Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-10, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. august 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 146 — 10. august 1991 Vágs Havn krevur endurgjald frá SHELL Tað verður eitt ikki so lítið endurgjalds- krav vit fara at senda oljufelagnum SHELL fyri tann skaða, sum gjørdur er á fjørdin. Hetta sigur ein avgjørdur Martin Andreasen, havnafúti í Vági tá vit høvdu hann í telefonini í gjár seinrapartin. Teir arbeiddu tá av lívsins kreftum at taka oljuna uppaftur av sjónum. Byrgingar eru lagdar har mesta oljan er, og verður hon síðani pumpað upp. Martin Andre- asen sigur, at nú vóna teir bert, at tað fer at eydnast at fáa oljuna upp áðrenn hon rekur inn aftur eftir fjørd- inum. Tá kann skaðin skjótt gerast enn stórri. Millum annað á alingina. Havnafútin heldur tað vera sera óheppi, at teir ikki hava tílíka útgerð í oynni. Høvdu vit byrja fyrr, kundu vit minka munandi um skaðan, heldur hann. Tað var íkki ætlanin at Tjaldrið skuldi halda fram í arbeiðinum at taka oljuna uppaftur or- saka av øðrum upp- gávum, men havna- myndugleikarnir í Vági kravdu, at fáa skipið suður aftur, so alt kundi takast upp skjótast gjørligt. Og so var. Tjaldið var seinast vit frættu å veg til Klaksvikar eftir restina av út- gerðini, og skuldi so beina leið til Vágs og vera við í upptøkuni av oljuni. Størsti skaðin á strondina við fjørdin er hendir frá Neslíð og út á Nes. tór.- Vågsfjørdur av Derum : kleyvarskapi Tá oljubáturin Magn hjá SHELL var á Vági við olju til tangarnar á Oyrunum fleyt yvir, og fleiri tons runnu á sjógv. Oljufelagid boðaði ikki frå óhappinum Mikunáttina var oljubát- urin Magn hjá SHELL yviri á Oyrunum í Vági við olju. Nakað ríkiligt hevur verið pumpað í tangarnar við tí úrsliti, at fleiri tons av olju runnu á sjågv, sum førdi til helst størstu oljudålking á Vágsfirði nakrantíð. Um- boð fyri SHELL hava sagt, at millum 3 og 400 litrar eru farnir á sjógv, men hesum trýr eingin í Vági. Eitt 0 er helst hóskandi at seta aftanfyri, halda vág- bingar. Hóast hann, sum elvir tilikan skaða, hevur skyldu til at boða frá beinanvegin, hoyrdist einki frá olju- felagnum. Fráboðan av Nesi Ikki fyrr enn um fýra- tíðina hósdagin fekk poli- ið fráboðan um hend- ingina. Fráboðanin kom á Nesi, higar stórur partur av oljuni var rikin inn ímóti. Ættin lá tá út av fjørdinum. Politisturin, sum beinan- vegin kom á staðið sigur, at har sá ræðuligt út. Lend- ingin og strondin har úti var svína til, og tjúkt av olju fleyt uttanfyri. Boð vóru beinanvegin send til Vaktar og Bjarg- ingartænastuna, og klokk- an var ikki meira enn farin av fimm tá Tjaldið var á veg norður til Klaksvíkar eftir oljuútgerðini. Men Ólukkutíð fekk Tjaldið aðrar arbeiðsuppgávur á leiðini til Klaksvíkar, so tað var ikki á Vági við útgerðini fyrr enn klokkan trý frýggjamorgunin. Ikki nógmikið vid ti. Teir løgdu bert útgerðina á keiina, og máttu so fara avstað aftur beinanvegin at hjálpa onkrum skipi. Har stóu so vågbingar við eini útgerð, sum eingin dugdi at brúka. Ikki fyrr enn í gjára- morgunin kundi arbeiði at steðga oljudálkingini byrja. Ein maður á Tvør- oyri, sum arbeiðir hjá Vaktar og Bjargingartæn- astuni, varð biðin um at fara suður til Vágs, og so kundi arbeiði byrja. Poli- tiið henldur, at ósketni er orsøkin til oljudålkingina, tå fylt er å oljutangarnar yviri á Oyrunum. Eingin oljutrygd Rennur yvir, tá oljubát- urin fyllur á tangarnar í Vági, fer avlopið onga aðrastaðni enn beint á sjógv. Tangarnir á Oyru- num eru gamlir og ikki á nakran hátt tryggjaðir ímóti, at nakað rennur út. Tangar, sum nú verða gjørdir, eru vanliga um- girdir av einum brunni, sum kann taka ímóti ti, sum rennur yvir. Hetta er eisini ein trygd um tangin skuldi skrædna. Politiið heldur, at ein tilik olju- trygd eigur at verða gjørd beinanvegin. tór.- Óhepnið bert at goyma útgerð á einum stað Men vit høvdu eina ætlan, sum eingin svaraði til, sigur Vaktar og Bjargingartænastan Tað eru so mong dómi um, at ein varnast ikki vandan fyrr enn skaðin er hendur. Soleiðis kann sigast um útgerðina hjá Vaktar og Bjargingartænastuni í sam- band við oljudálking. So at siga øll útgerðin liggur í einum pakkhúsi norðuri í Klaksvík. Ein partur er umborð á Ólavi Halga. Hetta gjørdi sítt til, at hjálpin til vágbingar kom seinri enn hon annars kundi komið, var útgerð í oynni. Vaktar og Bjargingar- tænastan sigur, at teir hava sæð hendan vandan, og gjørdu tí eitt uppskot til landsstýrið um at nakað av tílíkari útgerð varð goymt í øllum sýslum. Serliga har mest av aling er. Men svar kom ongantíð. Sagt verdur, at best er um tilik útgerð verður goymd ymsa staðni i land- inum og fólk á hvørjum stað verða lærd til at nýta hana. -Sum eitt slag av fyrstuhjálp. tór.- Laksur í olju: Ikki fyrstu ferð -men at boða frá er sum at tala fyri deyvum oyrum, sigur Øssur Hjelm, alari á Vágsfirði Øssur Hjelm hevur alibrúk á Vágsfirði Tá vit tosaðu við hann í gjár, vist hann ikki, um laksurin i ringunum fekk skaða av oljudálkingini. Tá oljan rak út eftir fjørbinum rak hon uttan um alibrúkið, men í gjár lá ættin inn eftir fjørdinum, og vandi var fyri, at alingin tók skaða. Øssur Hjelm sigur, at hetta er ikki fyrstu ferd, at Vågs fjørdur er oljudålkadur. Tad hendir so javnan. Og einki hjålpir at boða frá. Hann sigur seg fleiri ferðir hava boð- að politinum, Havna- skrivstovuni, Heilsu- frødisligu Starvsstov- uni og landsdjóra- læknanum frå dålk- ing, men einki hjálp- ir. Hetta er sum at tala fyri deyvum oyrum, sigur hann. Hann sigur, at oljudálking stavar ikki bert frå tang- unum á Oyrunum. Tað hendir eisini tá fylt verður á tangar- nar hinumegin fjørdin og sama skilið er mangan tá skip liggja og bunkra við bryggju. -So galið er tað, at tað er sjáldan stand- andi og enn minni gangandi úti á ring- unum orsaka av oljudálking, leggur Øssur Hjelm aftrat. tór.-