Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. juli 1991síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tjóðskaparligi felagsskapurin VIT føroyingar eru sum fólk flest ósamd um alt millum himmal og jørð. Besta domið um hetta eru teir seks flokk- arnir á tingi. Hóast okkara mongu ósemjur eru vit um ikki samd so felags um nøkur grundleggjandi viðurskifti. TAÐ, sum vit eru felags um, er okkara forna norrgna mentan, ið enn sum áður setir sín dám á okkara gerandis- dag. Hendan forna mentan er fyrst og fremst okkara før- oyska mál, okkara aldar- gamla sega og okkara siðir. Hendan mentan er sjálvandi ikki óbroytilig, tað eigur hon heldur ikki at vera. Málið broytist, gamlir siðir hvørva ella skifta og fáa annað inni- hald og nýggjan týdning. Ábyrgðarbiaðstjór:: Jan Miller Fyritaksstjóri. Krisjan Dahi ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Summi harmast um hesa gongd onnur fegnast og upp- aftur onnur eru mestsum líka- sæl. ALT broytist, einki stendur í stað. Hetta kunnu vit lítið gera við. Men tað lítla vit kunnu gera, tað eiga vit at gera. Tað er okkara skylda at verja og rgkja tað, sum er grundarlagið undir tí, sum vit kunnu nevna okkara tjóð- skaparliga felagsskap. Hetta merkir, at vit eiga at rekja okkara søgu, mál, bókmentir og mentan í breiðastu merk- ing. VIÐ ødrum orðum merkir hetta, at vit eiga at stuðla for- oyskari målfrødi, foroyskum rithøvundum og føroyskum sjónleiki. Vit eiga at geva út- varpi og sjónvarpi tey bestu kor soleiðis, at hesir stovnar gerast førir fyri at kappast við Blaðfólk- Randi Jacobsen - Tórfinn Smith Dagny Joensen - Ólavur W. Hegnesen Hilmar Jan Hansen - Jústinus Eidesgaard tær útlendsku rásir, ið nú ber- ast inn í so at siga hverja stovu í landinum. Vit eiga eis- ini at rækja og stuðla ta gransking, ið tekst við fornar siðir eins og nútíðar siðvenju og gerandismentan, um tað er loyvt at nýta eitt tílíkt heiti. OLAVSØKAN er í hondum. Henda hátíð er upp á gott og ilt eitt hitt mest sermerkta og mest livandi dømi um okkara tjóðskaparliga felagsskap. Tað skal vera okkara vón, at landsins politikarar hava alt hetta í huga, tá teir nú á ólav- søku fara aftur til arbeiðis av álvara. Tað ber ikki til at røkja okkara mentanararv til lítar samstundis sum skorið verð- ur inn at beini hjá teimum, sum hava til starv at røkja okkara mentan og fjálga um tað skapandi virksemi, ið hevur trivist so væl her hjá okkum seinastu fjórðingseld- ina. Uppi í gllum hesum hong- ur okkara samleiki — okkara identitetur sum fólk og tjóð. Tað hevur ongantíð áður ver- ið so umráðandi at verja og stimbra hesi eyðkenni og hesar kenslur í fólkinum. Tað er okkara vón, at tey, ið nú fara undir at orða fíggjarlóg, hava hesi viðurskifti í huga. Tað sum her verður spart, kemur at kosta okkum dýrt í einum seinni umfari. GÓÐA 6lavsøku, øll somul! Sosialurin eftir ólavsoku Nú er skjótt eitt ár síðani, at Tíðindablaðið fór undir sína 5 daga útgávu. Hetta hevur verið áhugavert og spennandi fyri starvs- fólkini í blaðnum, men tað hevur eisini verið ein strævin tíð, tí vit eru ikki von við at geva út blød í Føroyum nærum hvønn dag. Fyri lesaran hevur hetta eisini verið eitt gott tiltak, vóna vit, tí tað kann ikki vera rætt, at feroyingar einans skulu fáa donsk bleð hvenn dag. Fyrr hevur tað verið so, at vit góvust við at geva blaðið út í ein mánað um summarið ella vit avmarkaðu útgávuna til einans tvær reisir um vikuna. Hetta hava vit ikki gjert enn, men eftir ólavseku er so mikið nógv av fólki í summarfrí, at vit fara at minka útgáv- una nakað. I dlavsøkuvikuni, sum er vika nr. 31, koma vit út hósdagin og leygardagin. Tær fylgj- andi vikurnar, t.v.s. vika 32 og 33, koma vit út týsdag. hósdag og leygardag. Vónandi verða vit við hesi nakað skerdu útgávuni kortini ferir fyri at geva lesarum okkara fesk og nýggj tíðindi og annars taka upp tey mál, sum nú einaferð leika á í samfe- lagnum. Vit ynskja ellum okkara viðskiftafólki eina góða ólavseku. Tilfar til Sosialin hós- dagin eftir ólavseku skal vera okkum í hendi áðrenn mikudagin á middegi. Utgevari: P/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26 Postadressa: Postsmoga 76 | Uppseting: Pt Sosialurin Argir 110 Tórshavn Prent Pí Pressan 1981 Telefon 11820 Teletax: 44729 Klandursgrindin Nú er tað grovasta rokið av um grindina, sum skop- uningar kannaðu sær suð- uri á Nesinum og er tað aftur tann sama býttisliga undirlutakenslan, sum brýtur út hverja ferð havnarmenn gera nakað, sum tykkum ikki líkar. Men billi tykkum ikki tað inn, at havnarmenn ikki eisini kunnu venda sær í einum báti. Gav at býta, tá havnarbátur avreiddi har suðuri, og tit vóru væl og virðiliga avfiskaðir, tá fingu teir flestu av tykk- um gron. Og so at liggja við grind á Kirkjubønesi á rennandi eystfalli, so tað skuldi lig- ið væl fyri, men trupul- leikin var nokk tann, at tit vistu, at tað ikki vóru lík- indi at halda grind til í Húsavík henda dag, tí Hvalnesboðar vóru ikki so heilt friðarligir, so neyvan var tann kyrra í Húsavík, sum tit høvdu brúk fyri. Men havnarmenn skuldu bara ikki hava grindina, og so var bara at vera tverir, til grindin slapp, og so, heim at gráta fyri sýslumonnum og eðrum myndugleikum, sum einki skil hava fyri sjógvi, kyrru og sjóvarfalli. Nei, rættið tykkum upp og verið menn. Men at krevja eina grind av okkum, sum ligg- ur á Nesinum, har bátur úr okkara umdemi lá hjá, tað er í so djarvt. Hevdu vit komið suður á Skál- hevda ella vestur á Trøll- hevda og gjert tað sama, so kundu tit gramt tykk- um, men ikki í hesum fer- inum. Leingi skal leitast eftir manni við sterri hegni og áhuga í >Grind< enn Ják- up Andrias Mohr, og tað arbeiði, sum hann hevur lagt úr hondum í hesum máli, tað er ikki smávegis, og fleiri av teium grindun- um, sum vit hava hildið til her, vóru helst ongantíð komnar á Havnina, uttan hansara leiðslu. Grind vilja vit sjálvandi allir hava, so tit skuldu bara hjálpt okkara góða formanni norður á Havn- ina við grindini og einki at ivast i, so høvdu tit fingið tykkara part, sum tit eru vanir. >Tann, sum ger nakað, kann oftani tann sum einki ger, kann so bara kritiserast fyri at hann einki hevur gjert<. Hákun Poulsen kritiserast, Kunngerð Í sambandi við 125 ára jubileums- fyrverkari á dlavsøku 1991. Meðan fýrverkaríið fer fram á skipa- smiðjumolanum, kl. 01.00, náttina mill- um Olavsøkuaftan og ólavsgkudag, verða bátabrúgvarnar á vestaru vág stongdar fyri allari ferðslu. Eisini verður boðað frá, at sigling frá Tinganesi og inn á vestaru vág ikki er loyvd í tíðarskeiðnum frá á miðnátt ólav- søkuaftan til fýrverkaríið er av. Tórshavnar Havn og Tórshavnar býráð