Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. juli 1991síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Blaðteknarin Óli Petersen: Foroyskir politikarar so kediligir Stórur missur tå Pauli Ellefsen fór -Tað hevdi verið meira hugaligt at arbeitt sum blaðteknari, um føroysku politikararnir ikki vóru so keðiligir, men heldur meira stuttligir, livandi og ymiskir. Tað var stórur missur, at Pauli Ellefsen fór sigur blaðteknarin Oli Petersen. Tá var meiri rammarsjangur á ti politiska leikvøllinum, nakað sum hevur nógv at siga fyri ein blaðteknara. Hann vísir annars á, at hann hvorki hevur tummastokk, liturmál ella sold at halda seg til, tá hann teknar. -Eg brúki mitt egna instinkt, vit og skil. Eitt av teimum fólkunum, sum á sín serstaka hátt eru við til at mynda hesa ólav- søkuna, er bladteknarin Oli Petersen. Tad er Tid- indabladid Sosialurin, sum hevur tikid stig til at syna fram allar tær mongu skemtitekningar, ið hava verid å baksiduni å Sosial- inum síðani seinastu ólav- søku. Tær eru umleið 200 í tali og rúgva nógv upp í teirri lítlu smiðjuni í Lítluvík. Óli í Rom Framsýningin læt upp í gjár, men tá kundi blað- teknarin ikki vera hjá- stæddur, ú hann er stædd- ur í Rom, har hann m.a. leitar sær nýggja inspir- atión sum listarmaður og blaðteknari. , Vit tosaðu við Óla, áðrenn hann fór til Italia. Hann sigur, at hann ætlar sær at vitja Piazza Nav- ona, staðið, har allir karr- ikaturteknarnir arbeiða. Her kanst tú verða teknað- ur fyri lítlan pening. -Nú havi eg teknað so mong onnur. Hesaferð ætli eg mær at finna ein góðan karriakturteknara og lata hann tekna meg. Hesaferð skal eg vera offurið. So fáa vit at síggja, hvat úrslitið verður. Øli Petersen hevur fyrr vitjað í Italia. Honum dámar væl alt hetta søgu- liga, men eisini hetta við at fáa onkra nýggja inspiratión sum listarmað- ur dregur tann vegin. -Tað eru mong listar- fólk, sum leita til Rom. Hetta eru oftani fólk, sum fáa sær listarliga útbúgv- ing. Ongantíð útlærdur -Nú hevur tú teknað alt títt lív. Kennir tú teg ikki útlærdan? -Eg kenni meg ikki útlærdan og komi ongantíð at gera tað. A slíkari ferð sum hesari, vóni eg, verður ein uppladaður, fær pussað brillurnar og fær kanska nøkur góð innskot. Men tað at eg havi valt at brúka summarfrítíðina í Rom hevur serliga við mín áhuga fyri ti søguliga at gera. Eitt handverk Ni bladtekning i Føroyum er rættiliga nyggj spurdu vit Oli um hann metir blaðtekningar sum eitt listarligt arbeiði! -Tað er ikki so avger- andi hvønn status ein hev- ur. Annars hava tað ikki verið so nógv av blað- teknarum í Føroyum. Sjálvur = meti eg blaðtekningar sum eitt handverk, men sum krevur ein listarligan hugsunnarhátt. Eitt heppið hugskot er annars tann Grøkkiliga treytin fyri at gera eina góða blaðtekn- ing. Óli sigur, at blaðtekning í mongum fórum er eitt 24 tímars arbeiði, tí tað melur runt í høvdinum á tær alla tíðina. Blaðteknari hjá Sosialinum í 3 år Oli Petersen er føddur í Klaksvik og byr i dag å Skåla. Hann arbeiddi i mong år å Skåla Skipa- smidju men gavst fyri nøkrum årum sidani og fór at tekna burturav. Hann hevur saman við ødrum lagt stórt arbeiði í skemtiritið Rukkulækkan, sum nú er søga. Men hann tekst eisini nógv við at gera tekningar til ymsar bøkur, sum koma út, umframt at hann fyri trimum árum síðani varð fast knýttur at Tíðindablaðnum Sosial- inum sum blaðteknari. Óli Petersen fekk nøkur ár herfyri b6kavirdisløn frå Térshavnar Býráð fyri tekningar, sum hann hevði gjørt í sambandi við bókaútgávu. Vit spurdu Óla, hvat hann hevur at viðmerkja um tíðina hann hevur teknað fyri eitt blað burturav nærum hvønn dag! -Mær hevur dåmt hetta sera væl. Tað hevur verið spennandi og áhugavert. Men tað er greitt, teknar tú fimm ferðir um vikuna, kanst tú ikki hava eitt plettskot hvgrja ferð. Tað er tann órgkkiliga for- treytin ein setir sær sjálvum. Ein fær ein breiðari og "snifundigan" sjónarring og ein sær mangt frá gðrum óvanligum síðum. Fólk ringja í heilum Oli greiðir frá, at síðani hann fór at tekna fyri Sosialin verður hann javnan ringdur upp av fólki, sum hava okkurt hugskotið til hansara. Hetta eri eg sera fegin um. Sjálvt um eg ikki brúki tey beinanvegin, so liggur altíð okkurt eftir at hugsa um og sum eg so kann brúka í komandi tekning- um -Hvar setir tú markið, tá tú teknar? -Tað er ringt at siga. Eg kenni meg sum ein part av tí lítla samfelagnum, har ein kennir á sær, hvussu langt ein kann fara. Eg veit væl, at ein oftani er á kantinum og kanska fer ov langt. Men tað má ein so liva við. Men eg kann siga Myndir Kalmar Orð Jan somikið, at eg havi ongan tummastokk, einki litur- mál og einki sold at halda meg til, tá eg tekni. Instinkt -Eg brúki mítt egna instinkt í hvørjum ein- stókum føri. Skal tú alla tíðina huga um, hvar markið er fyri, hvat tú kanst loyva tær at tekna, so er lítið annað enn at gevast alt fyri eitt. Tú mást ikki hugsa um tað, men stóla uppá títt egna instinkt. Onkur vil halda tú fer ov langt, onkur ov stutt. Tú krevur tú at ganga út frá tær sjálvum. -Ånnars er ringt at tosa um, hvar markið er fyri, hvat tú kanst loyva tær at tekna. Eg vendi mær til lesaran og ikki til ein åvis- an persón. Ein kann siga, at eg vendi mær til eitt Nr. 141 — 27. juli 1991 Tekningarnar hjá Ola Petersen í Sosialinum feru givnar út í bók og fenvnr tað longu um triggjar bókur, Stavnur og Snar og Skemt 89 og Skemt 90. slag av Palleba-publikum. Óli Sigur, at tað altíð vil vera onkur, sum er 6nøgd- ur við tekningarnar, men hetta hevur havt lítið uppá seg. -Eg havi fyri tað mesta teknað politikararnar, og eg haldi, at teir sum heild hava tikið tað gott, sjálvt um eg ikki altíð havi verið so mjúkur við teir. Men frá politikarum havi eg so onga skoluna fingið fyri at hava teknað teir. Nýtt skriftmál Óli sigur víðari, at ætlan hansara er ongantíð at gera gjøldur burtur úr útsjóndini hjá fólki. -Men ístaðin fyri at skriva navnið á einum persóni, so má eg identifisera hann uppá onkran annan máta. -Eg má sleppa at siga lesarunum, at hetta er