Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-25, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. mars 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 58 - 25. mars 2003 Nr. 58 - 25. mars 2003 5 Flokkurin ætlar at seta politisku dag- skránna við ítøki- ligum uppskotum um fiskivinnupolitikk, fíggjarpolitikk, sjálvstýristilgongd POLITIKKUR Áki Bertholdsen Andstøðan í føroyskum politikki plagar ikki at hava serliga nógva ávirkan á førda politikkin. Men stendur tað til Føroya Javnaðarflokk, verður tað nú øðrvísi. Flokkurin hevur havt drúgvan fund um vikuskift- ið, har politiska støðan varð til viðgerðar. Samstundis var upplýs- andi fundur fyri javnaðar- áhugaðum um ES, men hetta var einans ætla til upplýsingar, tí tað er als ikki talan um, at støða floksins til ES er broytt. Jóannes Eidesgaard, for- maður floksins, sigur, at á fundinum í floksleiðsluni varð politiska støðan gjørd upp. Men samstundis tos- aði flokkurin eisini um, hvussu hann kann gerast sjónligari í føroyskum politikki. Hann sigur, at tað er ein sannroynd, at soleiðis, sum føroyskur politikkur er skipaður, er tað samgongan einsamøll, sum avgerð all- an politikkin og tí kann tað verða skjótt hjá eini and- støðu at dovna burtur, tí hon hevur onga ávirkan. Men hesa felluna ætlar javnaðarflokkurin ikki at fella í. – Vit ætla okkum á vøllin og at gera, hvat vit kunnu fyri at fáa ávirkan. Formaður floksins sigur, at tað ætlar flokkurin at gera við at seta politisku dagsskránna. Og tað skal gerast við ítøkiligum upp- skotum um broytingar á ymsum økjum. –Vit høvdu fleiri stórmál á skránni, eitt nú fiski- vinnupolitikk, fíggjarpolit- ikk, sjálvstýrispolitikk, kommunupolitikkin og um, hvussu almenna umsitingin skal skipast, sigur hann. Flokkurin kom ikki til nakra niðurstøðu á fundin- um leygardagin, men nú eru limirnir í floksleiðsluni farin hvør til sítt at um- hugsa tey ymsu málini og so er ætlanin at hittast aftur seinni at stinga ítøkiligar ætlanir út í kortið. – Eg haldi, at tað hevur stóran týdning fyri okkum sum andstøðuflokk at vit eru árvakin og ikki sovna í vanliga andstøðuleiklutin- um. Ikki minst tí tað er skilligt, at samgongan hev- ur harðliga bruk fyri einum veruligum mótspæli. – Umframt at gera vart við okkara egnu hugsan um ymisk mál, ætla vit á henda hátt at tvinga samgonguna at taka verulig, politisk mál til viðgerðar. Ivaleyst at tríva í Og Jóannes Eidesgaard hel- dur, at tað er ivaleyst at tríva í. – Fiskivinnupolitikkurin er eitt málsøki, sum hevur stóran týdningi. Har er ein trupulleiki at tað ber til at leggja smábátar saman til stór, effektiv skip, sum síðani verða sett í bólk, har ongin vil kennast við tey og har tey ikki hoyra heima. – Við hesum hevur javn- aðarflokkurin ikki sagt, at tað skal vera knívskorið at keypa og selja fiskirættindi, tí tað ber illa til, men gøl- urnar, sum hava verið í seinastuni bera á tað borð- ið, at umsitingin av fiski- vinnuni er ikki nøktandi. Trupulleikarnir, sum smábátarnir hava við tað, at fiskidagarnir verða uppi, er ein annar trupulleiki. Sjálvstýrismálini eru onnur stórmál, sum flokk- urin ætlar at taka upp. Í tí sambandi ætlar flokk- urin at arbeiða víðari við uppskotinum hjá Hans Paula Strøm á grundlógar- ráðstevnuni har hann hann mælti til at grundlógar- nevndina skuldi royna at fáa eina politiska semju um sjálvstýrismálini. – Eg havi varhugan av, at allir flokkar vístu hesum uppskotinum áhugað og tað hevði verið søguligt at fingið undirtøku frá øllum løgtinginum, ella í hvussu so er einum stórum meiri- luta, fyri sjálvstýrispolit- ikkinum. Nú hevur tað verið roynt til fánýtis í skjótt fimm ár at fáa semju um sjálvstýris- politikkin. Hvat fer so for- mannin í javnaðarflokkin- um til at vænta, at tað skal bera til nú? – Tað er løgmaður, sum hevur gjørt seg til talsmann fyri at savna ein stóran meiriluta í løgtinginum um fullveldismálið. Men vit hava alla tíðina gjørt greitt, at so leingi endamálið var fullveldið her og nú, var onki at gera semju um. – Men vilja allir partar ásanna støðuna, sum hon er nú, og eru sinnaðir at ar- beiða hiðani frá, haldi eg framvegis, at tað eigur at bera til at finna semju. Og tað skerst ikki burtur, at eftir grundlógarráðstevn- una sær veruleikin mun- andi øðrvísi út, tí har vóru nógvar gamlar mýtur sópaðar til viks. Jóannes Eidesgaard sig- ur, at heimastýrislógin er ikki nøktandi og tí er neyð- ugt at gera eina nýggja av- talu ímillum Føroyar og Danmark, sum staðfestir rættindini hjá løgtingi og landsstýri. Ávirkan á fíggjarlógina Javnaðarflokkurin fer eisini at royna at fáa størri ávirk- an á fíggjarlógina. Og hann er til reiðar at gera neyðsemjur við sam- gonguna fyri at fáa nøkur av sínum málum við. – Soleiðis verður arbeitt við fíggjarpolitikki í øðrum londum og vit fara at vita um tað ber til hjá and- støðuni í Føroyum at fáa ávirkan á fíggjarlógirnar við at gera neyðsemjur við samgonguna. Javnaðarflokkurin ætlar sær á vøllin Í Sosialinum fyri eini viku síðani um aðal- fundin hjá Føroya Ar- beiðarafelag, var ein grein um sjúkragrunn hjá Føroya Arbeiðara- felag. Hendan greinin kundi misskiljast og tí hesar útgreiningar: Sjúkragrunnurin veitir bert stuðul til »vanliga sjúku«. Fyrr bar ikki til at fáa stuðul úr honum fyrrenn níggju mánaðir vóru far- nir og viðkomandi datt úr dagpeningaskipanini. Men á aðalfundinum nú varð skipanin broytt, so at tað nú ber til at fáa stuðul úr honum eftir tríggjar mánaðir. Men harafturat hevur Føroya Arbeiðarafelag eina trygging hjá fel- agnum, ALKA, sum veitir stuðul til limir við ávísum álvarsligum sjúkum. Hendan trygg- ingin veitir eisini stuðul, tá ið børn hjá limum á Føroya Arbeiðarafelag fáa álvarsliga sjúku. Somuleiðis tryggjar ALKA avvarðandi, um ein limur í Føroya Ar- beiðarafelag doyr. Og harafturat fáa limir í Føroya Arbeiðarafelag, sum fylla 67 ár, útgjald úr tryggingini. Treytin fyri at fáa hetta eftirlønargjaldið frá tryggingini er, at við- komandi pensjonistur, hevur verið virkin limur í Føroya Arbeiðarafelag seinastu fimm árini, áðr- enn hann ella hon, fara frá við eftirløn. Bæði grunn og trygging Javnaðarflokkurin ætlar sær á vøllin. Tað er neyðugt at gera vart fyri seg og samgongan hevur tørv á veruligum mótstpælið, sigur Jóannes Eidesgaard. At fundur eisini var um ES, er ikki ein ábending um, at flokkurin er í ferð við at broyta kós í tí málinum Rættarfundurin varð av ongum Mánamorgunin kom málið fyri rættin, har Heðin Mortensen, býráðslimur varð stevndur av Leivi Hansen fyrrverandi borgarstjóra fyri ærumeiðing. Rættar- fundurin varð tó av ongum, tí báðir part- arnir komu til eina semju, sum dómarin, Jørgen B. Petersen, legði fram RÆTTARMÁL Ingrid Bjarnastein Heðin Mortensen møtti mánamorgunin upp í rættinum saman við sak- førara sínum Christian Andreassen. Við hitt borðið sótu Leivur Hansen og sak- førari hansara, Hans Trygvi Teirin. Orsøkin til, at hesir menninir vóru í rættarhøl- unum í gjáramorgunin er eitt sindur torskild. Leivur Hansen hevði stevnt Heðin Mortensen fyri ærumeið- ing, tí sambært Leivi hevði Heðin á býráðsfundi 2. mei í fjør samanborið Leiv við skandaluborgarstjóran í Farum kommunu, Peter Brixtofte. Harafturat vildi Leivur Hansen, fyrrverandi borgarstjóri vera við, at Heðin hevði sagt, at Leivur hevði krógvað skjøl í samband við Tórsvøll. Av ongum Rættarfundurin varð tó av ongum. Tá rættarfundurin skuldi byrjað kallaði dóm- arin, Jørgen B. Petersen, báðar sakførararnar aftur- um, har teir tosaðu eina løtu. Síðani fóru sakførar- arnir við hvør sínum kunda afturum, har tosað varð eina løtu afturat. Fyrstir útaftur í rættar- salin vóru Heðin Morten- sen og Christian Andreas- sen. Bíðað varð síðani eina løtu afturat, og so komu Leivur Hansen og hansara sakførari útaftur. Teir boð- aðu frá, at teir tóku undir við tí. Tí, sum ongin visti, hvat var. Tá øll vóru komin út aftur úr rættarsalinum, vísti tað seg, at partarnir vóru báðir komnir ásamt um eina semju. Semjan, sum var eitt uppskot frá dómar- anum segði, at Heðin Mortensen hevði ongantíð sagt hasi orðini, men hann kunngjørdi, at um tað, ið sagt varð, varð uppfatað soleiðis, so hevði hann ikki grundarlag fyri at saman- bera Leiv Hansen við Peter Brixtofte ella at siga, at Leivur hevði krógvað nøkur skjøl. Báðir partar vóru væl nøgdir aftaná rættarfundin, sum varð av ongum. Og vóru báðir partar eisini samdir um, at málið ongan- tíð skuldi verið farið so langt sum niðan í rættin. Bæði Heðin Mortensen og Leivur Hansen søgdu, at teir vóru longu báðir komn- ir yvir hetta stríðið, og skiltust sum vinir. Heðin Mortensen kom mánamorgunin í rættin. Hann var stevndur fyri ærumeiðing, men sjálvur segði Heðin, at orðini hann varð skuldsettur fyri at hava sagt, ongantíð vóru komin úr hansara munni Mynd: Jens Kr. Vang Leivur Hansen, fyrrverandi borgarstjóri, sum hevði stevnt Heðini Mortensen fegnaðist um úrslitið. – Eg eri reinsaður nú, og tað hevur størstan týdning fyri meg, sigur Leivur Hansen Mynd: Jens Kr. Vang Eg eri reins- aður Leivur Hansen, fyrrverandi borg- arstjóri, er glaður fyri at vera reins- aður. – Eg havi lagt dent á, at Heðin skrivar undir uppá, at hann onki grund- arlag hevur fyri skuldsetingarnar, segði Leivur Hansen aftaná rættarfundin, sum varð av ongum RÆTTARFUNDUR Ingrid Bjarnastein – Fyri meg er tað av størri týdningi, at Heðin Mortensen skrivar undir uppá, at hann ikki hevur havt grundarlag fyri at samanbera við við Peter Brixtofte og siga, at eg hevði rikið kommununa eftir ein- um slíkum leisti. Har eri eg reinsaður, sigur Leivur Hansen. Hann vísir á eina grein í Dimmalætting, har Beate L. Samuel- sen hevur skrivað, at Heðin Mortensen hev- ur kallað Leiv Hansen fyri Peter Brixtofte, og hvar Heðin hevur sagt, at fleiri skjøl í sam- bandi við Tórsvøll eru horvin. – Hvør hevur skilt hvønn rætt, veit eg ikki, men tað vísir so, at Beate hevur skilt Heðin á sama hátt sum eg. – Eg eri bara glaður fyri úrslitið, tí eg havi ikki verið úti eftir nøkrum øðrum enn hesum, sigur Leivur Hansen. Báðir partarnir skilt- ust aftaná rættarfundin í sátt og semju, og bæði Heðin og Leivur vildu vera við, at teir framvegis eru vinir, og málið er longu gloymt. Ongan- tíð upp- livað tílíkt Heðin Mortensen fegnast um úrslitið av stevn- ingini hjá Leivi Hansen. Heðin Mortensen sigur, at hann hevur ongantíð saman- borið Leiv við Peter Brixtofte ella sagt, at hann hevur krógvað skjøl, og tískil var hetta málið ein stór tíðarspilla RÆTTARFUNDUR Ingrid Bjarnastein – Vit royndu at fáa semju í síðstu viku um hetta málið, men tað gekk ikki. Eg havi verið í býráðnum í 30 ár nú, og eg havi ongantíð upplivað, at man er farin í rættin við einum málið, segði Heðin Mortensen aftaná fundin. Hann leggur afturat, at á einum býráðsfundi hendir so nógv, og nógv verður sagt, men at Heðin skuldi hava samanborið Leiv við Peter Brixtofte og sagt, at Leivur hevði krógv- að skjøl í sambandi við Tórsvøll, var lygn. – Hjá mær hevur hetta verið ein stór tíðarspilla. Dómarin kom við hasum upp- skotinum, tí hatta málið hoyrdi ikki heima í rættinum. Talan var um orð ímóti orði, og segði dómarin, at Leivur Hansen fór at tapa málið, sigur Heðin Mortensen. – Leivur Hansen sigur, at hann er glaður fyri at verða reinsaður, men eg má siga, at tað er heldur eg, sum eri vorðin reinsaður. C M Y K 5 4