týsdagur 6. august 1991síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 144 — 6. august 1991
Skrædl
HB-B36 8-2 (2-1)
0-1: Kåri Reynheim
1-1: Bogi Dam
2-1: Uni Arge
3-1: Niclas Johannesen
4-1: Gunnar Mohr
5-1: Uni Arge
5-2: Kåri Gullfoss
6-2: Gunnar Mohr
7-2: Uni Arge
8-2: Gunnar Mohr
B36 fekk ikki harðmæltan
stuðul av áskoðarapláss-
unum í seinna hálvleiki
sunnudagin. Sum lítið var
at siga til. Bert tey mest
fanatisku viðhaldsfolkini
vildu leggja navn til tað
fótbóltsliga idioti, sum
B36 vísti hendan dagin.
Tá HB skoraði 7. málið,
tagnaðu eisini tey trúgv-
astu viðhaldsfólkini. Vóru
tað 2000 áskoðarar til
dystin, so vóru valla fleiri
enn 1500 seinasta kor-
terið, eftirsum fleiri av
teimum snópnu sníktu
seg til hús...
Tað byrjaði væl fyri
oddaliðið, og longu í 3.
min. gjørdi Kári Reyn-
heim sær dælt av, at Jan
Dam púra óneyðugt for-
fummaði seg á miðvell-
inum. Men so hvert sum
Niels Poulsen fekk tak á
Kára Reynheim, so dovn-
aði B36-uppspælið og av-
dúkaði at tað hevði bert
eittans vápn eftir, nevni-
liga langar avleveringar
fram til Jákup Símun
(flestu frá Reynheim).
Jákup Símun gjerdi eitt
risaarbeiði á miðvellinum
og í álopinum, hann kundi
einsamallur saman við Óla
Jákupi í verjuni fara 6-
skammaður av vellinum.
Tá HB-verjan kom eftir,
at hetta var einasta vápn-
ið, var lætt at byrgja upp
fyri. Ikki minst tá hugsað
verður um at tað fer at
ganga ein mánaður áðrenn
Bergur Magnussen verður
klárur til 1. deildarfótbólt.
Uni Arge tók sær effek-
tivt av Tummas Eli tá
hann fór fram. Tað fanta-
si-leysa álopsspælið legði
óneyðugt trýst á verjuna,
men tað átti hon at kunna
staðið undir — oddalið
fimm stig frammanfyri nr.
2. Men so eiðasert. Har
vantaði alt: stýring, ar-
beiðsbýti og myndugleiki.
Úrslit: at øll HB-álop vóru
vandamikil, hóast talan
var um trímanna-her.
HB-álopini vóru ikki so
mong í tali, men makan til
effektivitet... Sjálvt teir
lettu = kjansirnir vóru
brúktir. Og við Róa Ár-
ting afturi á miðvellinum
vóru tað tveir endurfeddir
og ótrúliga væl upplagdir
Gunnar Mohr og Uni
Arge, ið vóru at síggja.
Einki skal takast frá
teimum fyri tað um B36-
verjan ikki fekk ruddað
upp eina einastu ferð í
seinna hálvleiki. Teir vóru
fínir, og fluttu seg eina-
standandi væl í tí skjóta
og einfalda HB-uppspæl-
inum.
So HB — fekk fult uppi-
borið ein stórsigur og allar
lógvabrestirnar. Mestu
lógvabrestirnar á B36-
síðuni fekk áskoðarin, ið
sang >Í ár verða vit før-
oyameistarar«. Tá var
steðan 1-0 til B36... Men
árstals-felagið skal ansa
sær, at tað ikki kemur at
gera til veruleika orðini
hjá amerikanska sam-
felagsfreðinginum Robert
Merton: Ynskir tú ella
stúrir tú fyri, at ein for-
segn skal ganga út, gert
tú — tilvitað ella ótilvitað
— títt fyri at tað skal
henda.
B36 hevur stúrt fyri, at
seinna helvt skal verða ein
endurteka av 1988, tá tað
tá tað gekk av skriðuni.
Tad letur til... Marghått-
lig ståran, ti bert triggir
(Reynheim, Jåkup Simun
Í og Piddi) vóru við i 1988.
Eins nógv og úrslitið
var ein frammaná fyri
B36, var tað stimbrandi
fyri HB. Vit sóu byrjanina
á ólavsesku ímóti TB.
Hóast nógv skal pussast
av, so bendir mangt á, at
botnliðið HB verður mill-
um oddaliðini, tá avtorn-
ar.
ówh
HB hevur enn einaferð
fingið mál, og Gunnar
Mohr er lopin upp í feun-
ingin á Róa Árting,
meðan Niclas Johannesen
skrálandi kemur til.
Aftanfyri síggjast tveir
B36-arar, hvors høvud-
burður sigur sitt.
Mynd: Dia Midjord
hava vunnið:
OUN
. Vinning nr
. Vinning nr.
. Vinning nr
. Vinning nr
. Vinning nr
Lutasedlar hjå
KFUM
Drigið varð ólavsgkukveld og hesi nr.
. 0148
2364
. 0022
. 0867
. 1743
Her verdur Jåkup Simun
Simonsen feldur å mark-
inum til brotsspark. Tå
hetta hendi var steðan 1-
0 til B36, so bleiu brots-
spark dømt her, kundi
mangt sæð ødrvisi út í
dystinum, sum HB vann
8-2.
Mynd: Dia Midjord
Tey, ið hava vunnið, verða biðin um at
senda lutaseðlarnar til:
KFUM
Postboks 86
110 Tórshavn
Vinnararnir fáa lutirnar sendandi.
KFUM takkar ollum hjartaliga ollum,
sum hjálptu til, vitjaðu inn á gólvið og
stuðlaðu arbeiði okkara á Olavsøku.
Nevndin í KFUM