leygardagur 3. august 1991síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Lagt til rættis:
Oddbjørg
Poulsen
Gud er góður
við okkum
Í Sálma 107 og vers 1 stendur:
»Takkid Harranum tí Hann er góð-
ur«.
Gud gevur okkum mat og klæði,
heim og onkran, sum er góður við
okkum.
Minst altíð til at takka Gudi fyri at
Hann er góður við teg.
Lita húsið, bernini og bóltin v.m.
Klipp hesi bæði húsini út. Har sum
strikurnar eru prikkutar, klippir tú
eisini, so hurðin og vindeyguni
kunnu latast upp.
Síðani fara vit at líma. Mynd »A«
skal vera undir hinari.
Ansa eftir at tú ikki límar hurðina
og vindeyguni fest, men bert limar
har, sum »L« stendur.
Hugna tær nú so væl.
TAKK GUD FYRI MINA FAMILJU
———... Fremme
- — — 2. —— er —
it kunnu gleðast
ti Hann er góður
90 ár
Nr. 143 — 3. august 1991
Vanlukkutrygging
Fyri ikki at verða fyri ov stórum fíggjarligum
missi, um vanlukkutilburður berst á, er
neyðugt at hava tryggingarviðurskiftini í lagi.
Tryggingarsløgini eru:
Vanlukkutrygging av hjálparfólki
á sjógvi og landi — løgskipad.
Tey, ið hava fólk í arbeiði á sjógvi ella landi,
hava skyldu til at halda arbeiðsfólkið van-
lukkutryggjað.
Eigarar av skipum og bátum yvir 4 tons
hava skyldu til at vanlukkutryggja mann-
skapið.
Heimatrygging av sjófólki
løgskipad.
Tey, id vinna meir enn 1/5 av årsinnløguni av
sjónum, hava persónliga tryggingarskyldu.
Sjálvboðin arbeiðsvanlukkutrygging
sjálvkravd.
Arbeiðsvanlukkutrygging fevnir um van-
lukkutilburðir, ið henda í persónligum arbeiði
hjá tryggjaða.
Hartil fevnir henda arbeiðsvanlukkutrygg-
ing eisini um vanlukkutilburðir, ið henda
beinleiðis á veg til og frá arbeiðsplássi.
Sjálvboðin frítíðarvanlukkutrygging
sjálvkravd.
Frítíðarvanlukkutryggingin verður teknað
sum uppískoyti til arbeiðsvanlukkutrygging-
ina, so tryggjaði eisini er vanlukkutryggjaður
í frítíðini.
1. august varð Malla Reynbúð í Funningi 90
ár.
Hóast árini siga sítt, verður tú heldur enn
ikki bilsin, kemur tú á tal við Mallu; tað er
ikki júst ellina, tú setur í samband við hesa
kvinnur. Vildi heldur sagt, at hon er hin
sama sum hon altíð hevur verið; fyrikom-
andi, fryntlig, hjartalig og ikki minni er hon
ættarkær. Dyrnar hava altíð staðið opnar og
tey eru ikki fá, ið hava sitið væl hjá Mallu og
Dánjal Martini, ið doyði fyri fáum árum síð-
ani. Eingin fór út aftur við turran munn.
Tú kennir teg ríkari og fróðari av samver-
uni við hesa kvinnu. Sjálv er Malla Gudi
hjartaliga takksom fyri tær gávur, hon hev-
ur fingið í vøggugåvu, og vit kunnu leggja
afturat, at hon er ein sannur vitnisburður
um mannakærleika.
Malla er úr Funningi, foreldrini vóru Karo-
lina og Osvald; í húsi teirra vitjaðu mong, ið
komu til bygdina, og tað er helst ikki ov
nógv sagt, at Malla hevur hildið henda sið
uppi, sum í sær sjálvum hevur havt stóran
týdning.
Malla hevur alt sítt lív verið eitt arbeiðs-
grev. Á ungum árum var hon burturi, hon
tænti í Havn, og so var hon á háskúla í Dan-
mark, vendi so aftur til heimbygdina og her
hevur hon livað sítt stillføra liv sum fiski-
mannakona. Eitt av ålitisstørvunum, henni
varð litið til var at vera kirkjuverji, og tað
innti hon til lítar.
Gamli rótferoyski siðurin at siga frá og at
líða á, eru eyðkenni og dygdir, ið fødingar-
dagsbarnið hevur dugað sum fáur. Hennara
hábærsligi og vakri málburður er ein gáva
frá Gudi, sum mangur man hava notið og
nomið við takksemi.
Nú árini telja tey níti, ynskja vit Mallu
Guds signing og at lívskveldið má gerast
blítt.
Vanlukkutryggingin gevur nærri upplýsingar
og leiðbeiningar. Ringið, skrivið ella støkkið
inn á gólvið.
Tað er líusneyðugt...
A ert
Í rerova48
,
Telefon 11466 & 15952
Yviri vid Strond 23
Postboks 59 + 110 Tórshavn
Vegna feriu verður
stongt frá í dag til
mánadagin 2. sept.
HITI
VE VSTOVAN
RA
»Flekk fær eina
systur« og
| »Hvar er
Flekk?« 48.
»Stora orðabókin
hjá Rlekkia 86.-.