Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. mars 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 58 - 25. mars 2003 Nr. 58 - 25. mars 2003 3 Guðrun Sólja Jacob- sen kom fríggjakvøld- ið víðari úr semifinal- uni og til finaluna í "Stjerne for en aften". Og hon er spent og gleðir seg at síggja kappingarneytarnar aftur. Eitt tað ringasta við øllum kappingar- hurlivasanum eru klæðini, heldur Guðrun, sum vænt- andi syngur "Promise Me" í finaluni TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen Sunnukvøldið á midnátt fekk Sosialurin orðið á Guðruna Sólju Jacobsen, sum tá nærum júst var komin heim til Tvøroyrar, eftir at hava vunnið sær sess í finaluni í "Stjerne for en aften" fríggjakvøldið. - Eg eri móð, so tað verð- ur nokk ikki fyrr enn í morgin, at eg jubli og skríggi, segði Guðrun sunnukvøldið, tá hon saman við familju og kenn- ingum sat inni hjá ommu síni, sum bjóðaði suppu og okkurt leskandi afturvið. Tú kom víðari sum ein av trimum. Veitst tú nakað um, hvør tykkara fekk flestar at- kvøður? - Nei, eg havi hoyrt okk- urt smávegis, men havi einki alment fingið at vita, sigur Guðrun. Klæðini Spurd, um hon hevði nervar til semifinaluna, tí mót- støðan nú var størri, sigur Guðrun, at nervar hevði hon, men ikki vegna stóru mótstøðuna. - Eg ræddist trappurnar, tí eg var í so keðiligum stivlum, sigur Guðrun, og váttar, at tað við klæðunum sum heild er partur av bak- síðuni av medaljuni. - Tað við klæðunum er ræðuligt! Og á heimasíðuni hjá Danmarks Radio, har ein kann senda heilsan til Guðrun og hinar luttakarar- nar, verður eisini eitt sindur kjakast um klæðini. Og leysasøgur hava sagt, at Guðrun til fyrsta umfar av kappingini ikki var í tí, sum fólkini hjá DR vildu, men beint undan framførsl- uni fór í aftur egin klæðir. Hesa útlegging av søguni váttar Guðrun tó ikki heilt, tó at okkurt er um, at klæðir vórðu skift út, men at tað ikki altíð er so lætt við klæðunum, tað váttar hon. - Tað er ymiskt, sum skal rigga og vera so og so. Tað skal rigga til upptøkutólini og fríggjakvøldið hildu tey eisini at tað var "festligari", um eg var í kjóla. Eg hevði ein hvítan klædning við, sum eg hevði fingið í Før- oyum, og honum var eg í leygardagin, tá vit vóru úti kring og sungu, sigur Guðr- un. Promise Me Hevur tú gjørt av, hvønn sang tú skal syngja í finaluni? Tá eg verði spurd, so hugsi eg fyrst um "Promise Me", men enn er einki heilt avgjørt. Men tað verður helst hann, men so kanska okkurt verður gjørt við hann, sangurin skal kanska "peppast upp", sigur Guðr- un, tá hon svarar ein av mest settu spurningum í hesum døgum. Guðrun sigur, at hon hevur ikki beinleiðis nervar til finaluna, men hinvegin er hon sera spent og hon gleðir seg at hitta hinar lut- takararnar aftur. Familjan var við í Dan- mark um vikuskiftið til semifinaluna. Eftir kapp- ingina fríggjakvøldið var, sum vanligt, veitsla á Park Café. Har var familjan eisini við og eisini nógvir føroyingar stukku inn á gólvið, tí har var opið hús og ikki afturlatin veitsla. - Klokkan 2 kom so bussur, sum koyrdi til Admiral Hotel, og klokkan 8 leygarmorgunin skuldu vit víðari út at syngja ymsa- staðni. Familjan er spent uppá finaluna, men um tey koma við til Danmarkar tá, velst um so nógv. Millum annað er ikki greitt, hvussu nógv Guðrun fær atgongumerki til ella hvussu nógv hon kann hava við sær. Og at ogna sær pláss til finaluna í Forum er sera kostnaðar- mikið. Har verða nógv fólk, eini 5000, ella meira, gevur tað ikki nervar? - Eg veit ikki, eg haldi har verða meira enn 5000 fólk. Tá vit sungu í Frede- riksbergsentrinum leygar- dagin vóru eini 5000 fólk, sigur Guðrun, og tykist ikki hugsa stórvegis um hetta í løtuni. Malta og finalan Meðan heit suppa verður sopin hjá ommuni, og vit í bakgrundini hoyra sang- hugað fólk, spyrja vit Guðruna, hvussu er statt við túrinum til Malta, sum hon tryggjaði sær part í við at vinna eitt innleiðandi umfar. - Túrurin til Malta verður á páskum, ella á har á leið, og tað verður beiggi mín Eyðun, sum kemur við, sigur Guðrun. Longu tann 4. apríl er stóra finalan í "Stjerne for en aften", har vinnarin m.a. fær ein plátusáttmála. - Eg skal niður aftur fríggjadagin. Tá er eitt slag av tourne ella vit skulu samansjóðast, sigur Guðr- un, áðrenn hon aftur fer at taka sær av gestunum og mánamorgunin hevur aftur skúlagongd at bjóða, men sum Guðrun skemtiliga sigur, so sleppur hon tá at greiða frá og kanska reypa. Og er møðin runnin av, so er tað sambært Guðrun- fyrst í samrøðuni - mána- dag, at hon skal jubla og skríggja. Og hvør í hennara stað hevði ikki gjørt júst tað sama? – Eg gleði meg til finaluna – Tá eg verði spurd, so hugsi eg fyrst um »Promise Me«, sigur Guðrun, sum tó ikki endaliga hevur gjørt av enn, hvønn sangin hon fer at syngja í finaluni til Stjerne for en aften, »Promise Me« ella »Hero« – Eg ræddist trappurnar, tí eg var í so keðiligum stivlum, sigur Guðrun, sum váttar, at tað við klæðunum sum heild er partur av baksíðuni av medaljuni. – Tað við klæðunum er ræðuligt, sigur hon Lesið Sosialin -tað loysir seg! C M Y K 3 2 Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara elskaða mamma, vermamma, omma og langomma Annie Berg, Tórshavn - f. 12. febr. 1928 doyði 21. mars 2003. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju mikudagin 26. mars kl. 13.00 Fyri tey avvarðandi Anders, Marjun, Gulli, Arnold og Andrias