Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. august 1991síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 142 — 1. august 1991 Studulsskipanir avlaga okkara kappingarføri -og hóska ikki eini frælsari handilsskipan til fiskavørur. Tær elva til óhepnar iløgur og halda uppi og høgum veiðutrýsti, eins og tær darva rationalisering í vinnuni og søluni segði Atli Dam, lógmaður í ólavsókuróðu síni. Hann vísti á, at tað miðvíst verður arbeitt fyri at minka upphæddirnar og broyta innihaldið í verandi stuðulsskipan. Hann segði: I formælinum til fiskivinnu- táttin í samgonguskjalinum verður sagt: »Rikin verður fiskivinnu- politikkur, sum tryggjar skynsama stovnsrøkt, sum miðar móti at fáa veiðuflotan at hvíla í sær sjálvum, sum tryggjar fiskimonnum semiliga úr- tøku, og at veiðan verður umsitin á ein hátt, sum gevur mest meguligan samfelagsvinning. Til tess verður neyðugt fram- eftir at varðveita ávísa studulskipan«. Miðvíst verður arbeitt fyri at minka upphæddirnar og broyta innihaldið í nevndu stuðulsskipan. Hetta er neyðugt av mongum grund- "um. Stuðulsskipanir avlaga kappingarferið og hóska ikki eini frælsari handilsskipan til fiskaverur. Tær elva til óhepnar ílegur og halda uppi ov hegum veiðutrýsti, eins og tær darva rationalisering í vinnuni og seluni. Tíðaravmarkaður stuðul at halda uppi ávísari realløn til teirra, ið vinnuni virka, kann tó gerast neyðugur í broyt- ingartíð, meðan roynt verður at viðgera verurnar meira, ella í tillagingartid, ið krevst at fáa samsvar ímillum til- feingi og veiðuorku. Stóra takið er at skipa fyri, at fiskastovnarnir koma fyri seg aftur. Skipini, sum kunnu bera seg av fiskivinnu undir Fer- oyum, eru færri enn tey, roynt verður við nú. Tey skulu tí verða færri, so tey hóska til eina heildarveiðu, sum er 110-120.000 tons, men at royna við so nógvum skip- um í stovnum, sum sambært ICES í 1991 helst ikki lata meira enn 80.000 tons frá sær, hevði verið skeivt, og mugu tí onnur orkuavmark- andi tiltøk verða sett í verk fyribils. Landsstýrið hevur kannað nógvar meguleikar og lagt fram uppskot um legudagar og fingið samtykt ektar frið- ingar — serliga við troli. Fer- oya Banki er t.d. friðaður eitt ár afturat. Landsstýrið arbeiðir eisini steðugt vid meguleikum aðrastaðni, eitt nú botnfiska- veiðu við New Zealand, tun- fiskaveiðu í altjóða sjógvi og undir Vesturafrika og veiðu eftir fiski uppi í sjónum ymsastaðni í Suðuramerika. Peningur er settur á fíggjar- lógina til at stuðla tílíkum royndum. Hetta eru tó bara partar av eini loysn. Líka so stóran týdning, sum reglur og bein- leiðis royndir at stuðla skip- um burtur úr veiðuni á grunnunum undir Feroyum, hevur studningsskipanin. Verður ov stórur studningur latin á óhepnan hátt, er tað veruliga stuðul til ov stóra veiðuorku, sum varandi held- ur fiskastovnarnar niðri. All- ur peningastreymur úr lands- kassanum — ella lættar, sum vera veittir í fígging ella skatti — hava týdning í hes- um samanhangi. Ein niður- skurður í almenna stuðlinum so ella so — noyðir fíggjar- og peningastovnar gjellari at meta um møguleikarnar hjá fiskiførum. Higartil hevur viljin ikki verið nóg stórur hjá fíggjarstovnunum at medvirka í royndunum hjá landsstýrinum at minka ovurveiðuorkuna undir Fer- oyum. Útlitini fyri veiðu undir Feroyum í 1991 eru vánalig. Besta fiskiveður og megu- leikar fyri nógvari roynd vóru fyrsta ársfjórðing. Hetta gjerdi, at veiðan fyrsta ársfjórðing ikki var lakari enn fyrsta ársfjórðing 1990. Men næstu tveir mánaðirnar er veiðan minkað munandi. Minni er komið upp á land av toski, hýsu, upsa og blálongu fyrstu 5 mánaðirnar 1991 enn somu ti í fjør. Longa og brosma eru eitt sindur fræg- ari enn í fjør, og bara konga- fiskur er munandi betri. Í 1990 vórðu fiskivinnuráð og fiskivinnustarvsnevnd sett á stovn við lóg. Umleið samstundis vóru fleiri nevnd- ir, har vinnan beinleiðis hevði havt ávirkan á prísáseting og studningar, avtiknar. Sam- starvið við vinnuna varð púra broytt, og partar av vinnuni hava havt ilt við at góðtaka hetta. Hetta lands- stýri, hevur arvað hesar trupulleikar og hetta hevur merkt, at serliga samstarvið við vinnuna í fiskivinnu- starvsnevndini ikki hevur virkað nóg væl. Landsstýrið vónar, at samstarvið — hóast treka burðin hjá nýggju sam- vinnuskipanini — nú er kom- ið í rættlag, og at vinnan til fulnar fer at nýta ávirkanar- meguleikarnar í fiskivinnu- ráði og starvsnevnd. Sambært tilsegnum í juni 1990 eru 81 mió. kr. latnar í uppheggingarstuðli, og hetta hevur fingið ein djúpvatns- trolara, fimm partrolarar undir 1000 hestar, ein lemma- trolara yvir 1000 hestar og ein undir burtur úr feskfiska- veiðuni undir Feroyum, tils. 2900 BRT og 12200 hestar. Ein tilsøgn frå juni 1990 er ikki avgreidd. Sambært tilsøgnum i 1991 eru latnar 41 mió. kr. fyri ein djúpvatnstrolara, ein lemma- Síða 7 trolara yvir 1000 hestar og tveir útróðrarbátar, tilsam- ans 2200 BRT og 9000 hest- ar. Tilsegn er givin einum djúpvatnstrolara, trimum partrolarum yvir 1000 hest- ar, einum línuskipi, tveimum eystursjóvarbátum og trim- um útróðrarbátum. Vera hes- ar tilsagnir til veruleika, er játtan til uppheggingar brúkt. Lógin um upphegging fer úr gildi 31. desember 1991. Sambært hagtelum hevur upphøggingin merkt, at fiski- dagatalið í at kalla ellum skipabólkum er minkað. Hetta hevur tó ikki verið við- víkjandi teimum sterstu og dyggastu partrolarunum. Hesir trolarar hava við broyttum manningarskipan- um ekt veiðudagatalið 50% frá 1989 til 1990, og eking er aftur fyrsta ársfjórðing 1991. Landsstýrið arbeiðir stað- ugt við at dagfera lógarverk- ið fyri fiskiveiðu. M.a. er ætl- anin, tá ið samlaðu upphædd- irnar til studning verða ásett- ar, yvirhevur at dagfera og broyta lóg um minstulen o.a. Hækkandi prísir á altjóða- marknaðinum og telefonupp- boðsselan hava merkt nógv betri prísir. Við ongum studningi eru teir í letuni hægri enn prísirnir við studn- ingi fyri ári síðani. Nýggju tollreglurnar á EF-marknað- inum 1. januar 1992 hava harafturat við sær, at góðar vónir eru at fáa veru úr upsa, kongafiski og brosmu, sum hevur betri og steðugari prís og tí er fer fyri at veita veiðu- flotanum rímiligan prís. Landsstýrið fer tí í næstum saman við vinnuni at leggja eina ætlan, har stevnt verður ímóti at fáa allan kilostudn- ing burtur, hetta skuldi kunna verið gjert eftir einum ári, ella, ið hvussu er, innan 1 januar 1993, tá ið EF avtalan varandi er farin at virka. Ein fyrimunurin at fremja hesa umlegging í 1992 er, at ongin meguleiki er at nýta sparda studningin í meirnýtslu hjá tí almenna, inntekugrundarlag er snegt sagt ikki undir slík- um Landsstýrið hevur, fyrr roynt, eftir ferimuni at víst aftur misskiljingum um grindadráp. og hevur millum annað givið út bókling á fremmandum mál- um, sum ætlanin er at brúka í sum prýðiligan hesum arbeiði Tað eydnaðist at sjóða sjónarmiðini hjá Dan- mark, Feroyum og Grenlandi e1sin1 undan 43. ársfundinum hjá Altjóða Hvalaveiðu- nevndini. Semjan bar millum annað í sær, at danska sendi- nevndin á IWC-fundinum ar- beiddi fyri, at Noreg kundu taka upp aftur avmarkaða vinnuliga hvala- veiðu. 43. ársfundurin hjá IWC fekk sumt aftur á beint, sum var farið av kós á 42. ársfundi. Grindahvalurin var yvirhevur ikki havdur á lofti, og fundurin visti greitt, at eingin meiriluti er fyri at fáa smáhval undir heimildareki IWCs Fundurin vísti, at ein stórur meiriluti i IWC av øll- um alvi, sama hvørji amboð- ini eru, fer at seta seg ímóti, at bannið at gagnnýta stór- hval verður avtikið. Við hesi steðutakan tykist felags- skapurin at vera farin undir at beina fyri sær sjálvum, tí rýma hvalaveiðulondini, so er einki eftir av honum. Væntandi fer arbeiðið at byggja upp ein felagsskap, sum kann umsita hvalaveiðu í altjóða eki í Norðuratlants- havi, at taka dik á seg. Hetta verður framhald av tí sátt- mála við Grenland, Ísland og Noreg um samstarv um at umsita og gagnnýta súgdjór í sjónum, sum landsstýrið gjørdi í 1990. saman- Ísland og - Útlitini fyri veiðu undir Føroyum í 1991 eru vánalig Veiðumeguleikar uttan fyri landleiðina Urslitið av fiskivinnusamráð- ingum í 1990 bar í sær, at meguleikarnir á onkrum leið- um batnaðu í 1991 og versn aðu á eðrum, men fleiri staðni var lítil og eingin broyting Botnfiskakvotan frá ís lendingum minkaði nakað í 1991. Henda minking sam- svarar við ta minking, ís- lendskum skipum eisini hev ur verið fyri, nú øll íslendsk veiðufer niður í 1 BRT undir kvotaskipan. Hóast hetta, vaks tann parturin av kvotuni, eru sum er virðismikil Hetta hevði samband við, at laksur, sum kemur úr kalvi áunum í Norðuratlantshavi á óbeinleiðis partur av Feroyaleiðina, Islands Hetta hevur harafturimóti givið av taluni við Ísland betri javn- gjørdist samrådingunum våg. Laksaskipini hava fing ið góðar veiðumeguleikar eftir kalva fyri mistar megu- leikar eftir laksi Utlitini islendskum og grønlendskum fyri lodnuveidu i sjogvi eru døpur, av ringu støduni i hesum stovni I Barentshavinum vuksu toska- og hvysukvoturnar nakað fyrstu ferð í fleiri ár Bæði Sovjet og Noreg hildu lyfti síni um, at Føroyar ikki bara skuldu fylgja við, tá ið kvotan minkaði, men eisini tá ið hon vaks. Førovar fingu sin vanliga prosentpart av vekstrinum Fiskiskapurin hevur verið sera góður, og hava verksmiðjutrolararnir ti veitt alla kvotuna eystan- fyri longu mánaðarskiftið juni-juli, so at veiðan togar upp ímóti tveimum hampu- ligum túrum. Verksmiðju- trolararnir fara nú vestur- eftir at royna eftir svart- kalva á NAFO-økinum og i kanadiskum sjógvi. Lodnan er komin aftur i Barentshavið. Tað kom tí se- ra óvæntað, at norskir myn- dugleikar ikki vildu standa við ta orðing. sum hevur verið í sáttmálanum millum londini síðan 1985. Henda orðing segði, at tað, at føroy- ingar ikki fingu kvotu, var bara steðan í stovninum. Eis- ini burdu teir Sovjet til somu steðu. Tað 2ydnadist tó at fáa