týsdagur 13. august 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
mi sosigaley
Abyrgdarblaðstjóri: Jan Miller
Fyritaksstjori: Krisjan Dahi
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
Samvinna við Ísland
SPURNINGURIN um økta samvinnu
millum Feroyar og Ísland og londini
annars í útnorði verður av og á tikin
fram í tí almenna tjakinum. Júst í hes-
um degum hava umboð fyri londini í út-
norði havt fund í Grønlandi, og tað
verður áhugavert at frætta, hvat komið
er burtur úr — hvørjar møguleikar lond-
ini hóma í framtíðini fyri øktum sam-
starvi.
Í BLAÐNUM í dag og hósdagin koman-
di er áhugaverd grein um júst henda
spurningin: stórri samvinnu millum Før-
oyar, Ísland og Grønland og lutvíst eis-
ini Noreg. Greinskrivarin hevur rætti-
liga áhugaverdar hugleiðingar um,
hvussu eit nú føroyingar og íslendingar
kunnu økja um samvinnu við Ísland
sum var tað ein løtuvinningur, sum bara
gagnar okkum
TVORTURIMÓTI eiga føroyingar at
sanna, at samvinna millum londini átti
at verið tað náttúrligasta av verðini, nú
vit eru grannar og hava havt tætt til-
knýti gjøgnum fleiri hundrað ár. Grein-
skrivarin er ikki sørt vånsvikin av, at
bondini millum hesar báðar brødratj6d
irnar ikki hava givið úrslit á tí vinnuliga
økinum. Soleiðis at skilja, at stóu vit
meira saman fótaðu vit okkum nógv
betur á tí stóra altjóða marknaðinum.
HÓAST íslandskvotan hevur stóran
týdning fyri okkum, so er hon eisini ein
kleppur fyri øktari samvinnu. Ti sum er
taka vit ímóti uttan at lata nakað aftur-
fyri. Hetta heldur greinskrivarin ikki er
rætt, men vísir á, at vit føroyingar eiga
at reka ein politikk, sum miðjar ímóti, at
eisini íslendingar skulu hava fyrimunir
við eini samvinnu við okkum føroying-
ar. Og tað er í hesum sambandi, at tey
meira enn 130.000 tonsini av feskum
fiski, sum íslendingar útflyta til Europa,
verða nevnd.
TAÐ hevur verið nógv frammi í fjølmidl-
unum, at vit føroyingar vildu bjóða ís-
lendingum betri prís fyri henda fiskin,
sum fer framvið oyggjum okkara inn á
meginlandið. Men so illa varð hetta lagt
upp, at íslendingar bråddliga gjørdust
okkara »figgindar«. Vi vórðu skuldsett-
ir fyri við almennum stuðuli at keypa
fisk frá íslendskum skipum og harvið
»taka hann frá teirra flakavirkjum. End-
in varð tann, at málið um keyp av fiski
úr Íslandi steðgaði upp.
GREINSKRIVARIN í Sosialinum í dag
vísir á, at vit framvegis hava meguleika
at keypa fisk frá íslendingum, men at
vit ikki eiga at gera hetta einans við
egnum vinningi fyri eyga. Vit eiga at
taka upp veruliga samvinnu við íslend-
ingar um allan fiskaspurningin, soleiðis
at bæði teir og vit í framtíðini kunnu fáa
gagn av einum slíkum samarbeiði. Vit
eiga at bera so í bandi, at yvirkapacitet-
urin á okkara flakavirkjum kann koma
Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith -
Dagny Joensen - Ólavur W. Høgnesen -
Utgevari: P/f Sosialurin
Uppseting: Pt Sosialurin
Prent: P/f Pressan 1981
íslendingum til góðar, soleiðis at teir
heldur enn at flyta fiskin feskan til Eu-
ropa — í einumhvørjum samarbeiði við
okkum — fáa sum mest burturúr.
TAÐ er einki at ivast í, at hóast vit eru
fáment og einans teljast fá túsund
menniskju í útnorði, so kunnu vit — um
vit standa saman — gerast ein sterk
eins mótvegis tí stóra meginlandinum,
tá hugsað verður um alt tað rikidømi,
sum vit umsita í Norðuratlantshavi.
Hesin fiskurin er í veruleikanum at
meta sum gull fyri eitt nú fiskiidnadin á
meginlandinum og tær mongu hundrað
milliónirnar av brúkarum, sum fegnar
vilja hava fisk á døgurdabordid. Umsita
vit hetta rikidømid rætt og standa vit
saman og royna at fáa sum mest burtur-
úr tí, tá eru vit ikki at meta sum fáment,
men sum eitt øki, ið er ført fyri at breyð-
føda seg sjålvt og væl meira enn tað.
ÁSANNANDI at næstan alt tað føroy-
ingar og íslendingar veiða nærum 100%
av øllum botn'iskinum verður evnað til
blokk og úitlutt sum sovorðin, so må
sigast at meguleikarnir eru nógvir og
stórir. Saman hava Ísland og Føroyar
møguleikan fyri at lemja stórar partar
av fiskiidnadinum i EF, steðgaðu vit fyri
blokkstreyminum og hinvegin kundu
vit fingið týðandi stýring á sama móti
arbeiddu vit í felag við framleiðslu og
útboði við hesi voru.
AT VIT so eisini standa uttanfyri EF ger,
at vit enn hava meguleika at fremja
Bústaður: Argjavegur 26
Telefon
Postadresså: Postsmoga 76
110 Torshavn
14720
Argir
11820 Teiafax:
nakað í felag uttan at eitt av løndunum
er bundið av einum tílíkum limaskapi.
Ístaðin fyri at lata fiskiídnaðinum í EF
okkara góða og reina fisk at góðska
víðari og harvið virðisgkja, so eiga vit
sjálvir at góðska hendan fiskin. Og júst
hetta eigur at vera tað týdningarmesta
liðið í samvinnuni millum londini í Norð-
uratlantshavi: at tað eru vit sjálvir, sum
veiða og góðska tann fiskin, sum svim-
ur í okkara egna havgki.
HUGLEIÐINGARNAR hjá greinskrivara-
num í Sosialinum í dag eru áhugaverdar
og eiga at verða tiknar til eftirtektar.
Hetta at hvørki Grønland, Ísland ella
Føroyar eru við í EF — og hetta at okk-
ara fiskirikidømi hevur so stóran áhuga
júst í EF — eigur at fáa okkum at fara
undir itøkiliga samvinnu á fiskivinnu-
gkinum. Hugsast kann m.a. at vit í felag
marknadarføra fiskavørur úr heimsins
reinasta sjógvi — at vi — tí vit eru ov fáir
einsamallir — arbeiða saman úti á
heimsmarknaðinum við eitt nú at hava
skrivstovur o.l. undir felags taki. Enda-
málið skal vera, at vit standa saman
sum ein eins, ið bjóðar fram stóra euro-
peiska marknaðinum heimsins bestu
fiskavørur — góðskaður út í síðsta og
dýrasta lið.
Dagblaðið
og Norrona
Dagblaðið
umreður í
oddagrein Smyril Line og
Norrenu. Blaðið
skrivar
m.a.:
»Sæd við økonomiskum
eygum, hevur Smyril
Line skapt eitt tad
sunnasta arbeidsplåssid
føroyingar eiga i dag.
Medan summarsigling-
in er, eru 290-100 fólk
mynstrad umborð á
Norrønu. Hvønn dag —
7 dagar um vikuna —
rindar Smyril Line
80.000 kr. í lønum, og
tað besta er: Hetta letur
seg gera fyri valuta,
sum alsamt fleiri út-
lendsk ferðafólk leggja
eftir seg á feroyskum
hondum.
Men í kjalarvørrinum
å okkara siglandi stolt-
leika hómast enn leivd-
irnar av politiskum
brotasjógvum, ið nær-
um fingu skútuna at
kollsigla. Sum hjá ollum
eðrum vinnulíusmonn-
um í Feroyum, seinastu
mongu árini, máttu
partaeigararnir í P/F
Smyril Line í 1984 eisini
ásanna, at, „vit hava
skapt eitt samfelag, har —
hildið verður, at gjald-
ferið hjá einstaklingum
hevur tað best í lands-
kassanum — til polit-
iska (ofta vitleysa) um-
siting.
Ikki verri enn so, at
framvegis er gjørligt at
velja menn og kvinnur
út í Tinganes, sum hava
fatað, at allur lands-
kassans peningur (eisini
tann lænti)i síðsta enda
er ein fiskastertur, ið
privatmenn fingu á húk-
in ella í trolið. TY tá hes-
in fiskur endiliga verður
seldur á marknaðinum,
hevur landskassin um
tollin, = skattin, olju-
gjaldið v.m. etið ein
stúran part av ti pen-
ingavirði, veran skapti.
Eisini ferðafólk eru
eitt slag av råvøru —
ein kærkomin alterna-
tiv inntekukelda. Og tá
vit í Feroyum høvdu
menn við hugskotum og
visjónum, hvussu ein
lønandi vinna kundi fá-
ast burturúr ferða-
mannaflutningi, hendi
tað gleðiliga at teir
keyptu eitt skip — Nor-
renu — og byrjaðu at
sigla millum Feroyar,
Danmark, Ísland osv.
og eitt nú eisini
Scrabster.
Við at royna ymiskar
møguleikar, varð so líð-
andi funnið fram til lon-
andi- og ólenandi sigl-
ingarleiðir. Tað stutta
av tí langa er, at slíkar
royndir kosta, og í 1984
mátti Smyril Line sekja
landsstýrið um stuðul
(lán), um Norrenu
skuldi verða lív lagað.
Pauli Ellefsen, sum tá
var logmaður, og
Hilmar Kass, ið eisini
sat í landsstýrinum fyri
Sjålvstyrisflokkin,
søgdu: Nei!
Sostatt legði annar
landsstýrismaður —
nevniliga Jógvan Sund-
stein — uppskot fyri
logtingið, har hann til-
mælti at P/F Smyril
Line fekk váttaðan
neyðugan figgjarligan
stuðul. Aftaná juster-
ingar í neund góðtóku
Fólkaflokkurin = (sam-
gonguflokkur), Jaunað-
arflokkurin og Tjóð-
veldisflokkurin (bådir i
andstødu) — uttan um
landsstyrisflokkarnar,
Sambandið og Sjálv-
stýrið — at veita Smyril
Line 13 mið. kr. í láni. Á
heysti í 1984 fekk Smyr-
il Line 13 mid. kr. aftur-
at, og hesaferð tryggj-
aði løgtingid sær, at 5
av 7 nevndarlimum í
P/F Smyril Line skuldu
veljast av løgtinginum,
inntil lánið var aftur-
goldið.
Í januar 1990 var
hetta lánið afturgoldið,
og føroyskur politikkur
hevdi fostrad eitt dømi
um, at vid teimum
treytum vinnukvið hev-
ur at virka undir, kann
studul stundum vera al-
neyðugur.
Latið okkum vóna, at
P/F Smyril Line í fram-
tíðini sleppur undan at
biðja um hjálp úr ti
landskassa, sum fram-
vegis gloypin jaglar í
seg tað gjaldføri, ið m.a.
Norrøna letur útlendsk
ferðafólk leggja eftir seg
her á landi«.
SEV og vit
Nú er nakað síðani,
at ein partur av út-
byggingini av vatn-
orkuútbyggingini hjá
SEV í Eysturoynni
varð liðugur. Nógv
varð tá skrivað og
tosað fyri og ímóti
hesi útbygging. Men
endin varð so tann,
at SEV fekk loyvi at
gera sum teir hevdu
ætlað. Nú er so aftur
frammi at halda
fram við útbygging-
ini. Løgmadur segði í
ólavsekureðuni, at
SEV hevur biðið
landsstýrið um loyvi
at taka lán til nýggj
byggistig. Um somu
tíð frætta vit, at
áhugi er fyri at
royna vindmyllur í
Feroyum, men hetta
verður feiðað av
borðinum av SEV-
stjóranum, sum
ongatíð hevur verið
serliga heitur fyri
vindorku. Hann vísir
m.a. á, at netið ikki
er bygt til slíka.
Hvussu og ikki, so
tervar okkum eitt
orðaskifti um bæði
vatn og vind og ikki
minst um SEV.
Rætt er at spyrja,
hvat í veruleikanum
fekst burtur úr Eið-
isverkinum, hvat tað
kostaði, hvat tað
varð mett at kosta,
hvat nýggj útbygg-
ing er mett at kosta
og hvat hon fer at
kosta, tá avtornar
o.s.fr. Hevur landið
ráð til slíka útbygg-
ing nú ella er hon
neyðug og kann hon
geva arbeiði til fólk,
sum tørvur er á.
Spurningarnir eru
nógvir. Latið okkum
fáa nekur svar. Óiv-
að verður meira at
frætta í samband við
viðgerðina av løg-
mansreðuni.