týsdagur 25. mars 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 58 - 25. mars 2003
Nr. 58 - 25. mars 2003
9
Seinasta vika royndist
bara væl hjá úrtóðr-
arbátunum vestan-
fyri. Væl var at fáa, og
prísurin helt sær
mestsum alla tíðina
ÚTRÓÐUR
Edvard Joensen
Vágar:
Vágamenn
eru
slopnir
undan teimum stóru trupul-
leikunum, sum hava staðist
av manglandi kørum til av-
reiðing. Allur fiskurin er
skildur og seldur fyri
hampilign prís.
Bátarnir, sum hava róð út
úr Vágum í vár, hava gjørt
tað hampiliga gott, sigur
Vinjard Joensen, sum hevur
fiskamóttøku í Sørvági.
Hann sigur, at í seinastu
viku fiskaðu snellubátarnir
soleiðis úr 1.000 upp í
3.000 pund á bátin um
dagin.
Línubátarnir fingu eisini
væl, sigur hann. Teir komu
upp í eini 6.000 pund á 15-
20 stampum.
Tað hevur eisini gingið
hampiliga væl hjá teimum
at fáa nakað aftur fyri fisk-
in, teir hava avreitt, letur
Vinjard Joensen at. Í sein-
astu viku var bara ein rætti-
ligur bummdagur, tá tosað
verður um prís.
Hann sigur, at teir hava
ikki havt teir trupulleikar,
sum eru aðrastaðni, við at
eingi kør eru at fáa. Allur
fiskurin, sum er komin til
fiskamóttøkuna í Sørvági,
er skildur, áðrenn hann er
farin á uppboðssølu.
– Tá vit ikki hava havt
nokk av teimum stóru kør-
unum, hava vit brúkt 90 lit-
urs kørini, sigur Vinjard
Joensen. Alt er skilt, og tí
hava vit so eisini sæð úr-
slitið av.
hann sigur, at bátarnir
hava verið rímiliga víða um
havið. Bæði í Vágahavinum
og norðan fyri Mykines.
Bæði snellu- og línubátar-
nir. Slagið hevur mest verið
toskur, sigur hann. Línubát-
arnir hava bara fingið ein
viðfáning av hýsu.
Men sum skilst á monn-
um eru teir ikki so harmir
um tað, tí hon hevur ikki
verið í høgum kursi seinnu
tíðina. Ein útroðrarmaður,
Sosialurin tosaði við her-
fyri og sum rør við línu,
segði, at hann fekk gron
hvørja ferð, hann sá eina
hýsu.
Góður fiskiskapur vestanfyri
Broyttar umstøður á
brennistøðini á Hjalla
gera, at bygnaðar-
broytingar verða
gjørdar. Ein avleiðing
kann gerast, at stjórin
ikki longur fer at bera
heiti stjóri, men verð-
ur nevndur deildar-
leiðari
UMSITING
Edvard Joensen
Arbeitt verður við at leggja
bygnaðin á Kommunalu
Orku- og Brennistøðini á
Hjalla um. Ein avleiðing
kann gerast, at støðin ong-
an stjóra fer at hava í fram-
tíðini, men ein deildarleið-
ara.
Torfinn Smith, formaður
í Heilsu- og umhvørvis-
nevndini hjá Tórshavnar
Kommunu, sum umsitir
brennistøðina, sigur, at
umstøðurnar kring brenni-
støðina eru heilt nógv
broyttar, síðan støðin lat
upp í 1987. Tað hevur so
gjørt, at farið er undir tær
bygnaðarbroytinarnar, sum
nú verður arbeitt við.
Tá brennistøðin lat upp,
var tað eitt partafelag, sum
rak hana. Tað er síðan
broytt, soleiðis at støðin nú
er rikin beinleiðis undir
fyrisitingini hjá Tórshavnar
Kommunu.
Aðrar umstøður á økin-
um eru eisini rættiliga nógv
broyttar,
vísir
Torfinn
Smith á. Virksemið er nógv
økt, samstundis sum tað
eisini er vorðið rættiliga
nógv breiðari, enn tá byrjað
varð í síni tíð.
- Nú eru nógv krøv, bæði
heimlig og altjóða, sum
lúkast skulu, so hildið varð
neyðugt at ganga alla
arbeiðsgongdina í gjøgnum
av nðggjum, sigur Torfinn
Smith, formaður í Heilsu-
og umhvørvisnevndini hjá
Tórshavnar Kommunu.
Hann leggur tó dent á, at
í løtuni verður arbeitt við
málinum, og at einki er
samtykt enn.
Seinasta vika royndist væl
hjá útróðrarbátunum
vestanfyri
Á aðalfundi hjá
Kommunusamskipan
Føroya um vikuskift-
ið fekk Skála Komm-
una limaskap í sam-
skipanini
KOMMUNUTÍÐINDI
Edvard Joensen
Skála Kommuna er nú lim-
ur í Kommunusamskipan
Føroya. Tað gjørdist hon á
aðalfundi, sum Kommunu-
samskipanin helt um viku-
skiftið.
Jógvan Krosslá, borgar-
stjóri í Vági, er formaður í
Kommunusamskipan Før-
oya. Kommunusamskipan-
in er felagsskapur hjá teim-
um seks størstu kommun-
um í landinum, umframt
Kirkjubøar Kommunu og
nú eisini Skála Kommunu.
Men Skála Kommuna
verður bara sjálvstøðugur
limur hetta valskeiðið út, tí
eftir næsta kommunuval í
2004 verða Skála Komm-
una og Runavíkar Komm-
una lagdar saman í eina
kommunu, sum so fer at
hava limaskap í Kommunu-
samskipanin.
Jógvan Krosslá, formað-
ur, sigur, at á fundinum
vórðu umrødd mál, sum
eru frammi í kjakinum í
dag. Tað stóra málið á
fundinum var málið um at
leggja eldraøkið frá lands-
umsitingini út til kommun-
urnar at umsita.
Semja er um í kommun-
unum, sigur formaðurin í
Kommunusamskipanini, at
tað er rætt at kommunurnar
yvirtaka eldraøkið. Men
kommunurnar
eru
ikki
samdar við landsfyrisiting-
ini í, at tað skal gerast alt i
einum.
- Okkum hevði dámt
best, um málið varð lagt út
til kommunurnar í smáum.
Soleiðis at vit fingu tað
líkasum frá einum enda av,
sigur Jógvan Krosslá.
Fundurin var friðaligur
og sømiligur, sigur hann.
Einki val var á skránni, og
leiðslan í Kommunusam-
skipan Føroya er tann sama
sum undan aðalfundinum.
Hon verður vald fjórða
hvørt ár.
Skála í Kommunu-
samskipanini
Limirnir í
Kommunusam
skipan Føroya
eru samdir
um, at tað er
rætt at leggja
eldraøkið út til
kommunurnar
at umsita.
Men teir
kundu hugsað
sær, at tað ikki
varð gjørt í
einum, sigur
Jógvan Kross-
lá, borgarstjóri
í Vági, sum er
formaður í
Kommunusam
skipan Føroya
Bygnaðarbroytingar á
Hjalla
Arbeitt verður við bygnaðarbroytingum í samband við
brennistøðina á Hjalla. Broytingarnar kunnu millum annað
hava við sær, at stjórin gerst deildarleiðari
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Kathrina og Kaj
Rørvig krún-
diamantbrúdleyp
20. mars høvdu Kathrina
og Kaj Rørvig í Hvidovre
verið gift í 65 ár. Kathrina,
f. Strøm, er ættað av Tvør-
oyri. Hon flutti sum ung til
Danmarkar, har hon sum
21. ára gomul giftist við
Kaj Rørvig. Kathrina hevur
lært at seyma, og tað hevur
hon gjørt í mong ár. Um-
framt at seyma hevur hon
eisini arbeitt á Cafeteria og
gjørt mat. Kaj hevur fyri
tað mesta koyrt hýruvogn í
Keypmannahavn. Tey eru
limir í føroyingafelagnum í
Hvidovre, og nógvir av
okkara landsmonnum hava
sitið væl inni hjá teimum.
Myndin er tikin á eini
dansiferð hjá føroyinga-
felagnum í Týsklandi. Í dag
er Kathrina 85 ár og Kaj er
86. Tey eiga trý børn, syn-
irnir Johan og Johnny sum
búgva í Danmark og dóttr-
ina Birgit, sum býr á Tvør-
oyri.
Kaj Nolsøe Bang deyður
19. mars andaðist á Born-
holm, Kaj Nolsøe Bang
fyrrverandi kommandør-
kapteynur, 88 ára gamal.
Hann var borin í heim á
donsku Vestindisku Oyggj-
unum, men flutti til Dan-
markar longu sum tvey ára
gamal. Hann tók stýrimans
og skiparaprógv og var
ovasti í donsku sjóverjuni
frá 1938 til 1975. Hann
kom fyrstu ferð til Føroyar í
1946 til Loranstøðina í
Vági, har hann varð stjóri.
Hann var eisini ovasti á verjuskipinum við Føroyar. Frá
1953-55 arbeiddi hann í Grønlandi fyri sjóverjuna. 1965-
67 var hann ovasti fyri sjóverjuni á Bornholm, og síðani
var hann í fýra ár ovasti á Marinustøðini í Havn, Seinastu
trý árini var hann ovasti á marinustøðini á Bornholm.
Hann skrivaði heilar sjey bøkur og luttók nógv í
almennum kjaki. Ein av bókunum er t.d. Færøerne – mine
fædres land. Hann var errin av, at hann var ættaður frá
sjálvum Nólsoyar Páll. Niels Winther (1822-1892), sum
var føroya fyrsti fólkatingsmaður og blaðstjóri á føroya
fyrstu avís, "Færingetidende", var langabbi hansara.
Í 1993 fekk hann ein blóðtøpp og var lamin í øðrum
arminum, men hann tók tó lut í gerandisdegnum til fyri
fáum mánaðum síðani, tá støðan aftur gjørdist verri. Kaj
Nolsøe Bang giftist í 1940. Konan situr nú einkja í
Arsdale á Bornholm.
Turid Zacharias-
sen leiðari
Turid Zachariassen er fyri-
bils sett sum leiðari á
nýggja
sambýlinum
á
Heygnum í Klaksvík.
Lógarheimild er ikki at
seta leiðarar burturav til
sambýlir, og tí skal dagligu
leiðarnir
finnast
innan
heimarøktina.
Turid er 45 ára gomul og
tók útbúgving sum sjúkra-
røktarfrøðingur í 1982. Í
eitt ár hevur hon verið vara-
leiðari fyri heimarøktina í
Norðoyggjum.
Hon er gift Poul Jacob
Zachariassen. Tey búgva í
Hvannasundi og eiga 4
børn í aldrinum 10-23 ár.
rs
Julianna Heimi-
stovu leiðari á
Mýruvegi
Julianna Heimistovu er sett
í starv sum leiðari fyri
Sambýlið við Mýruvegin í
Klaksvík.
Julianna er 39 ára gomul
og fødd og uppvaksin í
Sandavági. Hon tók út-
búgving sum pedagogur
við Montssorry Semenar-
ium í Keypmannahavn í
1986.
Hon er gift Jóannes
Heimistovu, og eiga tey týr
børn í aldrinum 1-17 ár.
Julianna tekur við starv-
inum 1. apríl.
rs
Julianna Heimistovu er sett í
starv sum leiðari fyri
Bústovnin og sambýlið við
Mýruvegin í Klaksvík
Turid Zachariassen er dagligur leiðari á nýggja sambýlinum á Heygnum í Klaksvík
Ingi Joensen 50 ár
25. mars fyllir Ingi Joen-
sen, grafikari í Havn, 50 ár.
Ingi er sonur Beggu og
Jákup Sverra Joensen, fyrr-
verandi stjóra á Fiskirann-
sóknarstovuni. Hann er
giftur við Jónvør, ið er úr
Sumba, og eiga tey tvey
børn, Beintu og Bárður.
Ingi nam sær grafiska út-
búgving í Keypmannahavn
í 70-unum, á "Atelier 12",
"Akademi for fri og Mer-
kantil kunst" og "Skolen
for brugskunst". Hann hev-
ur gjørt nógv við fotogra-
fering og hevur hann sýnt
fram, bæði her heima og
uttanlands. Í 1992 kom
bókin "Reflektión" út við
myndum eftir Inga Joen-
sen.
Í byrjanini av 80-unum
flutti Ingi heim aftur til
Føroya og byrjaði egið
grafiskt virki, fyrst í Eyst-
uroynni, men flutti seinni
til Havnar, har hann í dag
eigur og rekur Grafikk
Studio. Sum grafikari hev-
ur Ingi altíð skara framúr,
sum ein av okkara evnarík-
astu. Hann hevur lagt eitt
ótal av av bókum og prent-
lutum til rættis. Síðan sjón-
varpslýsingarnar komu í
føroyska sjónvarpið, hevur
hann arbeitt nógv við hes-
um miðli. Á hesum økinum
hevur Ingi Joensen verið
ein undangongumaður. Tað
sæst at her hendir ein sam-
eining av myndini og graf-
ikaranum og kemur hetta til
sjóndar í einum leikandi
løttum myndamáli.
Amanda
Andreasen 70 ár
Í
blaðnum
leygardagin
skrivaðu vit, at Símun
Jóhan Wolles á Eiði fylti 70
ár. Eisini nevndu vit, at
foreldrini Elspa og Óli í
Uppistovu fingu tvíburar
tvær ferðir. Teir báðir eldru
tvíburarnir eru Amanda
Andreasen í Klaksvík og
Símun Jóhan Wolles á Eiði.
Tað heldur óvanliga er, at
hóast tey eru tvíburasystk-
in, fylla tey ikki sama dag.
Amanda fylti 70 ár leygar-
dagin, Símun Jóhan sunnu-
dagin. Hansara føðingar-
dagur varð hildin fyri
hálvtfjórða hundrað gestum
í tí nýggju og stásiliga
ítróttarhøllini á Eiði.
Á Trøllanesi er tað van-
liga, sum helst í øðrum
smábygdum, at tilkomin
fluttu børnini av bygdini.
Einans ein sonur plagar at
vera eftir og føra húsið víð-
ari.
Amanda flutti til Klaks-
víkar og giftist í 1955 við
Leivi Andreasen av Húsum.
Tey eiga sonin Jákup, f. í
1955, hann er stjóri á
Fiskivinnuskúlanum í Vest-
manna, og døturnar Elspu
1957 og Oddbjørg 1961.
Umframt at røkja hús og
heim hevur Amanda eisini
havt útiarbeiði. M.a. hevur
hon arbeitt nógv á flaka-
virkinum á Kósini.
Dagurin
25. mars. Mariumessa um várið. Til minnis um, at eingilin
Gabriel boðaði Mariu Moy frá, at hon skuldi bera
frelsaran í heim (Lucas 1, 26-38). Grikska navnið Maria
er tað sama sum tað hebráiska Mirjam, týdningur
ókendur. Hoyrdist mýrisnípan láta í luftini á mariumessu,
skuldi kavi koma og tað sama, um ross lá fyri
mariumessu.
Venceslaus Ulricus Hammershaimb føddur í 1819.
C
M
Y
K
9
8