Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. august 1991síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

1 a ms Nr. 147 — 13. august 1991 Síða 11 TB fekk HB niður á jørdina aftur Við góðum spæli og einum alla tíðina hóttandi Boga Johannesen vann TB 4-1 á HB, sum heyði 8-2 sigurin á B36 at liva upp til. Men tað eydnaðist als ikki, tí TB spældi øll síni kort rætt út TB-HB 4-1 (2-1) 1-0 Bogi Johannesen (31.) 2-0 Bogi Johannesen (40.) 2-1 Gunnar Mokr (41.) 3-1 Óli Johannesen (51.) 4-1 Bogi Johannesen (77.) Tað var við stórum for- væntningum og tungum krøvum hangandi yvir sær, at HB um leygarmorgunin fór suður til Suðuroyar at spæla móti TB. Vikuskiftið undan hevði HB nevniliga bókstaviliga vundið burturúr granna- liðnum B36, og vóru tí stórar vónir settar til gamla havnarliðið, nú tað skuldi mýta aldursforsetanum, ið lá á triðfremsta plássi. Og í fyrra hálvleiki av dystinum sunnudagin á Sevmyri sá heldur ikki út til, at TB fór at gera HB lívið súrari enn HB kundi geva heimaliðnum tað. Álop báðar vegir Í fyrra hálvleiki var nevniliga lív í spælinum hjá báðum liðum, og lítið og einki spæl var á miðj- um velli. Alopini skiftust um at skola inn yvir fyrst annað málið, so hitt. Ferðin var stór á spæl- inum, og bæði liðini vístu stak gott spæl. Tað varð TB, ið kom framum — fyrst 1-0 í 31. minutti og síðani eisini 2-0 í 40. minutti. Báðar ferðir var tað Bogi Johannesen, ið syrgdi fyri málunum. Fyrra málið kom eftir samanspæl við Gullok Svalbard, ið spældi bóltin til Boga, sum hóast stadd- ur í trunka fyri málinum, fekk snarað sær á og hamra bóltin í netið. Seinna málið var eftir langt útspæl frá TB-mál- verjanum Rolf Christian- sen. Aftasti maður hjá HB, Niels Pauli Jacobsen feil- metti bóltin, tá hann skuldi stúta hann burtur, so bólt- urin fór uppum hann og inn til ein púra frían Boga, ið bert skuldi dribla Kaj Leo av og síðani skjóta bóltin í málið. HB dovnaði burtur Men hesaferð gjørdu HB'ararnir skjótt av. Ikki høvdu teir meira enn givið bóltin upp, so sendu teir tann altíð skjóta Gunnar Mohr avstað, og hann læt ikki kjansin fara frá sær, men sendi bóltin framvið Rolf til minkingina 2-1. Medan spælid hendan fyrra hálvleikin hevði ver- ið merkt av álopum báðar vegir og kjansum somu- leiðis, gekk ikki long tíð av seinna hálvleiki, áðrenn HB dovnaði burtur og fullkomuliga misti takið á spælinum, so TB bara kundi yvirtaka tað heila. Hetta varð í fyrsta um- fari staðfest av einum máli, ið Óli Johannesen skjeyt longu eftir spæl í fimm minuttir. TB kann koma langt Hann varð av Boga frí- spældur, og eftir at hava fangað Kaj Leo í HB-mál- inum á skeiva beininum, kundi hann seta bóltin í netið til ta uppaftur trygg- aru leiðsluna 3-1. Eftir hetta var stórt sæð ikki nógv meira at síggja til HB, meðan TB'ararnir so við og við i løtum fóru at taka sær so av løttum, at teir heldur spældu sín- ámillum í brotsteiginum hjá HB, enn at senda bóltin um strikuna, sjálvt um tað onkuntíð hevði borið eins væl til. Tá so einir 12-13 min- uttir vóru eftir, mundi Bogi Johannesen halda nóg mikið vera spælt. Eftir langt útspæl frá Rolf fekk hann fatur á bóltinum innanfyri Niels Paula, sum Sunnudagin eydnaðist Rolf úr TB saman við hinum á liðnum at hála Gunnar og HB niður aftur á jórðina, eftir at havnarfelagið í eina viku nú hevdi sveimað á ljósareyðum skýggj- um yvir Gundadali. enn einaferð feilmetti so katastrofalt, at tað nærmast var lættasta sak av verðini hjá Boga at snýta Kaj Leo fyri triðju ferð og við sjokk-effektum at draga HB niður aftur á jørðina eftir eina viku á ljósareyðum skýggjum yvir Gundadali. TB byrjaði annars kapp- ingarárið væl, fyri síðani at steðga eitt sindur á, men nú sær so út til, at gongd er komin á aftur. Og við tí evnaríka hópinum og sera væl samanhangandi spæl- inum kann TB koma langt í ár. Hinvegin er HB fram- vegis ov svingandi. Sum oftast stendur ikki á, at á- lopið virkar rímiliga væl, meðan verri er statt við verjuni. Missurin av Jó- annes Jakobsen er ikki av enn, og serliga annað og fjórða málið hjá TB bera boð um, at ein tryggari loysn á aftasta plássið hevði komið væl við. hj. LIF fekk hålva hevnd 2. DEILD: LÍF-ÍF 2-2 (1-2) 0-1: Ken Bærendsen 1-1: Kaj Eli Olsen 1-2: Magni á Lækjuni 2-2: Arni Vatnhamar Sæd vid leirvikseygum var í mun til útidystin tal- an um hálva hevnd, tá grannarnir úr Fuglafirði vóru á vitjan. Javnleikur- in 2-2 er góð ábending um javnan, ferðmiklan og hendingaríkan dyst, sum í letum varð væl leiktur. Váti vellurin bar trupul- leikar í sær at fáa tamar- hald á stiklandi bóltinum. Eftir jorðini og beint á bar væl til við samanspæli, men ofta gloymdu leikar- arnir hetta og royndu seg í staðin við stikkbóltum, sum oftast vóru ómegulig- ir at fáa fatur á. Trý mál komu síðstu átta min. av 1. hálvleiki. ÍF hornaspark úr hegru rennur Kenn ímóti og stútar í mótsatta horn. Frálíkt stút, men vánaligt verjuspæl. ÍF fagnaðurin hevur ikki lagt seg, tá LÍF javn- ar: Í ovfarakæti letur ÍF verjan Marner Olsen koma igjøgnum í høgru. Hann roynir seg úr spísk- um, Erling tveitir seg og hálvklárar, verjan snork- ar, og Kaj Eli er fyrstur á staðnum og ger bart. Sálarliga gott at javna fyri steðgin, mundu leir- víkingar hugsa. Men Jóan Carl hevði lag nakað aftur at, tí Torfinn fitt letu lá skaddur eftir óneyðugt spark í andlitið, tá ÍF herji royndi eftir vónleysum bólti. Og í yvirtíðini legg- ur hegnisligi og væl leik- andi vinstri vongverjin, Magni á Lakjuni, ÍF á odda, tá hann gerst púra leysur í vinstru síðu stutt frá málinum. Torfinn dekkar málið illa, tá hann leypur út, og Magni skor- ar lættliga. Kanska vóru óneyðuga nógvar kreftir nýttar til rennibóltar, serliga eftir steðgin. Men leikararnir staðfestu, at konditiónin er í lagi. Í hvussu so er hjá miðvallarunum, ikki minst hjá Árna, Sigurdi og Arna á LÍF miðvelli- num. Teir vóru avbera raskir, demdu fyri vanda- mikla Ábrahami (frálíkur at rudda ekið kring seg, tá hann fær bóltin), og vóru altíð til reiðar at spurta fram. Miðskeiðis í hálvleiki- num javnar Arni: Skjótá- lop verður spælt upp í vinstru. Øll ÍF verjan fer í høgra borð, og Kaj Eli krýnir væl eydnaða polter- abendin við frålikum tvør- bólti, sum Arni tekur nið- ur einsamallur á hálvum kúfóðri, rekur dygst móti Erlingi, sum er komin út í brotsteigin, og rullar mill- um beinini. -nn- fyri Sandoy Alt á sama stað Húsatrygging Lívstrygging Vanlukkutrygging Ferðatrygging Lat okkum kanna tygara torv. Ring tlf. 61376 - Fax. 61 309.