Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-06, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. august 1991síða 17

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 144 — 6. august 1991 3. deild menn: Stór kapping um uppflytingina Mest óvæntaða úrslitið var sigurin hjá B68 á IF, sum hevur mist sambandið við EB og NSI, sum liggja aftaná HB, sum framvegis er klárt á odda uttan at hava sett nakað stig til enn í kappingini At HB komandi ár hevur lið í næstbestu deildini, umframt fyrstu, man nú at kalla eingin ivi vera um meira. Landskappingin í 3. deild er komin í helvt, og HB er suverent oddalið við fullum stigatali. At liðið veruliga er suverent í 3. deildartoppinum, sæst vælsaktans eisini á, at bert fýra mál eru farin inn, meðan álopið hevur syrgt fyri heilum 31 í hinum endanum. Tað gevur eitt meðal uppá meira enn trý í hverjum dysti. Um vikuskiftið var tað grannafelagið B36, sum stóð fyri skotum. Eftir at HB sunnudagin í 1. deild hevði bankað B36 av, spældu 3. deildarliðini hjá somu feløgum, og her var tað eisini HB, sum varð við yvirlutan. HB vann dystin 2-0 uppá mál, sum Jóannis Jakobsen og Regin Joen- sen skutu, og við tí stað- festi HB rættin til fremsta plássið og tey bestu útlitini til at koma í deild næsta kappingar- Gott B68-úrslit Eitt av teimum feløgun- um, sum hevur staðið seg væl sum topplið í 3. deild, hevur verið ÍF, men um vikuskiftið gekk minni væl. ÍF spældi móti B68 á Toftum, og hendan dystin vann eitt rættiliga væl- mannað B68-lið 3-1, og harvið misti ÍF sam- bandið við hinar kandidat- arnar til uppflyting — EB og NSÍ. Og í hinum end- anum eydnaðist B68 at sleppa leyst frá teimum báðum niðastu liðunum, hóast B68 enn er á átt- anda plássi. Á B68-liðnum, sum m.a. varð mannað við fleiri spælarum, sum í ár hava smakkað 1. deildarfótbólt og annars banka uppá dyrnar á 1. liði, funnust spælarar sum Olaf Magnussen, Jákup Eli Olsen, Petur Gaardlykke og Steinar Hansen. Hesir báðir seinastu syrgud fyri teimum trim- um málunum, B68 fekk. Men ikki fyrrenn ÍF fyrst hevði lagt seg á odda 1-0 við máli, sum Sjúrður Eldevig skjeyt tíðliga í fyrra hálvleiki. ÍF fekk tó ikki hildið leiðsluna, tí Petur Gaardlykke varð tvær ferðir fríspældur, so hálvleikssteðan var 2-1. Í seinna hálvleiki kom so bert eitt mál, og tað átti B68 eisini, og hesa- ferð var tað Steinar Hansen, sum skjeyt. Hendan dystin mátti ÍF-liðið vera veteranin Ova Joensen fyriuttan, sum er niðri í letuni, og var tað tí málmaðurin úr 4. deild, sum vardi málið hendan dystin. Fram og KÍ skiftu um botnpláss Higartil í hesum kapping- arárinum hevur Fram alla tíðina ligið í botninum, men hetta vikuskiftið eydnaðist minsta havnar- felagnum at leggja Kl afturum seg. Hinvegin var tað bert vegna betri málúrteku, tí stigini eru fýra í part. Men hetta umbýtið megnaði Fram við at vinna á KÍ í einum sera málríkum dysti, ið endaði 4-3. Hetta var ikki ein dystur, ið var merktur av stórspæli, og tey mongu málini skyldaðust eins væl vánaligum verjuspæli sum góðum álopsspæli. KÍ kom fyrst á odda 1-0, og síðani aftur 2-1, áðrenn Fram fyri hálvleik javnaði til 2-2. Í seinna hálvleiki slapp Fram sær so fram- um KÍ — fyrst til 3-2, og síðani til 4-3, eftir at heimaliðið fyrst hevði javnað út. Fyri KÍ skutu Benros Dahi og Kristian Súni Hegnesen málini — ávika- vist tvey og eitt, meðan John Vilhelmsen, Henrik Petersen, Haldor Suni Jo- hansen og Oddbjern Joen- sen skutu málini hjá Fram. Vert er at leggja til merkis, at hesir báðir sein- astu eru fostraðir í bláu KÍ-búnunum í sínum yngru árum. Oddbjern er venjari hjá Fram í ár. Samanumtikið var úr- slitið í nangar mátar betri fyri Fram, sum við hesum dystinum tvífaldaði saml- aðu málini, liðið hevur skotið í ár. Liðið spældi í 2. deild í fjør, so tað átti at kunna megnað eitt betri pláss enn botnin av 3. deild. EB komið næstfremst Elsta felagið í Eystur- oynni, EB, var í mong ár fast inventar í meðaldeild- ini og 2. deild, men seinnu árini hevur liðið ikki ligið hægri enn 3. deild. Men nú sær út til, at tað gongst rættiliga væl hjá eiðismonnum, og saman við NSI eru teir nærmast- ir HB, ið trygt hevur oddasessir Um vikuskiftið fekk EB enn eitt gott úrslit, tá liðið vann ikki minni: enn 4-0 á Argjamenn kláraðu at halda tern í fyrra hálv- leiki, tá hugsað verður um spælið, hóast hálvleiks- steðan var 2-0, men i seinna hålvleiki før EB av ålvara at spæla, og tey bæði seinastu málini vóru lættvunnin. Serliga í seinastuni hev- ur EB vunnið nógvar dystir, og málúrtekan eft- ir hendan dystin gevur EB næstfremsta plássið á stigatalvuni. Tó sær út til, at vanligi trupulleiki eiðis- manna við fólki nú aftur fer at gera fortreð, tí fleiri av stammspælarunum fara til skips. Hetta hendi eisini onkuntíð undan summar- steðginum, og tá varð lið- ið mannað við fleiri spæl- arum, sum als ikki eru í venjing. Málini móti AB leygar- dagin skutu íslendingurin Tobbi, Pól Suni Eides- øverste ansvarlige leder. ning e kørekort Løn og ansættelsesvilkår: Bolig: e Bolig stilles til rådighed (efter tamiliestørrelse) og du betaler selv husleje og depositum efter gældende regler. Rejse: e Pakning og flytning af bohave sker for vor betaler feriefrirejser, alt efter den Tiltrædelse: Vi søger í øjeblikket 7 maskinmestre samt 1 elektroinstaliater: e Løn og ansættelse vil ske på grundlag af ny - men ikke færdigforhandlet - overenskomst mellem Grøn- lands Landsstyre og din faglige organisation. e Snarest muligt og/eller efter aftale. Yderligere oplysninger om stillingerne kan du få ved henvendelse til Personaleafdelingen på telefon 33138472 regning, og vi betaler rejse for dig og din familie, ligesom vi kommende overenskomst. NUKISSIORFIIT | søger | Maskinmestre / Eiektroinstallatør å til Nukissiorfiit/Gronlands Energiforsyning er en nettostyret virksomhed under Grønlands Hjemmestyre Nukis siorfiit beskæftiger sig med el-, vand- og varmeforsyning (produktion og distribution Nukissiorfiit er i hver by samt i Narsarsuaq repræsenteret ved en Energitjeneste med driftsbestyreren som Nukissiorfiit beskæftiger ca. 415 medarbejdere, som primært er placeret i Grønland, men også í København | | Nukissiorfiit søger hermed mestre til Energitjenesterne i henholdsvis Nanortalik, Paamiut/Frederikshåb. Nuuk Godthåb, Qasigiannguit/Christainshåb, Ammassalik samt ttoqqortoormiit/Scoresbysund Vi har ialt 54 maskinmestre og 21 elektroinstallatører ansat i Grønland, fordett i byerne, og blandt en mester stab af denne størrelsesorden, vil der naturligvis altid være en naturlig afgang og dermed en jævnlig udskitt | | | | | | Maskinmestre: 1 Driftsbestyrer Qasigiannguit | 1 Maskinmester Qasigiannguit | 1 Maskinmester Nanortaíik | 1 Maskinmester Nuuk | 1 Maskinmester Paamiut | 1 Maskinmester Ittoqqortoormiit | 1 Maskinmester Ammassaiik | Eiektroinstallator:- 1 Elektroinstallatør ttoqqortoormiit | Kvalifikationer/Maskinmestre: Kvalifikationer/Elektroinstallatør : e udvidet maskinmestereksamen e elektroinstallatøreksamen e kendskab/erfaring med dieselmotorer e erfaring med personaleledelse e interesse for drift af vand/varmeværker e kørekort Skriftlig ansøgning vedlagt kopi af eksamenspapirer skal senest den 30. august være modtaget i NUKISSIORFIIT Personaleatdelingen Hauser Plads 20, 1127 København K med gaard, Pól Knut Eides- gaard og Olavur Høgham- ar. Tad seinasta varå skot- id uppå brotsspark. Tveir TB-arar útvístir Mest dramatiski dysturin í 3. deild hetta vikuskiftið varð spældur á Tveroyri leygardagin, tá TB fekk vitjan av NSI Í einum dysti, har TB- ararnir ikki smæddust at spæla hart spæl, vórðu ikki færri enn tveir teirre eisini vístir av velli fyrra hálvleiki fekk ein spælari reyða kortið fyri at sparka ein NSIÍ-ara, sum lá niðri, meðan ein annar fekk reyða kortið í seinna hálvleiki, tá hann fyri 117. ferð brúkti seg við dómaran í kravi um brotsspark, hóast einki var um tað. Kortini eydnaðist ikki NSÍ til fulnar at útnytta fyrimunirnar, sum meiri- luti í manning á velli skuldi givið, og vann »bert« 5-3. NSÍ var á odda allan dystin, og í hálvleikinum var steðan 4-1 til gestir- nar. Tað, sum fleiri m.a. legdu til merkis, var at ein av stammspælarunum á 1. liði, Gestur á Líkna- getu, var at finna í hesum dystinum, og ikki í dystin- um aftaná millum 1]. deildarliðini hjá somu feløgum. Påll Didriksen — sera skjótur og kvikur spælari — skjeyt try av målunum hjå NSI, medan John Jacobsen og Súni Fríði Jo- hannesen skutu hini bæði. Málini hjá TB skutu Bjarni Mortensen, Ás- mund Nolsøe og Vilhelm Eidesgaard. hj. Serskeid á Svangaskarði í annadkvøld: Allir landsliðs- málmenninir við Í annaðkveld ki. 18 - stundisliga — skipar út- búgvingardeild FSF's fyri serskeiði fyri venjarar í teimum trimum ovastu mansdeildunum, fyrstu kvinnudeildini og annars venjarum, ið hava tikið grundútbúgvingina. Skeiðleiðari á skeiðnum, ið verður bæði úti og inni, verður fyrrv. 1. deildar- málmaðurin hjá Hillered, Heinz Hildebrandt. Júst hvat skeiðið umfat- ar, verður ikki sagt í stutt- um tíðindaskrivi frá FSF, men okkrut man tað hava við málskjóting og kanska eisini málmansvenjing at gera, tá hesin fyrrverandi danski toppmálmaðurin er leiðari, og annars eingin minni enn teir fýra lands- liðsmálmenninir — Jens Martin Knudsen, Kaj Leo Johannesen, Jákup Mikk- elsen og Bjarni Johanne- sen — eru við og skulu »royna seg millum steng- urnar<, sum FSF tekur til í skrivinum Tey, ið vilja hava meira at vita um skeiðið, ella vilja boða frá lutteku, kunnu venda sær til FSF á tlf. 16707 — og tað má í seinasta lagi vera í dag, tí skeiðið er sum nevnt í annaðkveld. hj. ————|—| me, Vatnleiding og kaðalverja VATNLEIÐING íbláum Kaðalverju TELEFON EL GØTULJOS ANTENNA Keypið foroyska framleiðsiu Heil. og småsøia P/f POLYPLAST Tø 17633 Akremesgete 9 Tórshavn.