Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. juli 1991síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 141 — 27. juli 1991 persónurin tað snýr seg um. Og tá er tað so við blaðtekningum, at tú er noyddur at yvirdríva, tí tess skjótari lesur tú tekn- ingina. Um tú ikki yvir- drívur teir serstøku egin- leikarnar hjá einum per- sóni, so hevur lesarin tor- førari at finna fram til, hvør hann er. Ein kann næstan siga, at sum blad- teknari ger tå tær eitt nytt skriftmål. Alt er politiskt -Nú hevur tú teknað mest fyri Sosialin, sum av mongum verður mett at vera eitt partapolitiskt blað. Hevur hetta verið nøkur forðing hjá tær? -Nei tað haldi eg ikki. Tað hevði verið ringt at funnið eitt blað, sum ikki er politikt. Sjálvt tey blød, sum siga seg vera ópol- itisk, eru tað ikki. -Ég havi havt ógvuliga fríar hendur á Sosialinum. Kanska onkuntíð eg havi verið sensureraður, tá teir hava hildið, at eg eri farin ov langt út. Annars haldi eg, at eg havi verið líka at- finningarsamur, um ein kann siga tað so, móti javnaðarmonnum, sum móti ødrum politikarum. Javnaðarpolikikarar ov anonymir -Men er tað ikki so, at tú hevur ikki havt so nógvar tekningar við javnaðar- politikårum sum av ødr- um! -Tað er rætt og hetta hevur sína orsgk. Teir eru so ringir at fáa tak í. Teir eru so anonymir, sjálvt um teir eru størsti flokkur. Eg veit ikki, hvar persónlig- heitirnar eru í javnaðar- flokkinum eftirhondini. Tað fyrikemur mær, at javnadarpolitikarnir eru so almindiligir. Teir markera seg ikki, hvorki so ella so. Sjálvt Atli markerar seg ikki so nógv longur. Og Óli heldur fram: - Aðrir politikarar føra seg fram ødrvisi. Teir eru í veruleikanum meira spennandi fyri ein blað- teknara. Andstødupolitikarar eru sum heild meira spennandi at tekna. -Men javnaðarflokkurin hevur eisini sitið i ands- tóðu, og kortini gjørdi tú lítið burtur úr teimum! -Til tað er at siga, at teir hava ikki gjørt nóg nógv vart við seg. Ti kom handa tekningin, har teir lógu í dvala. Stórur saknur í Paula Ellefsen Vit spurdu Óla, hvor Síða 11 hevur verið hansara besta "offur" í blaðtekniarbeið- inum á Sosialinum hesi trý árini! -Tað er ringt at siga, men tað var stórur missur fyri meg sum bladteknari, tá Pauli Ellefsen fór. Hann var ein av teimum polit- ikarunum, sum altíð segði okkurt ella gjørdi okkurt, sum kundi bjarga bak- síðuna. Hann var meira spennandi enn politikarar flestir. Eg meini íkki persónliga, men mátin at bera seg at uppá. Hann kundi arga fólk uppá sína serliga máta, og tí var hann altíð gott tilfar hjá einum blaðteknara. Jógvan markerar seg -Men tú hevur eisini brúkt Jógvan Sundstein nógv i tínum tekningum! -Jógvan Sundstein hevur verið rættiliga nógv frammi. Hann hevur verið toppfigururin í føroyskum politikki í nógv år og er tad fyri so vitt enn. Hann markerar seg meira enn aðrir. Hann er spennandi í mun til tað, sum ein ann- ars ímyndar sær at fólka- flokkurin stendur fyri. Hann er meira tann av- rundandi persónurin, sum úttalar seg til almenningin, meðan politikkurin, sum blaðið stendur fyri, meira er tann kantutti. Tað er likasum , at onkur slítur onkran. Har er nakað, sum ein kann spæla uppá sum teknari. Har eru konstastir at arbeiða við. Blaðtekningin er eitt handverk, sum krevur listarligan hugsunnar- hått heldur Oli Peter- sen, sum her er í ferð við at gera tekningina "Grindamaðurin" óli Petersen omanfyri húsini á Skála. Her verða tey flestu hug- skotini til baksíðut- ekningarnar í Sosi- alinum klækt -Fólkaflokkurin er nógv meira óhomogenur, meðan javnaðarmenninir eru meira homogenir, og tað er avgjørt ikki gott fyri ein blaðteknara, sum júst hevur brúk fyri kontrast- um fyri ikki at blíva ov keðiligur. Tað sýnist mær sum fólkaflokkurin meira fevnir um individualistar, og ein hevur kanska oftani ilt vid at siggja, nær teir allir håla líka nógv í senn í somu línu. Tað gevur blaðteknarunum fleiri møguleikar. Javnadar- flokkurin er meira homo- genur, har øll andlit oftani ti gerast lika. -Fyrr hevði tú bert tríggjar tekningar um vik- una. Nú teknar tú heilar fimm ferðir um vikuna til baksíðuna á Sosialinum. Er tað ikki ringt at finna tilfar? -Tað er ein spurningur um kondi. Tað ber til. Tá tú teknar so oftani verður sjálvandi longri millum tær góðu tekningarnar, men kortini stytri, tá tú hugsar um, at tú teknar oftari. Nú fær tú betri venjing, tú kemur í eina