Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-26, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. juli 1991síða 17

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SD Ea Nr. 140 — 26. juli 1991 „Vandi er fyri, at stjórnir kring heimin kunnu oyði- leggja ta vón, ið heimurin hevur havt um manna- rættindi«, segði Amnesty International i sambandi vid, at årsfrågreidingin kom út. »Summar stjórnir tortu- rera og drepa skammleyst — aðrar hykla fordøming av summum brotsgerðum, men látast ikki at vita um aðrar, tá tað passar teim- um«, sigur tann heimsum- fatandi mannarættinda- felagsskapurin. 1990-ini byrjaðu við størtøknum politiskum broytingum, ið ofta mið- aðu ímóti sterri virðing fyri mannarættindunum — fyri mong er leyslat- ingin av Nelson Mandela og fallið av Berlinmúrin- um bestu tekin um hetta; men heimsumfatandi kanningarnar hjá Am- nesty International sýna, at misbrotini hildu fram og í nongum førum versn- aðu í 141 londum. Fólk vórðu fongslað sum samvitskufangar í umleið helminginum av heimsins londum, meira enn 100 stjórnir hildu fram við at torturera ella pína fangar, fólk í tús- undatali »hvurvu« ella vórðu avrættað uttan rættargongd í 29 londum, og deyðadómur varð feld- ur ella framdur í 90 lond- um. Felagsskapurin sigur, at hópavrættingarnar og harðrendi tortururin aftan á irakisku innrásina í Kuwait skelkaði heimin, og sýndu týðuliga, at tær ymisku stjórnirnar onki høvdu megnað at gjørt við álvarsligu mannarætt- indabrotini, ið hava verið framd í Írak í mong ár. „Vit hava ofta sæð handils og diplomatisk viðurskifti verða tikin fram um mannarættind- ini, ið verða ofrað fyri politiskan letuvinnings, sigur Amnesty Ínter- national Felagsskapurin sigur, at meðan tær áður lítið umtalaðu brotsgerðirnar, ið vórðu framdar av irak- iska hervaldinum, gjerd- ust hevuðsyvirskriftir og vóru ovast á altjóða fund- arskráunum, vórðu tey álvarsligu misbrotini, ið vórðu framd í eðrum lond- um sum Chad, Colombia, Kina, Mali, Mayanmar, Sýria og Turkalandi lítið umredd av somu stjórn- um. Í Afrika hildu grov mannarættindabrot fram hóast bjartskygni, ið stóðst av leyslatingini av politiskum fangum í Suðurafrika fyrr í árinum og avtøkuni av deyðarevs- ingini í nýggju grundlóg- ini í Namibia. Forfylging- arnar av svertum í sunn- ara partinum av Mauri- tania vaks óhugnaliga nógv. Stjórnarhermenn handtóku í túsundatali og drupu óvápnað bygdafólk frá hond snegt sagt alla- staðni har suðuri í landin- um. Og í Chad var sein- asta gerðin hjá fráfarandi stjórnini at geva boð um at drepa minst 300 polit- iskar fangar og harvið seta krúnuna á átta ára harðrenda kúgan av teim- um, ið vórðu hildin at vera í móti stjórnini. Hóast Amnesty Inter- national hevur progvad, at fleiri hundrad avrætt- ingar og onnur ålvarslig misbrot vóru farin fram i Iran, varð lok lagt á al- tjóða atfinningarnar av mannarættindasteðuni. Í Sýria sita túsundtals politiskir fangar framveg- is í fongsli, sum hava sitið í fleiri ár, uttan at ákæra hevur verið reist ímóti teimum, summi teirra bert tí at tey eru í ætt við fólk, ið vórðu hildin at vera ímóti stjórnini. Í Ísreel og teimum hersettu økjunum vórðu 25.000 palestinarar fongslaðir, harav 4.000 uttan ákæru ella rættargongd. Í de- sember í 1990 og fyrst í 1991 vórðu yvir 800 fólk í Marokko, ið vórðu hildin at hava tikið lut í ófriði fongslað uttan rættvísa rættargengd — fleiri av hesum segdu seg vera tor- Stjórnir kunnu forkoma vonunum fyri mannarættindum Ársfrágreiðing hjá Amnesty International sigur frá yvir- gangi í 141 londum turerað áðrenn rættar- gongdina. Eisini í Asia vórðu álvarslig brot framd á mannarættindini. Í Sri Lanka vórðu túsundtals fólk avrættað uttan rætt- argongd ella »hvurvu«. Samstundis við at loys- ingarrerslur í fleiri pert- um av India framdu fleiri morð og meira harðskap enn nakrantíð fyrr, vaks talið av politiskum dráp- um, sum stjórnardeildir framdu, upp í fleiri hundr- að. Og í Kina sótu í tús- undatali av fólki, sum vóru handtikin árið fyri, tá ið tey luttóku í krav- gongum fyri demokratii, enn í fongsli, uttan at ákæra hevði verið reist ella rættargongd ferd ímóti teimum, og tey 750, ið Amnest International kundi prógvað vórðu av- rættað við skjóting, eru stersta talið síðan 1983. Í Suðuramerika >hvarv< aftur eitt stórt tal av fólki í Colombia meðan nógv vórðu avrættað uttan rættargongd, og fleiri enn 300 menn, kvinnur og børn »hvurvu« í Peru, eft- ir at vera handtikin av trygdardeildum. Børn vórðu eisini skotin niður av -„deyðsdeildum< í Guatemala og Brasilia — bert í Rio de Janeiro doyðu meira enn 500 bern av harðskapi, tey flestu teirra dripin av »deyds- deildum<. Í El Salvador framdu »deyødsdeildir« — sum oftast mannaðar av politistum ella hermonn um — dupult so nógv morð fyrstu átta mánaðar- nar í 1990 sum somu tíð árið fyri. Í USA sótu fleiri enn 2300 fólk í meira enn helvtini av statunum og bíðaðu eftir, at deyðarevs- ing teirra skuldi verða fullford. 23 vórðu avrætt að í 1990 »Tær víttfevnandi polit isku broytingarnar i Eys ureuropa hava ført til følk ikki longur verå fongslad hopatal politiskum åum«, segði Amnesty International, »men onnur brot å manna- rættindini vórðu steðugt framd, ofta í sambandi við vaksandi spenning mill- um fólkaslegini, ella ti tjóðskaparlig krev vórðu reist<. Fleiri enn 1000 fólk av albanskum uppruna vórðu fongslað í upp til 60 dagar í Kosovo-landspartinum í Jugoslavia, fyri at vera í verkfalli ella fyri friðarliga at sýna tjóðskaparkenslu sína, meðan minst 30 mót- mælisfólk ella áskoðarar vórðu dripin, og fleiri hundrað vórðu særd í herðum samanbrestum við politiið. Minst 600 politiskir fangar sótu enn fastir í Albania við árslok, flestu teirra vóru sam- vitskufangar. Í Sovjet- samveldinum vórðu minst 30 armenar myrdir av uppestum fólki í Azerbay- dzhan, meðan politi og hermenn, eftir ellum at dema, stóðu hjá og hugdu at uttan at gera nakað fyri at verja tey. Sum tey sein- astu nógvu árini helt tann umfatandi og miðvísa nýtslan av torturi fram í Turkalandi í 1990. Og í meira enn helvtini av londunum í Europa, her- undir Fraklandi, Sveits og Grikkalandi, vórðu teir, ið av samvitskugrundum noktaðu at gera hertæn- astu, fongslaðir sum sam- vitskufangar. Síða 17 AMNESTY RAPPORT 1991 D'AMNISTIE INTERNATIONALE INTERNATIONAL 1441 plet á gt GAA! Rollo pp pe REPORT 1991 MEXKAYHAPOMHAS AMHUCTUR FONOBOK OTYET 3A 1991 r. Til sølu Ein góð sovisofa (at hála út til hálva aðru breidd), selist vegna plásstrot. Tlf. 13465 * FYRSTUR * FREMSTUR * BÍLIGAST * BESTUR Amnesty International, Føroya Deild: Skrivstovan í Vågsbotni er opin mánadar, miku- dag og friggjadag kl. 11-16. Tlf. 15816