Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. mars 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 58 - 25. mars 2003 Nr. 58 - 25. mars 2003 11 Allur heimurin er um sjónvarpsskíggja vitni til sorgar- leikin í Irak. Har ósek sivil og herfólk lata lív. Heimurin er býttur í tvey, tey, sum eru fyri hesum kríggi og tey, sum eru ímóti. Tey flestu eru tó samd um, at Saddam Hussein er eitt bølmenni álíkt Hitler og Stalin. Men var neyðugt at fara í kríggj, eitt kríggj, sum ongan enda tykist fáa og neyvan ein enda, har nakar verður sigursharri. Royndirnar at avvápna Irak vóru komnar væl áleiðis. Ein samdur heimur tók undir við arbeiðinum hjá ST, ið átti at hildið fram. Tað var ikki at ganga í fótafetum Chamberlains, sum mong halda. Tað ávarað er um er júst við at henda. Eingin ameri- kanskur forseti, verjumálaráðharri ella herførari megnar frammanundan at siga, hvørjar avleiðingarnar vera av einum kríggi, serstakliga ikki har mótparturin hevur bøðlar sum Stalin sum fyrimynd. Hetta vistu teir áðrenn. Kortini tosaði amerikanski verjumálaráðharrin við stórum og sterkum orðum og segði, at eitt bumbuálop fór at verða framt, sum ikki hevði sín javnlíka í søguni. Og rætt var. Men til hvørja nyttu kunnu vit spyrja aftaná. Tað hevur ikki skelkað Saddam og hansara fólk, skilst. Hesi eru tvørturímóti farin at gera "helviti" heitt fyri inn- rásherliðini. Og hetta er bert byrjanin. Trongdur upp í ein krók kann Saddam jú finna uppá alt. Hann er samvitsku- leysur. Tað vistu og vita vit. Hann fýrir ikki fyri at taka lívið av túsundtals av sínum egnu, um skuldin kann leggj- ast á amerikanarar. Harfyri var einasti mátin at koma honum til lívs ikki bara kríggj. Tað var eitt mistak at fara í kríggj nú. Tí uppruddingar- arbeiðið var ikki liðugt. Tí flest øll lond vóru samd um, at alt skuldi gerast fyri at vinna á Saddam bert ikki við totalum kríggi. USA hevur gjørt mangt gott fyri manna- ættina og fyri friðarinnar søk. Eingin ivi um tað. Men eisini USA kann taka feil. Og ikki minst tá forsetin eitur George Bush og verjumálaráðharrin Romsfeld. Hetta ery menn, sum bara síggja ein veg. Tað kann gerast ein sonn vanlukka fyri USA og heimin, at ikki Al Gore gjørdist forseti. At ikki demokratar vunnu valini til senat og umboðsmannahús. Hvussu kann man leggja heimsins lagnu í hendurnar á manni, ið kensluleys- ur og arrogantur hevur verið við til at taka flest deyða- dømdar amerikanarar av døgum og als ikki vil diskutera hesa inhumanu, órættvísu og ómenniskjansligu revsing, tá ósek eisini verða tikin av døgum! Hvussu kann man krevja av honum at hava vit og skil og kenslur, tá tað um Irak ræður! Tað er ein gáta, hví ikki sami Bush og heimsins einasta stórveldi gjørdi meira fyri at raka Saddam sjálvan, áðrenn farið varð í kríggj. Og tað tvingar okkum at seta fram ótespiligar spurningar. Vil man kríggj, tí krígsídnaðurin vil tað - fyri at sleppa at royna síni nýggju vápn? Vil man kríggj, tí Romsfeldarnir hava so stórt vald? Hetta kunnu sýnast sum "hjartaleysir" spurningar at seta, nú ameri- kanskir og bretskir hermenn vilja lata lív fyri at sleppa okkum av við ein bøðil. Men teir mugu setast eins væl og spurt hevur verið um nyttuna av avvápnaðararbeiðinum hjá ST. Og vit mugu so heldur ikki gloyma at seta spurningin: hevði Vesturheimurin víst palestinsku sakini størri ans, hevði støðan tá kunnað verið ein onnur! Kríggið er ein veruleiki, og vit kunnu nú bara vóna, at tað skjótt verður av, soleiðis at Saddam Hussein kann koma fyri altjóða brotsmannadómstólin. DAGSINS MEINING Sosialurin Sorgarleikurin í Irak VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Tórbjørn Jacobsen løgtinsmaður og fíggjarnevndarlimur Johan Dahl er eitt undarligt politiskt fyribrigdi. Síðani valið hevur hann fyri tað mesta skotið í blindum eftir øllum sum rakst framvið tinggáttini, loypt ólag á upp- skot, sum vóru Suðuroynni at frama og seinasta fríggja- dag, í Dimmalætting, hevjar hann seg upp til at vera eitt slag av sjálvbestaltaðum po- litiskum inkvisitiónsdóm- stóli. Evnið hesaferð er út- byggingin av Vágs Havn. Sambært honum er hon ofrað á fullveldisaltarinum og meinastu revskinnini í slátrinum eru Hergeir Niel- sen og Jenis av Rana. Vit, sum hava arbeitt við málin- um í drúgva tíð kunna bara staðfesta, at maðurin í minsta lagi er politiskt skizofrenur, kanska parano- idur eisini og at hann er í fer við at isolera seg frá allari ávirkan í føroyskum poli- tikki, eisini tá ið tað ræður um framtøk í Suðuroynni. Sambært lóg er Vágs Havn framvegis almenn samferðsluhavn. Tí var tað øllum greitt, tá ið nýggjur Smyril kom úr stropa, at eitthvørt mátti gerast við havnaviðurskiftini í Vági, soleiðsni at hesin nýggi leinarin, sum nú er kjøl- strektur í Spaniu, skuldi kunna sigla sambært løg- tingslógini um fólka- og farmaflutning. Í samstarvi við býraðið har suðuri kom landsstýrið og síðani løgtingið til ta nið- urstøðu, at partarnir sam- skipaðu útbyggingina av djúp- & samferðsluhavn. Løgtingslóg um hesi viður- skifti varð endaliga samtykt fyri valið í fjør. Hetta var áðrenn Johan Dahl hevði havt nakað við føroyskan politikk at gera. Málið kom júst frá fullveldislandsstýr- inum, sum eftir drúgva um- hugsan og semju legði málið fram og fekk tað samtykt. Politikkur er at vilja. At vilja loysnir. Samgongan sum nú situr mundi halda at fíggjarorkan, sum var løgd niður í infrakervið í Suðuroy kundi raðfestast betri enn frammanundan varð hildið. Semja varð um, at tað kanska ikki var so skilagott at hava fleiri stórar almennar samferðsluhavnir fjørð um fjørð har suðuri, ístaðin samdust samgongumenn um, at strika Vágs Havn sum almenna samferðsluhavn, at stuðla nýggjari verkætlan í Vági ístaðin, at gera nýggja samferðsluhavn á Trongis- vágsfirði og at byrja tunnils- arbeiðið ímillum Øravík og Hov. Fíggjarlógin avspeglar hendan viljan. Tá ið hesin samferðslu- pakkin var íkomin gjørdist tað sjálvandi neyðugt at strika upprunalógina um útbygging av djúp- & sam- ferðsluhavn í Vági, sum hevði komið at kosta tí al- menna 18,5 milliónir krón- ur, sum var helmingurin av ætlaðu verkætlanini. Tað var øllum greitt, at tær almennu Føroyar ikki, soleiðis uttan víðari, bara kundu sleppa sær burturúr hesum málinum, sum tær høvdu verið ein beinleiðis partur av. Ein moralsk skylda lá eftir í málinum. Og sambært álitinum frá vinnunevndini er breið politisk semja um hvussu hendan moralska politiska skyldan skal skiljast og handhevjast. Sagt verður: Vinnunevndin hevur skilt tað soleiðis, at breið politisk semja er um, at landið rindar Vágs Kommunu eina kom- pensasjón fyri helvtina av byggikostnaðinum, tó í mesta lagi 9 mió kr., vísandi til at stig vóru tikin til eina felags verkætlan millum land og kommunu um út- bygging av havnini í Vági, sum nú verður slept í sam- bandi við, at siglingin hjá strandferðsluni á Vág verður niðurløgd. Samgongumenninir í vinnunevndini tóku ikki undir við meirilutanum av tí einfaldu orsøk, at vit mettu hetta málið viðvíkjandi Vágs Havn sum eitt einstakt og serligt fyribrigdi. Heldur enn at lóggeva á økinum valdu vit at halda málinum á stuðulsjáttanarstøði. Í mest- an mun fyri at forða fyri siðvenju á økinum og eisini tí at vit ikki halda tað vera skilagott, at vinnunevndin situr og tekur framí arbeiðið hjá fíggjarnevndini fleiri ár frameftir. Í fíggjarlógaruppskotin- um fyri árið 2003 skeyt landsstýrið upp at 7 mió kr. vóru settar av til endamálið. Fíggjarnevndin barberaði hetta talið niður á 5 mió kr, tá ið hildið varð, at Vágs Býráð ikki fekk brúkt fleiri enn hesar 5 mió kr. i inni- verandi ári. Restin av helvt- ini av nýggju verkætlanini hjá býráðnum, ella umleið 4 mió kr., skuldu so setast á fíggjarlógina fyri fíggjarárið 2004. Havi saman við mongum øðrum ongantíð skilt málið øðrvísi, og ætli mær heldur ikki at skilja tað øðrvísi nú tá ið fíggjarlógar- viðgerðin fyri árið 2004 verður sett á lunn. Vágbing- ar skula í somáta sova trygt soleingið fullveldissam- gongan ræður fyri borgum í Føroyum. Ein høvundur segði eina- ferð, at Sambandsflokkurin var politiskur ómoralur sett- ur í system. Soleiðis sum Johan Dahl ber seg at í hesum málinum man okkurt vera um tað. Ætlar hann at halda fram við hesum at- burðinum í sínum politiska lívi, so má bara staðfestast, at hann er ein beinleiðis hóttan fyri øll framtøk og allan framburð í Suðuroy, og í hesum førinum í Vági. Missilini hann sendir eftir Hergeiri Nielsen og Jenisi av Rana eru luftkastellir sum eingin kann taka fyri fult. Er tað nakar sum liggur flatur í luftini til gagns fyri Suðuroynni, í politiska landslagnum, tá er tað tjóðveldistingmaðurin í Vági. Og tá ið Johan Dahl tosar um luftkastellirnar hjá fullveldissamgonguni veit hann so ikki av at nýggjur Smyril er í gerð, at mið- námsskúli verður smíðaður í Vági, at Almanna- & heilsu- skúli er komin á Tvøroyri, at bakkaverjan í Sumba er stuðla, at stuðul verður veittur djúphavnini í Vági, at stór samferðsluhavn verðu gjørd á Trongisvágsfirði, at tunnilsgerðin millum Øravík og Hov byrjar í næstum o.s.fr. Alt komið á lunn ímeðan Sambandsflokkurin hevur sitið í andstøðu og absolut onga ávirkan hevur havt á føroyskan politikk yvirhøvur? Kanska skuldi næsta greinin hjá hesum politiska sfinxinum snúð seg um Suðuroynna og almenn átøk ímeðan Sambandsflokkurin sat við valdinum í Føroyum. Royktámið hann blæsir framúr sær, og sum hann nú sjálvur er við at villast í, bendir kanska á, at tað var somikið soltið, at onki er at skriva heim um. Ímeðan liggur Suðuroyggin fremst í raðfestingini hjá hesum landsstýrinum, ikki av partapolitiskum orsøkum, men tí hetta er neyðugt skula Føroyar frameftir vera ein livandi og dynamisk samfelagseind. Sjálvkravdi inkvisitiónsdómstólurin, Johan Dahl VIÐMERKINGAR Fram eftir fummum fór pressan Eitt pappír hjá einum politiskum floksfor- manni kom í farnu viku undan kavi, sum SvF gjørdi stóra gølu burturúr. Kritikkleyst runnu hinir fjølmiðl- arnir aftan á SvF og gjørdu gøluna upp- aftur størri. Men har var ongin søga. Allir teir stóru fjølmiðlar- nir lupu framav og sleptu øllum sunnum journalistiskum for- nufti upp á fjall Uni Arge Tann stundin má vera kom- in, at føroyskir fjølmiðlar taka sær um reiggj og fara at rannsaka seg sjálvar. Í farnu viku vóru vit vitni til eina røð av margháttligum hendingum í SvF, ÚF, Sosi- alinum og Dimmalætting, sum tæntu hesum miðlum til lítlan sóma og enn minni gjørdu umdøminum hjá journalistikkinum sum faki nakra góða tænastu. Alt byrjaði við, at nøkur tíðindafólk hjá SvF snodd- aðu seg fram til eitt pappír á Gamla Apoteki, sum for- maðurin í Tjóðveldisflokk- inum hevði skrivað. Í papp- írinum hevði hann fyrireik- að seg sjálvan og sín flokk uppá, hvat sigast skuldi, um avgerandi fundurin millum floksformenninar í sam- gonguni fekk tað úrslit, at ósemjan í samgonguni stóð við. Ætlanin sambært pappír- inum var at kalla inn til tíð- indafundar og greiða frá støðuni hjá Tjóðveldis- flokkinum til stevið í sam- gonguni og politisku høv- uðsmálini annars. Í pappír- inum stóð nágreiniliga, hvat flokkurin skuldi siga við fjølmiðlarnar, og hvørji evni ymisk fólk í flokkin- um skuldu tosa um á tíð- indafundinum, ið kanska skuldi haldast. SvF gjørdi stóra gølu burtur úr hesum pappíri og læt okkum ikki misskilja, at ein politikari her hevði gjørt eitt leikrit, sum hann skuldi manipulera fjøldina við, og at samgongukrepp- an var ein sjónleikur. Tann ósagdi og tó so eyðsýndi boðskapurin var, at maður- in dugir at snara veruleik- anum, tí hann hevur kandi- datútbúgving í samskifti. Okkurt annað enn journ- alistisk dømikraft má hava verið orsøk til, at hetta inn- slagið nakrantíð slapp í luftina, tí tað hevði onki við sakligan journalistikk at gera. Tað snaraði veruleik- anum grovt og undirgróv trúvirðið hjá offrinum, sum hevði rætt til at verja seg, men ikki slapp. Hvør var søgan? Hvat hevði maðurin gjørt seg sekan í? At hann hevði fyrireikað seg og sín flokk til ein tíðindafund? At hann hevði avgjørt, hvat hann skuldi siga? Sum útbúgvin journalist- ur var eg illa við, tá eg hevði sæð innslagið, tí eg skilti ikki, hvat SvF vildi. Eg skilti tó so mikið, at hetta persónliga álopið í bestu senditíð fór at verða funnin fressur hjá politisku mótstøðumonnunum hjá formanninum í Tjóðveldis- flokkinum. Hans Pauli Strøm, Jóhan Dahl og Óli Petersen lógu heldur ikki sjóvarfallið av sær og lupu á við stórum orðum og strikum. Teir tríggjar skilti eg væl. Teir sóu sær ein kærkomn- an møguleika í einum polit- iskum spæli, sum mangan er køstaskitið kortini. Men eg skilti ikki Útvarp Før- oya, sum klokkan 8.00 morgunin eftir innslagið í SvF bar fram sum stórtíð- indi, at SvF hevði funnið eitt pappír, og at SvF segði, at samgongukreppan var ein leikstjórnaður sjónleik- ur. Ongin kritisk viðgerð í ÚF av sokallaðu søguni hjá SvF. Bara blind endurgev- ing av einum øðrum miðli, sum um miðlar per defini- tión eru tann heilagi sann- leikin. Í døgurðasendingini hjá ÚF kom meira javnvág í. Tá slapp høvuðspersónurin loksins at verja seg. Hann avsannaði, at nøkur niður- støða um samgongusam- starvið var gjørd, áðrenn samgonguflokkarnir fóru á avgerandi kreppufundin. Altso ongin leikstjórnaður sjónleikur. Hann viðgekk tó, at hann hevði fyrireikað seg til ein tíðindafund og avgjørt, hvat hann ætlaði sær at siga. Eisini løgmaður avsannaði, at nøkur niður- støða var gjørd undan fund- inum. Men SvF fekk sína nýggju politisku konflikt, tí í sama andadrátti gav løg- maður av órannsakiligum orsøkum til kennar, at hann var ikki sørt lumpaður. ÚF fataði ikki ella vildi ikki skilja, at har var ongin gøla, og at veruleikin var, at samgongan hevði gjørt semju um at halda fram við samstarvinum, tí fimm tím- ar seinni varð skipað fyri kjaki í Sostatt um politisku støðuna. Stórt hóvasták varð gjørt burturúr, at sam- gongumenn eftir nýíkomnu balladuna á døgurða høvdu sent avboð til sendingina. Dramatikkur í luftini. Var samgongan longu skrædn- að? Sum neyðloysn læt ÚF mikrofonirnar upp fyri lurtarunum. Tað var í lagi. Men so fór útvarpsverturin brádliga at lesa dulnevnd teldubrøv. Í nógvar minuttir læt verturin dulnevndar teldu- skribentar fáa luft fyri sínum politisku frustratión- um. Tann, sum fekk flestu skolurnar oman yvir seg, var tann í sjónvarpinum úthongdi floksformaðurin. Vit fingu ongantíð at vita, hvør skrivaði hesi brøv. Vit hoyrdu bara vertin endur- geva tey. Tað má merkja, at Útvarp Føroya sum stovnur hevur fulla ábyrgd av óreinu álopunum, sum varpað vórðu út í luftina hesa løtuna. Sum lurtarar mugu vit hava loyvi til at spyrja, hvussu sovorðið kann henda. Meðan bløðini eru so mikið at sær komin, at tey næstan heilt hava avsagt dulnevndu lesarabrøvini, tí tey í meira enn 100 ár hava forpestað føroyska samfel- agskjakið, gongur ÚF øv- ugtan veg og ger seg til talsmann fyri politiskari út- spilling, ið líkist ærumeið- ing. Tað var sanniliga ikki gamalt. Men íspunna gølan hjá SvF steðgaði ikki í ÚF. Hon fann sær eisini veg inn í stóru bløðini, har nakrir av frægastu eygleiðarunum í samfelagskjakinum elegant hoppaðu á sjógv. Bæði í Sosialinum og Dimmalætt- ing vildu oddagreinirnar vera við, at SvF hevði gjørt eitt bragd við sínum inn- slagi. Sosialurin tók enntá hattin av fyri SvF og endur- gav haraftrat innslagið púra kritikkleyst í fullari longd. Dimmalætting jublaði um tjóðleikin og politisku kab- arettina, men var tó so fræg, at hon hevði fingið orðið á tann álopna. Hvat hendi álvaratos á fjølmiðlunum hesar báðar dagarnar? Varð allur etikk- ur tveittur fyri borð? Hvarv allur kritiskur sansur? Meg lysti at frætt, um leiðslurnar á miðlunum innast í journ- alistiska hjartanum halda, at alt fór so rættvíst fram í hesum máli. Hugsaði ong- in, at einum politikara má vera loyvt at fyrireika seg til ein tíðindafund? Hví metti SvF, at pappírið var ein stór journalistisk søga? Um søgan var so týdningar- mikil, hví hoyrdist ikki eitt einasta kis til málið hós- kvøldið og fríggjakvøldið? Tíðindaleiðarin í SvF sigur í bløðunum leygar- dagin, at innslagið skuldi lýsa endan á kreppuni í samgonguni, og at SvF eftir drúgva umhugsan valdi at lýsa endan, sum gjørt varð. Í sama andadrátti sigur hann, at innslagið skuldi lýsa, hvussu summir polit- ikarar fyrireika seg, áðrenn teir skulu hitta fjølmiðlar- nar. Hetta hongur ikki sam- an. Var vinkulin, at kreppan í samgonguni var av, ella var vinkulin, at ein politik- ari hevði fyrireikað seg til at hitta pressuna? ÚF hevur ikki enn gjørt viðmerkingar til tað, sum hendi, men stovnurin kundi greittt lurtarunum frá, hví sokallaða søgan hjá SvF skuldi endurgevast kritikk- leyst mikumorgunin, og hví stovnurin hevur avgjørt, at lesast skal upp úr dul- nevndum teldubrøvum í bestu senditíð. Bløðini hava kanska eisini eina meining um journalistisku dygdina í viðgerðini av hesum máli. Ein trygd fyri fjølbroytni í journalistisku upplýsing- ini er, at vit hava fleiri sjálvstøðugar tíðindaredak- tiónir, sum gjøgnumhugsa sjálvstøðugar vinklar av ymsu málunum og tora at seta spurnartekn við, hvat hinir fjølmiðlarnir gera. Men tá allar redaktiónir sleppa allari sjálvstøðugari hugsan og í kór rópa halle- luja um eitt mál, sum ikki er nakað mál, líkist tað ódámligum samanspæli. Eitt sakligt kjak um før- oyskan journalistikk og leiklutin hjá fjølmiðlunum í samfelagnum hevði verið tiltrongt nú, og lógin um ábyrgdina hjá fjølmiðlun- um eigur at verða sett í gildi sum skjótast. TÍÐINDASKRIV Týsdagin 25. mars kl. 10.00 – 17.30 hevur Ungt Virki á Føroya Handils- skúla søluframsýning og kapping á Torgininum í SMS. Framsýningin er samstundis skipað sum ein próvtøka, har ungu virkini hava framløgu fyri almenn- inginum og dómarum. Besta virki sleppur víðari í kappingini, har tað skal kappast við onnur ung virki í Danmark. Hendan kapp- ingin verður í Keypmanna- havn í døgunum 25.-26. apríl hjá Dansk Industri. Hetta er fjórða kappingin síðan 1997, har ungu virk- ini kappast um eitt pláss í donsku finaluni. Í 1997 og 1999 varð endaliga próv- tøkan í SMS, meðan hon í 2001 var á Handilsskúl- anum á Kambsdali. Í ár verður Torgið í SMS so aftur karmur um próvtøk- una, og fara ungu virkini týsdagin 25. mars at sýna fram, selja og greiða frá um virkini og úrdráttir sínar. Í ár eru fimm virkir við í kappingini um at gerast besta unga virkið. Hesi virkini – ella íognarfeløg- ini, sum tey vera rópt – eru Gabb, Gagn, FFE, LBH og Vitan. Vinnarin av kappingini verður avdúkaður á Torgin- um í SMS týsdagin kl. 15.30. At døma verða umboð frá stuðlunum, Føroya Spari- kassa, Vinnuhúsinum og SMS. Øll hesi árini hevur neyvt samstarv verið við SMS, Føroya Sparikassa, Toll-og skatt og Vinnu- húsið. Lærari hjá Ungu Virki tvey seinastu árini hevur verið Martha Weihe Dalsgaard. Stutt um virkini: Gabb er virki, sum tær fýra Guðrun Vatnhamar, Ann Tordis K. Hellisdal, Birita L. Hansen og Bjørg Cle- mentsen mynda. Tær hava givið út eina barnafløgu við kendum barnasøgum eftir m.a. brøðrunum Grimm og H.C. Andersen. Eisini eru tvey løg hjá Brandi Enni á fløguni. Vøran, sum íognarfelagið Gagn hava framleitt er ein sankutøðkassa (kompost- kassa) til burturkast. Tey fimm, ið mynda Gagn eru: Marjun Hansen, Durita Poulsen, Elisabeth Jacob- sen, Jannet Hansen og Jaspur T. Gaard> Faroese Film Entertain- ments: Teir hava sett í framleiðslu ein videofilm við gomlum upptøkum hjá Zakarias Hammer Virkis- eigararnir eru: Eilif Høgne- sen, Tóri Bendtsen, Pætur Rasmussen, Olaf Olsen, William Olsen og Sólvit Nolsøe. Vitan: Teir leggja tíðindi og kunning um tøkni út á heimasíðu. Virkiseigararnir eru: Ragnar Thomassen, Hanus Mikkelsen, Kristian Joensen og Ragnar Isaksen. LBH: Framleiður og selur brústsukur. Virkiseigararnir eru: Lív Krosstein, Bárður Thomsen og Heidi Borum Hansson. Skúlaárið 1996/97 fór Føroya Handilsskúli undir eina nýggja lærugrein, sum teir nevndu "Ungt Virki". Hugskotið til lærugreinina fekk Sonja Oyrabø Peter- sen, sum hevur verið sam- skipari av lærugreinini síð- an byrjan, tá ið hon leitaði eftir møguligum nýggjum lærugreinum til skúlan. Helst skuldi tað vera læru- greinar, har næmingarnir skuldu annað enn bert kaga í skúlabøkurnar og lesa uppá. Síðan Handilsskúlin fór undir lærugreinina eru íalt 20 virki stovnað, rikin og tikin av. Nevnast kann, at vinnarin í 1999, sum gjørdi fløgu við barnasøg- um og –sangum, gjørdist nr. 3 í donsku kappingini. Vinnarin í 2001, sum hevði framleitt eitt ullateppi serliga ætlaðum fólkum við gikt, vann ein umhvørvis- virðisløn fyri sín úrdrátt í Young Enterprise Inter- national Trade Fair í Sta- vanger. Kapping millum Ung Virki á Torginum í SMS C M Y K 11 10