hósdagur 8. august 1991síða 15
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 145 — 8. august 1991 tíðindablaðið Sostalurin
Síða 15
| Útlendskir tónleikarar á Tórshavnar Jazz, Fólka og Blues Festival:
— Æ
Brasilskur
harmoniku-
tonleikur I
heimsklassa
Sivuca er ein hin mest nýskapandi brasilski
tónleikarin og harmonikumeistari
Brasilskar rytmur hava
altíð inspirerað - serliga-
ni hjá teim tónleikarum
og tónasmiðum, sum
vilja ganga nýggjar leið-
ir.
Ein av kendastu brasil-
sku tónleikarum í Suður-
amerika, USA og Europa
er tónleikaúrmælingurin
og harmonikuleikarin Si-
vuca.
Sidani hann fér at
spæla ténleik burturav
seinast i fjøruti-årunum,
hevur fólk sett brasilsk-
an tónleik í samband við
hann.
Fyrst í seksti-árunum
var Sivuca ein tann mest
umbidni orkesturleiðarin
i Brasilia. Hann setti sær
tó fyri at flyta til USA
- sitt tað ringasta staðið
at skapa sær navn sum
tónleikari.
Men heilt stutt tíð
gekk, og so gáaðu amer-
ikumenn um henda fram-
úrskærandi tónleikaran.
Áðrenn hann sjálvur visti
av, spældi hann saman
við Miriam Makeba, Os-
car Brown y., Toots Thi-
lemans o.g. og ferðaðist
um allan heim saman við
Harry Belafonte. Við-
hvørt leitaði hann sær
heim aftur til Brasilia og
spældi saman við Joao
Gilberto, Elis Regina
0.Ø.
Flutti heimaftur
Sivuca hevur nú búð í
Brasilia í eitt áramál, og
Fyrst í seksti-árunum
var Sivuca ein hin mest
umbidni orkesturleiðarin
í Brasilia. Hann flutti tó
til USA - eitt hitt
ringasta landið at skapa
sær navn sum tónleikari.
Men ikki vardi leingi,
fyrr enn amerikumenn
gáaðu um henda
úrmælingin.
hann ávirkar rytmiskan
tónleik um allan heim.
Høvudsljédførid hjá
Sivuca er harmonikan, og
valla finst nakar kringari
at spæla harmoniku enn
hann. "scat"sang dugir
hann sum fáur.
Sivuca spælir eisini
klassiskan gittara og er
nógv inni í brasilskum
gittartónleiki. Klaver
spælir hann eisini.
Saman við Sivuca eru:
Glorinha Gadelha sang,
Macea saxofon,
Joao Lyra gittara,
Toni Fuscao bass,
Fernando Pereira
trummur.
Tey spæla kl. 21.30
mikukvøldid.
=}
Flestøll vilja
hoyra Sven-
Bertil Tauhe
Selja ikki so nógv atgongumerki
sum fyri nókrum árum síðani
Sven-Bertil Taube er
"Tað stóra Navnið" á
Tórshavnar Jazz, Fólka
og Blues Festival í ár.
Hann varð vidgjørdur í
blaðnum leygardagin.
Av Kunningarstoovuni
siga tey, at fólk keypir
eisini flest atgongumerk-
ir til tað kvøldid.
Ingigerð á Trødni,
leiðari á Kunningarstovu-
ni, sigur annars, at heilt
hampuliga gongst at selja
atgongummerkir til
Jazzstevnuna.
- Yvirhøvur gongst
verri at selja nú enn fyri
bert nøkrum fáum árum
síðani. Fólk hevur ikki
líka nógvar pengar nú.
Ingigerð heldur annars,
at meir varð selt til kon-
sertina hjá Bjørn Afzeli-
us í fjør.
- Men, sum vera man,
er eisini annað fólk, ið
fer at lurta eftir Sven-
Bertil Taube enn eftir
Bjørn Afzelius, sigur
Ingigerd á Trødni.
d
"Tað stóra navnið" á
Tórshavnar Jazz, Fólka
og Blues Festival í ár er
heimskendi svenski
vísusangarin og Bellman-
tulkarin Sven-Bertil
Taube. Hetta er á fyrsta
sinni, at hann er í
Føroyum, men hann
hevur altíð verið
áhugaður fyri at komið
hendavegin. Hann verður
at hoyra tyskvøldid kl.
21.30.
A re
pm
DA
——