leygardagur 27. juli 1991síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16
Fróði Sandoy, form. í Kórsambandinum:
Nr. 141 — 27. juli 1991
Stoðið er hækkað
hjá kórsangarunum
— Vit hava merkt týðiliga framgongd hjá kórsangarun-
um hesi seinastu árini. Meir letur seg gera eftir stytri tíð.
Her eigur tann okta tónleikaundirvísingin sín stóra lut,
sigur Fróði Sandoy, formaður í Kórsambandi Foroya.
Endamálið við Olav-
sekukórinum er, at hetta
skal vera ein hugnalig leta
undir Tinghúsinum og
hetta skal eisini vera hevi
hjá fólki, sum ikki syngur
við i nøkrum ávísum kóri,
at sleppa at royna seg. Ég
veit eisini, at útisetar
gleða seg til at syngja í
kóri á Ólavseku. Brúk er
fyri hesum hevi, sigur
Fróði Sandoy.
Kórsamband Feroya
hevur nú ábyrgdina av
Ólavsekukórinum. Fróði
hevur verið formaður tvey
tey seinastu árini.
Eingin fastur kórleiðari
er til Ólavsekukórið. Kór-
leiðararnir plaga at skift-
at
Gongur rættan veg
— Eitt, sum er at fegnast
um, er, at steðið er hækk-
að hjá vanligum kórsang-
arum hesi seinastu árini.
Meir letur seg gera eftir
stytri tíð. Fyrr noyddist
Ólavsekukórið at venja
flestøll
tveimum
læra
eftir
oftari. Nu
skrånna
venjingum.
Eg haldi, at tann ekta
tónleikaundirvísingin er
høvudsorsøkin. Hon er
meira nú, enn hon hevur
verið, og kórsangararnir
eru »seriøsari« nú.
— Gleðiligt, at tað gong-
ur rættan veg, sigur
Fróði.
Eiga at fylgja
við tíðini
Viðvíkjandi Holmboe
er at siga, at nýtt tilfar
eigur at verða brúkt —
hóast Holmboe er ikki
nýggjur í Feroyum long-
ur. Nú eru 20 ár síðani, at
vit fóru undir at syngja
Holmboe. Tá í tíðini kundi
hesin tónleikur tykjast
vera nútímans. Men
atonalt er heta so avgjert
ikki, sigur Fróði.
- Eitt sindur av mót-
steðu er. Men nú er Holm-
boe so inngrógvin, at
hann hevur sín rætt.
— Eg haldi, at vit eiga
at taka nýtt tilfar við alla
tíðina, so vit merkja
broyting í foroyskum kór-
lívi. Kórsangur skal eisini
fylgja við tíðini.
— Hetta merkir ikki, at
vit ætla at troðka tað
gamla til viks. Tað besta
av tí gamla fer at liva víð-
ari.
Føroyskt tilfar
er tungt
— Men hinvegin haldi eg,
at tað føroyska tilfarið er
sera tungt. Okkum tervar
so avgjørt lætt tilfar, og
eg undrist á, at ikki fleiri
av teim ungu tónasmiðun-
um koma við lettum til-
fari.
— Feroyskur skaldskap-
ur er eisini tungur. Heldur
tú, at hetta hevur við veðr-
ið at gera?
— Ja, ikki er tað tí, at
vegirnir eru ringir! Teir
eru so asfalteraðir.
— Heldur er hetta ó-
vani. Í so máta hava teir
yngru gamla fyrimynd í
hevdinum, so alt verður
so moll-kent. — Heldur
skuldu teir havt eitt sind-
ur av teirri lettu síðuni
við.
— Tað føroyska tilfarið
er ikki vinarligt móti
áhoyrarunum, sum steðan
er nú. Nógv fólk hevði
fingið heilt annan áhuga
fyri kórsangi, um repor-
toarið smíltist eitt sindur
meira. Okkurt átti at ligið
ímillum sálmasang og
pop-tónleik. Har er stórt
tómrúm.
— Neun okkurt dømi
um lættan føroyskan tón-
leik.
— Ja — tað er slettis
ikki so lætt! Tað kvæða-
kenda er »lætt«. Sumt hjá
Holmboe er lætt. Men
annars er ikki lætt at
minnast til nakað av før-
oyskum dur-kendum og
lívsjáttandi tónleiki, sigur
Fróði Sandoy, formaður í
Kórsambandi Feroya.
ð
Fróði Sandoy, formaður i Kórsambandi Føroya:
- Kórsangur eigur at fylgja við tíðini
Gosvatn í fleiri litum Tinn
Tróndur Patursson, listamaður, hevur seinastu vikurnar gjørt Havnini eitt nýtt prýði. Tað er eitt gosvatn, sum
stendur í Havnará, beint áðrenn hon fer undir heilt við handilin hjá Bambusi. Í gosvatni eru eisini løgd ljós í
ymsum litum, sum fara at lýsa upp gjógnum vatni, tá myrkt er. Gosvatni skuldi eftir ætlan vera liðugt til ólavsóku,
og tað hevur eydnast - tað varð sett til í gjár
Mynd: Hilmar Jan
2 /)
Mítt heim
Har, ið atlantsbylgjan brýtur hog og brøtt,
har, ið blómur anga vitt um grønan flott —
har, ið heiðafuglur heldur sær á gleim,
har í millum fjalla var mitt barndómsheim.
Mær í huga reistist eins og brim við strond
longsulin at nema havsins fjaru lond.
Kendi eg í æðrum brimsalt leika blóð,
tá ið ferðabúgvin eg á dekki stóð.
Lagnan legði leiðir, menti meg til mann,
longsulin tó stoðugt mær í barmi brann.
Livdi eg í lotum — lukkugestur var —
móti heimalandsstrond meg hugur stoðugt bar.
Her, ið atlantsbylgjan brýtur høg og brøtt,
her, ið blómur anga vitt um gronan flett.
Her, ið heiðafuglur heldur sær á gleim,
her í millum fjalla aftur er mitt heim.