Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. august 1991síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Olavsøkuprædikan 1991: Nr. 142 — 1. august 1991 »Gud náði okkum, fer menniskjað at spæla Guda — Serliga í ti parti av heiminum, har livikorini eru so góð sum valla nakrantíð fyrr, tykjast fólk svartskygd- ari enn nakrantíð. Kanska er tað serliga viljin til at síggja, hvagar leiðin ber, sum vantar. Taka vit ikki annað skinn um bak, er vanlukkan ikki so langt burtur. Men framtíðin sum slík er ikki í okkara hondum. Vil menniskjað gera seg til harra yvir absoluttu framtíðini við, tá fer menniskjað inn á Guds umráði, og Gud náði okkum, fer menniskjað at spæla Gud. Tá er av álvara grund til stúran og ótta, segði nýggi bispurin, Hans J. Joensen, m.a. í ólausokuprædiku síni. Tekstur: Psálmur 1, 1-6. Í frálíku týðingini, >Ég elski hitt gamla, hitt brim- barda býlið<, lýsir skaldið Hans Dalsgaard barna- heimið við hesum vekru og beinraknu orðum: >Har lærdi meg móðir at fjálga og æra tann blett, har eg ljósið at fyrstantid sá, har rættsinn og mildi var barndómsins læra, har lærdi eg alt, sum mitt liv byggir áa Kanska er tað lættari at ogna sær innihaldið í sanginum, um tú hevur upplivað, at landnyrðings- froðan lá um lonina, men tað er tó eingin treyt. Hin einstaki kann bert skifta um landnyrðingin við ta ættina, sum hóskar til heimstað hansara ella hennara. Annaðhvert skilir tú sangin, og tað merkir, at tú kennir teg og barndóm tín aftur í hon- um, ella skilir tú hann ikki. Og so skilir tú sjálv- sagt heldur ikki yrkjarans takksemi og kærleika til tann blettin, sum á fyrsta sinni veitti honum skýli, og har tey berandi lívs- virðini vórðu legd niður í hann. Men skaldið veit, at fyri summi er hetta bert veruleikafjarur roman- tikkur, eins veruleikafjart og tá eitt annað av skald- um okkara syngur um småattuna á grønu ong og tey lívsvirði, hon var før fyri at geva teimum, ið har vuksu upp. Mótvegis slíkum tekur hann sítt fyrivarni. Hann tekur ikki upp orðaskifti um hesar lutir við tey, ið hava eðr- vísi hugsan, tí her hjálpir einki orðaskifti. Her snýr tað seg um nakað av tí mest einfalda í lívinum, og tí ræður tað ikki um ovur- honds vit og skil. Við tey hevur hann bert hetta at siga: >— men tað skilir tú valla, hví tað er svå«. Og á henda stillfora hátt endar sangurin. Kundu leita okkum skjól Heimið ella barnaheimið hverki var ella er nakað tilvildarligt í lívi okkara. Tað var har, faðir og móðir veittu okkum ta trygd og tær semdir, sum treytaðu lív okkara í fram- tíðini. Heimið var staðið, har vit fingu hevi at vaksa upp og liva fyrsta partin av lívi okkara í tryggleika og uttan stúran fyri morgindegnum. Har skuldu vit ikki gjalda fyri uppihaldið, ei heldur skuldu vit gera okkum verd til tað. Í so máta var heimið ólíkt ellum eðrum her á foldum, men nettupp líkt tí æviga heiminum á himni. Tað stóð opið fyri okkum, hvussu annars visti við, og hagar kundu vit altíð leita og sekja okkum skjól, tá ið lívsins ódnir herja. Gudstrúgvin týðandi táttur Á hesum tjóðardegi okk- ara má tað vera okkum loyvt at undirstrika, at tað var í føroyskum heim- um, vit sum feroyingar vuksu upp. Og jerðildið, sum rót okkara rann í, var føroyska mentanin við sínum serligu eyðkennum. - Vit eiga at taka annað skinn um bak viðv. umhvørvinum, segði H J Joensen Hon var tann ættararvur- in, sum eyðkendi um- hvervið, har vit vuksu upp, lærd av og arvað frá ættarliðunum, sum undan eru farin. Hon er tann ferningur, sum vit fingu við okkum á lívsferð okkara, og tann barlastin, sum skuldi tryggja sigl- ingina bæði um lívsins og deyðans hav. Ein týðandi táttur í hesi mentan var gudstrúgvin, ja í roynd og veru var øll mentan okk- ara gjegnumsúrgað av kristnari trúgv og kristn- ari sidalæru. Rættsinni, sum merkti atferdina hjå fólkinum, og sum skaldið minnist aftur á, varð ikki upphugsað av menniskj- um, men stavaði frá Guds orði. Og hetta varð lagt í bernini, frá tey vóru smá, og tann dag, tá ið heimini ikki longur geva bernum sínum henda ferning við á ferð teirra, tá kemur broyting í føroyska sam- felagið, og tað verður broyting við lít. Men tað var tó bert ein, sum menn- iskju i øllum lívsins forum kundu hava fult ålit å, og 'ð var tann Gud, sum i Jesusi Kristi kom til okkara fyri at liva liv okk- ara saman vid okkum og doyggja deyda okkara saman vid okkum og vera vid okkum allar dagar alt til veraldar enda. Hetta var tann hellubotnur, sum alt mannaliv í hesum oyggjum bygdi å, og ti var alt virki bæði á sjógvi og landi útint samsvarandi teirri sannfering, at »um ikki Harrin byggir húsið, arbeiða smiðirnir til eink- 18«. Samstarvið við kirkjuna Ikki bert fólk og mentan vóru ein eind, men í hesi eind vóru eisini jarðarlív og kristinlív soleiðis tvinnað saman, at tey ikki kundu skiljast at, uttan at tað fekk ógvusligar fylgj- ur fyri okkum bæði sum einstaklingar og sum tjóð. Og stundin er um at vera komin, tá ið vit í álvara mega seta okkum spurn- ingin, um vit vilja lata hesa eindina syndrast og harvið spjaða fólk okkara, ella vit vilja halda fram í fedranna sporum og varð- veita fólkið sum eitt ment- að kristið fólk, har fram- haldandi álit og rættsinni verður eyðkenni fyri sam- skiftið okkara millum. Og hvat hesum spurningi við- víkur, er tað eingin lítil ábyrgd, sum liggur á tykkum, fólksins kosnu monnum og kvinnum. Og eg kenni meg sannferdan um, at tað verður hverki tykkum ella fólki okkara til ógagns, um tit í hesum spurningi velja at sam- starva við fólkakirkjuna. Sum fólkakirkja verður henni so bert lív lagað, um fólkalív og kristinlív fram- vegis koma at hoyra sam- an. Døpur framtíðar- útlit »Harrin kennir veg teirra rættvísu, men vegur teirra gudleysu bert av leid«. Við hesum orðum verður sagt nakað um lív okkara, sum vit ikki kunnu siga okkum sjálvi. Í roynd og veru standa vit oll fyri einum vali, og valið stendur millum signing og banning, millum bjarging og undirgang, millum lív og deyða. Vit kunnu velja veg teirra gudleysu, sum „ber av leið“, men vit kunnu eisini velja hin veg- in, tann vegin, sum Gud av fyrstantíð ætlaði, at vit