at sær sjålvum. Og gud nådi tann, sum ikki ger sum hesir pamp- arar vilja, — og ditta sær at syta studul, s.t.d. mål- ið, ið tók seg upp við Menningargrunninum Jú, svik og rotinskapur er so almikil í okkara sam- felag og sum fylgja av hesum rotinskapi er land- fattes sins nú so syndarliga steða. Eitt hugskot vildi kanska verið at gjørt eina skipan við reellum eigin- dómsskatti í staðin fyri, og sum var fyri allar ognir »vid undantaki av sethus- um og einum bili pr. hús- stand«, hava fólk meira, má man so rokna við, at orka er til at gjalda fyri tað, og er orka til at hava bát og lystyaktir, sum okkara stóri floti av hes- um ber boð um, so er eisini orka at gjalda fyri tað, fyri ikki at tala um ídnaðar- og forrætningspaladsini, sum i mongum førum eru rein spekulatión við lands- kassaveðhaldum. Saman um tikið í hesum sambandi, skilabetur er, at fara har eftir pengum og skatti, har sum pengar- nir eru, — enn áhaldandi at tosa um og føra ein poli- tikk, sum enn ikki valdar í djóraheiminum, eru politikararnir við heilt fáum undantekum ikki komnir víðari, so teir duga ella vilja duga at meta, hvussu teir stórkapitalist- isku spekulantarnir hava mergsogið okkara fyrr so vælkoyrandi land. Ein leyva er tó so fræg, at hon bindur frið, tá hon er mett, hon leggur ikki lag í at samla sær líkt og ólíkt inn undir seg, og týn- ir ikki bara fyri at týna. Týningina av okkara fiskigrunnum vóru lunnar lagdir undir við teimum sokallaðu Cubatrolarun- um, ella Cubarevarunum, sum við trolum og meska- víddum, sum hóskaðu til henda letuvinning, uttan fyrilit og uttan solidarisk- an tanka, hverki fyri okk- ara havumhvervi ella komandi ættarliðum. Men nógv fellur upp á pláss, tá ein so lesur mál- gagnið hjá hesum monn- um, Dagblaðið, tá fær man so bara vissu fyri, hvussu tað slagið av monnum meta umhvervis- spurningar. Av metingum og ráð- um, sum hesi fólk, ið starvast við og kanna um- hvervisspurningar, ger Óli Breckmann gjøldur burtur år, honum so likt, og metir målgagnid hjå hesum monnum, at hesar ógvuliga konkretu åvar- ingar eru sosialistiskt mesn. Og greiðir frá at um- hvørvisspurningarnir eru komnir ístaðin fyri sosial- ismu. Tað er helst so, at Dagblaðið ikki finnur melodiin í tí politikki, sum tess egni flokkur, saman við javnaðarflokkinum, í løtuni komponerar í Nes- inum, og vit eru nógv, sum heldur ikki kenna hesa útgávuna av melodi- inum hjá okkum sjálvum. Men tað skal standa fast, og tað óansæð sam- gongu ella kollegialstýri, at tað eru og vilja altíð vera fólk, sum hava eina samvitsku og eru solidar- isk við sínum medmenn- iskjum, og sum ynskja eitt samfelag, har øll hava somu sømdir at liva undir, eitt vælvirkandi samfelag vid reinum umhvørvi — og frid at liva vid sinari trúgv og politisku áskoð- an. Tað tilkemur ikki Óla B. at seta fólk í bás og doma fólk, og serstakliga tá hann er so lítið vitandi, at hann enn ikki veit, at í bókanna Bók stendur skrivað, at demið ikki, at tit sjálvi ikki skulu verða demd. Dómurin yvir okkum menniskju tilkemur Gudi, og als ikki Óla Breck- manni og hansara felag- um. Og hóast hann er ein lit- fagur og ofta undarligur maður, sum helst ikki hev- ur funnið út av sær sjálv- um — so er ikki at vænta at hann hevur funnið út av hvat umvhervisspurn- ingar og sosialisma eru fyri nakað heldur, — men væl tykist hann at dáma Ísrael við síni sosialismu, og tað sum sosialisma, solidaritetur og kollektiv hava megnad at gear Israel til i dag. Ja, tad er ikki altid so lætt tå man mótsigur sær sjálvum, Ó.B., eisini verð- ur hildið at tað ikki er so langt frá hatri til kær- leika, helst fer at ganga so, at Ó.B. verður ein góður sosialistur sum frá- líður, og hesa meting tí, at sosialisman altíð rumi- sterar í hansara knokki, og heilt nógv amast hann og hansara sameindu uppi í sosialistunum, og vis- dómur kemur við árunum, sigst. Tað er bara so tungt og bert at harmast yvir, at tað góða í menniskjanum og sosialisman altíð verða og allar dagar hava verið »misbrukt« av kapitalism- uni, monotarismuni, rasismuni nazismuni, kommunismuni, og til síðst, men ikki minst, av stalinismuni, sum ikki smæðist burtur við at brúka navnið sosialisma í staðin fyri stalinismu, sum við sínum harðræði hevur verið ferd í eystur- bloklondum undir skift- andi nevnum, sosialisma og kommunisma, og sum menn sum Ó.B. hava livað av at skrivað um og gjørt sær dælt av, hóast teir vita betur. Og tíanverri eru tað ikki bara O.B., men eisini menn, sum siga seg taka undir við sosial- ismu og demokratii, sum meira og minni eisini mis- brúka hetta. What a wonderful world, um tað kundi verð- ið sligið fast við sjey tumma seymi, og verðið tikið til eftirtektar, sum John F. Kennedy, sáli, segði, „at øll menniskja- rættindi eru í vanda, um so, at bert eitt menniskja missir síni mannarætt- indi, tað verið seg orsakað av húðarliti ella politisk- um hugsjénum«. Men lyndi í fólki er so ymiskt, men eitt hava vit oll felags, vit fáa einki við okkum, tá vit skulu fara úr hesi verð. Síðan er bara at vænta og vóna, at tú, Ó.B., eina- ferð verður vaksin og veksur frá tínum illa og haturfulla heilaspuna, sum má vera tungt hjá tær sjálvum at liva við, og tú og felagir tínir kunnu nú ikki hava einkarrættin til religión, tí religión er ikki materalistisk og ikki til keyps óansæð meska- víddir. Eins og sosialisman, so