týsdagur 25. mars 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 58 - 25. mars 2003
15
skuldi fara at klára seg,
óansæð um hon vinnur
kappingina ella ikki. Og
pianisturin
hjá
honum,
Christian Borregaard tók
undir við honum.
Teir søgdu seg tó vera
spentir at koma á pallin at
undirhalda. Finn Nørby-
gaard hevur bert verið í
Føroyum einaferð fyrr fyri
mongum árum síðani, so
hann var fegin um at hava
fingið møguleikan til at
vitja aftur.
Meðan teir báðir bíðaðu
á loftinum, serveraði kokk-
urin, Jákup Ziskason, høv-
uðsrættin, sum var oksakjøt
við eplum, grømnmeti og
sós, í høllini. Teir fingu
sjálvandi eisini at eta.
Meðan høvuðsrætturin var
á borðinum, gekk ein annar
kendur skemtari og undir-
helt og tók sær av felags-
sanginum.
Hilmar
Jan
Hansen var í essinum hetta
kvøldið, og sangurin rung-
aði í høllini, meðan Alex
Sólstein spældi undir. Tað
lá sera væl fyri hjá Hilmar
Jan, og fólkini flentu í kíki
at hansara góðu søgum, har
hann millum annað hermdi
eftir politikarum.
Hóast nógv hendi á
pallinum allatíðina, so var
tað tó ikki so, at fólk ikki
fingu tíð at sita og práta
sínámillum. Tað dugdu tey
eisini at gera rúm fyri, og
tað gjørdi, at alt tyktist so
róligt og avslappandi, hóast
tíðarætlanin var sprongd.
Umleið trý korter seinni
enn tíðarætlanin segði, kom
Finn Nørbygaard á pallin.
Hann var sera vælupp-
lagdur og legði hart út.
Nógv ferð var á honum
allatíðina, og nógvar góðar
søgur komu frá honum.
Millum annað fekk Heind-
rikur prinsur sín part. Men
hann hermdi nakrar ferðir
eftir danskarum, sum helst
ikki eru so kendir her í
Føroyum, og tá var láturin
nakað avmarkaður. Men tó
so – hann bleiv klappaður
uppaftur og gav so trý
eykanummur. Samanum-
tikið gott undirhald frá væl-
upplagda dananum.
Dragin fekk stuðul
Tá fundurin byrjaði segði
Gunnar, at okkurt yvirrask-
ilsið var á skránni. Og tá
Finn Nørbygaard var farin
av pallinum, var tíðin kom-
in at avdúka, hvat yvirrask-
ilsið var. Á skránni stóð, at
ein peningagáva skuldi lat-
ast stuðlafelagnum Dragan-
um. Men ongin visti,
hvussu stór gávan fór at
verða, fyrr enn stjórin
avdúkaði, at sparikassin
hevði gjørt av at lata teim-
um ein kekk upp á 250.000
krónur.
– Tað byrjaði sum ein lítil
spíri fyri tíggju árum
síðani, og nú er tað komið
so væl áleiðis, at væntandi
verður Dragin liðugur í
summar. Og eg skal undir-
strika, at ongin umsókn er
komin frá felagnum, hetta
er nakað, sum sparikassin
hevur gjørt av av sínum
eintingum. At vit lata
teimum 250.000 krónur,
segði Eyðfinn Reyðberg, tá
hann bað umboðini fyri
Dragan, sum vóru í høllini,
koma upp á pallin.
Og tað var ein sera bilsin
og rørdur formaður, Hans
Eli Hansen, sum stutt takk-
aði fyri stórfingnu gávuna.
Tað var sera rørandi at
síggja hesar fegnu menn, tá
teir sessaðust aftur við
borðini púra ovfarnir av
stóru gávuni.
Norðoya
Sparikassi
hevur eisini ein tónleika-
grunn, sum letur pening til
einstaklingar ella bólkar.
Og hesuferð hevði nevndin
í grunninum gjørt av, at lata
Pæturi við Keldu 100.000
krónur til eina fløguútgávu,
sum hann arbeiðir við í
hesum døgum. Pætur fram-
førdi so nøkur løg. Síðani
varð valúrslitið kunngjørt.
Og ábyrgdarafundurin end-
aði hetta kvøldið sera
hátíðarliga,
meðan
øll
1.000 fólkini stóðu uppi og
sungu Boðar tú til allar
tjóðir. KÍ høllin var stutt
sagt ikki til at kenna aftur.
Hon sá út sum ein sonn
veitsluhøll, og tað var sera
hugnaligt inni. Og hóast tað
vóru so mong fólk, so bilti
ikki við hitanum. Eitt ann-
að, sum eisini gjørdi, at tað
var luftigt og lætt inni var,
at fólk fóru út at roykja,
hóast tað ikki var royki-
bann. Heitt varð bara á fólk
um at bíða, tí høvuðsrætt-
urin var etin.
Alt klappaði væl, og fólk
fóru vælnøgd heimaftur
stutt fyri midnátt. Og av-
bygdafólk sluppu eisini
heimaftur, tí bussur koyrdi
á ferjuleguna, har Dúgvan
sigldi um midnáttarleitið.
Danski skemtarin og undirhaldarin, Finn Nørbygaard, fekk sanniliga gongd í láturmusklarnar
hjá øllum ábyrgdarunum
Kim Hansen setti dám á við sínum vælljóðandi klaverspæli og sangi, serliga undir sjálvum
borðhaldinum
Hilmar Jan Hansen tók sær av felagssanginum og einum parti av undirhaldinum. Og sigast
má, at tað lá sera væl fyri hjá honum
Kvinnukórið Suð framførdi nøkur løg undir leiðslu av Steinvør Fonn
15
14
Nr. 58 - 25. mars 2003
Túsund fólk til borðs,
góður, heitur matur,
gott undirhald og
áhugaverdar røður.
Soleiðis kann ein í
stuttum lýsa størsta
ábyrgdarafundin hjá
Norðoya Sparikassa,
sum var fríggja-
kvøldið
ÁBYRGDARAFUNDUR
Orð: Solby A. Eliasen
Myndir: Jens K. Vang
Klaksvík:
Klokkan var
ikki farin langt av sjey, tá
tey 1.000 fólkini, sum
høvdu
teknað
seg
til
ábyrgdarafundin hjá Norð-
oya Sparikassa høvdu sess-
ast, og Gunnar Nolsøe,
samskipari, setti alt í
gongd. Áðrenn hann gav
sparikassastjóranum orðið,
minti hann á, at føroyingar
eisini kundu gera teirra
ávirkan á úrslitið í Stjerne
for en aften, har tað eydn-
aðist Guðrun Sólju Jacob-
sen at koma víðari til final-
una.
Fleiri vóru spent uppá,
hvussu alt fór at gangast
við so mongum fólkum.
Men tað var ongin slingur í
valsinum nakrastaðni. Alt
koyrdi eftir eini tíðarætlan,
sum tó ikki rættiliga helt,
men rúm var fyri øllum til-
tøkunum.
Eyðfinn Reyðberg, stjóri,
byrjaði við at bjóða øllum
vælkomnum, og helt hann
eina røðu, har hann millum
annað kom inn á, at tað var
viðskiftafólkum og starvs-
fólkunum í sparikassanum
at takka, at úrslitini sein-
astu fimm árini hava verið
so avbera góð. Hann tosaði
eisini um, hvussu torført
tað hevði verið at fáa pusli-
spælið, við at fáa øll túsund
fólkini til borðs í einum, at
ganga upp. Men hann fegn-
aðist um, at tað var eydnast
teimum. Og samstundis
legði hann afturat, at so-
leiðis sum økingin í undir-
tøkuni til fundirnar hevur
verið, so er neyvan lítið at
ivast í, at í 2005 verða tveir
fundir.
– Vit eru savnað her fyri
at staðfesta støðuna hjá
Norðoya Sparikassa, líka
sum viðhaldsfólk hjá ein-
um
ítróttarfelag,
segði
stjórin í røðu sínari, tá hann
kom inn á, hvønn týdning
ábyrgdaraskipanin hevur
fyri stovn og viðskiftafólk.
Stjórin vísti eisini á, at
við 1.850 ábyrgdarum, so
var meira enn annarhvør
ábyrgdari tilstaðar í høllini
fríggjakvøldið. Og málið er
at
náa
teimum
2000
ábyrgdarunum í ár. Hann
endaði sína røðu við at
takka sínum starvsfólki og
øllum fyri at standa saman
um Norðoya Sparikassa.
Síðani helt nevndarfor-
maðurin í Sparikassanum,
Óli Marner Christiansen,
røðu, har hann millum
annað tosaði um framtíð
sparikassans. Eisini hann
vísti á, hvussu nógvir
ábyrgdararnir eru vorðnir í
tali.
– Triði hvør klaksvíking-
ur er ábyrgdari, segði hann.
Óli Marner fegnaðist
eisini um, at Norðoya
Sparikassi í dag er eitt gott
alternativ til kappingar-
neytarnar.
Men tað vóru ikki bara
røður á skránni. Aftaná Óla
Marner sang Stanley Sam-
uelsen eitt lag, áðrenn
gestarøðarin Magni Arge,
stjóri á Atlantsflog, fekk
orðið.
Magni Arge helt ein sera
áhugaverdan fyrilestur um
fyrimunir og vansar við
føstum sambandi. Hann
kom sera væl frá uppgáv-
uni, og øll lurtaðu við and-
akt eftir, hvat hann hevði at
siga. Hann dugdi eisini av-
bera væl at gera sín fyri-
lestur áhugaverdan við, at
hann dróg paralellir millum
Vágoynna og Norðoyggjar.
Og eisini samanbar hann
við ítróttin, sum hann jú
einaferð var so kendur fyri
at varpa út í hvørja stovu í
Føroyum.
Borðhaldið
Tá Magni Arge var liðugur
við sín fyrilestur, kom Kim
Hansen upp á pallin at
syngja og spæla, meðan
forrætturin,
rækjubland,
varð borin inn.
Og meðan ábyrgdararnir
og gestir annars ótu, sat
størsta navnið á kvøldinum
uppi á loftinum í KÍ høllini
og hugdi at Guðrun S.
Jacobsen
og
hinum
í
Stjerne for en aften. Finn
Nørbygaard var blíður og
sera róligur. Hann tosaði
slettis ikki so nógv um at
skula undirhalda, hann tos-
aði meira um, at Guðrun
var ein framúrskarandi
songkvinna,
sum
nokk
Norðoya Sparikassi helt stórslignan ábyrgdarafund:
1.000 fólk til borðs
Stanley Samuelsen var ein fragd fyri oyrini. Og sjálvandi framførdi hann eisini Um eg kundi
kvøðið. – Eg havi ikki verið í Klaksvík síðani á Norðoyastevnu í 1968, segði hann
Magni Arge helt ein sera áhugaverdan fyrilestur um fyrimunir og vansar við føstum sambandi.
Hann nýtti eisini høvi til at minnast á onkra stórhending innan ítróttin í Klaksvík, tá hann var
útvarpsmaður
1.000 fólk til borðs í KÍ høllini. Onkur helt fyri, at hetta mundi vera eitt tað størsta borðhaldið í
Føroyum, har øll fingu heitan mat
Formaðurin í stuðlafelagnum Dragin var púra ovfarin og hevði nóg illa orð fyri tí, tá hann
saman við hinum varð kallaður upp á pallin at taka í móti einum kekki upp á 250.000 krónur
til arbeiðið upp á Dragan, sum vónandi verður liðugt í summar
C
M
Y
K
14