Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. august 1991síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Samvinna í tinginum ÚTVARPIÐ hevur hesar sein- astu dagarnar gjørt ikki so lít- ið burtur úr réðu løgmans á ólavsgku. Fyrst varð samrøda við løgmann sjálvan um inni- haldið i røduni og í eini seinni sending hevði útvarpsmaður- in fingið fatur á nøkrum av oddafólkunum í trimum av andstøduflokkunum. EIN av spurningunum, sum varð > vidgjørdur rættiliga gjølla i hesum samrødum, er arbeidi innan tinggått og so uttanfyri. Løgmadur beyð i Olavsøkurødu sini til fjøltått- ada samvinnu i tinginum — tvørtur um floksmark. HAVANDI i huga ta sjålvs- nøgd, sum oftani eyðkennir sterkar samgongur, ið halda seg hava nóg mikið í sær sjálvum og havandi í huga ta gongd, sum seinastu 30-40 ár- ini hevur eyðkent føroyska parlamentarismu, hetta at veruligu avgerðirnar ofta verða tiknar uttantings á samgongufundum heldur enn í tingsalinum, beyð løgmadur Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahi Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith - Dagny Joensen - Olavur W. Høgnesen - Hilmar Jan Hansen - Jústínus Eidesgaard Utgevari: P/t Sosialurin Uppseting: Pf Sosialurin Prent: P'/f Pressan 1981 Bústaður: Argjavegur 26 Telefon Postadressa: Postsmoga 78 110 Tórshavn 44720 Argir 11820 Telefax: øllum flokkum i tinginum til samarbeidi. Hann visti å, at hetta setir krøv til bådar sidur i salinum, at politisku hug- sjónirnar ikki altíð verða vundnar so í húnar hátt, at tær læsa fyri veruleikanærum samarbeiði um skilagóðar loysnir. At medvirka og taka avgerðir er meira hugaligt enn at standa úti og líta á, hetta hava flestu tingmenn havt høvi at sanna, segði løg- maður m.a. HETTA vóru orð, sum umboð- ini fyri andstøduna í samrødu við útvarpið kundu góðtaka. Umboðið fyri sjálvstýris- flokkin legði sera stóran dent á júst hetta. Tingkvinnan helt nevniliga, at júst hetta, at máliin verða lidugtvidgjørd í nevndum, í landsstýrinum og ofta av embætismonnunum — uttan um tingið — er nak- að, sum er við til at taka grundarlagið undan okkara demokratii. Hon helt, at ting- ið er tað forum, har øll mål, stór sum smá, eiga at verða vidgjørd og ikki bara ekspe- derað eftir lidna viðgerð utt- anfyri tinggátt. HETTA er so satt, sum tað er sagt. Vit hava alt ov mong dómi um, at okkara fólka- valda ting ikki fær høvi at við- gera — alment — stór álvars- mål, sum viðvíkja okkum øll- um í hesum samfelagnum. Endamálið við tinginum er tå eisini nettupp at tryggja, at málini fáa eina breiða, sakliga og grundleggjandi viðgerð, áðrenn tey verða lógarfest og harvið koma at galda fyri okkum øll. Dømi eru eisini um, at stórmál verða skund- að gjøgnum tingið, og oftani er skotbráið, tingmenn hava fingið at seta seg inn í tey, so stutt, at tann grundleggjandi og breiða viðgerðin verður av ongum. HÓAST umboðini fyri and- støðuna høvdu nógvar atfinn- ingar at løgmanni og rødu hansara á ólavsgku, so var tó semja um júst hetta málið: at fáa tingið at virka eftir ætlan og at fáa samarbeiði tvørtur um floksmark. Nú fáa vit so at síggja, hvat spyrst burtur úr. Tað er heldur einki ivi um, at við sínum tepra meiriluta uppá ein tingmann, hevur samgongan heldur ikki so nógv í at velja. Í so máta kann ein siga, at ein tepur sam- gonga tænir demokratinum betur enn ein alt ov sterk samgonga. Nevniliga tí at hon tá verður noydd til at lurta eftir andstøduni og geva uppskotum og viðmerking- um hennara ans, um so er, at hon ynskir at fáa stuðul frá andstøduni í málum, har sam- gongan ikki fær fleirtal mill- um sínar egnu. Slík mál kunnu vera komandi rús- drekkamålid, har tingmenn atkvøda tvørtur um floks- mark og ikki eftir um teir sita i andstødu ella i samgongu. Tad målid verdur kanska eitt av teimum fyrstu, sum verður samtykt av bæði samgongu- og andstødutingmonnum og sum tí fer at vera fyrsta royndin at gera orðini um samvinnu til veruleika. OG er tað so, at samgongan eitt nú í hesum málinum ynskir sær hjálp frá andstød- uni — og fer at fáa hana — so pliktar tað eisini samgonguna at geva andstøduni stórri gætur í framtíðini — og góðu móttgkuni av hesum tilboði frå andstødusidu — eru á veg fram móti eini nýggjari og meira bjartari tíð, hvat okkara demokratii viðvíkur. Dimma og log- mansrødan Sum vera man verður nógv gjert burtur úr reðu legmans á ólavseku í fjøl- miðlunum. Hóast sam- gongublað kundi Dag- blaðið ikki bara sær at koma við eini útspillandi oddagrein móti legmanni. Har varð ikki annað vænt- andi, tí tingmaðurin og blaðstjórin á D.B. hevur fingið sær sum livibreyð at seta kílar í allastaðni, har hann er við í einum samarbeiði. Lat tað fara. Dimmalættingin finst sum andsteðublað at reð- uni í oddagrein leygardag- in, har blaðið undir yvir- skriftini >Uholdbart livs- syn< heldur tónalagið í legmansreðuni vera í so bjartskygt. Blaðið skriv- ar: Det er en optimistisk tone, der er anlagt í lag- mandens olaitale hvad angár udsigterne for landskassens indtægts- muligheder i sidste halvdel af indeværende år, sammenlignet med det forløbne halvår, hvor det offentliges skatte- og toldindtægt- er har været over ét hundrede millioner kroner mindre end for- ventet og budgetteret på finanslagtingsloven. Optimismen synes at bero på landsstyrets vurdering af, at de resterende måneder af året vil vise sig at blive over forventning på grund af en aktivitets- forøgelse i sådan grad, at der næsten bliver overensstemmelse mell- em kalkulerede og reelle indtægter for lands- kassen, nár áret er slut. Hvad der fár lands- styret til at se sá lyst pá tingene. ligger skjult for de fleste, da der fra landsstyrepartiernes side ikke ses at være fremkommet nævne- værdigt, der berettiger til en sådan optimisme. Man må dog håbe, at det ikke blot er på grund af nedgangen i den almindelige virk- somhed, som har kunne konstateres efter lands- styrets tiltrædelse i be- gyndelsen af året, der har fået de nye magt- havere til at konklu- dere, at værre kan det i hvert fald ikke blive, skrivar bladid. Dimman hevur rætt i, at tad eisini er ein bjart- skygdur tóni i reðu løg- mans, hóast mong av okk- um bera ótta fyri, at vit framvegis fara at ganga torferum tíðum á meti. Dimma setir spurnartekin við hetta bjartskygni, tí hon hevur ikki sæð nakra ábending um, at lands- stýrið fer at reka ein poli- tikk, sum setir gongd á aftur. Men so ring sum steðan nú hevur verið og er, so kemur blaðið tó við tí niðursteðu, at steðan hóast alt ikki kann gerast verri. Blaðið skrivar at enda í oddagreinini: »Beror landsstyrets lys- syn alene på, at »noget vil vise sig«, befinder vi os sandelig på gyng- ende grund økonomisk«. Vónandi sær alt ikki so tilvildarligt út sum spá- dómur Dimmalættingar leggur upp til. Vónandi eru samgonguflokkarnir forir fyri at liva upp til tey lyfti, sum teir góvu veljar- unum fyri valið seinast. Nú kann tað vera langt millum lyfti og gerðir, men hyggja vit í ólavseku- røduna, so er har mangt, sum leggur upp til at fåa hjólini í samfelagnum i gongd aftur. hetta var setningur javnadarflok- sins undan valinum, og hetta eigur flokkurin nú eisini at gera sítt ítarsta fyri at liva upp til. Samgongan er enn ung, og nú legmaður leggur upp til sterri samarbeiði í tinginum við andsteðuna, er at vóna, at bæði and- støda og samgonga fara at koma við initiativum, sum bera á rætta borðið, nevni- liga tað, at fíggjarliga niðurgongdin steðgar og vit fáa gongd á aftur í samfelagnum. Dimman Skal hava rætt í, at byggir bjartskygni landsstýri- sins einans á at »noget vil vise sig«, so kann hetta gerast okkum dýrt í longdini. Men vit vilja so at trúgva, at teir menn og tær kvinnur, sum hava latið seg velja í landsins týdningarmestu sessir, eru so mikið at sær komin, at tey megna at liva upp til setningin: at fáa gongd á aftur. Tað er m.a. tað tey eru sett til. 3 Bókhald 3. Grannskoðan 3. Roknskapur + Ráðgeving Avgreidsla: Mån.-frig.: kl. 8.00-17.00 Pf. SANDOYAR BÓKHALDSVIRKI tlf. 61376 — 210 Sandi —————NM