týsdagur 6. august 1991síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Ferðafólkavinnan
kann gerast týðandi
-men roknið ikki við ov nógvum tey fyrstu mongu árini, sigur
býráðsformaðurin í Stockholm, Lennart Løøf, sum júst hevur
verið í Føroyum sum gestur hjá Tórshavnar Býráð
Býráðsformaðurin í Stock-
holm seinastu seks árini,
Lennart Løøf, hevur i
mong ár verið ein av
høvudspersénunum i
svensku ferdamannavinn-
uni. Og tað vóru av nátúr-
ligum orsøkum eisini tiliki
viðurskifti í Føroyum hann
kunnaði seg um, nú hann
vitjaði Tórshavnar Býráð í
seinastu viku.
Hann heldur, at tær
ætlanir føroyingar hava
innan ferðamannavinnuna
eru áhugaverdar. Ikki
minst tað uppritið, sum
Tórshavnar Býráð kom við
herfyri, men hann ávarðar
ímóti at vit gerast ov
ótolin.
-Ferðafólkavinna er so
sera mangt, og tað er av
allar størsta týdningi, at
hon verður fjølbroytt.
Annars fáa tit bert ferða-
fólk teir umleið triggjar
summarmánaðarnar, men
gevið tol. Tað tekur langa
tíð at byggja eina tilika
vinnu upp, sigur býráðs-
formaðurin og leggur
aftrat, at ætlaninar um
ráðstevnur, framsýningar
o.t. eru åhugaverdar, ti
hesar kunnu vera alt árið.
Lennart Løøf sigur flestu
lond leita eftir vinnuskap-
andi framtøkum, og tå
verdur mangan hugsad um
ferdamannavinnuna ti hon
kann veruliga gerast eitt
munagott iskoyti ul lands-
búskapin um rætt verður
atborið.
Fer frá í heyst
Svíar skulu til valborðið
í september. Veljast skal
til ríkisdagin, landstingið
og kommunurnar og ilt er
at siga, hvør fer at stjórna
landi og kommununum
eftir valdagin. Men eitt er
vist. Stockholm fær nýggj-
an býráðsformann. Lennart
Løøf er komin so mikið til
árs, at hann hevur gjørt av
at leggja frá sær. Hann
hevur sitið í býráðnum í
høvudsstadi Svørikis í 28
ár, seinastu seks árini sum
formaður. Lennart umboð- teimum forsøgnum, sum
ar Javnaðarflokkin, men
hesin liggur ikki væl fyri í
f
higartil eru gjørdar
samband við valið.
1
Nr. 144 — 6. august 1991
Afturgongd
Seinastu ferð sviar valdu
ríkisdag fekk Javnadar-
flokkurin 43% av øllum
atkvødunum. I løtuni siga
forsøgnirnar eini 10%
minni, men Lennart roknar
tó vid einum frægari úr-
slitið enn forsøgnirnar
siga. Men hann dylur ikki,
at flokkurin fær aftur-
gongd. Í Stockholm er
flokkurin ikki so sterkur
sum í meðal um alt landið,
men hinvegin eru atkvød-
urnar har meira stødugar.
Har roknar hann við at
flokkurin fær eini 35% í
Stocholm - áleið tað sama
Sum seinast.
Seinastu 60 árini hevur
Javnaðarflokkurin stjórna
Svgríki burtursæð frá
nøkrum heilt fáum árum.
Er henda støda floksins nú
søga?
-Ja, i hvussu er fyribils,
heldur Lennart Løøf fyri.
Hann heldur ikki, at flokk-
urin er komin serliga væl
frá EF-orðaskiftinum.
Hetta er uttan iva ein av
orsøkunum til afturgongd-
ina. Men langt frå øll
orsøkin. Innanflokka kundi
eisini staðið betri til, og
viðurskiftini millum fak-
feløg og flokk eru heldur
ikki av teimum bestu,
sigur Lennart. Hann leggur
aftrat, at sjálvandi hevur
eisini Svøriki sínar trupul-
leikar at dragast við, mill-
um annað við vaksandi ar-
beiðsloysi, og hetta gongur
politiskt útyvir ráðandi
flokkin.
Kommunan illa fyri
Tað er ikki bert í Før-
oyum, at komunrunar eru
illa fyri peningaliga. Sama
Svensku gestirnir gistu á
Hafnia. Frá vinstru
Margareta Schwartz,
Lennert Løøf, Barbro og
Anders. Eitt hotell á
altjóða stødi vóru tey
samd um. Tey fingu
eisini høvi til at smakka
lundabringu, sum skeltið
uttanfyri boðaði frá.
Hetta høvdu tey ikki
roynt áður.
Mynd: Tórfinn