týsdagur 6. august 1991síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
1. deild, menn. Sumba—VB 1—2 (0—0)
VB fekk valuta
í síðstu lotu
Hóast VB heuði meiri spæl, stríddust sumbingarnir væl,
og teir sluppu eisini at skjóta fyrsta málið á nýggja gras-
likisvøllinum á Krossinum. Men ein tápulig >reyðakort-
gerð< kostaði teimum dýrt
Sumba-VB 1-2(0-0)
1-0: Jan Poulsen (73.)
1-1: Egil Steintórsson (86.)
1-2: Jan Allan Miller (92.)
Grannadystir eru altíð
nakað serligt, og hóast
munur annars kann síggj-
ast á stigatalvuni, er ikki
altíð, at hann er so sjónsk-
ur á vellinum.
Hesa mytu tóktust VB-
ararnir at vilja gera ein
enda á, tá teir sunnudagin
á nýggja graslíkisvellin-
um á Krossinum í Sumba
sóu út til at skula oyði-
leggja sumbingum dagin,
tá teir longu í fyrsta min.
fingu brotsspark.
Bólturin varð tikin við
sumbiarhond í brotsteig-
inum hjá heimaliðnum, og
Jóan Carl Dam demdi iva-
leysur brotsspark.
Henda stóra kjans varð
Búi Dahl settur at taka
sær av. Men ikki bar til.
Brotssparkið stakk í yvir-
liggjaran, og tá vágbingar
so royndu aðru ferð, bjarg-
aði Fróði Mortensen, með-
an triðja royndin endaði
uttanfyri.
Ein sannur »gysari« av
einum fyrsta minutti, og
sumbingar andaðu
útaftur við skinninum
framvegis sitandi á nesini.
VB alt spælið
Allan fyrra hálvleik var
tað VB, sum stóð fyri tí, ið
nevnast kann av spæli,
men við Fróða Mortensen
sum einum sera stinnum
aftasta skansa eydnaðist
sumbingum at halda tern,
men mangan vóru boð
eftir teimum, har tað bert
vóru teir smáu marginal-
arnir, ið lótu álopini hjá
VB enda til fyrimun fyri
Sumba.
So at siga alla tíðina
skolaðu álopini inn yvir
verjuna hjá Sumba, sum
taldi bæði verjuspælarar,
miðvallarspælarar og í
teimum strævnastu letun-
um eisini álopsspælarar.
Ikki fyrrenn einir tíggju
min. vóru eftir eydnaðist
sumbingum at sleppa upp
í part so spakuliga, og
meðan VB-ararnir sóu út
til at bíða eftir hálvleiks-
steðginum, pressaðu
sumbingar nakrar ferðir
bóltin heilt inn ímóti í
hinum endanum, men utt-
an úrslit.
Stersta kjansin hevði
Georg Kjærbo, tá hann
gjørdist púra fríur, men
Bjarna Johansen eydnað-
ist at fáa nevan á bóltin,
so hann bert streyk fram-
við stongini.
Fyrsta málið
Í seinna hálvleiki hevði
VB framvegis yvirvág í
spæli, men tað sá kortini
ikki út til, at vágbingar
megnaðu at dirka verjuna
hjá sumbingum upp, tí
hesir stríddust manniliga
um hvenn einasta bólt,
sum var tað lívið, tað galt.
Hinvegin gekk heldur
ikki so væl hjá sumbing-
um at senda bóltar fram
til Jan Poulsen, ið var
rættiliga einsamallur har
frammi.
Men einaferð bar so til.
Tá okkurt um eitt korter
var eftir, fekk Jan send-
andi ein bólt afturi úr
vinstru síðu, og við vág-
bingum bæði aftanfyri seg
frammanfyri seg og við
síðuna av gjerdi hann eitt
skjótt trekk inn móti miðj-
uni, og so brádliga hevði
hann bara skotið.
Skotið kom óvart á
menninar uttanum hann,
sum ikki fingu forðað hon-
um, samstundis sum tað
ikki minst kom óvart á
Bjarna í VB-málinum,
sum gjerdist ov seinur at
fara niður eftir tí sera
hegnisliga setta bóltinum,
ið smeyg sær innum
stongina í vinstru síðu,
dygst úti við.
Eitt sera gott mál — og
so var tað eisini tað fyrsta
á »nyggja« Krossinum.
Ofør frøi á sumbingum, og
ovfarakætið tóktist ikki
fáa nakran enda.
Men tað fekk tað!
Tápulig
hevndargerå
Eftir målid gjørdist spæl-
id javnari, og tad så ikki
út sum at nakað serligt fór
at hótta sumbingar og
teirra fyrsta sigur á gras-
líkisvellinum.
Hóttanin, ið gjørdi enda
á sigursrómanum, kom
heldur ikki nakra aðra-
staðni frá, men frá sumb-
ingum sjálvum.
Egil Steintórsson og Ja
Allan Múller — spældu
sum >den dynamiske
duo«, tá VB vann 2-1 á
Sumba í fyrsta dystinum
á nýggja graslikis-
vellinum í Sumba.
Mynd: Hilmar Jan
n
Fróði Mortensen stóð seg
sera væl í Sumbari-
málinum, men átti tó
p tí báðum málunum,
sum VB fekk. Her hevur
hann fingið fatur á
bóltinum beint fyri nøsini
á Jan Allan.
Mynd: Hilmar Jan
Nr. 144 — 6. august 1991
——uaðður rr En
Í einum VB-álopi ger
Jan Allan eitt lítið frí-
spark móti Trygva Niel-
sen. Bólturin fer út, og
álopið er av, men brádliga
tekur Trygvi og sparkar
Jan Allan við makt á
knæið, so hesin smellur í
vellin.
Fullkomuliga óneyðug
gerð, og tað býttasta nak-
ar fótbóltsspælari kann
finna uppá at gera. Jóan
Carl ivaðist heldur ikki
hesaferð í dómi sínum, og
upp úr skjúrtulummanum
kom reyða kortið, og nú
vóru bert tíggju sumbing-
ar eftir á vellinum at verja
tey bæði stigini, teir ann-
ars næstan hevdu fingið
til heldar.
VB-trýst gav
tvey mál
Tað skuldi eisini vísa seg,
at VB-ararnir nú glað-
beintir tóku av meguleik-
anum at gera um seg, nú
teir vóru í fleirtali á velli.
Tí endaði dysturin, sum
hann byrjaði, nevniliga
við VB-spæli fyri allar
pengarnar, meðan teir
undirmannaðu sumbing-
arnir fingu úr at gera við
at verja og fáa bóltin burt-
ur.
Men teir kláraðu ikki at
halda vágbingum, og tá so
ein hegur bóltur kom
Framhald á síðu 13