týsdagur 25. mars 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 58 - 25. mars 2003
Nr. 58 - 25. mars 2003
13
Myndir av bangnum
og skelvandi ameri-
kanskum krígsfang-
um hava verið á sjón-
varpsskíggjum um
allan heim - uttan í
USA
KRÍGGJ Í IRAK
Árni Joensen
George W. Bush, forseti og
Donald Rumsfeld, verju-
málaráðharri vóru sjónliga
í øðini um, at almenna
irakska sjónvarpið og arab-
iska sjónvarpsstøðin al-
Jazeera høvdu víst øllum
heiminum
myndir
av
ræðsluslignum
ameri-
kanskum krígsfangum í
Irak. Umframt myndirnar
av fangunum vóru myndir
av deyðum amerikanskum
hermonnum.
Amerikanarar
sjálvir
fingu ikki myndirnar at
síggja, tí í krígstíð eru
amerikansku
sjónvarps-
støðirnar ein partur av
krígstilbúgvingini.
Men
amerikanarar frættu kortini
um myndirnar. Bretsku
sjónvarpsstøðirnar BBC og
Sky News valdu báðar at
vísa myndirnar av ameri-
kansku krígsfangunum.
Donald Rumsfeld, verju-
málaráðharri gjørdi sunnu-
dagin greitt, at framferðin
hjá iraksku myndugleikun-
um er í stríð við Geneve-
sáttmálan um krígsførslu, tí
sambært honum er tað ikki
loyvt at taka myndir av
krígsfangum ella at avhoyra
teir alment. Hesar báðar
reglurnar, brutu irakar,
segði hann. Fleiri fjøl-
miðlar svaraðu aftur við at
vísa á, at amerikanska
stjórnin hevði ongar við-
merkingar, tá amerikanskar
og aðrar sjónvarpsstøðir
vístu myndir av tiknum
irakskum hermonnum.
George W. Bush, forseti
sigur seg vænta, at ameri-
kansku fangarnir í Irak fáa
ta viðferð, sum teir eiga at
fáa sambært galdandi sátt-
málum, og hann hótti við at
revsa teir seku, røra irakar
so mikið sum eitt hár á
høvdinum á amerikansku
hermonnunum.
Útlendskir eygleiðarar í
USA siga, at fleiri myndir
av hesum slagnum kunnu
skjótt fáa amerikanarar at
venda sær ímóti krígnum í
Irak og forsetanum. Sum er
taka 70 prosent av ameri-
kanarunum undir við for-
setanum og krígnum, men
hetta talið kann minka
skjótt, koma fleiri myndir
av tiknum ella deyðum
amerikanskum hermonnum
á skíggjan. Tað sama er
galdandi fyri Tony Blair í
Bretlandi, siga eygleiðarar í
London.
Tað er ikki heilt greitt,
hvussu nógvir amerikansk-
ir og bretskir hermenn eru
falnir ella tiknir til fanga. Í
gjár søgdu tær almennu
upplýsingarnar, at ameri-
kanararnir høvdu mist 14
hermenn og bretar 16.
Teir fimm amerikansku
hermenninir, teirra millum
ein kvinna, og teir sjey
deyðu, sum vórðu vístir á
skíggjanum hjá al-Jazzera,
vóru úr einari herdeild, sum
vanliga hevur støð í Texas.
UTTAN ÚR HEIMI
Hóttir mannaættina
Jóhannes Páll pávi Annar heldur, at
kríggið ímóti Irak er ein hóttan ímóti
lagnu mannaættarinnar.
Tað segði hann við italskar tíðinda-
menn sunnudagin. Pávin segði, at tá eitt
kríggj sum tað í Irak hóttir mannaætt-
ina, er tað umráðandi at gera vart við, at
friður er leiðin fram ímóti einum sam-
eindum og rættvísum heimssamfelag.
Jóhannes Páll pávi Annar er millum
teir harðastu mótstøðumenninar ímóti
krígnum í Irak, og hann hevur sent sínar
næstu menn til Washington og London
at royna at loysa Irak-kreppuna við
samráðingum. Orð pávans sunnudagin
vóru hansara fyrstu, síðani kríggið við
Irak byrjaði.
Tíðindamaður
deyður
Ein av teimum mest royndu bretsku
krígstíðindamonnunum, Terry Lloyd, er
deyður í krígnum í Irak.
Terry lloyd var saman við einari
bretskari herdeild har suðuri í Irak, og
leygardagin boðaði leiðslan hjá deildini
frá, at tíðindamaðurin var horvin. Tað
ljóðaði, at irakskir hermenn høvdu
skotið eftir Terry Lloyd og tveimum
øðrum tíðindamonnum, men sambært
amerikanska sjónvarpinum CNN vóru
tað bretskir ella amerikanskir hermenn,
sum av misgáum skutu bretska tíðinda-
mannin. Seinni upplýsti bretska her-
leiðslan, at líkið av Terry Lloyd varð
funnið á einum sjúkrahúsi í býnum
Basra. Hinir báðir tíðindamenninir, sum
vóru saman við honum, eru ikki funnir
aftur.
Terry Lloyd arbeiddi hjá bretsku
sjónvarpsstøðini ITN. Hann var krígs-
tíðindamaður og var fastur fúsur á her-
mótinum, tá kríggj brast á.
Hann er á lívi
Fyri nøkrum døgum síðani boðaði
amerikanska fregnartænastan CIA frá,
at irakski generalurin Ali Hassan al-
Majid var deyður, men sunnudagin
kunngjørdi amerikanska herleiðslan, at
hann er framvegis á lívi.
Ali Hassan al-Majid gongur eisini
undir navninum Gass-Ali, tí tað var
hann, sum stóð á odda fyri teimum
iraksku herdeildunum, sum myrdu tús-
undtals kurdar við gassi í 1988. Hann
gav eisini boð um at handtaka nógvar
kurdar, og flestu teirra komu ongantíð
afturíaftur. Sunnudagin frættist, at Ali
Hassan al-Majid var sæddur í irakska
býnum An Nasiriyah, har hann og menn
hansara høvdu fingið sær høvuðsstøð á
einum sjúkrahúsi.
Ali Hassan al-Majid er systkinabarn
Saddam Hussein, og hann hevur leingi
verið ein av næstu medarbeiðarunum
hjá irakska forsetanum. Tá Irak hersetti
Kuwait í august í 1990, varð generalur-
in tilnevndur hernaðarguvernørur í
Kuwait. Generalurin stendur ovarlaga á
listanum við irakskum leiðarum, sum
amerikanarar fegnir vilja hava fatur á.
Ja til nýggja grundlóg
Meiri enn 90 prosent av veljarunum í
Kekenia tóku á fólkaatkvøðu sunnu-
dagin undir við einari nýggjari grund-
lóg, sum skal fáa enda á tí blóðuga kríg-
num, sum nú hevur vart í hálvtfjórða ár.
Kekensku valmyndugleikarnir kunn-
gjørdu gjáramorgunin, at 95,5 prosent
av veljarunum høvdu atkvøtt fyri teirri
nýggju grundlógini, meðan 4,1 prosent
høvdu atkvøtt ímóti. Meiri enn 80 pro-
sent av veljarunum vóru og atkvøddu.
Umleið 540.000 kekenar høvdu
atkvøðurætt á fólkaatkvøðuni, sum varð
fyriskipað undir sera strongum trygd-
artiltøkum orsakað av vandanum fyri
møguligum yvirgangsatsóknum frá
víðgongdum bólkum.
Næststørsti býurin í
Irak, Basra, er kring-
settur, og um fáar
dagar verða fólk har
noydd at frekka vatn-
ið úr kloakkunum,
sigur Reyði Krossur
KRÍGGJ Í IRAK
Árni Joensen
Bretskir hermenn hava
kringsett Basra, sum er
næststørsti býurin í Irak.
Har búgva umleið tríggjar
milliónir fólk.
Reyði Krossur sigur, at
altjóða hjálparfelagsskapir
sleppa ikki inn í býin or-
sakað av kringsetingini, og
felagsskapirnir bera ótta
fyri, at hetta kann enda sum
ein sonn vanlukka, kemur
ikki broyting í.
Undir álopinum á býin
fóru bæði el- og vatnveit-
ingin, men tað eydnaðist
verkfrøðingum hjá Reyða
Krossi, sum eru í Basra, at
umvæla
vatnveitingina,
men kortini hava 60 pro-
sent av fólkinum einki reint
vatn. Ein talsmaður hjá
Reyða Krossi segði í gjár,
at um fáar dagar verða fólk
í býnum noydd at drekka
vatnið úr kloakkunum.
Talsmenn
hjá
Reyða
Krossi siga, at amerikanar-
ar og bretar tykjast ikki
hava nóg góðan kunnleika
til, hvussu viðurskiftini eru
í Irak. Teir siga, at tað ber
ikki til at samanbera býir í
Irak við býir í Afghanistan.
Har høvdu allir býir egið
vatn, men so er ikki í Irak,
har vatnið ofta verður leitt
langan veg.
Vandi fyri vanlukku
í Basra
Krígsins andlit
Amerikansku krígsfangarnir, sum vórðu vístir fram í irakska sjónvarpinum, vóru týðiliga bangnir
Mynd: Reuters
Eftir borðhaldið,
sum endar klokkan
23, fara kekkisku,
Country Sisters, at
spæla til dans
FISKUR OG
DANSUR
Vilmund Jacobsen
Leygarkvøldið, 5. apríl,
skipar Mentanarhúsið í
Fuglafirði fyri stórum
fiskaborði, har Birgir
Enni fer at borðreiða við
alskyns fiskamati.
Fiskaborðið byrjar kl.
19 og endar kl. 23.
Kostnaðurin er 195 kr.,
og plássið er avmarkað.
100 fólk sleppa til borðs.
Tekning til fiskaborðið
fer fram hjá Samson
Nesá á tlf. 218714.
Birgir Enni er ikki
ókendur í Føroyum við
sínum
vælsmakkandi
fiskaborði, og tað er ikki
sørt, at hann eisini er
kendur uttanlands.
Country Sisters
Eftir borðhaldið, fer
kekkiski country-bólk-
urin, Country Sisters, at
spæla til dans.
Atgongumerkini
til
dansin kosta 175 kr., og
pláss er fyri 600 fólkum.
Samson Nesá sigur, at
kekkiski bólkurin, sum
eisini hevur útgivið fløg-
ur, er kendur og væl um-
tóktur, eisini í Danmark,
har tey eru við á kon-
sertum.
Í
Mentanarhúsinum
fara kvinnurnar at spæla
fýra ferðir 45 min. til
dansin hetta kvøldið.
Tað er Mentanarhúsið,
sum í samráð við eina
kekkiska kvinnu, ið býr
á Toftum, hevur fingið
Country Sisters til Før-
oya.
Tær koma higar longu
týsdagin, 1. apríl.
Hotel Føroyar
Fríggjakvøldið, 4. apríl,
verður døgurði og dans-
ur aftaná við Country
Sisters á Hotel Føroy-
um. Bæði tiltøkini kosta
285 kr. Hotellið hevur
lýst við, at til ber at
bíleggja eina "pakka-
loysn", har tú rindar fyri
døgurða, dans og gist-
ing, sum tilsamans kost-
ar 1.150 – fyri tvey.
Men á Hotel Føroyum
er longu fult bookað, og
útselt er eisini til borð-
haldið. Nøkur atgongu-
merki eru tó eftir til
dansin.
Stórt fiskaborð í
Mentanarhúsinum
Nýggi trolarin hjá
hvalbingum, Sjaga-
klettur, hevði 800
kassar sunnudagin
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Hvalba: Tað er út við hálvt
ár síðan, at flakavirkið,
Suðurís í Hvalba, varð
royndarkoyrt við nýggju
eigarunum. Meginparturin
av útbúnaðinum á virkinum
er nýggjur, og serliga eftir
nýggjár er framleiðslan
komin upp at koyra.
Í Hvalba siga tey, at
fiskaarbeiði hevur verið
rættiliga støðugt megin-
partin av hesum árinum.
Onkur dagur fer burtur
ímillum, men fólk eru sum
heild nøgd við tað virk-
semi, sum verið hevur.
Á Suðurís í Hvalba ar-
beiða eini 50-60 fólk, tá ið
mest er at gera.
Meginparturin av fiskin-
um, sum arbeiddur verður á
virkinum, er upsi, men nak-
að er eisini av kongafiski
og hvítum fiski.
Hvalba er góðkend land-
ingarhavn, og tí kemur
meginparturin av fiskinum
uppí Hvalba. Men virkið
keypir eisini fisk aðrastaðni
úr oynni og norðanfjørðs.
Hesin fiskurin kemur í bili.
Í dag eru tríggir trolarar
heimahoyrandi í Hvalba,
Niels Pauli, Steintór og
trolarin, Sjagaklettur, sum
er keyptur úr Íslandi og er á
sínum fyrsta túri.
Fleiri mans úr økinum
eru við Mýlingi og Bresti,
og hesi skipini leggja eisini
nógvar lastir upp í Hvalba.
- Men alt veldst um
prísin, ið vit kunnu lata, tí
skipini selja, har mest fæst
fyri fiskin, siga tey á virk-
inum.
Í Hvalba vistu tey at siga,
at Sjagaklettur helst kemur
inn at landa í vikuni;
sunnudagin høvdu teir 800
kassar.
Mánadagin var eingin
landing í Hvalba, og minni
var at gera á virkinum.
Nøkur fólk vóru til ar-
beiðis, og tey høvdu vónir
um, at meira verður at gera,
sum vikan líður.
- Vit fáa 80 oyru fyri
kg. av sild, samstund-
is sum sama sild úr
Noregi verður seld til
agns í Føroyum fyri 8
kr. fyri kg. Á týsku
marknaðunum í eitt
nú Bremerhaven og
Kuxhaven fer sildin
fyri 7-10 kr. fyri kg. Í
Føroyum er henda
sama sildin næstan
virðisleys, sigur mað-
ur, sum roynir eftir
sild á Skálafjørðinum
SILD
Vilmund Jacobsen
Skálafjørðurin: Báðumeg-
in ársskiftið hoyrdu vit um,
at nordafarbáturin, Katrin,
úr Søldarfirði hevði gjørt
nógvar góðar sildadagar á
Skálafjørðinum í vetur.
Katrin hevur roynt við nót,
og bara í tí eini vikuni fyri
jól, fingu teir ikki færri enn
100 tons av sild. Men tað
eru eisini aðrir, sum royna
og hava fingið nógva sild.
Ein teirra er nordafarbát-
urin, Bakkafossur hjá Ró-
lanti Jacobsen, sum eisini
er ein gomul "bygdamynd"
á Skálafjørðinum og í
Sundalagnum.
Teir hava eisini fingið
nógva sild, og tá ið vit í
síðstu viku skiftu orð við
ein av teimum, sum er við
bátinum, fingu vit at vita,
at teir onkran dagin høvdu
fingið uppí eini 14.000-
16.000 pund av sild.
So, alt bendir á, at nógv
sild hevur staðið á Skála-
fjørðinum í vetur, og at tað
framvegis loysir seg at
royna við nót.
Mesta sildin hevur verið
at fingið uttarliga á Skála-
fjørðinum, millum Oyrar-
nar á Toftum og Málinga-
virkið á Strondum, men
bátarnir hava eisini fingið
sild bæði innari og ytri á
fjørðinum.
Sildin er misjøvn, nú tað
líður út, men hon er yvir-
høvur góð. Hendan dagin,
vit tosaðu við ein av mann-
ingini á Bakkafossi, søgdu
teir, at sildin, teir fingu
dagin fyri, var rættiliga stór
– og feit.
Onkur toskur
Vit spurdu, um toskur
gongur uppi í sildini, men
líkt er ikki til, at hetta er
nakað at tosa um.
- Av og á er onkur ein-
stakur toskur í nótini, men
tað er ikki so vanligt. Ein
dagin fingu vit tó eini 100
pund av toski, verður sagt.
At kalla øll sildin, sum
bátarnir á Skálafjørðinum
fáa, fer til Havsbrún í
Fuglafirði. Onkur einstøk
nøgd er send av landinum,
men Sosialurin hevur ikki
frætt nakað ítøkiligt um,
hvussu hevur gingist.
Ofta hava menn, sum
royna eftir fjarðasild, argast
um, at so lítið fæst fyri
hana, tí í gamlari tíð var
sildin gull verd.
- Eg havi hoyrt um mann,
sum undir sum fyrra kríggi
tjenti 500 kr. tann eina
dagin. Hetta var meira enn
ein heil ársløn! Í dag fáa vit
80 oyru fyri kg. av sild,
samstundis sum sama sild
úr Noregi verður seld til
agns í Føroyum fyri 8 kr.
fyri kg.
Maðurin, vit hava tosað
við, sigur, at á týsku
marknaðunum í eitt nú
Bremerhaven og Kuxhaven
fer sildin fyri 7-10 kr. fyri
kg.
- Men í Føroyum er
henda sama sildin næstan
virðisleys í dag, leggur
hann aftrat.
Nógv sild á Skálafjørðinum í vetur
Suðurís styrkt rávøru-
grundarlag
Í Hvalba eru tey fegin um, at tey aftur kunnu arbeiða fisk í bygdini.
Mynd: Áki Bertholds
C
M
Y
K
13
12