týsdagur 6. august 1991síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Sunlei
Rasmussen
tónaskald um "dapran" tónleik:
Nr. 144 — 6. august 1991
Einki sermerkt fyri
føroyskan tonleik
-Í F óroyum er siðvenjan sera sterk. Tað er eisini gott
- og vit eiga at halda fast við ávísar siðir. Men fóroyingar eru
eisini partur í heiminum - heimurin er so lítil í dag, Sigur
Sunleif Rasmussen, tónaskald í viðmerking til, at fóroyskur
tónleikur verður sagdur at vera ov tungur og dapur.
Í Sosialinum 27/7 Sigur
formaðurin í Kórsam-
bandi Føroya, Fróði
Sandoy, at føroyskur
tónleikur - í øllum før-
um Kkórtónleikurin - er
sera tungur og dapur.
Fróði skilir ikki, hví teir
ungu tónasmiðirnir ikki
koma við løttum tilfari.
- Tað føroyska tilfarið
er ikki vinarligt móti á-
hoyrarunum. Nógv fólk
hevði fingið heilt annan
áhuga fyri kórtónleiki,
um reportoarið smíltist
eitt sindur meira, sigur
Fróði m.a. og heldur, at
okkurt átti at ligið mill-
um sálmasang og popp-
tónleik.
Einki sermerkt
fyri føroyskan
tónleik
Sunleif Rasmussen,
tónaskald, hevur við-
merkingar til tað, ið
Fróði sigur
Sunleif vísir á, at við-
víkjandi nýggjari tónleiki
er hetta dapra einki ser-
merkt fyri føroyskan
tónleik.
- Tak td. tónleikin hjá
Sibelius. Hann skrivar
ikki júst lættan tónleik.
Sunleif heldur, at kem-
ur tú við atfinnungum,
eigur tú at undirbyggja
tað betur, enn gjørt varð.
- Tá id Fróði t.d. sig-
ur, at okkurt átti at ligið
ímillum sálmasang og
popptónleik - so veit eg
ikki rættiliga, hvat hann
meinar við.
Seinni, enn ætl-
anin er
Sunleif heldur, at
møguliga verður kórtón-
leikurin tungur, um
sungið verður seint.
- Viðvíkjandi mínum
tónleiki er hetta helst
komið av, at hann hevur
verið torførur at sungið.
At royna nýggj føroysk løg og útsetingar hevur stóran tydning
sen.
Tá syngur kórið eisini
seinni, enn ætlanin er.
- Og fyri at gera tón-
leikin enn torførari eru
ofta truplar rytmur i
nyggjari tónleiki. I
fyrsta kórverki mínum
vóru sera nógvar torførar
rytmur. Tí ljóðaði tað
ikki sum ætlað fyrstu
ferð, tað varð sungið.
- Mín frágreiðing til
hetta er, at í atonalum
tónleiki er einki tonalt
punkt at halda seg at.
Fyri óvon oyru kann
hetta tykjast tungt.
- Og har noyðist eg at
rætta Fróða og gera vart
við, at tónleikurin hjá
Holmboe er atonalur!
Allur tónleikur, sum
ikki arbeiðir eftir Dur -
Moll-prinsippinum er a-
tonalur.
Tónleikur má lýsa
veruleikan
- Tann instrumentali
tónleikurin, eg skrivi, er
ikki dapur - ti har havi
eg fríari at fara enn við
kóri og kann spæla meir
við rytmum. Nakað ann-
að er so, tá ið daprar
hendingar hava inspir-
erað.
- Mín meining um
hetta við døprum tón-
leiki er, at tónleikur má
lýsa veruleikan - hann er
ikki bara dapur og ikki
bara ljósur.
- Kommersiellur tón-
leikur - handilstónleikur
(ið skal verða seldur eins
og sjokolåta) - fylgir
ødrum reglum. Men so-
vorðnan tónleik ætli eg
mær ikki at fara undir,
sigur Sunleif.
Handilsmentan
- Um vit livdu í einum
samfelag, har eingin
tordi at mála, skriva o.t.
kendi hann ikki tann, ið
tók ímóti - so vóru vit
tað fátækari.
- Í dag hugsa vit so
- serliga innan kirkjugátt, sigur Sunleif Rasmus-
nógv um at selja. Lættast
er at leypa uppum, har
garðurin er lægstur og
geva fólki ta, fólk vil
hava. Og í dag hava vit
lyndi at bara ríða við og
gera sum øll hini.
- Men vit eru í gllum
fórum nøkur, sum royna
at stríðast ímóti hesum -
tí list má vera oman fyri
tað handilsliga. Og gingu
eingi lístarfólk ímóti
rákinum, so var samfel-
agið fátækari.
Heimurin lítil í
dag
=
4 # ØR 4
Hvussu er at vera ny-
ag
r År t x T x
- JU avrastaon! i 40
Kann vera verri í summ-
um umhvørvum, av í at
s1iovenjan er so sterk. Tað
9 men vit
> '
I noyðast a
K til
VIST gå YV
VEI summar men
vil Ciga at godtaka og
loita tu, at alt er vorðið
internationaliseragd.
Tydning at syngja
nakað nytt
- Kórini á Olavsøku
vóru avbera góð - og tað
gleddi meg, at kórið á
Vøllinum var so stórt.
Mær dámdi eisini sera
væl at nakað nýtt varð
sungið í kirkjuni. At vit
royna nýggj føroysk løg
og útlsetingar, hevur
stóran týdning - serliga
innan kirkjugátt.
- Kórini vóru góð í ár
- Og venjingarnar fáar.
Sum heild eru kórsangar-
arnir betri í dag.
Hvat dámdi tær, at
Holmboe varð tikin av
skránni?
- Tað skilji eg fyri ein
Sunleif Rasmussen, tóna-
skald: Í dag hava vit
lyndi til at ríða við og
gera sum øll hini.
part - teir eldru sangar-
arnir eru fastir í traditi-
ónini. Men sum tóna-
skald í dag haldi eg, at
tað er spell, at vit ikki
hava nakað frá okkara
egnu tíð við. Vit mugu
ikki gloyma samtíðina
burtur. Eg hevði verið
fegin, um k6rleidararnir
tóku okkurt nýtt við á
skránna.
Skrivar fyri ama-
tórar
- Á Konservatoriinum
hava vit vidgjørt spurn-
ingin um at skriva fyri
amatgrar. Eg havi fingist
meir við amatgrar ent
kollegarnir hjá mæ
Jpurningurtr
NVUSSU
amatørar ?
yust ikki vera verri fyr
tað - men hetta krevur
SKrivar lu
Tónleikur
al tú mást hugsa tet
meira um. Tónleikurin
kann ljóða fult sc væl.
- Í Danmark havi
eg arbeitt við einum
hornorkestri, sum fekst
við at venja eitt stykki
hjá mær - og teirra á-
grýtni var fragd at
síggja.
Seinni vandi eg sama
stykki við Radiounder-
holdningsorkestret - sum
er yrkisorkestur. Og
munur var á eldhuga!
- So ein góður ama-
tórur er betri enn ein
vánaligur yrkistónleikari.
Hjá yrkismanninum er
hetta eitt starv - hjá
amatgrinum eitt fritid-
arítriv. Tá verður úrslit-
ið oftast ggiliga gott,
sigur Sunleif Rasmussen
at enda.
ð