Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. august 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Einar og Heini Waag hava fingið staðfest, at teir bryggja 1. floks øl 200 sløg av øli úr 36 londum luttóku fyrr í mánaðinum í eini altjóða góðskumeting. Føroya Bjór fekk gull! 2 i Islandi Føroya Bjór sendir vid jøvnum millumbilum gl sitt til ymisk laboratorii, sum kanna eftir at rætta góðska verður hildin. Bryggjaríið fær soleiðis staðfest, um Føroya Bjór altíð smakkar av Føroya Bjór ella ikki. Men tað sigur ikki nógv um, hvussu Føroya Bjór smakkar í mun til onnur ølmerki. Tí royndi btygja- ríið í år at senda sítt gull øl til altjóða góðskumet- ingina >Monde Selection< í Bruxelles. 200 ølmerki úr 36 lond- um luttóku, og tey fingu antin karakterin gull, silvur, bronsu - ella onki. Og tað gekk væl hjá føroyska bryggjarínum! Gull glið hjá Føroya Bjór fekk gullmedalju! Reklama - Vit hava fingið inn- bjóðing til hesa kapping í fleiri ár, men hetta var fyrsta ferðin vit luttóku, sigur Einar Waag, stjóri. - Vit hildu tað vera rætt at samanbera okkum við onnur merki, fyri á tann hátt betur at kunna siga, hvørjum stødi okkara øl er å. Einar visir å, at eitt gott úrslit í eini tilikari altjóða góðskumeting eisini kann verða góð og sølufrem- jandi reklama fyri Føroya Bjór. Ætla at útflyta øl Og henda reklama skal ikki bert nýtast í kapp- ingini móti Restorff's í Føroyum. Ætlanin er eisini at royna at koma inn á aðrar marknaðir. = - Tá ølid bleiv loyvt í Íslandi, fóru vit at flyta nakað tann vegin, sigur Einar Waag. Men hendan nøgd er nú minkað niður í lítið og onki. Tí er neyðugt at gera nakað fyri at koma inn aftur á marknaðin - og tá er gullmerki frá hesi kappingini ein góður trumfur at hava. Dýrur flutningur Einar Waag heldur ikki, at talan kann blíva um at útflyta øl til onnur lond enn Ísland. ' - Ølid er so nytt í Is- Medaljan skal m.a. nýtast til at marknadarføra Føroya Bjór landi, at teirra egnu bryggjarí ikki eru á hægri stødi enn okkara. Og tey stóru merkini verða innflutt, og eru ti ikki biligari enn Føroya Bjór at keypa. Hetta, at flutningurin til onnur lond er so dyrur, er annars størsti trupulleikin í royndunum hjá Føroya Bjór at koma inn á aðrar marknaðir: Teirra gl verður altíð dýrari enn tað, bryggjað verður í hinum landinum. Og so er tað sjálvandi spurningurin um at fáa navn sítt viðurkent. Ongin keypir eitt ókent slag av øli. - Men her skuldu vit eisini havt ein fyrimun i fslandi, heldur Einar Waag. Ti nógvir íslend- ingar - serliga fiskimenn - hava verið í Føroyum. Og her hava teir flestu roynt okkara gl. S-S- + FYRSTUR + FREMSTUR * BILIGAST x BESTUR Nýggi føroyski barna- kr. sum filmurin, takast skal misgåum upp í Skúvoy komandi hósdagin. vikurnar, fær 75.000 mistakið. kr. í stuðuli frá Ment- unargrunnur Løgting- sins. - Og ikki 750.000 bløm. Fleiri tryggingar ið verða teknaðar — ódýrari gjald Síðani vit í 1940 fóru undir at tryggja móti eldsvanda, er tryggingargjaldið farið niður í helvt. Tryggið hús, innbúgv, verur 0. a. móti skaða av eldi, stormi, vatnleiðingsbroti og oman- lopi. Eisini tryggja vit innbúgv og verur móti innbrotstjóvarí. Vit tekna eisini glastrygg- ingar. Eru tað serstøk viðurskifti viðvíkjandi trygg- ing av ogn tygara, ið tygum hava áhuga fyri, geva vit fegnir gjøllari frágreiðing. Tryggingin hevur eisini umboðsmenn á hes- um plássum, ið fegnir eru tygum til hjálpar: Vági Sverre Skaalum, tif. 73012 Tvøroyri Hjørleif Enni, tif. 71061 Térshavn Kjartan Dalsgaard tif. 15222 Runavík Havstein Ellingsgård, tlf. 47055 Klaksvík Påll Josephsen, tif. 55835 FØROYA BRUNATRYGGING Telefon 17022 Smyrilsvegur 20 — Postbox 45 110 Torshavn