Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. august 1991síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 142 — 1. august 1991 Føroyar Eitt hugtak, sum troðkar seg inn á okkum í dag — úr útvarpi, sjónvarpi og úr heimsins ergrynni av tiåarritum — er heims- bygdin. Tankin um heim- in sum eitt stað, har skila- rúmini — takkað veri ferð- ing, småtøknifrødi, sendi- sveinasamskifti osfr. — falla, hvørs borgarar stød- ugt koma nærri hver eðr- um, so at tín næsti granni í morgin ikki er farbróður tín á Morskranesi, men onkur bóndi á Jamaica ella onkur jarðarmóðir í Madras. Á okkara leiðum hevur hetta hugtakið sein- astu árini fingið ein vaks- andi aktualitet. Eg hugsi um tann innara marknað- in í Europa, sum fer at fáa avleiðingar fyri allar europeiskar smátjóðir, um tær vilja tað ella ikki. Nakrir spurningar troðka seg fram í hesum sambandi og krevja svar. Hava Feroyar — ein smá- tjóð — nakran meguleika at fóta sær í heimsbygd- ini? Er nøkur orsek til, at vit skulu fóta okkum í al- tjóða býlinginum? Eiga vit nakran ferning at lata altjóða samfelagnum? Hverjar kreftir — innan í okkum ella uttan fyri okk- um — styrkja okkum í tí globala samanhanginum? Og hverjar gera okkum veikari? Eg fari her at royna at tríva í nakrar av hesum spurningum. Vesturheimurin og smátjóðirnar Latum okkum hyggja at tí fyrsta evninum, megu- leika okkara at fóta okk- um í heimsbygdini. Hyggja vit at politiska og mentunarliga råkinum eystanfyri og vestanfyri, so er andlit tess ikki ólíkt tí á egyptiska sfinxinum, gåtuført og tortulkað. Gongdin í Eystureuropa og Sovjetsamveldinum — har smátjóðir fetta sær á, krevja politisk rættindir, krevja sín tjóðskap virdan — kann geva eini minni- lutatjóð sum tí føroysku orsek til bjartskygni. Men tað undarliga er, at vit vestanfyri síggja eins øvugta gongd, har smáar og stórar tjóðir avreiða politisk og tjóðskaparlig rættindir fyri búskapar- ligan vinning. Henda gongdin fær ein at spyrja seg sjálvan, hvussu stóra virðing meginlondini í vestur- heiminum — tey sum fara at fáa ta stóru ávirkanina — Í roynd og veru hava fyri minnilutatjóðum og útjaðaramentanum teirra. Nær — fyri at taka nekur dømi — fara walesbúgvar, skotar, bretonar ella indianarar at fetta sær á? Vit hoyra einki um hesar bólkar. Eg kvíði fyri, at vit, í spurninginum um virðing fyri smátjóðum, í dag standa yvir av eini løgnari mótsegn. Sovjet- samveldið hevur í dag trupulleikar = av tjóð- skaparligu = minnilutum sínum, júst tí tað — hóast sína harðrendu skipan — í áratíggju hevur stimbrað mangar av hesum minni- lutum mentunarliga. Vesturheimurin hevur ongar smátjóðatrupulleik- ar av tí einfaldu grund, at lond sum USA, Frakland og Ongland — so fræls- lynt og fólkaræðishugað tey vilja eitast at vera — hava kevt og í summum forum beinleiðis týnt sín- ar minnilutar. Henda steða gevur okkum føroy- ingum lítla grund til bjart- skygni. Vesturheimsins fagurlátna og frælslynta favntak kann fara at royn- ast okkum feroyingum hættisligari enn mong harðrend hjålandapolitisk kúging. Hava vit nakað at lata? Men — hava vit nakað at lata heimsbygdini? Her fari eg at taka uppaftur nakað, sum tjekkiski hev- undurin Milan Kundera segði í samreðu við ís- lendska týðara sín fyri seks árum síðani. Smá- tjóðir, segði Kundera, kunnu einans rættvísgera tilveru sína á mentunarøk- inum — við at vísa fram eina áskoðan, sum er áhugaverd og eitt sindur eðrvísi, og sum hugsanar- liga kann ríka heimsins mentan. Eg skilji hann væli. Tjekkoslovakíið, við sínum aldargamla fólka- ræðisarvi, landið hjá Jóhan Hus og Franz Kafka og Vaclav Havel, og Ísland við síni sjáld- somu samanseting av fornari mentan og nútíðar- mentan — landið, sum skapti seguna um Njál, landið hjá Halldóri Lax- ness — eiga ikki hissini ferning at seta frå sær í heimsbygdartúninum. Íðan, hava vit føroying- ar nakað íkast at koma við? Fyri at dýpa hetta kundi eg hugsað mær at trivið í nekur orð eftir donsku bókmentakvinn- una Pil Dahlerup. Hon lýsir tað bókmentaliga rákið, sum kallast modernisman, sum eina endurspeglan av einum samfelag, har gomul virðir sum ættarkensla, átrún- Síða 11 I heimsbygdini Olavsøkuaftan skipadi Háskúlafelagið sum vanligur siður er fyri samkomu á Háskúlanum, har Hanus Andreassen, rit- hevundi, helt reðu. Aftan á var feroyskur dansur. Fimleikarhellin var stúgvandi full til hetta serstaka afturvendandi ólav- sekutiltakið. Vit prenta reðuna, sum Hanus Andreassen helt. aður, tað sublima og dionýsiska í tilveruni, eru burturmist. Postmodern- isman, sigur hon, kann millum annað skiljast sum ein roynd at toyggja seg eftir hesum horvnu virð- um. Við eðrum orðum: í vesturheiminum valdar ein knúst skipan, ein syndraður spegil, har bandið til alheimin er slit- ið, høpid horvið úr tilver- uni. Tann heila lívssjónin Tá eg las hesi orð, kom eg at hugsa um tann sam- felda sálmasang, tú kann hoyra í eini feroyskari kirkju, og um ta stór- fingnu og lekjandi uppliv- ing, sum góður føroyskur dansur kann geva einum. Tráðurin aftur til eina sið- menning, har tað heilaga og sublima kann uppliv- ast beinleiðis og av ellum — ikki bara av nekrum fáum útvaldum — og har menniskjan — fangað í smásinnisins og øvund- sjåkunnar verð — kann søkja sær heilsubót i sinn- ishækkandi rúsi, er hjá okkum ikki kvettur. Sam- stundis sum vit hava modernistiskan skald- skap, hava vit varðveitt sambandið aftur til eina fornari og heilari sið- menning. Víst hava vit ein ferning at seta frá okkum í heimsbygdartúninum. Vit nærkast nú teimum tveimum seinastu spurn- ingunum, sum eg kundi hugsað mær at trivið í undir einum. Hvat styrkir okkum í heimsbygdini — og hvat er okkum til ampa? Eg haldi, tey sein- astu árini hava víst, at tað foroyska fólkið eigur ein stimbur í sær, ein fram- takshug, sum ikki tykist at fara at linka fyri fyrst. Feroysk bregd á ítróttar- ekinum eru eftir mínum tykki eitt tekin um eitt fyribrigdi, sum er breiðari og víðfevndari enn so. Vit hava listarfólk — eitt nú hevundar og listarmálarar og tónleikafólk — sum við teirra nýbroti hava vakt stóran ans úti í heiminum. Heima hjá okkum hava vit negd av fólki, sum við eldhuga og hegni leggur eftir seg úrslit á mongum ekjum — eg kann nevna málfreði, seguskriving, skúlabókaskriving, týðing osfr. Smásinnið Men — her sleppi eg ikki undan at drýpa nakað av malurt í mítt bikar. Tí — hvussu fagna vit hesum fólkum, vit — tann ein- staki og tað almenna? Nekur demi kunnu geva eina ábending um hetta. Vit hava fostrað ein leik- stjóra, hvers hegni fær tekjurnar at lyfta sær á um øll Norðurlond. Hann fekk ikki arbeiðskor her heima, tí rýmdi hann burt- ur. vit hava fostrað ein filmsleikstjóra, sum hevur víst, at hon hevur hegni til at skapa føroyska films- list á altjóða steði. Her hjá okkum var ov trongt hjá henni, m.a. av hesi orsek mátti hon fara hiðani. Nú kann ein sjálvandi siga, at tað var hesum fólkum til fyrimunar, at tey sluppu burtur í eitt fruktabetri umhvervi. Men tað hevði semt seg betur fyri okk- um, um hesi fólk vórðu send og ikki rikin av land- inum. Í hesum sambandi havi eg hug at nevna eina reðu, sum Andrias Evensen helt her í Havn stutt eftir ólavseku fyri 90 árum síð- ani. Hann segði í hesi rødu, at »småligheitin i Føroyum kundi taka so djupt i ein mann, at hann noyddist at ryma av land- inum fyri ikki at ganga sjålvur til grunda, og ti var tað ikki rætt at lasta tann mann, sum soleiðis mátti burtur fyri at redda seg sjålvan«. Orðini hjá Evensen vóru sum ein spádómur um hansara egnu lagnu. Hes- in maður, sum at kalla einsamallur legði steðið undir føroyska menning i skúla okkara, var fyrst álopin og hunddálkaður av mótsteðumonnum sín- um. Seinni, tá hann loyvdi sær at finna sína egnu politisku siglingarleið, var hann — ikki minni beisk- liga — álopin av nekrum av samstríðsmonnum sín- um. Hann varð verandi heima, og hann gekk — av hesi orsek m.a. — til grundar. Ein snorkandi skarvaurð Sum eitt framhald av hesum fari eg viðmerkja eitt sindur um okkara aka- demikarastætt og blað- heim okkara. Nekur okk- ara hava varnast eitt merkiligt fyrbrigdi, hetta at so mong, eitt nú millum akademikarar okkara, í heilum ótolnast eftir, at okkurt skal henda í hesum landinum, men sum — tá ið so okkurt hendir — hava eitt serligt hegni til at lata eyguni aftur. Tað er, sum vit hava eitt ser- stakt fólkaslag — og her verður ikki hugsað um nakran stovn, men heldur um eitt rák — sum hevur til ítrivs at knarra um trótandi mentunarligt virksemi, og sum — tá okkurt andarhald er í tí blómandi mentunarliga framtakinum — vísir seg at vera ein harðmælt snorkandi svøvnskarva- urð. Um blaðheim okkara er stutt at siga, at tað er løg- ið, at okkara feroysk- mæltu bleð ikki í dag eru komin nær í námind av tí 'mentunarsteði, sum danskmælta blaðið Tinga- krossur var á fyrst í hesi eld. Bekur verða skrivað- ar, list verður skapt — og blødini, kanska mest tey, sum bera tjóðskapin í sín- um skildri, geispa, tá tey ikki kappast um at blaka óhepnaru býtisbern okk- ara fyri leyvurnar — í teirri von, at vit, sum sita trygg á teimum ovaru sessunum í amfileikhúsin- um, skulu klappa. Rótfesti og vidskygni Læran av hesum er m.a. tann, at vit hava bruk fyri meira stórtekni og gåvu- mildi i hesum landinum. Einum vilja til at åsanna, at onnur eisini duga. Tad fer einki av einum sjålv- um, um onnur eru úrmæl- ingar, og heildini, sum vit ell eru partar av, er tað bara til gagns og til hækk- anar. Lat meg til seinast nevna eina samanseting, sum eftir mínum tykki verður okkum ein lívs- neyðug styrki í heims- bygdini. Eg hugsi um eina samanseting, sum fevnir um tað feroyska og tað al- tjóðaliga, um tað rótfesta, tjóðskaparliga og tað fjøl- mælta, víðskygda. Tá ið orðið — fjølmæli verður brúkt her, verður hugsað um europeisku hevuðs- málini og tey klassisku málini. Lat meg í sama viðfangi ávara ímóti eini aðrari samanrenning, har helvtirnar eru feroyskt rótloysi og herming eftir tí vánaligasta í ensk- amerikanska mentunarøk- inum. Sagt við fáum orð- um, haldi eg, at tann fyrra samansetingin er upp- skriftin — um nekur finst — upp á meguleika okk- ara at fóta okkum í heims- bygdini. Nevnt kundi ver- ið í hesum sambandi, at ís- lendski hevundurin Sigurður A. Magnusson í eini grein fyri stuttum í einum íslendskum tíðar- riti helt fyri, at tað tjóð- skaparliga tilvit, sum hev- ur fert Ísland heilskapað inn í nútíðina, varð íbirt fyrst í 19. eld av íslending- um, sum hevdu europe- iskt víðskygni. Hanus Andreassen