Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. august 1991síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 SS SOSÍa/Urin Svarloysið í stásbúna Nr. 146 — 10. august 1991 Ummæli av bandinum >hinumegin ringvegin« eftir Kára P. Tá ið eg hoyrdi hetta nýggja band- ið hjá Kára Petersen, kveiktist í ganum eitt roykkåmt, skymligt heli í Keypmannahavn. Á midnátt 1 stóð fólkið otta 1 trunka og bíðaði inn. Innkomin gekk yvir móti barrini fram við telefonheli onga endarúmið, har 'g grønlenskt kappaðust sjóðandi Hver nia skarv, har vavgrevti Yet I wonder, still I wonder who'll stop the rain yvir okkum sang vegguvísuna Føroya burturvilsta ) ungdómi? Seinast í sekstiárunum varð um- hvørvid á Skarvi — sum ikki fyrr enn seinni fekk navnið Gamli Skarvur — radikaliserað. Fáur við virðing fyri sær sjálvum kundi nú biðja gott kveld uttan at flætta eina frágreiðing um basis og yvir- trom inn í orð síni. Og illa bar til — um ein vildi takast í álvara — at keypa ein beiara uttan at siga eitt sindur um meirvirði. Uppi í tí unga liðinum av skriftlærdum lesandi, sum skapti hetta nýggja umhverv- ið, vóru nekur meira flogsut undantek, sum ikki virdu tey hug- myndafreðiligu merkini. Soleiðis minnist eg, at eg eitt kveldið heils- aði uppá ein ungan feroying við óróligum kropsburði og ljósum, purlutum hári. Eitt ávíst respekt- loysi eyðkendi henda mann, eitt lyndi til at spæla við orðini, sum onnur segdu, so tey mistu sína tyngd. Eg minnist enn fyrstu orð- ini, eg hoyrdi henda ungling siga: >Um tú ikki tigur, skal eg leggja dent á teg!< Maðurin var sum hevur gitt — Kári P. Hetta sama respektloysið eyð- eisini seinasta bandið hjá Kára P Kári lesarin longu tekur ikki orðini há- - og øvugt. at bandinum sum helld, ber kanska til at siga, at tað hýsir tvein sløgum av tekst- m is kvødum til hugflogid og ið persónliga frælsid og lutvis | :iskum viðmerking- ðina í Feroyum. Samfe- i er ikki til á bandin- um. Ug tey, sum i sóknast eftir hug- myndafreðiligum loysnum, fara at leita leingi, skulu tey finna tær her. Kortini tykist tað, sum eitt slag av lívssjón kemur til sjóndar í reglum og glottum í yrkingunum hjá Kára. Hansara svar upp á lívsins spurningar er svarloysið, kundi ein kanska sagt, ella fyri at nýta eitt tiltak hjá Alan Watts the wisdom of insecurity, ótryggleik- ans vísdómur. Hesin vísdómur: at tað einasta veruliga fótafestið er at finna í teirri ásannan, at tú einki fótafesti hevur — fríger orku. Og onkursvegna tykist tað, sum Kári byggir slott av orðum burtur úr svarloysinum: eydnan sveimar einsamøll við strendur frætt er frá har havið klárnar perlur glampa druknar spegilstrá innilæstur longsul seg letur í sítt skrúð endaleysar-undanferslur ivast aftur nú mánin gyllir gjárdaganna gloymdu eygnabrá darrandi í sýnisglugga hongur syndaskrá fótafimur flótti undan onkrum ongin sær allastaði útlendingur inst í sjálvum tær Hesi erindi minna meg um kava- flykrur, sum eru sum orðahús bygd burtur úr ongum tilfari. Sam- stundis finnur tú av og á í erindun- um reglur, sum eru sannar perlur, eitt nú henda seinasta: >allastaðni útlendingur inst í sjálvum tær«. Umframt Kára P. hugsi eg bara Rói Patursson hevði dugað at lýst rótloysið — sum annars er anathema í okkara landi, har tjóð- skaparlig rótfesti er, um ikki veru- leiki, so tvingað lognbrá — sum nakað frígerandi. Samanbera vit „hinumegin ring- vegin< við tær fyrrøplåturnar hjá Kára P., hugsi eg ein kann siga, at troubadoururin Kári P. hevur flutt seg eitt sindur. Í teimum fyrru plåtunum var hann bara „eitt ein- samt spurnartekin<. Nú tykist tað, sum spurnartekninið — verið tað einsamt — hevur funnið okkurt, ið eina barlast. Henda kjølfestan er anarkistisk og individualistisk. Hon verður lyst, á noktandi hátt, við orðunum >vilt tú syngja millum vinir mást tú ganga út úr takt / tí tín leiðari gerst linur tá tín samvitska fær makt<. Á meira játtandi hátt verð- ur hon lýst, sum ein niðursteða, seinast í yrkingini »skygni«: minnir um tú spyrt hvar vegur endar og eg veit bert eittans svar alt byrjar her við mær og tær hvenn nývaknaðan dag Av teimum einsteku sangunum á „hinumegin ringvegin< eru tveir blivnir at kalla fólkaogn. Eg hugsi um »villar víddir“ og »meirilutin rædur«, tann seinni tyddur eftir Niels Hausgaard. »Villar viddir«, ein kvøda til hugflogid, er ikki minni enn eitt meistaraverk. „Meirilutin ræður< er neyvan stórur, men kortini beinrakin skaldskapur: vit — eitt nú fer- oyska tjóðin — fáa ta lagnu, vit hava uppiborið. Lagið til »toybil« er eftir mínum tykki ov eintáttað. Tann væl sungni „triðja dagin eft- irc — yrktur til eitt av Dylans bestu legum — er heppiliga saman- settur av sorgblídni og sjálvspei. Men eg haldi tey >túsund årini« — sum hjá Dylan bara vóru túsund dagar — viðhvert eru í so ífyllu- kend, eitt nú í hesi stuttligu reglu- greipu: tey fáu fet á nátthúsið kennast tung og svår og long svm allur morgunin og túsund ókomin ár Máti skal vera við, hvussu drúgv ein nátthúsferð kann tykjast, sjálvt hjá »særdum kappa« ein blá- an månadag! Í »ringurimu« — um tað at vera menniskjansliga útlagin og sam- stundis skapandi og sælur — ríður Kári høgt á skaldafola sínum. Rim an — sum endar við ramligum kór- sangi hevur ikki uppiborið at gerast tann landaplága, sum hon lættliga við tað at lagið er so eyð- sungið, kann blíva. Sangurin lýsir m.a., hvussu borgarligur ósigur kann goyma í sær eitt listarligt vælsignilsi: har tystan fann eg listarmann djúpt inni í mær sjálvum ól hann upp og misti hann hátt í himnahválvum Ein tann vakrasta yrkingin og eitt tað vakrasta lagið á »hinu- megin ringvegin< er eftir mínum tykki »tala við gluggan«, sum Kári hevur týtt eftir íslendska sangaran og skaldið Bubba Morthens. Hug- lagið í hesum sangi — ein melan- kolsk samansjóðan av undandett- inum fyri almennari og persónlig- ari ístíð — er sjónliga ávirkað av Leonard Cohen, og lagið — ser- stakliga tær messandi, næstan gandakent longu endareglurnar — er meira cohenskt enn Cohen. Henda yrkingin er ógvuliga mann- lig og troubadourkend, og yrkjarin hevði neyvan sloppið snikkaleysur frá síni animamynd — ið ber á brá at vera eitt móðurkompleks — um yrking hansara ikki var so dygg og lagið so væleydnað. Eftir er bara at ynskja Kára til- lukku. »Hinumegin ringvegin« er fyrsta útgávunosið hjá honum aft- an á »Vælferdarvisur«. Og alt bendir å, at hon sum tann fyrra verður ein klassikari, um ein kann loyva sær at brúka hetta orðið. Hóast okkurt sæst til hegni og hugflog á popp- og sangaraøkinum í Føroyum — Amnesty-bandið og vísusendingar í Sjónvarpi Feroya í vár eru ein ábending um hetta — er Kári P. framvegis okkara besti tónasmiður og okkara framkomn- asta skald á hesum mótinum — eg loyvi mær at brúka hetta orðið, tí Kári gleivar sum einki upp um stikið millum »tekst« og skald- skap. Tann fjølbroytti tónleikurin á bandinum, við ymiskum kórum, strúkarum osfr., tykist mínum 6køna oyra væleydnaður. Til seinast fari eg at skjóta upp, at Kári gevur eina plátu út aftrat um ikki ov langa tíð. Hagasóljur av hesum slagnum eru heldur sjáldsamar uttan fyri ringvegin. Hanus Andreassen >hinumegin ringvegin< fæst fyri- bils bara sum band. Pláta og fløga koma seinni.