Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. august 1991síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 144 — 6. august 1991 1. deild, menn. TB—NSÍ 3—1 (0—0) Síða 13 = - = = 5 5 Stigini eftir å Sevmyri Eftir ein livleysan og kediligan fyrra hålvleik, kom rætti- ligt lív í dystin í seinna hálvleiki, tá eisini oll fýra málini vórðu skotin TB-NSÍ 3-1 (0-0) 1-0: Gullok Svalbard (52.) 2-0: Gullok Svalbard, br. (58.) 2-1: Sverri Justinussen (74.) 3-1: Torfinn Mortensen Sum væntandi, varð byrj- anin i fyrsta dystinum å Sevmyri eftir summar- steðgin rættiliga febrilsk. Tað tók eina góða letu, áðrenn nakað serligt spæl sást, og allan fyrra hálv- leik var eisini nokkso langt ímillum, at liðini bæði nektaðu terv áskoðaranna. Tað, sum var í fyrra hálvleiki, átti TB, og hóast NSÍ hevði teir báðar frægastu kjansirnar hend- an hálvleikin, hevði TB mesta spælið, men burtur- sæð frá einum rættiliga opnum kjansi til Torfinn, spurdist ikki nógv burtur- úr hesum fyrimuni. Sostatt var lítið at ivast í, at venjararnir báðir mundu brúka teir heilt stóru > békstavirnar í steðginum. Í hvussu er var tað so harðliga til- trongt. Redgaard setti hol á Hóast TB, sum nakað nýtt royndi seg við John Redgaard á aftasta pláss- inum, so skuldi tað júst verða hann, ið sett hol á hjá TB, so liðið í fyrsta lagi kom framum, og í eðr- um lagi fekk betri tak á NSÍ-arunum og egna spæli sínum. Tá bert seks min. vóru spældir av seinna hálv- leikinum, fór hann einsa- mallur igjøgnum í vinstru síðu, meðan verjan hjá NSÍ svav, og genialt spældi hann Gullok púra leysan fyri málinum, so hesin bert hevði at seta bóltin á til 1-0. Hesin seinni, Gullok Svalbard, var eisini mað- urin, ið slapp at økja um leiðsluna hjá TB, tá hann seks min. seinni skjeyt eitt ivasamt brotsspark í netið til 2-0. Meðan Jens Martin Knudsen fór til vinstru, skjeyt Gullok bóltin í hitt borðið. NSÍ meira við Hóast aftanfyri 2-0, var tað ikki fyrrenn nú, at spælararnir á gestaliðnum raknaðu við og royndu at fáa nakað burturúr — ikki var tað minst heimalið- num fyri at takka, ið nú sá út til at sláa seg til tols við málini, ið fingin vóru til heldar. Verjan hjá TB virkaði ikki so sterk í løtum mið- skeiðis í seinna hálvleiki, og hetta gav NSÍ hevi til at senda bóltarnar innum, har spælarar sum Jack Jacobsen og Sverri Justinussen fingu fríari og fríari rásarúm. Tað var eisini hesin seinasti, sum í 74. min. fekk skotið mál til 2-1, tá hann varð spældur fríur úti í vinstru síðu, eftir at Arnfinn Langgaard fann hann við einum góðum bólti yvirum TB-verjuna. Rolf gjerdi eina roynd, men Sverri plaseraði bólt- in við handaru stong. Vónbrotið Ikki vóru farnir meira enn góðir tveir min. frá NSÍ- málinum, so var Sverri Justinussen aftur upp á spæl, men hesaferð rakti bólturin yvirliggjaran fyri at fara út aftur í spælið. Og her byrjaði søgan um seinasta málið í dystinum, ið gjørdist endaliga vón- brotið fyri gestirnar, sam- stundis sum tað staðfesti, at bæði stigini skuldu verða verandi eftir á Sev- mýri. TB-verjan sendi ein langan bólt út í vinstru síðu til Torfinn, sum rættiliga langt úti frá kundi síggja, at nú var landsliðsmálmaðurin farin so mikið ov langt út frá málinum, at tað kanska fór at loysa seg við eini skotroynd. Sum óivað hugsað, so eisini roynt. Og væl bar til: Hóast hann royndi sítt Ein TB-ari er vorðin púra fríur, og Gaardbo breður- nir hjá NSÍ standa sum runnir í stein og hyggja at. Mynd: Hilmar Jan ítarsta at koma aftur uppá pláss í málinum, fekk Jens Martin ongan kjans at taka skotið frá Torfinni, sum honum bert eydnað- ist at seta uppaftur fastari í meskarnar, tá hann kast- aði seg seinasta meturin fyri at náa bóltin. Eitt frálíkt mál, og so var steðan 3-1. Dysturin avgjørdur Hóast NSÍ bæði slapp at nerta við yvirliggjaran aftanfyri Rolf og at stúta upp um, var dysturin í roynd og veru avgjerdur í hesum 77. minuttinum, og sigurin hjá TB kom ikki aftur í vanda. Nú varð spælt meira varisliga seinastu minutt- irnar, og hóast nakrir minuttir vórðu lagdir aft- urat, vóru stigini nú fingin í hús. Skal nakað verða sagt aftrat um dystin, um- Framhald av síðu 12 sendandi innfyri í síðstu minuttunum, var Egil Steintórsson hægsti mað- ur í kapping við Páll Magnar og Fróða. Kapp- ingina vann Egil, og sendi hann bóltin uppum hinar báðar í tað tóma málið til javnleik 1-1. Javnleikur var tó ikki nóg mikið, og VB setti enn meiri trýst á, so upp- aftur berligari gjerdist í teirra egnu verju. Hetta mundi eisini givið sumbingum nýggja leiðslu, tá Jan Poulsen knappliga aftur varð spældur púra fríur, men ikki fekk gjert sær nóg stóran ómak við skotin- um. Og so kom endabrestur- in. Eftir enn eitt VB-ålop, ið endaði vid høgum bólti innfyri, fær Fróði ikki av- greitt bóltin inn á strik- una, og vágbingarnir vóru beinanvegin yvir honum sum gribbar, og tað gjerd- ist Jan Allan, ið hesaferð fekk prikað bóltin inn um til 2-1. Uppiborin sigur Hóast allir sumbingar óivað gjarna hevdu ynskt sær ein sigur júst hendan dystin, so ber neyvan til at siga annað, enn at vág- bingar høvdu uppiborið hetta úrslitið. Tað vóru heilt avgjert teir, ið skaptu meira í dystinum, eins og teir eisini høvdu fleiri kjansir at fáa bóltin í málið. Hinvegin kann ikki tak- ast frá sumbingum, at teir sýndu ein sera stóran stríðsvilja, eins og teir orkaðu fult so væl sum vágbingar at seta trýst á og geva spælinum ferð. Men i longra endanum kostaði tað teimum dýrt, at teir gjerdust ein minni enn hinir, júst tá teir høvdu fingið vind i segl- ini, og i roynd og veru høvdu eitt sera gott tak å VB. Við hesum úrslitinum liggja sumbingar nú púra einsamallir í botninum — fimm stig frá næstniðastu liðunum. Hinvegin hevur VB flutt seg av sjeynda fram á fimta pláss — bert tvey stig frá teimum næstbestu liðunum. bj. —————————— Stødan í 1. deild B36 KÍ TB HB VB GÍ MB NSÍ B68 Sumba Stødan i 2. deild --] OND 29 20 20 Q0 > 2 > I B71 Royn SÍF ÍF Skála GÍ Streymur LÍF si KÍ Stødan í 3. deild vouvvvvVvVvVVU HMONNNGEASSOR o HB EB NSÍ ÍF B36 AB TB B68 Fram KÍ CU HINGSTE fed ODD NO GO 20 ob OD O a SO ho OS OND OD 00 20 IND NOOMNHNODDODT T Målårtøka Stig 2 21-17 14 2 14- 9 11 3 14-12 11 4 22-15 9 3 13-10 9 3 17-15 9 4 6-9 8 4 8-12 8 3 9-14 8 7 10-21 3 TY Målurtøka Stig 0 23- 6 18 1 20-11 14 1 22- 9 13 2 29-15 11 3 13-11 9 3 12-16 8 5 6-23 6 6 14-26 5 6 8-16 3 7 9-23 3 T Málúrteka Stig 0 31- 4 18 3 26-15 12 3 22-22 12 3 17-12 10 4 16-12 9 4 11-23 8 5 15-25 7 6 14-13 6 7 8-20 4 6 10-23 4 framt at fyrri og seini hálvleikur vóru sum nátt og dagur, má tað vera, at spælið til tíðir varð alt ov hart. Tvey gul kort fekk NSÍ, men ikki hevði verið av vegnum, at okkurt kom afturat har, eins og onkur TB-ari heldur ikki hevði tikið skaða av at sæð farvu. Hart spæl eigur at verða steðgað so tíðliga í einum dysti sum gjerligt, ella er ikki til at fáa tamar- hald á tí. Í hesum dystin- um varð bremsað ov sein, og gjerdi tað eisiin sítt til, at dysturin hóast síni fýra mál ikki gjørdist so góður, sum hann kundi. hj.