leygardagur 10. august 1991síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Háskúlin hevur nú aftur eitt tilboð til ung sum
tíkomin
Familjuskeið
á Háskúlanum
-har bórn og vaksin fara at
arbeiði við leiri
Vikuskiftini 25. - 27. oktober og 8. - 10. november
skipar Hákúlin, saman vid Guðrið Poulsen, fyri fyri
einum familjuskeiði í leirarbeiði. Skeiðið er fyri
børn saman við einum vaksnum.
Skeiðið verður bæði til gamans og álvara. Verður
veðrið til vildar, verður farið oman í fjøruna eftir
strandvarpi, og er veðrið ikki til vildar er fimleikar-
høllin at taka til. Um kveldið vitja onkrir tónleikarar,
sum fara at syngja og spæla saman við skeiðluttak-
arunum. Sunnumorgunin kunnu tey, sum hava hug
til tess, fara niðan í svimjihøllina. Ein av døgunum
verður eisini vitjað á Fornminnissavninum.
Kostnaðurin fyri skeiðið er 200 krónur fyri børn
og 600 krónur fyri vaksin. Íroknað er vistarhald,
undirvísing og tilfar.
Tað ber til at tekna seg til skeiðið á telefon 11743 -
best millum kl. 10 og 15.
tór.-
Nr. 146 — 10. august 1991
Ivasamt hvussu verður við íslendskum lambskjøti til Føroya:
Vit fáa ikki
so nógv vit
vilja hava
Um eitt ár ella so verður
íslendskt lambskjøt ikki
eins vanligt í Føroyum
sum tað hevur verið
mongu seinastu árini.
Hetta kemur av, at ís-
lendska stjórnin hevur
gjørt av at taka burtur
útflutningsstuðulin á kjøt-
inum. Skal kjøtið seljast
uttan hendan studning, og
skal framleiðarin hava sín
rímiliga part, er eingin
møguleik: fyri, at íslend-
ska kjøtið verður kapping-
arført í prísið við annað.
Jóhann Steinsson, sum
m.a. hevur havt við út-
flutnigin til Føroya at gera
í eini 25 år roknar tó ikki
við, at útflutningurin heilt
heldur uppat. Tað vónar
hann í hvussu er ikki.
-Alt verður vanligt í ár
og helst til september
månad komandi år, men so
er útflutningsstuðulin burt-
ur. Helst verdur talan um
eitt sindur av yvirfram-
leiðslu í mun til kvotuna,
íslendskir bøndur hava.
Eru bøndurnir tå sinnadir
at selja hesa yvirfram-
leidslu fyri minni pris enn
teir annars fáa, kann hetta
seljast til Fóroya, sigur Jó-
hann Steinsson, men hann
ivast ikki i, at nøgdin
verdur væl minni enn
higartil.
Ov dýrt við studningi
Orsøkin til, at íslendska
stjørnin hevur gjørt av at
avtaka
hesin er alt ov
studningin er
kostnad-
armikii. í Mun Ul KOS!
in er hann neidur iKKi 1ilii,-
heili 65
Føroyingar eru størstu
keyparar av
lambskjøtinum uttan fyri
island. Vit keypa millum 6
og 700 tons um árið.
Samlaði útflutningurin a
íslendska lambskjøti er um
2.000 tons. Umframt út-
flutningin ul Føroya, fer
íslendska lambskjøud ser-
liga ul Svørikis, Finlands,
Tysklands og Danmarkar.
Men tad er ikki bert or-
saka av at studningurin
kostar islendska lands-
kassanum ov nógv, at hann
verðir avtikin. Jóhann
Steinsson heldur hina or-
søkina vera, at íslendingar
sjálvir eta væl minni
lambskjót nú enn teir
gjørdu fyri bert fáum árum
síðani. Annað kjøt og
nýggjir matsidir sum pizza
og annað tílíkt hevur tikid
ein góðan part av dagliga
matseðlinum. Fyri nøkrum
fáum árum síðani át hvør
íslendingur 45 kg av
lambskjøti árliga. Í dag
etur hann ikki meira enn
35 kg.
Jóhann Steinsson sigur
Islendska
Bem
BR Bø
LIGE SE se Gee
+
seg harmast um at útflut-
ningurin fer at minka, ti
hann hevur verið sera
takksamur fyri tann sam-
handil hann hevur havt við
føroyingar seinastu 25
árini, leggur hann eftart.
Heilsglan hjá Poul Hans-
en er størsti føroyski
innflytarin av íslendskum
lambskjøti. Hagani verður
Íslendska lambskrovið -
ein nátúrligur partur av
matvørukeypinum
sagt, at verður ovlítið at
fáa av lambskjøti úr Ís-
landi fara teir at royna at
útvega kjøt aðra staðir frá,
og tað hava teir góðar
vónir um at tað fer at
eydnast.
tór.-
Smyril fer ongan
veg fyribils
Liggur við maskinskaði í Runavík
Um tað fer at eydnast
Strandferðsluni ella ikki at
gera leigusáttmála fyri
Smyril, fer hann kortini
ongan veg fyribils. Hann
liggur í løtuni við
maskinskaða inni í Runa-
vík, og har verður hann
liggjandi í einar triggjar til
fýra vikur.
Á veg heim úr Árhus
gekk kriumtapsaksilin til
ein av motorunum fyri, og
nú hevur klassin kravt, at
hetta brek skal umvælast
áðrenn skipið fer í nakað
leigumál.
Annars hevur verið upp
á tal, at eitt norsk felag
hevði víst áhuga fyri at
leiga Smyril fyribils í eitt
ár. Hetta vildi landsstýtrið
kortini ikki ganga við til,
og beyð norska skipafelag-
num at leiga Smyril til 1.
oktober fyribils. Men
okkum kunnugt hevur
norska felagið ikki svara
hesum tilboði. Tað er enn
ein opin spurningur, um
Smyril verður leigaður út
til útlendskt felag, ella
hann verður partvíst eyka-
skip hjá Teistanum og
partvíst settir inn á Skot-
landssiglingina. Serliga í
samband við fiskaútflut-
ning.
tór.-
Smyril við bryggju
í Arhus. Nær hann
sær Danmarkar
strendur aftur er
Øvist