Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. august 1991síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 147 — 13. august 1991 Tórshavnar Jazz, Fólka og Blues Festival: Suð leggur fyri Tórshavnar Jazz, Fólka og Blues Festival byrjar í dag. Longu kl. 15 leggur Gentukórið Suð av Skålafjørdinum fyri við eini rytmiskari skrá. Tær syngja í Klingruni. Hetta er rættiliga nýtt kór, men tær eru longu komnar væl áleiðis og megna rytmiskan tónleik væl. Eisini hava tær ver- ið á holt við annan tón- leik. Kórleiðarin, Jóhan Mortensen, sigur, at hann ætlar at tær skulu syngja so nógvan ymisk- an tónleik sum gjørligt. Kl. 19 fáa vit høvi at hoyra finsku sangkvinn- una Ira Kaspi, danska saxofonspælaran Chris- tian Vuust og danska stórbandið Workshop DK-5000 í Høllini. Ki. 20.30. spælir is- lendski bélkurin Témas R Einarssonar Kvar- tett nyggjan islendskan jazzténleik i Klingruni, danski jazzbólkurin Lassens Jazzkalas gamlan jazztónleik í Dansisalinum, og kl. 21.30 syngur Sven- Bertil Taube burtur úr spildurnýggjari skrá í Høllini. Kl. 15 i morgin spælir føroyska trioin Tuba Mirum nyggjan jazz- tónleik i Klingruni. Kl. 19 spæla The Doky Brothers úr USA i Høllini. Kl. 20.30 spæl- ir Benjamin Afadi úr Ghana i Klingruni, og samstundis spælir før- oyski bólkurin Jazz- Oasis (Edvard Debess Vár Jacobsen, frásógufólk á Jazzstevnuni: Frásogufólkið eigur Ikki at vera middepil - men skal lýsa tey, ið koma inn á pallin - At fara ófyrireikaður inn á pallin ber ikki til. Tú mást kenna nakað til teir tónleikarar, tú skalt lýsa. Tí dámar mær bet- ur at hitta tónleikararnar frammanundan og skifta orð við teir - og eisini hoyra teir spæla, um tíð er til tað. Sama ger, um tónleikararnir eru føroy- ingar, og tú kennir teir væl. At hitta teir framman undan er betri, sigur Vár Jacobsen. Hon er frásggufólk á Tórshavnar Jazz, Fólka og Blues Festival. Í ár eru tey 5 í tali. Tey fyrstu árini vóru tey bert tvey. - Tað var ov lítið - og eisini alt ov strævið. Konsertir eru jú á trim- um stóðum í senn, so at vera allastaðni var vón- leyst. - Nú hava vit eisini frí eitt kveld, so tú kanst sita millum åhoyrarar- nar, um tú hevur hug. Jazztiltøkini eru ymsastaðni í býnum, men frásggufólkini halda bara til í Norðurlanda- húsinum. Gentukórið Suð av Skálafjórðinum syngur rytmiskan tónleik í Klingruni kl. 15 á dag. Jóhan Mortensen leiðir. Kvartett) standard-løg og føroyskan jazz-tón- leik í Dansisalinum. Kl. 21.30 verður heimskendi brasilski harmoniku- spælarin Sivuca at hoyra í Høllini. ð - Týdningarmikið er, at frásggufólkini ikki verða miðdepil á kon- sertini, men lýsa tón- leikararnar, ið koma inn á pallin. Hetta er ikki "okkara show", Sigur Vár Jacobsen. ð "Tað dýrt." Hetta hoyra tey í av- greiðsluni í Norður- landahúsinum oftari nú enn fyrr. Tá kom íkki fyri, at fólk spurdi um prís. Nú avger prísurin, um fólk keypir atgongu- merkir - tey kunnu eisini setast aftur av tí sama. Sum heild gongur meira striltið at selja at- gongumerkir í dag. Til Jazzstevnuna selja tey nokk so javnt. Gravgang- ur hevur ikki verið - ikki til nakra konsert. Kunningarstovan hevur var forbiðið Fólk spyr um prisin selt nakað tað sama til Jazzstevnuna sum undan- farnu ár. Fyrr var skjót- ari útselt - nú bíðar fólk til seinastu létu. Men afturfyri selja tey eisini mestsum øll atgongu- merkir teir seinastu dag- arnar áðrenn Jazzstevn- una. Er einki "stórt" navn við, so gongur striltið at selja. Sven-Bertil er eitt sovorðið "stórt" navn - men fólk keypir ikki bara til hansara konsert, men eisini til hinar. ð Vit mugu fáa: Aktivari áhoyrarar Tí verður skipað fyri skeiði í Rock'n'Roll-dansi um vikuskiftið Í sambandi við Tórshavn- ar Jazz, Fólka og Blues Festival verður skipað fyri skeiði í Rock'n'Roll- dansi í Kommunuskúlan- um um vikuskiftið. 95 norðmenn koma hendavegin í tí sambandi. 12 teirra eru lærarar í rock'n'roll-dansi, og har- aftrat eru 5 føroyskir lærarar, ið hava lært í Noregi. Skeiðið er framhalds- skeið - also fyri tey, ið eru komin nakað á leið. Men fyri fólk á byrjunn- arstødi verður skipað fyri byrjunnarskeiði í Blues Boogie-dansi. Á skeiðnum í fjør vóru 250 fólk við. Fáa áhoyrararnar aktivari Brandur Øssursson sig- ur, at teir fóru undir hetta tiltak við tí í hyggju at fáa áhoyrarar- nar aktivari. - Vit leggja alstóran dent á at læra fólk at spæla ymisk ljóðferi. Her sæst eisini úrslit - men samstundis eru á- hoyrararnir vorðnir alt passivari. Men við hesum kunnu vit venda gongdini - i øllum fórum, tá ið tað snýr seg um rock'n'- roll-dans. Skeiðið er í Kommunu- skúlanum í Havn fríggjadagin kl. 17 - 19.30 og leygardagin kl. 14 - 16.30. Fólk kunnu melda seg til á Kunning- arstovuni tlf. 15788, og skeiðið kostar Kr 100. Høvi at royna seg Leygarkvgldið verður almennur dansur í Gund- adalshøllini, og tá spæla Thunderbirds úr Vest- manna og fólkatónleikar- bólkurin Sheep Dip úr Hetlandi Rock'n'Roll- tónleik. Tá verður høvi at royna tað, tú hevur lært á skeiðnum. Men, sigur Brandur, hetta er al- mennur dansur, so gll eru sjálvsagt vælkomin niðan. Vanligur dansur verður eisini. - Og besti bólkur í Føroyum til slíkan dans er Vestmannabólkurin Thunderbirds, sigur Brandur Qssursson. ø