Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-27, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. juli 1991síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

syvind Akraberg Hansen, manskórssan = = gari: Skuldu havt mans- kor å hvørjum åri — Rimiligt heuði verið, at eisini manskór sang á Tinghús- vellinum á hvorjum ári. Um ikki annað, so fyri at skapt áhuga fyri manskóri, heldur Eyvind Akraberg Hansen, sum hevur sungið regluliga í manskóri síðani 1931. Eyvind Akraberg Hansen kom við í Havnar Sangfe- lag á heysti 1931. Men Havnar Sangfelag gjerdist ikki fast, skrásett kór fyrr enn hetta árið, tá ið Kuban-kosakkarnir vórðu bodnir higar. — Fyri ta tíð var Thors- havns Sang- og Musikfor- ening »leyst« kór, ið saml- adist til serlig høvi. — Men tå ið Kuban- kosakkarnir vóru á veg til Íslands í 1931, vórðu teir bodnir higar. Men teir svaraðu, at eitt skrásett kór mátti bjóða — annars kundu teir ikki koma. Tí- skil broytti Thorshavns Sang- og Musikforening navn til Havnar Sangfe- lag og gjørdist skipað kór. Gunnar setti lív í aftur — Waagstein legði frå sær sum leiðari fyri Sangfelag- num miðskeiðis í 30-árun- um. Síðani leiddi Óla Ják- up í Horni í tveir vetrar, Hans Olaf í Fjósi í ein — og Abraham Mikkelsen (Bi) ein vetur, men hann helt seg ikki til at hava konsert. — Í 1939 tagnaði Sang- felagið burtur. Ikki fyrr enn, at Gunnar Mikkelsen tók við í 1942, kom lív í aftur. — Annars var bæði manskór og blandað kór í Waagsteinsa tíð. Eg var við í báðum kórum. — Umframt Kantatuna plagdu vit at syngja einar tveir-tríggjar = feroyskar sangir á Ólavseku — og onkran svenskan við- hvert! Eg minnist eisini, at blandað kór var við og sang á Vellinum í 40- árunum. Gunnar Mikkelsen fekk lív í aftur Havnar Sangfelag — Sverri Dahl plagdi at vera solistur í Kantatuni. Tiltikin er Ólavsekan í 1948, tá ið hann sang ser- liga hugtakandi. Hann var júst vorðin pápi ta náttina — og fleiri grótu ta ferðina, so hugtikin vóru tey av sanginum hjá honum. Dámar væl manskór Eyvind Akraberg Hansen hevur avgjert einki ímóti, at Kantatan er tikin upp aftur nú, og honum dámar væl, at menn meta so fjøl- ment. — Kórini eru betri í dag, men eg havi ikki altíð tokka til tað, ið sungið verður. Barber-shop o.t. er ikki tað, eg seti í samband við traditionelt manskórs- tilfar. Eyvind hevur altíð verið við í manskóri, tá ið nakað hevur verið. Hann var við í Kallamannakóri Klubb- ans, og nú syngur hann við í Tórshavnar Mans- kóri. — Og eg ætli mær at halda fram, so leingi teir skoyta um meg, sigur hann. Ikki at samanbera — Sang- og tónleikarlívið í dag kann slettis ikki verða borið saman við fyrr. Um- framt kórini í Havn — tá ið nakað var — vistu vit bert um eitt kór uttan fyri Havnina, og tað var Ljóm- ur í Vági. — Trupulleikin fyrr var eisini, at tónleikararnir vóru >Tordenskjold-sol- dåtar«, teir sungu í kóri, spældu horn, sparkaðu og gjørdu fimleik. Tad var nærum ógjerligt at finna nakað kveld at venja. Sjáldan komu vit upp um 30 mans vanliga vóru 18-20 mans til venjingar, sigur Eyvind. — Annars ger einki, um vit taka Kantatuna upp bara einir Nr. 141 27. julí 1991 aftur av og á — men hon var aktuell í 1930, so um vit skulu hava hana á hverjum ári, veit eg ikki, sigur Eyvind Akraberg Hansen. ð Frálíkt, at vit taka søgu okkara upp aftur Fastur siður er, at reða verður hildin millum inn- gangin til Kantatuna „Fjallprúða heim< og so sjálva Kantatuna. Í ár fer Herluf Berthel- sen í Fuglafirði at halda reðu. Hann var næmingur hjá Waagstein, tá ið hann gekk á læraraskúla í Havn fyrst í 40-unum. Waag- stein var lærari í orgul- spæli og tekning. — Hann var rættiliga stinnur organistur, sigur Herluf. Herluf var við og sang Kantatuna í 1943. — Manskór hava broytt seg nógv síðani tá. Redd- irnar eru nógv meira skúl- aðar nú. Tá hevði tú ofta bassar til at syngja tenor. Variatión gevur eitt vist — Nú er Kantatan broytt eitt pinkalitid sindur. — Jú, men variatión gevur altíð nakað vist. Hinvegin — tá ið tóna- skaldið hevur skrivað eitt verk — havi eg so rætt til at broyta tað? Herlufi dámar væl, at Kantatan er tikin fram aftur. — Gott, at vit taka aftur í søgu okkara, sigur hann. — Og tá ið vit nú hava kvinnureddir á Vellinum, kunnu vit tað sama brúka tær í Kantatuni — í ellum førum í endanum. Tað set- ir dám á — og skapar eina heild, sigur Herluf Berthelsen. ð ———————{——— Bara ein av Sólteigi Sosialurin greiddi hósdagin frá viðurskiftunum á psyki- atrisku deildunum, har sjúklingarnir eru alt ov nógvir, og har eru sjúkling- ar, sum ikki eiga at verða saman, ti teir hava ymiskar psykiskar sjúkur. Tað er ein avleiðing av, at deild psyki- atriska deild eitt, Blákross- heimið og Heilbrigdið hava latið aftur í senn í summar. Í greinin varð lagt aftrat, at Sólteigur, sum er fyri fólk, ið áður hava verið á psykiatriskari deild, eisini hevur latið aftur nú. Sagt varð, at summi teirra á Sól- teigi eru komin á psyki- atriska deild. Hetta er ikki heilt beint. Tey seks á Sólteigi klára seg nú í íbúð ella heima. Ein hevur tó verið eitt skifti á psykiatriskari deild í nakrar dagar, meðan Sólteigur hev- ur verið afturlatið. randi OS [ff Funnin deyður Tysdagin vard ein ungur maður funnin deyður á gongini inni á sjómans- heiminum í Runavík. Kanningar vísa, at maðurin doyði av natúr- ligum áður, helst av bl6dtøppi. Maðurin var 26 ára gamal og ættaður úr Runavík. Olja á vegnum Fyrrapartin í gjár ávar- aði politið í Havn gjøgnum útvarpið bil- førarar í Havnini, ti olja var å vegnum. Oljan stavadi frå ein- um oljubili, sum hevdi koyrt gjøgnum byin ut- tan propp á tanganum. Oljan var á Jóannes Paturssonargøtu, J. C. Svaboesgøtu og oman á Viðarnes, har oljutang- arnir standa. Slgkkiliðið spulaði gØturnar reinar aftur.