hósdagur 8. august 1991síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16
Nr. 145 — 8. august 1991
Tormóður Dahl um náttúru, furunkulosu og sóttreinsaðar gummistivlar:
Føroyingurin selt sina
»alisal« til norðmenn
— Vit åttu heldur at lært av japanarum
Føroyingurin seldi sína »alisål« til norð-
menn fyri 10-12 årum
menn gera, gera
vit
síðani, og alt norð-
eisini, eisini allar
teirra feilir, ja, hvønn einasta ein, tí sjålv-
stoðugar tankar vága vit sum kunnugt
ikki at hugsa, skrivar Tormóður Dahl í
greinini.
Hann fýlist á, hvussu vit í Vesturheim-
inum og harvið eisini foroyingar bera okk-
um at, tá talan er um aling. Yvirhøvur líta
vit at yngli, smolti og laksi, sum vóru
hetta maskinlutir eins og skrúvur og
metrikkar, sigur hann og vísir á, at vit
hava nógu at læra av
Allir flytifuglar í
sóttreinsibrúsu?
Sum kunnugt skulu nú all
ferðafólk, ið koma frá út-
londunum og sum ætla
sær at fiska í okkara áum
og vetnum, lata teirra
tráður, stivlar og onnur
fiskitól sóttreinsa áðrenn
loyvt verður teimum at
koma í land við hesari út-
gerð.
Mong undrast yvir at
einki verður sagt um t.d.
gummistivlarnar hjá ferð-
andi bernum, håost øll
vita, at áir, lekir og vetn
eru best umtóktu spæli-
pláss hjá júst teimum. —
Og hvat við flytifuglun-
um, eitt nú: havhestur,
likka, skrápur og annar
svartfuglur, ið kanska
koma beinleiðis higar frá
einumhverjum alibrúki í
Hetlandi, Orknoyggjun-
um ella Noregi? — Skulu
hesir fuglar fyrst niðan á
Heilsufreðiligu Starvs-
stovuna í sóttreinsibrúsu
áðrenn teir fáa loyvi at
seta seg á klettar okkara?
Hugskotið aftanfyri
japanarum.
hesa nýggju lóg er inn-
flutt úr Íslandi, og sum
kunnugt: „bert lúsin út-
lendsk er. ..«. Duga vit
als ikkiat hugsa egnar
tankar, so vit skilja
hvussu meiningsleyst
býtt, ja, skíti býtt, henda
skipanin er?
Stressaðir alarar
og fiskar
»Furunkulosa í Funnings-
firdi!« — »Alt smoltið hjá
P/F Fjarðará er avlivad!«
— >Landsdjóralæknin
hevur meldad mann til
løgregluna fyri at hava
brotið kunngerdina um
karantenu!< — »Laksurin
i Sundalagnum skal gev-
ast fyribyrgjandi heili-
vág!< — >Ongantíð verið
so nógv laksalús í Sunda-
lagnum sum nú!< — Hetta
eru brot frá fjølmidlunum
teir seinastu dagarnar, og
vit skilja nú, at vinnan øll
sum hon er hongur í ein-
um leysum tráði, verður
ikki beinanvegin framd
ein grundleggjandi broyt-
ing í hugsunarháttinum
hjá teimum, ið standa á
odda fyri hesi týdningar-
miklu vinnu. Við »odda«-
fólkið hugsi eg minni um
alararnar sjålvar, men
fremst av ellum um mann-
ingarnar á Heilsufreðiligu
Starvsstovuni og á Lands-
djóralæknastovninum, ið
eyðsæð trúgva sum amen
í kirkju uppá at enn meiri
heilivágur, enn fleiri
»gummistivlabann«, súrg-
an av burturkasti, avlív-
ing, meldan av fólki osfr.
skal bjarga vinnuni upp á
føtur aftur.
Eg veit ikki hvussu
nógv smolt P/F Fjarðará
hevur fingið loyvi at fram-
leiða, men hin vegin veit
eg at smoltalarar yvirhev-
ur langt frá altíð halda seg
til loyvda hámarkið — og
eg skilji teir væl — lutvís
= Yngul-/smoltdeyðin
kann nekur ár verða sera
stórur
— Trýst og hóttanir frá
lánustovnum — og fyri
onkrar helst eisini vónin
um stóran letuvinning —
fær menn at taka skila-
leysar kjansar.
Tá vit so knappliga fáa
eitt óvanliga heitt og turt
summar sum í ár, so hend-
ir tað, sum má henda: Fyri
at bjarga smoltinum
mugu alararnir endurnýta
tað sindrið av feskum
vatni, ið er tekt, kanska
bæði tríggjar og fýra ferð-
ir. Úrslitið verður hareftir:
»Stressadur« fiskur við
lítlari og ongari mótsteðu-
megi mótvegis atsóknum
frá virum (virus). Virur
hverki anda ella taka fødi
til sín og kunnu tí heldur
ikki »drepast« við heili-
Tormóður Dahl: — Eg
eri 100% sannførdur
um, at tóku vit til eftir-
tektar tað, vit sóu og
lærdu í Japan og mentu
vit okkara alivinnu út
frá teimum somu
sjónarmiðum, sum
ráddu har — men
sjálvandi tillagað
okkara viðurskiftum —
so heuði meginparturin
av teimum trupul-
leikum, vinnan stríðist
við í dag, verið ókendir
vági ella á annan hátt eins
og t.d. bakteriur og lús.
Hvor er sekur?
Sjálvandi skal ein karan-
tenukunngerð ikki brót-
ast, men um nú eitt al-
ment sett fólk — og her
meini eg landsdjóralækn-
in — ikki ger skyldur sínar
við t.d. at kanna, um tað í
alibrúkunum er ov nógv
yngul/smolt í mun til tøku
vatnnegdina (og/ella
veittu loyvini) — hver er
so tann veruliga seki, tá tí-
líkt hendir sum nú í Funn-
ingsfirði? (Óivað kundi
tað hent eins væl á nærum
einhverjum eðrum ali-
brúki).
Koppseting
Koppseting (eitt vánaligt
foroyskt orð fyri »vaccin-
ering< — koppseting er
vaccinering einans móti
>koppasjúkuni<) kann í
ávísum førum nýtast fyri
at »styrkja« tey livandi
kyknini (cellurnar) móti
viruatsóknum, men viru-
slegini telja (potensielt)
milliónir, og tú hevur illa
nokk funnið fram á eina
vaccinu móti t.d. einum
salg av »virusjåku«, fyrr
enn sama vaccina ikki
kann nýtast móti »systk-
inabarninum< til hesa
sjúku. Hesi »systkina-
børn« so at siga »kykna
upp« av sær sjålvum. Hvi
tað er so hevur »visindin«
einki itøkiligt svar uppá í
dag — bert sýna allar
royndir, at verður sanna
umhvervið = og >livi-
mynstrið< hjá verunum
(her fiskinum) broytt
munandi, so kykna tílíkar
sjúkur upp av sær sjálv-
um (eg skal venda aftur til
henda spurningin).
Aling í Japan og
norsk/føroyska
alisålin
Japanesarar og kinesarar
hava alt fisk, skeljafisk og
taravøkstir i túsund år
(laksaaling i størri måt
byrjaði tó ikki fyrr enn
aftaná krígslok). Í hesum
londum finnur tú ikki tær
oyðandi sjúkur alivinnan í
Vesturheiminum nú
knógvar undir og sum
beinleiðis hóttir vinnuna
við menustinginum —
bert uml. 15 ár aftan á at
hon byrjaði. Hví er tað so?
Jú, meðan japanarin og
kinesarin ásannar at setur
tú teg upp móti náttúruni,
slær hon aftur 10-faldað,
so halda vit í Vesturheim-
inum okkum sjálvi vera
nógv klókari enn náttúran
— enn Várharra og skap-
anarverk hansara — ella
fyri at siga tað bart út:
Fyri almenna Vesturheim-
in er alt, id livir og grør
bert skapt av tilvild. Før-
oyingurin sjálvur seldi
sum kunnugt sína »alisål«
til norðmenn fyri 10-12 ár-
um síðani, og alt norð-
menn gera, gera vit eisini,
eisini allar teirra feilir, ja,
hvenn einasta ein, tí sjálv-
steðugar tankar vága vit
sum kunnugt ikki at
hugsa!
Kanningarferð
í Japan
Tað var fyrst í 80-unum,
at vit av álvara byrjaðu at
hugsa um laksa- og sílaal-
ing sum ein nýggjan
vinnuveg, og i ti sam-
bandi skipadi eg i 1981 og
1983 fyri tveimum kann-
ingarferðum til Japan fyri
har um meguligt at læra
okkurt frá teirra drúgvu
royndum á økinum. Lat
meg nevna, at tilsamans
26 føroyingar luttéku (8
fyrru ferðina og 18 seinnu
ferðina) á kanningarferð-
unum — teirra millum
fleiri av teimum langt-
rekkandi »kan6nunum«,
sum í dag mynda fer-
oysku alivinnuna — bæði
politiskt, vísindaligt og
sum alarar.
Bóklingur frá kanning-
arferðunum er til taks á
Menningarstovuni, so her
skal bert verða nomið eitt
sindur við grundleggjandi
munin millum laksayngul-
og smoltframlieðslu í
Japan og okkara (les:
norsku!).
Fyrst okkara: Beinan-
vegin yngulin er leysur av
rognposanum verður
hann vanliga sleptur í
rund plastikk-kor har
førningurin av fóðri og
vatni verður stýrdur heil-
automatiskt. Í hesum ker-
um melur so okkara ný-
fødingur runt og runt sum
í einari karusell, og henda
»karusell-koyring« heldur
áfram so við og við sum
yngulin veksur, men nú í
sterri rundum kerum heilt
til hann sum fullbúgvið
smolt — aftaná at hava
verið vaccineradur — byrj-
ar í nýggjum uppaftur
sterri karusellum (aliring-
um) á sjónum, fyri so at
enda lív sítt sum 4-6 kg's
karuselllaksur fóðraður
upp við fiskamjøli, klid,
lysi, vitaminum, antibiot-
ika og syntetiskum litevni
(fyri at fáa reyða litin).
Steðg í karusellkoyringini
verður einans unt laksin-
um, tá hann skal vacciner-
ast av nýggjum og einar 2
ferðir á sumri, tá hann
verður koyrdur í eitt eitur-
bað fyri at verða avlúsað-
ur.
Ein hættislig lýsing av
alivinnuni? — Óivað, men