Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. august 1991síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 142 — 1. august 1991 Síða 13 Hans J. Joensen, biskupur: Fólkalív og kristinlív eigur at hoyra saman skuldu ganga. Hesin veg- ur er ikki vegur okkara og heldur ikki meguleiki okk- ara, men sum meguleiki Guds er hann í Jesusi Kristi givin okkum. Hesin vegur stendur hverjum einasta menniskja í boði, og á honum eiga vit eina framtíð, so leingi Gud vil tryggja okkum hana, og tað vil hann um aldur og allar ævir. Kortini kemst ikki utt- anum, at vit liva í eini tíð, har framtíðarútlitini yvir- hevur tykjast menniskj- um depur. Og serliga í tí partinum av heiminum, har livikorini eru so góð sum valla nakrantíð fyrr, tykjast fólk svartskygd- ari enn nakrantíð. Og undirgangurin verður ikki elvdur av yvirnatúrligum kreftum, men kemur at standast av, at menniskju ikki vilja fara við hesum heimi, og ikki fara um teir meguleikar, sum hann hevur at bjóða, sum tey eiga og kunna. Meguleik- arnar eiga vit, verður sagt, men tað er viljin — og kanska serliga viljin at síggja hvagar leiðin ber, sum vantar. Dálking av natúruni, ovnýtsla av tí natúrliga ríkideminum í jørd og havi og manna- veksturin eru hóttanir, sum ikki eru so langt burtur, um vit ikki taka annað skinn um bak. Ikki í okkara hondum Tey munnu vera ógvuliga fá, sum ikki duga at síggja álvaran í hesum, og tað verður ikki mannaættini til ógagns, um hesir álvar- somu trupulleikar verða loystir. Men spurningurin verður tó framvegis standandi, um framtíð okkara veruliga er tryggj- að, tann dag vit eru komin so langt. Verður tað ikki framvegis ein óreingjandi veruleiki, at tað ikki er givið nøkrum undir sólini at tryggja framtíð sína bert stutta tíð fram, tíans- heldur at tryggja hana í óavmarkaða tíð? Tað er rætt, at vit mega liva sum um vit eiga eina framtíð, ið rekkur longur enn til seinnapartin í dag, og tað er alla æru vert, at vit royna at tryggja eftirkom- arum okkara eina liviliga framtíð. Men vit mega ikki gloyma, at framtíðin sum slík ikki er í okkara hondum. Víst er tað menniskjans uppgáva at tryggja relativu framtíð menniskjans, men vil menniskjað gera seg til harra yvir absoluttu fram- tíðini við, tá fer menn- iskjað inn á Guds umráði, og Gud náði okkum, tá ið menniskjað fer at spæla Gud. Tá er av álvara grund til stúran og ótta. Ein vegur >Harrin kennir veg teirra rættvisu«, sigur sálmaskaldið, og tað merkir ikki, at av tilvild veit Gud um ein slíkan veg. Nei, tað merkir, at tað finst ein vegur, sum førir til ta absoluttu fram- tíð, sum Gud í síni náði og sínum alvísa ráði longu hevur tryggjað okkum. Tað finst ein vegur, sum undir ellum umsteðum eigur framtíðina fyri sær, og sum enn ikki hin sein- asti fíggindi, hvussu væl hann annrs situr fyri, kann hótta. Og hesin vegur ferir á mál, til tað málið, sum Gud hevur sett fyri hvert einasta mansbarn á hesum fold- um. Hesin vegur valdast ikki okkum og meguleikar okkara, og hann valdast heldur ikki henda heim og meguleikar hansara, men hann valdast bert Gud. 1 hverva eisini á hesun j teir munir, sum eru á menniskjun eru vit øll i same bát r hava vit bert Guds náði og kærleika at : Og tað finst eing:: hverki í hesum ! nekrum komanc kann beina fyri ho: kann ein og hvo velur at ganga hen: vera vísur úr, at hon ikki kemur seg fastan, men « skal hann vinna up; faðirheiminum í Hesin vegur eig tíðina fyri sær, sum vilja fylgja gjøgnum lívið, t ikki bert eina avmarkaða eina eina óavmarkað: sum Gud er utta: Vil síggja sínum 3 Henda veg h« okkara kent og F gjøgnum øldir, lítand orð og lyfti Guds gevi, at fólk okkara cs: tíðunum, sum koma, fer halda seg til henda veg, og so kemur gott at spyrjast burturúr, bæði her og hinumegin. Amen. TÚ HARRI HKUGAAS AV TOFTUM 4 ú Í TÚ, HARR - í KRIST, MÍN FRELSA VIST o6 VM ERT TO AL-EIN - A ; 74 riwW MÁÐI BÚÐ um ALL-A TiD MÍNTRÝGGA GRUND SJÁL VER-A- .o IKRIST 4. Eg hoyra vil tær, Jesus, til, tú, sum meg vinna vildi; kom, Harri, inn í sál og sinn FS & $ , GUD, GEV 0S Sp, VID TW BOD Vir LIV-A — OKK-UM SAM- AM, AT Tu, Harri Krist, 6 min frelsa vist og vón ert tú aleina; eg trúgvi tær, Få På ” ” ne ” Pr | TRÚGU-Í TÆR, o VER KIA MÆR HØRT For-A-FaR VID TIN -um ORD - I JESUS miv , FoR DEYD-A TiW MER MÍSKUMW SÍN, UT SYND MÆR ENK-I, og sigur vinn VÍT mar HJÁ AV TÍN-| NÁÐ FRESTKUNN-U FA í HML- 6LEÐ- 1! 0, ver hjå mær vid tini mekt og mildi! hvert fótafar 5. Tá veit eg vist, Z: vid tínum orði reina! 0, Jesus Krist, = = = 2. Tín náði blíð tú vilt ei frá mær fara; REIN - A! ; , Á . : H-C.STHEN/E.(6GÆD um alla tid tú boðar frå: ERA == min trygga grund skal vera; Meg kalla å, == |) 0, Jesus mín, for deyða tin mær miskunn sýn, lat synd mær einki gera! 3. Er sorgin sár, og renna tár, tú ugga vilt og greða; ei neyð er har, sum tú ert nær, ið frið oss bar og vil oss ævigt frøa. hjålp skalt tu få, eg skal i neyð teg varða! 6. Guð, gev oss so, við tíni boð vit liva okkum saman, at vit tær hjá av tíni náð frelst kunnu fá í himli gleði! Amen! H.C. Sthen 1589. Edm. í Garði 1962. Lag: A.P. Berggreen 1852. - Var hatta eitt svenskt lag, tit brúktu til inngangs í kirkjuni? spurdi onkur prestur aftan á Olavsøkugudstænastuna. Nei - tað var Kingolag av Toftum, ið varð sungið, meðan tingmenn og prestar gingu í skrúðgongu inn eftir kirkjugólvinum. Síðani kór fór at syngja í kirkjuni á Ólavsgku, hevur verið siður, at okkurt Kingolag verður sungið, tá ið skrúðgongan kemur innar í kirkjuna. Oftast verður sungið einraddað - nú í tíðini oftast á føroyskum. Í ár sang kórið "Tú Harri Krist" - Edmund í Garði týddi eftir H C Sthen(nr 62 í Sálmabókini). Hans J Højgaard hevur uppteknað hetta Kingolagið, og onkuntíð hava vit hoyrt tað við donskum orðum.