Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. august 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 142 — 1. august 1997 gr - ; . 16 LE & Hugin Eidu og Katrin Ottarsdóttir, sum hava staðið fyri fyrireikingunum til føroyska filmin Taka DP. á upp í SKÚVOY Mánadagin fer eitt filmslið við 20 fólkum til Skuvoyar at taka upp ein fóroyskan barnafilm Føroyar, Grønland og Ís- land eru lond, sum tey flestu kenna sera lítið til. Vit mugu royna at gera eitt sindur meira vart við okkum. Hetta er í stuttum tankin aftanfyri nýggja filmsgerð- arfelagi >Kaleidoskop<. Tað eru londini í útnorði, Føroyar, Grønland og Island, sum eru vid i hesum felag, og endamálið er at samskipa filmsfram- leiðslu millum londini. Tríggir filmir Og fyrsta framleiðslan er nú byrjað. Tað er ein sonevnd »trilogi« ella ein filmur í trimum sjålvstød- ugum pørtum. Fyrsti parturin er gjørdur í Grønlandi, annar partur verður gjørdur komandi vikurnar í Føroyum, og síðani verður seinasti parturin gjørdur í Íslandi. Takast upp í Skúvoy Tað er Katrin Ottarsdóttir sum hevur skrivað hand- ritið til føroyska filmin. Hann snýr seg um tvey havnarbørn sum fara út á bygd at ferðast. Har hoyra tey sýgur um ein undar- ligan mann í bygdini, sum tey síðani fara at arga saman við bygda- børnunum. Men seinni hoyra tey sonnu søguna um mannin, og endin verður at hann gerst vinur teirra. Filmurin verður tíkin upp í Skúvoy, men hevur kortini onki beinleiðis við hetta pláss at gera. - Vit valdu Skúvoy, tí vit hildu, at umhvørvi har egnaði seg væl sum karmur um søguna. Ikki ti vit ætla at gera eina lýsing av lívinum í Skúvoy, greiðir Katrin Ottarsdóttir frá. - Men hinvegin kemur nakað av bygdalivinum sjálvandi fram í filminum, umframt at skúvoyingar vera við sum leikarar. Leikararnir verða 13 í tali, seks vaksin og sjey børn - og av teimum eru tey fýra úr Skúvoy. Upptgkufólkini koma tey flestu uttaneftir - úr Íslandi og Svgríki. Seldur sjónvarps- stødum Hóast filmurin ikki er gjørdur enn, so er hann longu seldur... Keypssáttmáli er gjørdur við flestu almennu norður- lendsku sjénvarpsstød- irnar, og sáttmáli er komin undir land við bæði týskarar og hollendingar. Harumframt hevur enska stødin BBC sýnt filminum stóran áhuga. - Hetta gevur okkum tað neyðugu búskaparligu trygdina, men tað er ikki høvudsendamålid við tum- inum, sigur Sigurdur Grimsson, fotografur. - Hann verður tikin upp á 35mm film, og er fyrst og fremst ætlaður bio- grafum. Og tað verður eisini í biografum hann fyrstu ferð verður sýndur einaferð í februar næsta ár - samstundis í Íslandi, Føroyum og Grønlandi. - Sjónvarpsútgávan verdur løgd til rættis seinni. Har verða filmirnir sýndir hvør sær, og helst styttir nakað. Dyggan stuðul Umframt at londini hava felags áhugamál, so eru eisini praktiskar orsøkir til hesa samskipan millum Ísland, Grønland og Føroyar: Fyri at fáa studning frá nordurlendska filmsgrunninum, er neyðugt, at minst trý lond eru felags um eina framleiðslu. Og í hesum føri hevur grunnurin so vidurkent bædi Føroyar og Grønland sum sjålvstødug lond, og veitt prosjektinum dyggan studul. Men úr Føroyum er eisini komin studul. Bædi Mentunargrunnur Løgting- sins og Norðurlandahúsið hava stuðlað við ávikavist 750.000 og 40.000 krón- um. - Tað, at talan er um ein barnafilm, hevur gjørt tað munandi lættari at fáa stuðul, enn um tað hevði verið ein vaksnamanna- filmur, sigur Katrin Ottars- dóttir. Tí hóast lítil filmframleiðsla er í útnorði sum heild, so eru børnini tey, sum eru mest við sviðið soð. Løntir leikarar Katrin væntar, at hesin stuðul fer at gera, at tað verður munandi lættari at gera hendan filmin, enn tað var at gera Atlantic Rhapsody. - Tá fekk ongin leikari eitt oyra í løn, og tí kundu vit illa krevja at teir altíð vóru tøkir, tå upptøkur skuldu gerast. Hetta darvaði framleiðsluni sera nógv. - Men nú verður ødrvisi. Nú fara øll sum eru við at arbeiða fyri fulla løn, og tað ger, at vit kunnu krevja munandi meira av teimum, enn vit annars høvdu kunnað, sigur Katrin Ottarsdóttir. Tað verða tilsamans umleið 20 fólk vid til at gera filmin, og tey verða væntandi liðug við arbeiðið um einar tvær vikur. S-S- Olavsøkuyrking 1991 »Tad er Olavsøka å vøllum«. Altid er Havnin føgur at sjå, å sumri fagrast av øllum. Í fullum blóma stendur hon, tá tað er Olavsøka á vøllum. Oman í býin streyma fólkini til, sjáa skrúðgongur, reður og annað. Í Tivoli onkur so fara vil. Gleði er tá millum manna. Á keiini standa fólk so spent, rópa á bátar við megi. Tá so Útvarpið hevur úrslitið sent, rópa mong saman av gleði. Sjónleikir og dystir og listasýn er, og mangt hendir dagin langa. Onkur fyrst heim at eta fer, men mong vilja bara ganga. Småbørn og gomul fara øll við, og ung og vaksin flenna. Ganga mong saman lið um lið, mangur í býin man renna. Og á Vaglinum stendur mangur gott, syngja foroyskar sangir so góðar. So hugnalig er ein Ólavsokundtt, tá sangur í náttini ljóðar. Annita Jo 1991 , ce Várið Gráðin á luftini og lygnin á fjørdinum bæði stokkut. Tó gráðin tarn drúgvara. Skiftandi við tikni og sóma. Arstíðin vikast. Eins og fuglurin sekir sær heimbýlið, rennandi sum áin um hamrar og stekk. Angan úr kosti mykjan tann góða gevur megi og merg. Nærkast móti sumri. Gyltir fuglar syngja fyri mær summar meðan dáin stingur høvdid fyrst undan. Í eggunum loypir saman til stropa, búnast ungi — viknar eggjaskal. Tá ungin úr egginum er sloppin byrjar hásongurin mikli. Undanstøkkingar fullu á váli meðan pinkan veksur í vavi. V4-tølini i dråtti nr. 901 t. 27. juli 1991 Tølini: 50 — 29 — 37 — 97 — 60 — 94 — 34 — 42 — 87 — 92 — 96 — 26 — 23 — 68 — 28 — 4. Vinningur: 246.570,- kr. + 50.000,- kr. i eykavinningum. Vinnarar: 6 vinnarar, 3 á Argjum, 1 í Hoyvík, 1 á Strondum og 1 Innan Glyvur. Teir fáa 41.095,-kr. í part.