týsdagur 6. august 1991síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 144 — 6. august 1991
- Eg vil lýsa
veruleikan í
Tá ið eg skapi nakað, vil eg hava meg sjálva
við alla tíðina. Eg haldi ikki, at málningar
bara skulu vera glansbiløt. Tað hevði verið at
logið fyri sær sjálvum -tí veruleikin er ikki
bara bjartur, sigur Ásgerð Ásgeirsdóttir, lista-
kvinna úr Havn.
Aggi, sum hon verður
nevnd, gongur í løtuni á
Fyns Kunstakademi. Hon
var eisini við á Olavsøku-
framsýningini í ár.
- Eitt skifti troytt-
aðist eg av at tekna og
mála. Alt var so ljósa-
reytt, romantiskt og
veruleikafjart. Tað varð
ovmikid av tí.
- So gingu eini 5 år, tå
10 eg slettis ikki fekst
vid hetta. Men heldur
tað enn at skapa nakað, tú
ikki trýrt upp á sjálv.
Hóast alt, so er veruleik-
in ikki bara ljósur, og
eitt listarfélk eigur at
fáa alt við - tú mást eis-
ini kunna lýsa sorg.
- Men mær dámar ikki
at geva upp. Vil allatíð-
ina royna ymsar møgu-
leikar og vita, um hettar
og hattar nú hóskar til
tín. Dámar væl at taka
kjansir - taka ímóti av-
bjóðingum, sigur Aggi.
Avbjóðingin æt Fyns
Kunstakademi, sum Aggi
hevur gingið á nú í eitt
ár. Framman undan tí
gekk hon á Holbæk
Kunsthgjskole og Billed-
skolen í Keypmannahavn.
Altíð fingist við
list
Aggi hevur teknað og
málað, alt tað hon minn-
ist. Kundi sum smágenta
tekna, meðan hon t.d. sat
og át. Tekning var ein
partur av gerandisdegn-
um.
Um 17 ára aldur gjørd-
ist hon móð av at bara
skapa sovorðið ovurvak-
urt og legði púra sult í
eini 5 ár. Arbeiddi á
teknistovu í hálvtannað
ár og hugsaði um at út-
búgva seg til grafikara -
men broytti ætlan.
Tað hevði verið at log-
ið fyri sær sjálvari, sigur
hon.
- Men eg lærdi sera
nógv í hesum arbeiðinum
- tað var ein spennandi
tíð.
- Nakrar vinkonur hjá
mær høvdu gingið á skúl-
anum í Holbæk. Tær
lótu øgiliga væl at, og at
kalla allar hava hildið
fram við list síðani tá.
So eg vildi geva mær
sjálvari ein kjans og
spyrja, um hetta nú veru-
liga var eg, sigur Aggi.
So vísti seg at vera. Og
frá Holbæk gekk leiðin
til Billedskolen í Keyp-
mannahavn og víðari til
Kunstakademiið á Fjóni
Utviklandi um-
hvørvi
- Sum sagt dåmar mær
væl at taka kjansir - og
tað kennir tú eisin i í
hesum umhvørvinum.
Einki trygdarnet. Stræv-
ið, men stuttligt.
- Í teirri verðini eru
"upp-og-niðurgangstíðir"
- og tú ert sanniliga ikki
altíð í sjeynda himli.
Tíðarskeið eru, tá ið eg
slettis ikki skapi.
- Men eg trivist væl á
Akademinum - og trivist
væl i Danmark. Miljøid
niðri er sera útviklandi
og er heilt vist vindeygað
ul útheimin.
Vilt tú mæla ungum
listarfølki til at fara ev
landinum eitt skifti?
- Ja, so avgjørt! At
vera burturi er ógvuliga
spennandi. Og i tinum
egna litla heimi kann
lættliga gerast ov
trongligt. Lætt, at gll
tin list verður til fitt
glansbiløt.
- Eisini er sunt at fåa
"vátan vøtt” - tí skapandi
arbeiði kemur tú ikki
sovandi til.
- Hinvegin stuðla før-
oyingar sera nógv sínum
egna listafólki - at vera
føroyskt listafólk er eitt
privilegium. Niðri merk-
ir tú nógv til "Survival
of the Fittest".
Vit hava eisini ótrúliga
nógv listafólk i Føroy-
um.
Reglulig skúla-
gongd
Tú gongur á Akademi-
num. Málar tú so lands-
løg frá morgni til myrk-
urs? ;
- Nei! Avgjørt ikki. Í
fyrsta lagi gangi eg i
skúla.
Og "Tað er"?
- Fyrsta árið gongur tú
ígjógnum grundskeiðið.
vit hava fastar tímar
hvgnn dag í viku. Vit
læra m.a. um kropstekn-
ikk, modelltekning(tá ið
vit tekna fólk, sum sita
fyri í einar tveir dagar) -
og anatomi.
- Anatomi er áhugavert
evni, og at duga likamid
hevur jú stóran týdning.
- Til heystar arbeiða
vit í litlaboratorii - vit
læra m.a. at blanda litir
og grunda løriftid á
Síða 5
gamlan hátt - við beini
og kriti í staðin fyri at
keypa lidnar plastikk-lit-
ir.- Hetta skuldi eisini
verið betri fyri umhvgrv-
ið.
- Alt hetta ganga vit
igjøgnum. Tað er gott -
tí tá sleppur tú eisini frá
at hugsa um at bara
framleiða og framleiða.
Ein ødrvisi verð
- Á skúlanum fáa vit
eisini ymsar frívilligar
uppgávur. Fyrsta uppgáv-
an hjá mær var at undir-
vísa fangum á Stats-
fongslinum í Nyborg!
Vit skuldu seta teir í
gongd við ymisk projekt-
arbeiði.
- At koma inn í slík
"løgin umhvørvi”" er á-
hugavert - og so sært tú
ikki bara glasur-verðina.
At fordóma framman-
undan er so øgiliga lætt.
Lívið er Ov stutt til
einki at tora - tú kanst
saktans vera á lívi og
kortini deyður.
- Í slíkum gðrvísi um-
hvørvi fært tú fína in-
spiratión og tilfar til at
lýsa ymsar kenslur við.
Ræður um at fylgja við
Tú heldur, at eitt
listafólk eigur at fylgja
sínum instinkti?
- Ja. Men í hesum er
eisini stórt frælsi - tí alt
er loyvt - bæði í arbeiði
og tilfari. Vidhvørt gert
tú so tíni mistgk.
- Hjá listafólki ræður
um at leita alla tíðina -
og at vera uppi í tíðini
hevur stóran týdning.
Viðgera tað, sum hendir
nú og ikki vera nostalg-
iskur - men hava puls
við, hvat hendir í verð-
ini.
Uppi í tíðini - kann
hatta ikki gerast málið í
sær sjálvum? Á lista-
framsýningum úti í verð-
ini hava vit sæð gyltar
kubbar og hvørt av sin-
um - er slíkt ikki bara
móti?
- Tað veldst púra um,
hvat lístafólkið hevur
viljað við tí. Í myndalist
ræður um at umskapa -
og nógv hava ótrúligar
gávur í so máta.
- Nógv halda eisini, at
í list eigur tú ikki at
vísa sorg og vreiði - alt
skal vera so ggiliga vak-
urt. Sannleikin er, at
flestøll mála Føroyar i
Ásgerð Ásgeirsdóttir,
listakvinna: Sannleikin
er, at flestøll mála Før-
oyar í góðum veðri - hó-
ast vit hava havt ódn aft-
an á ódn. Og hvar sært tú
regn?
góðum veðri - hóast vit
hava havt ódn aftan á
édn. Og hvar er regnið?
- At kopiera náttúruna
er so lætt - kunsturin er
at umskapa hana, soleiðis
sum tú upplivir hana.
Læra av teim
gomlu
- Men samstundis hava
vit nógv at læra av eldri
føroyskum listafélki -
Ingålvi av Reyni, Ruth
Smith o.ø. Tú hevur tin-
ar fyrimyndir. Ingålvur
er millum okkara
fremstu málarar - hann
er ótrúliga nýskapandi.
Um 5 ár ella so ert ti
liðug á Kunstakademiin-
um - hvat so?
- Tað er ilt at siga. Tá
eri eg so yrkislærd - men
enn dugi eg einki at siga
um framtíðina, sigur Ás-
gerð Asgeirsdóttir.
5