Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-27, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. juli 1991síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 141 — 27. juli 1991 ——wwiw - - Sr cQSialurin og svåg vid tónleiki Tað er næstan ikki gjørligt, at nýggja plátan vid sjey íslendskum syngjandi systkjum sleppur undan at gerast tann mest selda í Ís- landi nakrantíð. Í tveir mánaðir eru 16.000 eintók seld har yviri! Tá vit missa ein av okkara kæru, hevur tað ofta við sær, at lívið verður gjøgn- umhugsað, og einum renn- ur ymist til hugs, ein kanska annars ikki gevur gætur í gerandisdegnum Soleiðis munnu tey sjey íslendsku systkini Inga, Sossa, Hrólli, Magga, Pálý, Haukur og Tóti hava hugsað mangt og hvat, tá tey so knappliga tann 18. desember í fjør mistu pápa, mann og svág. Vanlukkan hendi á hav- inum, og líkini á teimum báðum vórðu ongantíð aft- urfunnin, hóast bjargingar- feløg og onnur leitaðu dúgliga. >Tað var nakað eftir hesa hending, at vit fingu hugskotið um at geva eina plátu út, hvgrs ágóði allur skuldi fara til íslendsku bjargingarfelggini, so tey skuldu kunna vera betur fyri, skuldi slík vanlukka hent aftur,< siga fimm av teimum sjey systkjunum, sum hava verið i Føroyum hesa vikuna og selt bond, plátur og ljómfløgur. Løg, sum påpin plagdi at spæla »Å plåtuni hava vit 15 løg, sum vit øll minnast aftur á á tann hátt, at tey plagdi pápi okkara at spæla, tá hann setti seg við harmonkuni,< greiða tey frá. Eitt av systkjunum, Hrólfur Vagnsson, hevur egið ljóðstudio í Týsk- landi, og har eru allar upp- tøkurnar gjørdar. Tey skjey syngja alt sjálv, og eisini hava tey spælt á sn at siga øll ljóð- MN | 4 4 føri, sum eru vid. Bert violin og guitar hava aðrir tónleikarar spælt. >Síðani plátan kom út 1. juni í ár, dagin fyri ís- lendska sjómansdagin, eru ikki færri enn 16.000 ein- tók seld, og er hvørt ein- asta oyra í avlopinum farið beinleiðis til íslendsku bjargingarfeløgini,« siga systkini. »At sølan skuldi ganga so væl, høvdu vit avgjørt ikki roknað vid.« Tann útgávan, ið annars hevur verið mest selda í Íslandi, hevur eftir at hava verið á marknaðinum í fleiri ár, rundað 19.000, so ikki kann sigast annað, enn at íslendingar hava tikið sera væl móti hesum vælgerandi tiltaki. Føroyingar hava tikið væl ímóti Fimm av teimum sjey íslendsku systkjunum hava í vikuni verið í Føroyum, og í gjár vitjaðu tey eisini á S0- sialinum. Tey eru frá vinstru Magga, Pálý, Haukur, Sossa og ' Inga. á Myndini vænta Hrólfur og Tótur. Mynd: Hilmar Jan Men tað eru ikki bert ís- lendingar, ið taka væl und- ir við hesi sjáldsomu út- gávu. >Vit komu til Føroya týsdagin, og hóast tað hev- ur regnað dúgliga, hava vit ikki givið okkum far um tað, tí tann ófgri blíð- skapur allastaðni hevur yvirskugga veðrið,< sigur tey fimm systkini. >Men tá vit seinnapartin hósdagin seldu bond og plátur i SMS, vórðu ikki færri enn 60 eintgk seld eftir tveimum tímum. Tað halda vit vera ótrúliga góða undirtøku, og hana takka vit so sanniliga eisini føroyingum fyri!< Orsgkin til, at systkini nú komu hendanvegin, hevur eisini sína serligu Í 1981-82 hevði fót- bóltsfelagið Skála íslendskan venjara. Ta var Magnús Hansson. Síða 17 Nóg nógvir næmingar Nóg nógv hava teknað seg til FHS- útbúgving og fiskivinnu- útbúgving at byrja eftir summ- arfrítíðina Alt bendir á, at ein FHS- flokkur og ein fiskivinnu skúlaflokkur byrja í Suður oynni efur summarfrítíðina Umsóknarfreistin er úti 2 august, men longu nú eru nóg nógvar umsóknir komnar inn til, at grundar lag er fyri báðum útbúgv- ingunum í Suðuroynni. Landsskúlafyrisitingin hevur sent út 20 umsóknar- blød ul fiskivinnu- og hav- búnaðarútbúgvingina og 24 til FHS-útbúgvingina. Seinnapartin í gjár vóru 13 umsóknir komnar inn ul fiskivinnuútbúgvingina og 26 ul FHS. Fyrireikingarnar = hava gingið sum ætlað, og tíma- ætlanin er nøkulunda greið. Marita Petersen, lands- stýriskvinna í skúlamálum, er sand førd um, at nýggju útbúgvingartilboðini í Suð- uroynni eru á rættari leið. Hon er samd við skúla- stjórarnar á fiskivinnuskul- anum og Føroya Handils- skúla í, at tað er seint á árin- um at koma við hesum und- irvísingartilboðum. Arbeitt hevði verið við ætlanunum, men tað bar ikki til fyrr at fáa meirluta fyri teimum, sigur Marita Petersen. Hon vísir aftur ákæruni um, at fiskivinnuskiilin í Suðuroynni er brot á lógina um fiskivinnuskúla. Hetta er ikki nakar sjålvstødugur skúli , ið verður settur á stovn. Hann kann heldur metast sum em flokkur undir fiskivinnusk 1 í Vestmann: men verður fyriskipaður sjålvstødugt í Suðuroynni Tað er heldur ikki beint, sum sagt er, at Føroya Handilsskúli ikki er efurspurdur. Báðir skúl- arnir fingu boð um ætlanina. At handilsskúlastjórin heldur kundi hugsað sær nakað annað, er Marita Petersen væl greið yvir Hon væntar, at tað fer at ganga væl við nýggju skúl- aflokkunum, ið hon um- róður sum ulboð til ungfólk í Suðuroynni. Utjaðaragki- ni eru ringast fyri við ulboðum til ung, og hetta er ein byrjan at bøta um tað. - Higarul tá tosað hevur verið um skúlaútbygging, hevur størsti denturin alla tidina verid lagdur å, hvar skúlarnir kulu vera, hvar byggjast skuldi. Her er innihaldið endamålid. Høl- isumstødurnr verda kanska ikki tær bestu, men hitt hevur líka stóran týdning, sigur Marita Petersen. Umframtteir báðar flokk- arnar í Suðuroynni, verður eisini sum ein roynd sjó- vinnuflokkur tíkin upp á Klaksvíkar Sjómansskúla. Har eru als eingir trupul- leikar, ti skúli er tøkur at hýsa útbúgvingini. randi Hesi tvey árini vórðu vinarbond knýtt, og síðani hava skálamenn vitja hann, og hann eisini teir. Og tað var júst ein vitjan av Skála til Íslands í summar, sum førdi til, at >Hønd í hønd< nú er kom- ið hendanveg. Magnús spældi sangirnar fyri skálamonnum, og teimum dámdi so væl, at teir vildu hava sølu at fara fram í Føroyum eisini. Og nú er hetta ynski teirra veruleiki. Selt kring alt landið Yvirskotið av søluni í Føroyum fer óskert til før- oysk ítróttarfelgg, og i løt- uni verður arbeitt við at fáa søluna út um landið. »Einki verður selt í handlum ella á líknandi stóðum, tí tá slepst undan kostnaðargkjandi millum- liði,< siga tey fimm systkini, sum í dag fara heimaftur til Íslands. Í Føroyum verður tað Hans Jacob Andreasen, sum umboðar tey og skipar fyri féroysku søluni. Tey, ið hava áhuga fyri at selja >Hønd í hønd< ella at keypa, kunnu venda sær til hansara á tlf. 41965. Ljémfløbur eru ikki å goymslu i Føroyum, men tey, ið kortini hava áhuga fyri at fáa fløbur, kunnu venda sær til hansara, so fær hann tær heim. Sosialurin fer í einum av komandi bløðum at geva ummæli av >Hønd í hønd<. bj.