leygardagur 27. juli 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 141 — 27. julí 1991
Ur Sveríki til Førova
„SÆ
í pinkulitlari jollu
Teir báðir svensku sjóverjuyvirmenninir
Føroya í einari lítlari fimm metur langar!
halda fram til Íslands mánadagin ella týsdagi
Meðan tey flestu okkara
neyvan ganga við álvars-
ligum dreymum um at
fremja avrik, ið ganga
langt útum tað vanliga
hugflogið, eru kortini tey
at finna okkara millum, ið
hava dirvi at gera tað,
onnur bert kundu funnið
uppá í hugaheiminum.
Hvussu við til dømis at
siglt millum norðurlond í
einari pinkulítlari segljollu
— bert fimm metur til
longdar?
Neyvan nakað, ið tiltalar
meðallesara Sosialsins.
Men onkur verður tiltal-
aður av slíkum, og í løtuni
hava vit tveir slíkar gestir,
sum í júst einari slíkari
segljollu eru komnir hend-
anvegin.
Víðari eftir ólavssku
Tað eru teir báðir sviarn-
ir, Bjørn Nilsø og Lars
Wallgren, sum hava siglt
allan teinin úr Birka, ið
liggur við vatnið Málaren
nærhendis Stockholm, og
líka til Føroya.
Mikudagin sóu teir land,
eftir at hava siglt úr Berg-
en við Føroyum sum máli.
Teir komu inn á Sand, har
teir vórðu væl móttiknir av
heimasandsmonnum, ið 6-
ivað hava hugsað sítt, tá
teir hava sæð tveir mans
koma siglandi í lítlu joll-
uni, fyri síðani at fortelja,
at teir høvdu siglt í henni
allan vegin úr Noregi.
Síðani eru teir komnir til
Havnar, og á ólavsgku
liggur jollan trygt og væl
bundin við flótibrúgvarnar
á Skálatrgð, meðan teir
kunnu fáa ein lítlan smakk
av sokallaðu tjóðarhátíð
føroyinga.
Máttu royna sjálvir
»Bædi eg og Bjørn hava
fast starv í svensku marin-
uni sum yvirmenn, og í frí-
tíðini fáast vit við
sovorðið sum at sigla og
líknandi,< sigur Lars
Wallgren, sum er skipari
umborð. >Hetta seinast
árið hava vit so lisið og
granska ymist viðvíkjandi
navigeringini, víkingarnir
brúktu, tá teir sigldu
millum londini í gomlum
døgum.«
Men tað, teir lósu, gjørdi
teir meira og meira sann-
førdar um, at talan ikki var
um, at tey, ið skrivað
høvdu, høvdu roynt og eft-
irkannað nakað av tí, tey
skrivaðu um, og ti av-
gjørdu teir, at tað skuldu
teir gera.
»Tad vildu vit gjarna
gera, og tí hava vit sett
stóran part av
summarfritid okkara av til
hesa ferðina, sum byrjaði í
gamla víkingabýnum
Birka,< siga teir báðir.
Fyrsta strekkið var Lars
Wallgren einsamallur,
meðan Bjørn Nilsø kom
við seinni á ferðini. Lars
sigldi frá Birka út í Eystur-
sjógvin, suður um Svøriki,
framvið svensku vestur-
strondini og Danmark, og
somuleiðis framvið norksu
vesturstrondini upp til
Bergen.
Úr at gera við at oysa
Í Bergen kom Bjørn
Nilsø so við, og hava teir
báðir siglt í ti pinkalitlu
jolluni frá Bergen til Før-
oya.
„Tað seinasta strekkid
var veðrið ikki so gott, og
eg hevði úr at gera við at
oysa, meðan Lars stýrði
og passaði seglið,< sigur
Bjørn. >Hóast vit hava alla
ta neyðugu útgerðina, so
sum bjargingarvestar,
neyðsendara og annað, er
ikki heilt vandaleyst at
sigla hendan teinin í so
lítlum fari.«
Lars fortelur, at teir
frammanundan ivaðust
nakað í, hvat far teir
skuldu nýta til hesa
ferðina í kjalarvørri
víkinganna. >Fyrst ætlaðu
vit at taka ein stóran
seglbát, men tað var
líkasum ov lætt, tí har er
ivaleyst av alskyns útgerð
umborð. So í staðin valdu
vit hesa lítlu jolluna, ið
higartil hevur verið iva-
leysa góð, hóast siglingin
til tíðir kann vera sera
strævin.«
Nú aftaná ólavsgku ætla
teir at fara víðari til Is-
lands, um veðrið verður til
vildar.
Gevast møguliga her
»Men verdur vedrid ikki
nóg gott, fara vit við Norr-
ønu til Íslands, og so hag-
ani aftur til Svørikis,« sig-
ur Lars Wallgren. >Vit
hava longu frammanundan
fingið ferðaseðil frá Ís-
WA -
landi til Svørikis, og eisini
skulu vit møta aftur til arb-
eidis um hålvaadru viku.«
Noydast teir å hendan
hått at broyta sina upp-
runaligu ætlan, fara teir at
royna at fåa Smyril Line at
senda teimum jolluna —
sum verður eftir í
Føroyum — til Svørikis.
Hóast ein ferð sum
henda kann fyrikoma
teimum flestu rættiliga ør
og meira vandamikil, enn
lívsjáttandi menniskju
unna sær sjálvum, er vert
at geva gætur, at talan er
um royndar siglarar, sum
hava roynt, mangt og hvat
á kjøli.
Til dømis hevur Lars
Wallgren verið svenskur
meistari í sigling við segl-
báti, og í herðinum hevur
hann verið við til at vinna
norðurlandameistaraheiti í
Bjørn Nilsø og Lars Wallgren hava siglt úr Svøriki til
jollu. Higartil hevur ferðin gingið væl, og ætlanin er at
n, alt eftir hvussu veðrið og aðrar umstødur lagað seg
Í hesi lítlu fimm metur
longu jolluni hava hesir
báðir svensku sjógarp-
arnir — Bjørn Nilsø og
Lars Wallgren — siglt úr
Svøriki til Føroya
Gongur sum ætlað,
halda teir leiðina víðari
til Íslands fyrsta dagin.
Mynd: Hilmar Jan
sigling við seglbáti, um-
framt at hann einsamallur
hevur silgt um Atlantshav
í kapping.
So vónandi kann kunn-
leiki teirra saman við
hepninum geva teimum
góðan byr og wygga ferð
tað seinasta strekkið til
Reykjavíkar.
hj.