leygardagur 27. juli 1991síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
rytmu, og mær dámar
hetta væl.
-Fólk spyrja oftant,
hvussu ein einsamallur
maður kann hava so nógv
hugskot til tekningar!
-Tað er sera torført og
krevjandi. Eg vil tí heita á
okkara politikarar um at
markera seg uppá ein
meira stuttligan máta, utt-
an at tað skal minka um
álvaran í politikkinum.
Men føroykir politikarar
eru vornir ov kediligir, og
henda samgongan, sum nå
situr, er ikki rættiliga
spennandi heldur, tå tad
rædur um at fåa hugskot
til tekningar
Mumlarar
-Jú eg sakni Paula
Ellefsen, tí hann dugdi at
fáa lív í. Eingin slapp at
snorka sum nú. Nýggi for-
maðurin í sambandsflokk-
inum er ikki nógv ødrvisi
enn hinir politikararnir.
Poliukararnir eiga at mar-
kera seg eitt sindur meira
temperamentsfult vid-
hvort, ístaðin fyri at vera
keðiligir mumlarar, sum
fleiri teirra eru vornir
-Eg veit væl, at hetta
kann stoyta onkran, men
tað er sum bladteknari, at
eg úttali meg um hetta.
Teir skulu sjålvandi taka
politikkin i ålvara, men
tað hevði einki gjørt, um
har var eitt sindur av
rammasjang av og á.
Fegin um samarbeiði
við eitt blað
Óli Petersen sigur, at hann
kundi einsvæl teknað fyri
okkurt annað føroyskt
blað sum fyri Sosialin.
Men nú var Sosialurin so
eftir sær og hann er fegin
um samabreiði og vónar,
at tað heldur fram og at
báðir partar halda av-
talurnar.
-Tað er ikki minst sam-
arbeiði mítt við Sosialin
fyri at takka, at eg eri
sloppin at arbeiða við
blaðtekningum burturav,
og havi fingið tíð til at
útvikla hetta handverkið,
men hetta er so ikki nokk
til at liva av, og tí geri eg
eisini tekningar til bøkur
og annad.
Ongantíð ætlað
sum veggjaprýði
Vit spurdu eisini Óla, hvat
honum dámar tiltakið við
framsýningini av tekning-
unum í Smiðjuni í Lítlu-
vík!
-Hatta er nakað blaðið
hevur funnið uppá, og fyri
meg er tað í fínasta lagi.
Hesar tekningar hava ong-
antíð verið ætlaðar sum
veggjaprýði, men partur
av avtaluni okkara millum
er, at tað stendur blaðnum
frítt at brúka tekningarnar
sum tað ynskir.
Umframt at hava tekn-
ingar á baksíðuni og skipa
fyri framsýning, so verður
eisini bók givin út á hvgrj-
um ári við umrøddu tekn-
ingum. Hvat heldur Oli P
um hesa útgávu?
-Persónliga hevði eg
einki havt ímóti, at hon
varð redigerað, soleiðis, at
ikki allar tekningarnar
komu í bókina. Men hin-
vegin skilji eg væl sjón-
armiðið hjá blaðnum, at
bókin skal vera eitt krono-
logiskt og kontinuerligt
yvirlit yvir tað, sum er
farið fram í árinum og
sum tí kann brúkast sum
eitt slag av uppslagsbók.
Men eg haldi tó, at nógv
Grindaformaðurin
al
Nr. 141 — 27. juli 1991
Olavsøkutekningin 91
Atli Dam, løgmadur er ein av teimum, sum hevur stridst fyri, at
føroyingar kunnu varðveita tann gamla sidin at drepa grind og brúka
hana til matna
átti ikki at verið við, men
tað eru sjálvandi fleiri
mátar at gera slíkt uppá.
Partrur av mentan
Vit spurdu eisini Óla,
hvønn tynding hann held-
ur bladtekningar hava fyri
okkara samfelag sum so!
-Bladtekningar eru nak-
ad rættiliga nytt her hjå
okkum, men nakað sum
kann útvikla seg í fram-
tíðini. Tær kunnu fáa
stóran týdning fyri sam-
bandið millum blað og
lesara. Tær kunnu fríska
blødini upp. Eg vóni ikki,
at blødini gerast so kedi-
ligt,m at tey bara gerast
lysingablød, sum verða
kittað við onkrum
rættiliga óskaðiligum og
líkasælum nýggjheitum.
-Annars haldi eg, at
blaðtekningin kemur at
vera partur av okkara
mentan. Hon vísir seg at
hóska væl til føroykst
lyndi. Føroysk skemt, um
tað er nakað, sum eitur so,
kann væl brúkast til tekn-
ingar.
Ikki propaganda
-Hvussu við framtíðini.
Fer tú at leggja stílin um í
komandi tekningum!
-Tað kann gott vera. Eg
vóni, at eg verði førur fyri
at broyta meg nakað til tað
betra. Ella kanska ein
finnur út av, at soleiðis er
ein og ein verður ikki gðr-
vísi. Annars haldi eg, at
ein skal ansa eftir ikki at
gerast ov patetiskur, tí so
fer tað skemtiliga, og tað
er ein vandamikil leið. So
tú krevur at ansa eftir ikki
at leggja stílin ov nógv um
bara fyri at broyta. Eg
vóni ikki, at eg fari at
glíða út í propagandatekn-
FF —
Framsyningin
i Smidjuni i
Litluvik er op-
in hesar dagar
og tidir:
Leygardag 14-
20, sunnudag-
in 14 til 22,
månadagin 14
til 22 og tys- |
dagin 14 til 20
ingar, ti tað er "dødens
pølse”. Tad er russiski
formurin fyri partidiriger-
aðum karrikaturtekning-
um. Tað må ikki henda og
skal tað heldur ikki. Eg
fari at halda fram í sama
lag, men sum sagt, tað
hevði einki gjørt, um
føroyskir politikarar vórðu
eitt sindur meira stuttligir
og spennandi.
Sentralt á Skála
Óli Petersen býr á Skála.
Er tað ein vansi ella fyri-
munur, tá hann skal gera
tekningar til eitt blað
hvønn dag?
-Eg haldi, at eg búgvi
sera sentralt. Tad er lika
langt til Havnar sum til
Klaksvíkar. Men eg vóni
ikki, at samferðsluviður-
skiftini fara at versna ov
nógv, tí tá kann tað bliva
ein trupulleiki. Men sum
nú er, er tað í lagi.
-Og hvar fær blaðtekn-
arin so síni hugskot frá:
-Mest kemur frá sjón-
varpi, útvarpi og blød-
unum. Serliga sjón-
varpinum, tí har síggi eg
jú fólkini. Men annars
kann tað vera allastaðani
frá. Men tað krevur so av
einum, at ein fylgir væl
við og fangar tað, sum er
frammi í nú inum.
Dámar væl at mála
Vit spurdu at enda Óla
Petersen, um hann ikki
eisini tekst við ann-
að listarligt arbeiði enn
bara at tekna!
-Ikki nógv. Men nakað
havi eg so málað. Eg
kundi hugsað mær at mála
meira, og havi eisini gjørt
okkurt smávegis. Tað
verður kanska til meira í
framtíðini, tað vóni eg.
Men nú vóni eg so at
kunna fara í gongd aftur
eftir ólavsgku at gera
baksíðurtekningar til
Sosialin.