leygardagur 10. august 1991síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Føroyskir tónleikarar á Tór shavnar Jazz, Fólka og Blues Festival |
Nr. 146 — 10. august 1991
útviklast, men:
Búi Tyril, Rock Menn:
Samspælid
hevur nógv at siga
Vit vilja ikki, at tónleikur okkara skal vera torfórur bara fyri
at vera torfórur. Í fyrsta lagi skal tónleikurin vera spennandi,
áhugaverdur og ljóða væl, sigur Búi Tyril, trummuspælari í
Rock Monnum.
Rock Men vóru við á
Olavsøkukonsertini, og
vóru teir so nógv tað
best umtókta orkestrið.
Stór undirtøka. Teir
spældu løg, teir sjålvir
høvdu gjørt - í blues/-
rockstíli.
Rock Men gera gll
løgini, sum teir spæla,
sjálvir.
Trummuspælarin Búi
Tyril sigur, at allir fáast
við alt, tá ið teir skriva.
Teamwork við undantøk-
um, sum hann tekur til.
Onkur hevur eitt hug-
skot, og allir hinir vid-
merkja, koma vid onkrum
uppiskoyti osfr.
Oftani taka teir upp
vid ghetto-blastara, med-
an teir venja, so at teir
ikki gloyma hugskotini,
teir fåa.
Brúka hugskotini
Búi heldur, at tú eigur
at brúka hugskotini
heldur enn at blaka tey
burtur.
- Hvussu oftani er ikki
komið fyri í onkrari
Jam-session, at tey góðu
hugskotini hava floymað.
Tá ið tú so skalt brúka
hetta aftur, er tað horvið
úr minninum. Betri er at
"jamma" upp á band - og
só td. lurta eftir ti dag-
in eftir, sigur hann.
Rock Men skriva bæði
á føroyskum og enskum.
Okkurt skriva teir saman,
og okkurt skriva teir
hvør sær. Men allir hava
teir skrivað onkran tekst.
Tað skal ljóða væl
Hvaðani fáa ut inspira-
tiónina?
- Tað er so øgiliga ym-
iskt. Stutt sagt alt kann
geva íblástur. Og vit
brúka alt í nútímans
poppi, jazzi og rock sum
fyrimynd. Vit vilja hava
tað at ljóða væl -situr
tað, er tað gott.
- Endamálið er ikki, at
tað skal vera so torført
sum gjørligt. Heldur
skal tað vera einfalt og
gott enn torført og ván-
aligt. Flestu løg okkara
eru eisini nokk so einføld
- Tónleikurin, vit gera,
skal vera spennandi, á-
hugaverdur og ljóða væl.
Einki er "best"
Hava tit nakran ávísan
bólk sum fyrimynd?
- Nei - tað kunnu vit
ikki siga. Allir hava vit
lurtað eftir tónleiki, síð-
ani vit vóru smádreingir.
Tá kundi tú hava tínar
fyrimyndir og halda, at
hatta ella hatta var best.
- Men sum frá líður,
kemur tú eftir, at so øgi-
liga nógv er gott.. Einki
ávíst er "best".
Rock Men,
Føroyar:
Hjalti Joensen, guit-
ar, Búi Tyril, trumm-
ur, Petur Mohr Rein-
ert, bass og Edmund
Jacobsen, sang.
Lítil útgerð
Utgerdin hjá Rock
Monnum rúgvar ikki so
nógv upp. Gittari, bass-
ur, trummur og ein sang-
ari.
- Sjálvandi eru møgu-
leikarnir stórri, hevur tú
tangentar, blásarar o.a.
við. At útgerð okkara er
so lítil, er mestsum av
tilvild.
- Men í løtuni eru vit
væl nøgdir við, at vit eru
so fáir. Lættari er at
samskipa ein lítlan bólk.
Heldur eru vit fáir, enn
at vit eru eini sjey-átta
mans, og alt verður ein
hurlivasi.
- Við synthiseizarum
er mangan so - ja, næstan
eyðkent - at teir fylla
bara út. Vit leggja stóran
dent á, at tónleikurin er
væl lagdur til rættis -
arrangeraður.
Hvussu gittarin ljóðar
her og basssurin har osfr.
so vit ikki bara spæla
akkordir. Allir hava vit
havt áhuga fyri hesum.
- At tónleikurin er væl
lagdur til rættis, hevur
sera stóran týdning fyri
fyri góðskuna, sigur Búi
Tyril.
Rock Men verða at
hoyra kl. 19 héskvøldid.
ð
Ov seint gongur
- Tann rytmiski tónleikurin í Fóroyum er lítið
og einki útviklaður hesi seinastu fimm årini,
sigur Maria Guttesen, songkvinna úr Havn.
Hon heldur, at tann
rytmiski tónleikurin í
Føroyum er ov eintátt-
aður.
- Antin spæla vit
country - ella heavy met-
al. Okkurt átti at ligið í-
millum.
Nú hevur hon so sungið
í ymsum donskum tón-
leikabólkum og hevur
roynt ymsar stílar. Bæði
fyri at royna ymiskan
tónleik - og fyri at royna
seg sjálva.
Umframt tað noyðist
hon at arbeiða - tí í
fyrstuni ber ílla til at
liva av tónleiki eina.
Men eg arbeiði alt
samdøgrid. Og nú havi eg
eisini fingið samstarv í
lag við ymsar bólkar og
fleiri uppgávur sum sang-
ari.
Er torført hjá tónleik-
arum av hesum slag at fáa
nakað at gera í Danmark?
- Tað veldst um,
hvussu "frekur" tú ert.
Men mest ræður um at
finna ein sermerktan stíl
- Í Danmark, har eg eri
í løtuni, er sjálvandi
nógvur vánaligur tónleik-
ur at hoyra - men so
sanniliga eisini nógv
gott. Í Førøyum er út-
boðið ov lítið.
- Men hóast alt er
nógv broytt. Tann rytm-
iska undirvísingin í skúl-
unum er nógv betur í dag
enn áður. Í dag hava børn
nógv rytmiskt í sær - og
tað merkist, at frálæran á
hesum gki er nógv batn-
að. Vit høvdu bara kór í
skúlanum - og fingu lítið
og einki rytmiskt tilfar.
ella hava eina sermerkta
rødd - so kanst tú hava
eydnuna við tær. Ella tú
kanst gera sum Jodlc-Bir-
ge! Tað veldst um ambi-
tiónirnar.
Nógvur tónleikur í
Árhus
Maria býr í Árhus, og
hon letur væl at tónleik-
arlívinum í býnum. Sera
nógvur tónleikur, sigur
hon.
-Eg havi ongar ætlanir
um at flyta til Keyp-
mannahavnar - í hvussu
ikki enn. Tað skuldi ver-
ið, um eg fekk okkurt ar-
beiði haryviri. Men eg
trívist væl í Árhus - her
er menniskjasligari enn í
stórbýum.
- So tann parturin út-
viklast eisini her á landi -
men ov seint gongur.
Lítil og eingin broyting
er hend við rytmiskum
tónleiki hesi seinastu
fimm árini, sigur Maria
Guttesen.
Eiga at fara burtur
Hon hevur búð í Dan-
mark nú í eini fimm ár.
Og hon fór niður við ú í
hyggju at útviklast meir
í sangi 0.Ø.
- Vit eiga at fara burt-
ur - og í hvussu er vísa,
hvat vit kunnu bjóða, sig-
ur hon.
I løtuni fær Maria
onga undirvising i sangi -
men sjålv hevur hon
nógvar privatnæmingar,
sum hon undirvísir heima
við hús. Hon ætlar at
finna sær onkra góða
jazzsangarinnu, sum kann
undirvísa henni.
Lærir nógv av at
undirvísa
Er ikki torfórt at und-
irvísa í sangi, tá ið tú
ikki ert útbúgvin sang-
lærari?
- Væl gonst, haldi eg.
Eisini lærir tú nógv av at
undirvísa. Eg havi eisini
undirvíst børnum í tón-
leiki og samanspæli. Sera
góðar royndir at hava, tá
ið tú fert at útbúgva teg.
- Tann rytmiski
tónleikurin í Føroyum er
ov eintáttaður. Antin er
tað country ellu heavy
metal. Okkurt átti at
ligið ímillum, heldur
Maria Guttesen.
Maria fór av álvara
undir at syngja, tá ið hon
flutti niður. Aðrenn
hevði hon sungið i Astro
og ødrum tónleikabólk-
um. Men longu tá hevði
hon ætlanir um at gera
meir við sang.
Hon gekk á háskúla -
og fekk bredl. Hon av-
gjørdi at verða verandi
niðri - í gllum fórum
eitt tíðarbil - tí avbjóð-
ingarnar vóru fleiri.
Arbeiðir alt sam-
døgrid
Hevur tå hug at fara
tann vegin?
- Ja - eg havi hugsað
um at sýkt inn á Center
for Rytmisk Musik og
Bevægelse í Silkeborg.
Klassiskan tónleik geri eg
ikki so nógv við. So væl
dámar mær, at skúlin í
Silkeborg er komin, sigur
hon.
Maria ætlar íkki at
koma aftur til Føroyar í
bræði. Avbjóðingarnar
eru stórri niðri.
Hon verður at hoyra
seinasta stevnukvøldid -
friggjakvøldid kl. 19.
0