Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. mars 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 58 - 25. mars 2003 Nr. 58 - 25. mars 2003 7 Friðarligt vikuskifti Løgreglan kring landið hevur ikki havt tað stóra at gjørt hetta vikuskiftið POLITI Heri á Rógvi Løgreglustøðirnar kring landið hava ikki havt tað nógva at gjørt um viku- skiftið. Vakthavandi á Politi støðini í Havn veit at siga, at hetta vikuskiftið hevur verið stak friðarligt. Tveir menn hava verið á støðini fyri at sova rúsin av sær, men hetta er ikki meira enn vanligt. Annars visti vakthav- andi ikki at siga nakra til- burð hetta vikuskiftið. Einki í Klaksvík Vakthavandi hjá løgregl- uni í Klaksvík visti heldur ikki at siga um tað nógva hetta farna vikuskiftið. Eingin stórvegis til- burður hevði verið, og løgreglan hevði ikki havt nakran gest á støðini. Løgreglan í Klaksvík gjørdi eisini nakrar ferðslukanningar, men eingin varð tikin í tí sam- bandi. Av hinum løgreglustøð- unum, vit tosaðu við, var heldur einki stórvegis at frætta. Føroya Tele megnaði ikki at avgreiða allan tann stóra áhugan fyri at atkvøða fyri Guðrun Sòlju Jacob- sen í Stjerne for en aften GSM Heri á Rógvi "Samband fæst ikki við tænastuna, vinarliga royn aftur seinni". Soleiðis ljóð- aðu boðini, ið nógvir føroy- ingar fingu fríggjakvøldið. Kring alt landið sótu fólk frammanfyri skíggjanum og vóru til reiðar at geva Guðruni Sólju Jacobsen teirra stuðul við at senda eini SMS-boð. Føroya Tele hevði fingið skipað soleiðis fyri, at føroyingar eisini kundu atkvøða, og hetta er sjálv- andi kærkomin stuðul hjá Guðruni Sólju, men stuð- ulin kundi eftir øllum at døma verið munandi størri, hóast nóg nógvar atkvøður vóru fingnar til vega. Nógv sluppu at atkvøða, men fleiri fingu boðini um ólag. Jonhild Rasmussen hjá Føroya Tele sigur, at tey ikki heilt eru greið yvir, hvat tað var, sum gekk galið. – Tað hevur mestur verð- ur ov lítið av kapasiteti, sigur Jonhild Rasmussen. Àhugin fyri at stuðla Guðruni er risastórur í Før- oyum, og hendan áhugan hevði Føroya Tele ikki roknað við. Um smáar tvær vikur verður finala í Forum, og tá vilja føroyingar aftur sleppa at atkvøða, og áhug- in verður ikki minni tá. Ov lítil kapasitetur Langt frá allur stuðulin til Guðruna Sólju Jacobsen kom henni til góðar fríggjakvøldið, tí Føroya Tele megnaði ikki at fylgja við. Mynd: Álvur Haraldsen Føroya Sparikassi hevði aðalfund fríggjakvøldið AÐALFUNDUR Heri á Rógvi Meðan Finn Nørbygaard og klaksvíkingar hildu árs- aðalfund í KÌ høllini helt Føroya Sparikassi aðalfund í B36 húsinum í Havn. Føroya Sparikassi er vorðin til eitt partafelag, og partaeigararnir og nevndin kunnu koma á fund. Á skránni var alt tað for- mella við val av grannskoð- ara, góðkennan av rokn- skapi og val av nevndar- limum. Næstformaðurin í nevnd- ini fyri Sparikassan, Suni í Hjøllum, stillaði ikki upp- aftur til nevndarval, og í hansara stað varð Fritleif Olsen valdur. Fyri Jonnu Krog Poulsen varð Rólant Vidtfeldt valdur í nevndina. Jaspur Olsen fór úr nevndini fyri aldur, og Marian Jac- obsen tekur sæti hjá honum. Nevndin skipaði seg við Petur Zachariasen sum for- manni og Tormund Joen- sen, sum er starvsfólkaum- boð, sum næstformanni. Roknskapurin hjá Føroya Sparikassa vísti eitt avlop áljóðandi 60,6 mió. eftir skatt í 2002 móti 57,5 mió. í 2001. Føroya Sparikassin aðalfund Marner Jacobsen, forstjóri í Føroya Sparikassa, kundi siga sínum partaeigarum frá einum frálíka góðum ári í 2002. Mynd: Finnur Justinussen. Kristian Blak fekk størsta partin, tá Mentanargrunnurin gjørdu av, hvør skal fáa starvslønir komandi árini STARVSLØNIR Heri á Rógvi Mentanargrunnur Landsins hevur gjørt av, hvør skal fáa starvslønir frá grunninum í ár. Tónaskaldið og tónleik- arin Kristian Blak fær frá Mentanargrunni landsins starvløn frá Mentanar- grunninum til listaligt og mentanarligt arbeiði tey næstu trý árini. Hann fekk størsta lutin av peninginum, Mentanar- grunnurin hevur at býta út millum føroysk menta- og listafólk, ið søkja grunnin eftir starvslønum. Starvslønin er 20.073,58 kr. um mánaðin. Starvsløn- irnar eru frá einum mánaði til 36 mánaðir. Andrias Andreassen, myndahøggari, hevur fing- ið starvsløn í eitt ár. Tað hevur Marianne Clausen, tónlistagranskari, eisini fingið. Jóanes Nielsen, rithøv- undur, hevur fingið starvs- løn í seks mánaðir. Upplýst verður, at í alt 102 mánaðarlønir fyri góð- ar tvær milliónir eru latnar til listaligt og mentanarligt arbeiði. Áhugin fyri at ogna sær eitt petti av kakuni er stórur – 89 umsóknir vóru tilsam- ans og vórðu játtaðar. Starvslønir eru játtaðar til myndlistafólk, tónlista- fólk, rithøvundar og til sið- søguligt arbeiði. 102 mánaðarønir til listafólk Kristian Blak fær starvsløn frá Mentanargrunni landsins komandi trý árini. Ein doktari í lossing Lossingarmentanin í Havn er søga. Fríggjadagin fekk Erland Viberg Joensen ph.d.-heitið fyri sína ritgerð um lossingarmenn í Havn. PH.D.-RITGERÐ Ingi Rasmussen Einaferð kallaði ein loss- ingarmaður í Havn seg fyri cand. loss í telefonbókini. Tað var í skemti. Nú hava føroyingar fingið ein aka- demiskan lossingarmann. Í ramasta álvara. Fríggjadagin vardi Er- land Viberg Joensen ph.d.- ritgerð um lossingarmenn í Havn. Erland Viberg Joen- sen er cand. mag. í søgu og fólkalívsfrøði. Hann hevur lisið á Fróðskaparsetrinum og við lærdu háskúlarnar í Århus og Keypmannahavn. Hann var liðugur í 1994 og hevur síðan undirvíst á Handilsskúlanum og Fróð- skaparsetrinum. Síðstu ár- ini hevur hann starvast á Landsskjalasavninum. Og fríggjadagin kom krúnan á verkið, tá hann vardi bók- ina »Lossingarmenn í Havn«, sum er komin út á forlagnum hjá Fróðskapar- felag Føroya. Men hvaðan stavar áhugin hjá akadem- ikaranum fyri lossingar- monnunum. – Áhugin er persónligur og stavar millum annað frá ættarbondum. Eg havi fleiri skilmenn, sum hava lossað á keini. Sjálvur havi eg ikki lossað, men eg havi kortini landað hinumegin vágna, sigur Erland Viberg Joen- sen. Lossingarmenn í Havn er ein heildarmynd av ar- beiðslívinum á keiini á Eystaruvág í Havn árini 1930 til 1980. Havnin í Havn verður lýst innan- og uttanífrá. Ítøkiliga arbeiðið, serliga mentanin í um- hvørvinum, havnarmenn og avbygdarmenn, samanhald og mótsetningar verða við- gjørd. Í somu vending vera tøkniligar broytingar lýstar, sum hava havt ávirkan á arbeiðslagið. Eitt serligt kapitull er um trunkan av arbeiðsmonnum framman fyri pakkhúshurð- ina, har teir vóru útvaldir til arbeiði. – Hetta var ein kapping uttan reglur um arbeiði. Menninir stóðu í tøgn og bíðaðu eftir at vera útpeik- aðir. Mín viðgerð byggir á munnligar frásagnir. Hvør fekk arbeiði. Og hví? Hetta var eitt heilt serligt um- hvørvi í Havn, sum er farið í søguna, sigur Erland Vi- berg Joensen. Verjan av ph.d. ritgerðini fór fram á Føroya Sjómans- skúla seinnapartin fríggja- dagin og tók hálvan triðja tíma. Jóannes Dalsgaard, formaður í metingarnevnd- ini, greiddi fyrst frá, hvussu mett var. Honum á baki settu andstøðingarnir Jon- athan Wylie og Elisabeth Vestergaard spurningar, áðrenn nevndin at enda metti um ritgerð og verju. Alt endaði við, at Erland Viberg stóð royndina og kann kalla seg doktara í lossing. Bókin »Lossingarmenn í Havn« fæst í handlunum. Hon er 416 síður og kostar 280 krónur. Erland Viberg Joensen stóð royndina, tá hann varð tráspurdur um ritgerðina »Lossingarmenn í Havn«. Mynd: Jens K. Vang Skrøgg, tvætl og ram- asti álvari eru á skránni í, tá tann Stóra bókaútsølan við føroyskum bókum byrjar hósdagin 27. mars. Høvið verður at gera eitt ordans hál hesaferð, tí 300 bøkur vera settar bíliga til sølu og fleiri klassik- arar eru uppi ímillum BÓKAÚTSØLA Ingi Rasmussen Lærdómur er lættur at bera, siga vit. Nú er hann enntá upp á tilboð. Við hesum fyndorðum, legði Kári Árting skránna fyri ta stóru bókaútsøluna 2003 fram í søguligu stovu- num aftan fyri Gamla bóka- handil í miðbýnum í Havn. Og lat tað vera sagt bein- anvegin. Høvið er at gera eitt ordiligt hál í ár. Holini í bókasavninum kunnu rætti- liga fyllast út, og til ber eis- ini at keypa góðar gávur niðurfyri. Einar 300 bøkur eru í bókaskránni, og bøkur fáast bæði fyri helvtarpís, fjórð- ingspís og uppaftur minni. Í summum førum eru bert nakrar heilt fáar bøkur eftir og av øðrum er nóg mikið til. – Tað er ikki tí, at bøkur ikki vera seldar, at tær vera settar á útsølu. Tvørtur- ímóti munnu føroyingar keypa flest bøkur í øllum heiminum. Eisini meira enn íslendingar, ið breggja sær av at hava heimsmet. Hin- vegin er tað oftast soleiðis, at upplagið er prentað ríkiliga stórt, so tað loypir av, sigur Kári Árting, sum er formaður í bókahandl- arafelagnum. Fleiri perlur Hvør diamanturin er í bókaskránni hesaferð, er ilt at siga. Tað veldst um, hvør tú ert. Men tað er eyðsæð, at fleiri perlur í føroyska bókaskattinum eru at finna á hillunum. Lat okkum bara soleiðis hissini nevnda burturúr bókarúgvuni: Myndlist hjá Bárði Jákupssyni, sum áður kostaði 420 krónur fer fyri einans 192 krónur. Gomlu gøturnar hjá Johonnu Mariu Skylv fara eisini fyri sámuligan prís, hóast fáar eru eftir av hesum søgu- skattinum. Gravgangur man eisini fara at vera eftir bókunum hjá Niels Juel Arge, sum eru við í bókaút- søluni fyri fyrstu ferð. Fuglar í Norðurhøvum eftir Dorete Bloch fáast fyri einans 80 krónur, Villini súgdjór í Útnorði fara fyri 150 krónur. Ævigt galdandi Rura eftir Tóru Tórodds- dóttir fæst fyri undir 100 krónur. Sangirnir hjá Andreas Andreasen fáast fyri lítið og lætt. Og allar barnabøkurnar eru eitt kapitull fyri seg. Suðuroyggin við Serligar reglur eru fyri bókaútsøluni, sum er triðja hvørt ár. Bøkurnar skulu vera minst trý ára gamlar, og tær kunnu bert vera við á útsøluni tvær ferðir. Bókaútsølan var fyrstu ferð í 1988. Í ár eru átta handlar við. Fyri fyrstu ferð, kunnu suðuroyingar eisini keypa bíligar bøkur, og ein nýggjur handil í Klaksvík er við. Í ár eru ikki bara gamlar nýggjheitir við, men eisini fleiri góðir rithøvundar. Klassiskar týðingar og føroyskir úrmælingar eru á skránni. Men skulu vit so bara bíða nóg leingi, til ein bók, vit ikki unna okkum at keypa, kemur í bókaútsølu? – Tað ber ikki til at spek- ulera í bókaútsøluni, tí nógvar føroyskar bøkur koma ongantíð so langt. Forløgini duga betur nú at raka uppløgini til tann eftirspurningin, sum er, sigur Kári Árting. Ársins bókaútsøla byrjar hósdagin 27. mars og endar leygardagin 3. mai. Hest- prent hevur prentað skránna, sum verður borin út týsdagin og mikudagin. Lærdómur upp á tilboð Ársins bókaútsøla við føroyskum bókum hevur fleiri perlur ímillum. Hon byrjar 27. mars. Mynd: Jens K. Vang C M Y K 7 6