Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. august 1991síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 147 — 13. august 1991 tíðindablaðið Tað má gerast her og nú: Føroyingar og íslendingar mugu til at samvinna meira — Í hesum tíðum er tað okkum foroying- um, ið torva fisk og eitt gott samskifti við aðrar og skulu vit gera okkum vónir um góð viðurskifti við okkara grannar í ein norðurvestan, so eru tað vit, ið megu taka tey neyðugu stigini, og tað er altavger- andi, at teir, ið trega skulu hesar getur, trega varliga og ærliga, ikki so nógu við kapping í huga, hugsandi einans um egnu rok, men soleiðis at fólkini — bæði tað ís- John Smith setir spurningin, hvat ið kann gerast, og serliga, hvat ið ikki eigur at verða gjert, til tess at rekka einum betri og meira týðandi handilspolitiskum sam- skifti við grannar okkara í ein norður-vestan Við íslendingar eiga at verða tiknar upp handilspolitiskar samráðingar. Stig til tílíkar samráðingar eiga at verða tikin av hægsta politiska myndugleika føroyinga. Í fyrsta umfari eigur hetta at verða gjert uttan aðra um- boðan fyri vinnulívið enn meguligar ráðgevarar í ávís- um spurningum. Eitt byrj- unarsteði fyri hesum samráð- ingarumfari á politiskum stigi er, at vit, eftir styttri áramál gerast ferir fyri at lata íslendingum ráfiskavirði fyri sokallaðu >Íslandskvot- una«, hendan fisk vit higartil hava fingið sum olmussu, ella vinargávu, alt eftir hvussu sin nú sær uppá hesi viður- skifti. Tí eyðsýnt er, at hendan kvota, her heima hjá okkum, hevur alt ov stóra politiska vekt, heldur enn handilsligan týdning. Ístaðin fyri eina >Íslands- kvotu«, við minkandi hand- ilsligum týdningi, eiga vit at stremba fram ímóti kvotum, í íslendskum týdningi: Tað er kvotaavtalum, ið hvíla á eitt sunt, bæði handilsligt og vistfreðiligt grundarlag. Í Íslandi hevur føroyske „Íslandskvotan“ heldur ikki nakran handilsligan týdning, við tí avgerandi undantaki, at hon er lemjandi fyri fer- oyskar politikarar í ellum samskifti við Ísland. Sam- vinnuavtala um optimering av veiðu og veiðuvirði eftir alternativum botnfiskasløg- um sum brosmu, longu, blá- longu, átti at verið eitt av evnunum, nú íslendingar standa framman hóttandi niðurskurði í veiðuni eftir toski, hýsu og meguliga upsa. Víðari kann ein so seta sær spurningin um hvat ið kann gerast, og serliga, hvat ið ikki eigur at verða gjert, til tess at rekka einum betri og meira týðandi handilspolit- iskum samskifti við grannar okkara í ein norður-vestan. Vit eiga ikki at ynskja eftir einari endurteku av tí úrsliti, føroyskir vinnulívsútsend- ingar fingu burturúr fundi við íslendsk fiskivinnuumboð í Reykjavík nú fyri stuttum — har feroyingar boðaðu frá ovurhonds keypihugi av tí fiski, ið er grundarlagið hjá íslendskum fiskavirkjum — jú, soleiðis varð hetta skilt av íslendingum, orsakað av at feroyingar málbóru seg sum teir gjørdu og ikki høvdu fyrireikað seg so frægt, at teir kundu vísa á, at íslend- ingar — sum er — flyta út 130.000 tons av ísfiski til m.a. Stóra Bretland, Týsk- lands og Fraklands. Hesi umboð feroyinga fingu í tískili at vita, at sjálv- andi kundu íslendingar ikki nokta feroyingum at fara inn á teirra virkir, men tá hetta, sum vera man, kendist sum ein hóttan mótvegis íslendsk- lendska og tað foroyska — koma at standa solidarisk hvort móti ødrum, í fe- lagsstríði mótvegis meirmegnandi tjóð- um, fyri bæði vestan, sunnan og eystan, skrivar John Smith í hesi greinini, ið snýr seg um storri samvinnu millum londini í Norðuratlantshavi. Hann heldur, at politiska siktið eigur at vera samvinna við Ísland meira heldur enn spurningurin um feskan fisk úr Ís- landi, ið ikki bert eigur at vera ein spurn- ingur um handil í generellum týdningi, men handil, har tað fyri báðar partar verð- ur talan um sterri vinning úr sama — nú hótta og minkandi tilfeingi. Tað er av storsta týdningi, at vit i ollum lutum hava í huga, ikki bert egin áhuga- mál, men í storstan mun, íslendsk áhuga- mál, skrivar John Smith m.a. í greinini, sum er í tveimum pørtum. um áhugamálum, segdu ís- lendsku umboðini seg polit- iskt vilja virka fyri, at føroy- ingar mistu rættindi síni ann- ars í íslendskum sjógvi. Ivaleyst er hetta eisini or- sekir. til, at vit í hesum deg- um — miðjan juli 1991 — megu lýða á, meðan íslendsk- ir og feroyskir politikarar stríðast við at greiða fløkja- sligar misskiljingar. Næstu grannar Íslendingar eru okkara næstu grannar — umframt eisini at vera okkara næstu skyldfólk, tá tað snýr seg um okkara mál og uppruna ann- ars. Nógv demi eru um sam- skifti okkara millum, ikki ein- ans í fjaru fortíð, men eisini í nýggjari tíð eru nógv, góð demi um tílíkt gott sam- skifti. Politiska siktid eigur at verða samvinna við Ísland, meira heldur enn spurningur- in um feskan fisk úr Íslandi, ið sjálvandi ikki bert eigur at verða ein spurningur um handil í generellum týdningi, men handil, har tað fyri báð- ar partar verður talan um sterri vinning úr sama — nú hótta og minkandi tilfeingi. Tað er av stersta týdningi, at vit í ellum lutum hava í huga, ikki bert egin áhugamál, men í sterstan mun, íslendsk áhugamál. Myndin av Íslandi, í huga- heimi flestu feroyinga, er ein fjar, dekk, bláviolett mynd av fjøllum langt burturi í sjónarringinum. Á fjøllunum er ævinligur ísur, og tað rek- ur keld luft inn yvir mannin, ið stendur við rulluna, eyg- leiðandi línuna upp úr sjó- num, bannandi toskin, ið tyk- ist hava avtikið hverja brosmu- og longuleið, langt úti til havs — hesin fiskur, ið heldur hánt um hjáveiðu- rollu sína á íslandsmiðum, ið, sum vituligt er, er av polit- iskum uppruna, sambært til- ráðingum, kanska trýsti frá vinnuni. Lítur ein í vanliga kortið yvir norður-atlants-ekið, staðfestist ein, eitt sindur av- lagað, mynd. Ikki fyrrenn tú nærkast og hyggur nærri at hesum landi, har eitt lítið tal av fólki bú- leikast, og ikki fyrrenn tú hevur ferðast og búð í Íslandi og samtalað við íslendingar, soleiðis at tú, við egnum sansum hevur sannað og sæð, hvussu og hvat hetta landið og tess almáttuga náttúra ger við fólk, ikki fyrr- enn tá dagast eitt innlit og formast ein fatan, ið er sjálv fortreytin fyri einari nýtilig- ari vitan og nýtiligum kunn- leikasteði um Ísland, landið sjálvt, um fólkið og tess mentan. Landið er veldugt. Og sum landið, so fólkið. Og skalt tú virka í Íslandi, skal tú virka nú. Her og nú — í morgin er alt kanska burtur og broytt. Alit og trúvirði Spurningurin um feskan fisk úr Íslandi er fyrst og fremst og í mestan mun ein spurn- ingur um álit og um trúvirði millum tvær tjóðir, millum ís- lendingar og feroyingar, mill- um tvey fólk av sama upp- runa, ið gjella fylgja við gongdini, hver hjá eðrum. Í hesum tíðum er tað okk- um feroyingum, ið terva fisk og eitt gott samskifti við aðr- ar og skulu vit gera okkum vónir um góð viðurskifti við okkara grannar í ein norður- vestan, so eru tað vit, ið megu taka tey neyðugu stig- ini og tað er altavgerandi at teir, ið trega skulu hesar get- ur, trega varliga og ærliga, ikki so nógv við kapping í huga, hugsandi einans um egnu rók, men soleiðis at fólkini — bæði tað íslendska og tað feroyska — koma at standa solidarisk hvert móti eðrum, í felagsstríði mótveg- is meirmegnandi tjóðum, fyri bæði vestan, sunnan og eyst- an. Úr Íslandi vóru í 1990 út- flutt 131.038 tons av ísfiski til marknaðarlondini Stóra- Bretlands, Týsklands og Fraklands. At leita til suður-Ameriku, New Zealands, Alaska, Sene- gal og suður-Afrika kann tykjast at vera sum at fara um ánna eftir vatni, og er tað væl eisini, um somu tíð sum vit vita at íslendingar sigla framvið Feroyum við tí gylta fongi, ið ivaleyst kundi verið grundarlagi undir ellum, bæði feroyskum og íslendsk- um búskapi, í blóma. Tað er heilt eyðsýnt, at hevur feroysk vinnulívsstýr- ing ikki sæð, viljað ella megn- að at fáa til vega neyðugar handilsligar relatiónir land- anna millum, so eiga stig nú at verða tikin til tess at táa samvinnu á øllum økjum, bæði handilsliga og politiskt, Síða 9 Myndin av Íslandi, í hugaheimi flestu fer- oyinga, er ein fjar, dekk, bláviolett mynd av fjellum langt burturi í sjónarringinum og Feroyar, ella kann orsekin vera tann, at íslendskir prísir á fiski, millum skip og virki, í veruleikanum eru betri, held- ur enn teir tilsvarandi fer- oysku, uttan studning? Líka so lætt tað kanska er at sannfera seg um, at stytsta leið millum Chum King og New York er lineal- linjan ígjegnum norðpólin á einari centralprojektión, líka- so misvísandi er tað, at meta um avstandir á einari merka- torprojektión, ið annars stav- ar frá 15. eld, men steðugt er tann mest brúkta myndin av okkara jørå. Millum annað nettup tá talan er um avstandir og vegalongdir, kann tað vera at feroyingar kundu gjert seg galdandi og havt nakað at bjóða íslendingum. Í ávísum førum er tað longri ímillum sýslurnar í Ís- landi enn tað er ímillum Ís- land og Feroyar, ja, tað er longri eftir vegnum millum suður-múla-sýslu fyri eystan og vestur-ísafjarðar-sýslu vestanfyri, enn tað er imill- um Ísland og Scrabster, og á miðari leið úr Íslandi til Scrabster liggja Feroyar. Vit síggja at tað millum Feroyar og næsta landið, Ísland, eru umleið 200 fjórðingar í bein- ari linju, ella einir 370 km, og eisini at tað ímillum Feroyar og meginlandið Bret- land/Skotland eisini eru um 370 km, meðan tað eru 725 sera torferir vegakilometrar ímillum Seyðisfjorðin og Reykjavikarøkid, har ís- hevur sítt tilhald. fyri norðan, tá er talan um ávikavist 711 ella 738 km. Framhald