hósdagur 8. august 1991síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 145 — 8. august 1991
ik
— og neyðugt er tí at útvega ungum fleiri tilboð, bæði um arbeiði og
útbúgvingar, segði løgmadur í røduni á ólavsoku, tå hann umrøddi
arbeiðsmarknaðarmál Hann segði:
Arbeiðsmarknaðar-
mál
Stersti trupulleikin á ar-
beiðsmarknaðinum er
arbeiðsloysið. Fyri bara
trimum árum síðani var
hetta fyribrigdi nærum
ókent í Feroyum. Mett
verður, at arbeiðsmegin í
landinum er umleið 21.000
fólk. Ilt er at gera eina
neyva meting um, hvussu
nógv fólk eru arbeiðsleys.
Nevnast kann, at í mai
mánaði í ár fingu 756 fólk
stuðul eftir forsorgar-
lógini, tí tey vóru arbeiðs-
leys. Hetta talið er í juni
mánaði lækkað niður í
625.
Eingin arbeiðsloysis-
tryggingarskipan og
arbeiðsávísingarskipan er
í Feroyum. Landsstýrið
setti tí í vár nevnd av
embætisfólki og um-
boðum fyri partarnar á ar-
beiðsmarknaðinum at
gera uppskot til slíkar
skipanir. Nevndin verður
væntandi liðug einaferð í
heyst.
Serliga er arbeiðsloysið
millum ungfólkið ørkyml-
andi, og neyðugt er tí at
útvega ungum fleiri til-
boð, bæði um arbeiði og
útbúgvingar. Nýggju
útbúgvingarnar í
Klaksvík og Suðuroy beta
nakað um, og væntandi
verður meiri vinnuvirk-
semi út á heystið.
Lógin um samhaldsfast-
an arbeiðsmarknaðareftir-
lønargrunn var sett úr
gildi 1. januar 1991. I ti
sambandi samtykti løg-
tingið í vár lóg um ar-
beidsmarknadareftirlønar-
grunn. Hesin grunnur
hevur mest sum sama
prinsipp sum hin sam-
haldsfasti arbeiðsmarkn-
adareftirlønargrunnurin
— tó við smærri broyting-
um.
Sambært nýggju lógini
verður goldið inn í grunn-
in fyrstu ferð 1. januar
1992 og útgoldið verður í
1997. Fæ grunsins verður
fingið til vega við einum
lentakara-/arbeiðsgevara-
gjaldi, tilsamans 1% av
útgoldnari løn. Rætt til ar-
beiðsmarknaðareftirlen
hava øll, sum eru 67 år og
eldri, og skrásett í Føroy-
um. Øl fáa somu upp-
hædd útgoldna, hvussu
inntøka teirra so er.
Tá ið trygdargrunnurin
fyri avreiðingar og lenir
fór at virka í 1988 varð
mett, at grunnurin við ein-
um arbeiðsgevaragjaldi
1/1000 av útgoldnari A-
innteku var ferur fyri at
veita fólki, sum vóru fyri
inntøkumissi, endurgjald,
tá ið arbeiðsgevarin fór av
knóranum. Somuleiðis var
mett, at grunnurin kundi
veita fult endurgjald fyri
avreiðingar, um so var, at
fiskavirki fór av knóran-
um. Búskaparliga gongd-
in seinastu árini hevur
fort við sær, at trýstið á
grunnin hevur verið so
mikið stórt, at lands-
kassaveðhald hevur verið
neyðugt, skuldi grunnurin
greiða skyldur sínar.
Fyri at beta um fíggjar-
orku grunsins samtykti
logtingið í vár at broyta
lógina soleiðis, at endur-
gjald fyri lenarmiss verð-
ur avmarkað til bara at
umfata løn og fritidarløn,
og ikki løn í uppsagnartíð-
ini.
Fyri avreiðingar er
endurgjaldið avmarkað til
50% av avreiðingarvirðin-
um. Lógarbroyting hevur
eisini fert við sær, at
meguleiki er hjá lands-
stýrinum at hækka ar-
beiðsgevaragjaldið upp í
mesta lagi 2/1000 av út-
goldnari A-innteku.
Arbeiðsumhvervisráð-
ið, sum skipað varð í 1988,
læt í desember í fjør lands-
SERTILBOÐ!
Einasta treyt: Smyril Line
velur kømurini umborð, so
tað loysir seg at skunda
MER)
sær. BILIGA Í BILI — upp
til 4 persónar.
SMYRIL LINE
J. Broncksgøta 37 « Box 370*TLF.15900*FR110 Torshavn
Arbeiðsloysið PF
llum ungf
er ørkymlandi
styrinum ålit og uppskot
til arbeidsumhvørvisløg.
Uppskotið hevur verið til
ummælis hjá fakfelogun-
um, og ætlar landsstýrið
at leggja uppskotið fram í
hesi tingsetu.
Javnsteðunevndin ar-
beiðir i løtuni við nýggj-
um uppskoti til javn-
steðulóg. Uppskotið
verður sent fakfeløgunum
0.ø. til ummælis og kemur
so vónandi fyri tingið í
hesi tingsetuni.
Feroyar tóku í vár undir
við sáttmálanum um fe-
lags norðurlendskan ar-
beiðsmarknað. Í ískoytis-
protokollini, sum hevur
verið til ummælis hjá
pørtunum á arbeiðs-
marknaðinum, verður
tryggjad føroyingum ar-
beidsåvising i øllum hin-
Sida 9
um Norðurlondunum.
Sáttmálin við ískoytis-
protokollini verður vænt-
andi settur í gildi fyri Fer-
oyar komandi vár.
Stersti trupulleikin á
arbeiðsmarknaðinum er
arbeiðsloysið. Til-
vildarlig mynd
Tad rætta
varkett- %
gólvið
finnur
tú hjá
okkum
Fligger måling
Torshavn, Klaksvik,
Leirvik og Sørvågur
Ur TORSHAVN til BERGENS
12. august og heimaftur
4 þ Storno
--tín trygd fyri góðsku!
sel Michetsen
Handan á 6, Tórshavn
tif. 1.4414 — fax 1.8045
úr HANSTHOLM
24. august.