hósdagur 8. august 1991síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 145 — 8. august 1991
tíðindablaðið
Felagstilboð frá teimum
báðum skipafeløgunum
DFDS og Smyril Line.
Til Danmarkar við
Winston Churchill og
heimaftur við Norrønu
LED
bb
TELE
Samstarvið millum DFDS
og Smyril Line kann økjast
Bæði skipafeløgini fegnast um samstarvid sum kemur báðum pørtum til góða. Jóan
P. Sørensen, stjóri á DFDS heldur, at samstarvið kann økjast næsta summar
Leygardagin var lysing at
siggja i blødunum frå
teimum bådum skipafeløg-
unum, sum flyta ferðafólk
til og úr Føroyum,- Smyril
Line og DFDS. Í felag
bjóðaðu tey fólki at ferðast
fyri sera bíligan prís. Til
Danmarkar við Winston
Churchill 14. august og
heimaftur við Norrønu 24.
august. Kostnaður fyri fýra
fólk við bili: 3.990 krónur.
Heri Niclasen á Smyril
Line sigur, at hetta sam-
starv kemur báðum skipa-
feløgunum væl við. 14.
august er seinasti túrurin
hjá Churchill til Danmark-
ar, og 24. er seinasti
túrurin hjá Norrgnu til
Føroya. Av royndum er
greitt, at hesir eru slakir
tårar. Undirtøkan i sam-
band vid nyggjasta ferda-
tilbodid hevur longu verid
so mikið góð, at Heri
Niclasen ivast ikki í, at
hetta var eitt gott hugskot,
sum kemur báðum pørtum
til góða.
Enn hevur Smyril Line
ikki gjørt rættiliga upp,
hvussu summarið vignast,
men so mikið kann sigast,
at fleiri ferðafólk hava
ferðast við Norrønu í ár
enn í fjør.
Økja samstarvið
Jóan P. Sørensen, stjóri á
DFDS-avgreiðsluni er eisi-
ni nøgdur við samstarvið
við Smyril Line, og letur
væl at undirtøkuni felags-
tilboðið longu hevur
fingið. Hann heldur, at
hetta samstarv kann út-
byggjast næsta sumar. Eitt
nú at gera tað sama tá
summarsiglingin byrjar.
Eitt tílíkt tilboð tá kundið
verið at komið til Føroya
við Norrønu fyrsta túrin og
aftur til Danmarkar við
fyrsta túrinum hjá Chur-
chill.
Jóan P. Sørensen er eisi-
ni væl nøgdur vid summar-
siglingina í síni heild. Bert
í juli mánað flutti
Churchill ikki færri enn
600 ferðafólk fleiri enn
sama mánað í fjør. Saman-
umtikið fer Churchill at
flyta væl fleiri ferðafólk í
ár enn í fjór. Hann roknaði
anars við eini ávísari aftur-
gongd í summar.
Ein rættiliga góð inn-
tøkukelda hjá skipafeløg-
unum er tað selt verður
umborð. Jóan P. Sørensen
heldur, at sglan umborð
hevur verið góð í ár. Nógv
ferðafólk og gott veður
allar túrar. Uttan at hava
nøkur hagtøl at halda seg
til roknar hann leysliga
við, at hvort vaksi ferða-
fólki keypir fyri millum 7
og 800 krónur umborð.
Gloymið ikki passið
Sum kunnugt skulu
ferðafólk, sum fara í land í
Bretlandi hava pass við
sær. Gloyma fólk tað ger
Smyril Line sítt til at fólk
ikki sleppa í land uttan
neyðugu pappírini. Tí
annars kann tað kosta
skipafelagnum dýrt.
Bótin fyri, at ferðafólk
seta sín fót á bretska jørd,
uttan at hava neyðugu
pappírini í lagi, er hækka
úr 1000 upp í 2.000 pund,
umleið 22.000 krónur.
Hesa bót sleppur skipa-
felagið at gjalda. Men tey
gloymsku ferðafólkini
sleppa tó ikki heilt snikka-
leys. Sleppa tey, av hesi
orsøk, ikki í land i Het-
landi, mugu tey halda leið-
ina fram til Noregs, og
hesa eykaferð sleppa tey at
gjalda fyri.
Frá Smyril Line verður
sagt, at hetta hendir Ogvu-
liga sjáldan. Seinastu fýra
árini er tað ikki komið fyri.
tór.-
Skatturin í lagi men ov
lítið kemur inn í tolli
Nýggjastu inntøkutølini hjá landskassanum vísa, at allar
inntókur uttan tollurin svara til tað roknað varð við
Slakz.- fýra milliónur fleiri
skattakrónur komu inn í
juli mánað í ár í mun til
sama mánað í fjør. Inn
komu stívliga 90 milliónur
í landsskatti og slakar 55 í
kommunuskatti.
Inntgkrunar í skráseting-
argjaldid og í oljugjøldum
eru eisini áleið tær, sum
landsstýrið hevur roknað
við, men verri er við toll-
inum.
I juli mánað í ár komu
inn 41,1 millión í tolli.
Hetta eru nýggju milliónir
færri enn í sama mánað í
fjør.
Tollinntøkurnar eru enn
heldur slakari enn
fíggjarmálaráðharrin
metti, men skattatølini
halda.
Jógvan Sundstein, fíggj-
armálaráðharri sigur, at
landsstýrið hevur eisini
mett, at minni kom inn í ár
enn í fjør, men hetta talið
er kortini enn minni enn
mett. Fíggjarmálaráðharrin
arbeiðir anars við ymisk-
um tollmálum sum hann
vónar kunnu geva lands-
MFS:
kassanum eitt sindur meira
í inntøku.
tór.-
Kunningardagurin er í dag
Í tíðindaskrivi, ið sent
varð bleðunum fyri
stuttum, varð m.a.
boðað frá, at kunning-
ardagur fyri tey, ið fara
uttanlands at lesa
verður í næstum. Her-
við skal boðast frá, at
hesin kunningardagur
verður hósdagin 8.
aug., tað er í dag, kl.
17.30 í Kommunuskúl-
anum í Havn.
Sum áður nevnt,
verður á hesum fundi
gjørligt at fáa greitt
ymiskar spurningar, ið
altíð stinga seg upp, tá
ein fer av landinum at
lesa. Tey, ið stíla fyri
fundinum, hava lisið
uttanlands í fleiri ár og
kenna til trupulleikar-
nar. Er onkur spurn-
ingur, ið ikki kann
svarast á staðnum,
kunnu fyrireikararnir
vísa til onnur serken.