Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-08, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. august 1991síða 17

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 145 — 8. august 1991 JAPANSKF TEKNAÐ o- 6 Í OKT. 1983 hetta er tó ein sonn lýsing av >standard-vinnunic, hóast eg fullvæl veit at tað finnast nógv heiðurlig undantek, men yvirhevur líta vit at yngli, smolti og laksi, sum vóru hetta maskinlutir eins og skrúv- ur og metrikkar. So til Japans: Har varð vitjað á einari al- mennari kleki- og yngul- stød, ið framleiddi um! 100 mió. yngul um árið framleiðsiumátturin á klekisteðini við Air er o.u ; mió. yngul). Sum skilst av tekningini varð ný- klakti yngulin her sleptur út í áarlíknandi veitur (uml. 2 m breiðar, uml. % m djúpar og uml. 100 m langar) har tað um allan botnin lá smágrót sum yngulin kundi fjala seg undir, og fyri at gera veit- irnar enn meira meinlikar sanna umhvervinum, og fyri at verja hann móti at blíva ræddan, vóru eftir báðum síðum á veitunum strektar út perforeraðar slangur, ið sprændu tætt- ar vatnstrálur niður yvir veitirnar. Spurdir hví so stórur dentur varð lagdur á um- hvørvisligu viðurskiftini, svaraðu japansku livfrød- ingarnir,a t tað sambært teirra royndum hevði al- stóran fyribyrgjandi týdn- ing móti øllum »stress- sjúkum< (Vibrosa, Hitra- sjúka, Furunkulosa osfr.) Í hesum sambandi kann eisini nevnast at japanar- ar legdu stóran dent á at ljós og myrkur var natúr- ligt og fylgdi sólini. Eg eri 100% sannferdur um, at tóku vit til eftir- tektar tað vit sóu og lærdu í Japan og mentu vit okkara alivinnu út frá teimum somu grund- sjónarmiðum sum ráddu har — men sjálvandi til- lagað okkara viðurskifti PER FORE RARD RAMLEIDD - VATNSKORPA PERFORERAÐ RIST SMÁSTEINAR VAINSLANGA YNGULKANAL | VATNSKORPA PERFORERAÐ RIS | SMASTEINAR — NATTURU KENT i UMHVØ RV YNGULIN ”"SØKKUR” NIÐUR [GJØGNUM RISTINA — AFIANA AT HANN ER KUSHIRO — HDKKRIDD- IAPAN LEYSUR AV EEGIAPOSANUM- "LEINDIRNAR" VERAÐ LIGGINNDI EFTIR OMARNÁ RISTUNI — OG YNGULIN LEITAR NIÐUR Á BOTN - ÍML.STEINNIONA - NIÐUR Í NÁTTÚRUKENDA UMHVØRVI…-— — so hevði meginparturin av teimum trupulleikum, vinnan stríðist við í dag, verið ókendir. Eingin munur á landbúnaðinum og alivinnuni Hjá okkum er alivinnan nyg) og er tí lættari a síggja tey hættisligu fyri- brigdini og tað hurluvas- kenda í tí, ið fer fram her, men umhvervisliga og vistfreðiliga verður henda vinnan samanumtikið neyvan rikin »verri« enn t.d. eggja-, mijólkar-, hesnarunga-, svína-, kálva- og oksakjetfram- leiðslan í landbúnaðinum. Munurin er bert onnur og ødrvisi >búr< og onnur sløg av antibiotika, vaccinum, litevnum osfr. Eitt sindur um bakteriur og virur (virus) Meðan bakteriurnar eru á einum menningarsteði onkunstaðni millum vekstir og djór, so eru vir- urnar á steðinum millum mineralir og vekstir. Einki lív (lívsprosess) er meguligt uttan bakteriur. Í feðimeltingarskipanini (t.d. tarmunum) eru tær í milliónatali og tær eru seinasta liðið — >niður- brótararnir< — í vistskip- anini (»økosysteminum«), har tær bróta niður tey lívrunu (organisku) evnini til so einfaldar ólívrunnar sambindingar, at tær kunnu nýtast aftur av vekstrinum. Viran er eitt nærum ófatuliga lítið kykt. Tær sterstu (t.d. koppaviran) kanst tú illa nokk síggja í sterstu ljósmikroskopum, meðan tær minstu (>viro- idir«) als ikki kunnu siggj- ast sjálvt í sterstu elek- tronmikroskopum. Líkt er til, at eins tydningarmikl- ar bakteriurnar eru fyri foðimeltingina eins týdn- ingarmiklar eru virurnar fyri nervaskipanina og tað vil aftur siga fyri allar sansirnar (og fyri okkun menniskju: eisini tað at kunna hugsa!). Hóast git- ingarnar eru nógvar, so veit eingin við vissu at siga orsekina til at viru- sjúkur knappliga »kykna upp«. Prógvað tykist tó nú at vera, at virur koma í løstad og ikki heilt endur- uppbygt »nervaselluevni«. Heilt friskar sellur megna virur- nar einki at gera við. Virurnar hava sum áður nevnt einki evnaskifti, og tær eru bygdar upp av ná- greiniliga sama evni (DNA ella RNA) sum sellukjarnurnar. Tá ein vira kemur í samband við eina viðkvæma sellu, tekur hon ræði yvir evna- skiftið hjá selluni og um- stillar (»programmerar«) tað til at framleiða fleiri virur. Á henda hátt verður evnaskiftiskipanin hjá selluni lutvíst ella heilt lamin. Nýskaptu virurnar fremja atsókn á aðrar sell- ur í nánd og spreiðir »smittan« seg á henda hátt ofta sera skjótt. Men hvat hevur so hetta við Furunkulosu og aðrar laksasjúkur at gera? Sum nevnt er »stress« helst ein hevuðsatvoldin til at virur koma upp, og »Stressadur« verður laks- urin — ja, allar framkomn- ar verur — tá hann verður settur í eitt fyri hann full- komiliga fremmant um- hvervi (karusellumhvervi) og gøddur við einari fyri hann eins fullkomuliga fremmandari feði. Megina til at endurbyggja og skapa nýggjar sellur fáa allar framkomnar verur frá fødini gjøgnum blóðið, og er ikki feðin nátúrliga samansett, verða nýggju sellurnar viðkvæmar og eitt lætt býti fyri atsókn- um frá virum Bakteriur og virur eru Vaniigir og neyðugir tæti- ir í menningini og hvørki skaða ella sjúkur. Einans tá natúr- liga samlióðið verður órógvað, koma tær sjúk- ligu »processurnar« upp sum skapa fortreytirnar fyri skaðiligu árinini frá bakterium og virum. Vit hava megnað at fingið tamarhald á bak- teriu-farsóttum sum t.d. pest, kolera og malaria. Framt gjøgnum reinføri er tað sjálvandi gott, men framt við eitur er tað ofta ivingasamt hvussu gott tað er í longdini. Ein av hevuðsspurning- unum, sum vísindin her hevur sett sær í dag og ar- beiðir við, ljóðar: Kann tað hugsast, at tann ofta heilt fyrilitaleysa eitur- oyðing av bakterium, sum vit i dag fremja í stødugt sterri mun, er ein orsekin til ella kanska meginor- sekin til tær mongu nýggju virusjúkurnar hjá eins væl djórum og plant- um sum menniskjum, ið eru komnar upp tey sein- astu 20-30 árini? (Framhald) ger: fremit Tormóður Dahl —— — - = Tidindaskriv frá MFS: Kunningardagur og piskuskeið Meginfelag Føroyskra Studenta skipar í næstum fyri ymiskum at stuðla teimum, ið skulu undir lestur uttanlands í heyst. Miðskeiðis í august verður kunningar- dagur, og í oktober verður pisuskeið á Fyn í Danmark. Harumframt er skriv- stova opin fýra tímar um vikuna í Ull vøruhusinum í Havn. Tað er eingin loyna, at tor- ført er at flyta uttanlands at byrja nýggja útbúgv- ing. Í fyrstu atlegu snúgva trupulleikarnir seg mest um, hver út- búgving og hver staður skal veljast, men seinni koma trupulleikar viðvíkj- andi studningi, skatti, íbúð, hernaðarskyldu og tillaging. Fyri at beta um, skipar MFS á hverjum ári fyri ymsum tiltøkum. Pisu- vegleiðing og útbýtan av lestrarblaðnum Pisan er á studenta-, HF- og handils- skúlunum í apríl, kunning- ardagur í august, og pisu- skeið er í oktober Kunningardagurin Hjá teimum, ið í hesun degum gera seg til reiðar at lara uttaniands at iesa, eru serligir spurningar. ið sunga seg upp. Hvar fá eg studning? Hvussu fá eg íbúð? Hvussu klári eg meg fyrstu dagarnar skúla? Hvar fæst hjálp uttanlands? Hvørji fer- oysk felog eru uttan- lands? Á kunningardeg- num — ið vanliga er Havn — verður roynt at svara hesum (og eðrum) spurningum. Enn er ikki avgjert akkurát nær og hvar kunningardagurin verður, men lýst verður í Útvarpi Feroya í næstum. Pisuskeiðið 18. til 20. oktober verður pisuskeið á Vejlby Fed nærindis Middelfart á Fyn. Hetta er seinna viku- skiftið í heystfrítíðini, so væl skuldi borið til. A pisuskeiðnum verður greitt gjellari frá stuðli, skatti og tillaging. Sjálv- sagt er eisini tíð til hugna og skemt. Kostnaðurin er kr. 200,- og tá er matur, uppihald og ferðing (í Danmark) íroknað. Seinasta freist at tekna seg er 21. septemb- er og kann hetta gerast antin hjá Poul Henrik Poulsen (telefon 14454 ella i Danmark 3117 1287) ella hjå MFS (si nidanfyri). Skrivstova i august Í august hevur MFS skrivstovu hvønn miku- dag og hvønn friggjadag millum kl. 16 og 18 i høl- unum hjá LFU-ferðum: Ullveruhúsið, Kongageta 11, 100 Tórshavn, tlf. 15037. Opið er millum kl. 16 og 18. Á skrivstovuni fæst lestrarlig ráðgeving, meld- ast kann til pisuskeiðið og sum vanligt eisini rekvisitiónir (til flogferða- Iaast sedlar fyri lesand oman- fyri 26 ár Mikudagin 4. septemb- er flytur skrivstovan aftur til Feroyahúsið í Keyp- mannahavn: MFS, Vester- brogade 18,1, DK-1620 København V, Danmark, tlf. 31233439. Felag lesandi uttanlands Um 1000 limir eru i MFS. Treytin fyri at gerast lim- ur er, at tå antin ert (før- oyingur) undir útbúgving uttanlands ella er undir hægri útbúgving í Feroy- um. Umframt at skipa fyri »pisutiltøkum«, verður eisini fingist við stuðul, skatt, avsláttur, limaskap í altjóða felagsskapum, valrætt og framtíð Fróð- skaparsetursins. Felagið er av Feroya Landsstýri og donsku stjórnini viður- kent sum einasta umboð feroyinga undir hægri út- búgving. Við rattið er tað tú sum ræður ferðini! HÓVLIGA + ce