týsdagur 25. mars 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 58 - 25. mars 2003
Nr. 58 - 25. mars 2003
17
Per Gúnt ein
megnarleikur.
Fólkini í Grímu og
Eyðun Johannessen
koma ótrúligani væl
frá hesum stóra leiki.
UMMÆLI
Kim Simonsen
Vit byrja á sjónum. Per
Gúnt berjist við kokkin um
at bjarga sær uppá ein
flaka. Spar míni smáu sigur
kokkurin. Per svarar, at
honum tørvar lívið, tí hann
júst eingin børn hevur.
Longu her hóma vit, hvør
hesin Per er. Ein dummur
hundur. Hann dugir at tosa
fyri seg. Hann klárar seg.
Kosta hvat tað vil.
Tað er løgið at skula
skriva ummæli, tá man
nærum onki hevur at finn-
ast at. Bert hevur hug at
sláa superlativ - lýsingarorð
upp.
Bestur,
flottastur.
Hevði eg skula givið Eyð-
uni og Grímu karakter
høvdu tey fingið 13. Lat
ongan iva stinga seg upp.
Tað er torført at skula um-
mæla ein so stóran leik,
fyltan við orðum, 40 leik-
lutum. Man kundi skrivað
tjúkkar bøkur um leikin Per
Gúnt, tí eru hesi orð fá-
tækslig.
Eyðun hevur valt at
leggja senuna á sjónum
fyrst, sjálvt um hon í leikin-
um er í endanum. Hon slær
tónan an, og vit læra at
kenna
hendan
norska
mannin. Gamli Per Gúnt
ferðast aftur á slóðina. Ein
slóð fylt við tárum, illgerð-
um og sviki. Hetta skapar
eina serliga melankoli og
ger leikin meiri modern-
aðan. Mest av øllum er Per
Gúnt sorgarbundin. Hann
satsar einki og glatast. Per
Gúnt er ein so lagaligur
leikur, at leikstjórin nærum
kann gera, hvat hann vil.
Alt annað enn at broyta
sjálva søguna.
Hvør er Per?
Per er í ringasta føri eitt
hým. Eitt menniskja, uttan
evni til at umskapast. Per
vil vera okkurt. Helst kong-
ur, keisari, ríkur og kendur.
Kosta hvat tað vil. Hann fer
so langt sum til Dóvratrøll-
ini. Hann vil selja sína sál,
ganga við hala sum hini
trøllini um hann kann ger-
ast teirra kongur. Hann
roynir alt. Vinnur heimsins
dýrd, men innan er hann
sami tómi hamur. Trølla-
boðskapin fær hann við
sær, at vera sær sjálvum
næstur. Per lýgur so illani,
mest fyri sær sjálvum, at
hann at enda er um at missa
vit og skil.
Samleikin hjá Peri hong-
ur ikki saman. Hann leitar
um allan heimin eftir sær
sjálvum. Hann roynir seg
sum profet, sum handils-
mann, sum trøll og alt mill-
um himmal og jørð. Rokni-
stykkið ”Per” gongur ikki
upp. Hann er sum ein leyk-
ur, tá man pilkar løgini av
leykinum, er eingin kjarni í
manninum. Ringast av øll-
um er, at Per veit tað. Hann
er sum Kierkegaard, Ibs-
ensa størsti íblástur kemur
frá honum, vildi sakt
”demoniskur”. Tað demon-
iska menniskja vendir sær,
ofta uttan at vita tað, frá
lívinum. Gálvar eftir lívin-
um. Hatar tað. Per veit ikki
hvussu illani fyrikomnan
og harmabundnan hetta ger
hann. Kierkegaard meinti,
at romantikarar høvdu slíkt
lyndi. Romantikarin livir
bert í hugans heimi, hann
droymir ørar dreymir um
arabisk lond, gamlar hetjur
og tvætlar um tjóðskap.
Sorgarleikurin í leikinum er
júst hesin, at Per Gúnt ikki
sær, hvussu nógv Solveig
elskar hann. Solveig um-
boðar stórleikan í einari
einfaldari norskari bónda-
gentu. Stórlæti í tí lítla
menniskjanum.
Solveig
eigur alt Peri væntar: trúgv,
vón og treytaleysa kærleik-
an, ið kundi bjargað Peri.
Meðan hann leikar sum eitt
ørt runt í heiminum, hevur
svarið uppá lívsgátuna:
”hvør eri eg”, ”hvat er eitt
menniskja” bíða trúfast
eftir honum. Lívið rópar
eftir Per, hann hoyrir tað
ikki. Hann er so hástórur,
stoltur og hugmóðigur, at
tung
gerst
hans
leið.
Knappasmiðurin sigur við
Per, at hann sum menniskja
skal hava varhugan av tí
ætlan lívið hevur við hon-
um. Per er púra lost.
Tað er synd í Per. Hann er
sjálvur eitt løstað kenslu-
borið mannabarn. Hann
elskar mammu sína, tá hon
doyr brestur okkurt í hon-
um. Vit droyma øll um at
finna okkara Samarkand,
okkara sanna Norðpól okk-
ara Solveig. Eitt mál við
lívinum. Per vann allan
heimin, men misti seg
sjálvan. Tað tragiska er, at
hann veit tað. Per er frá sær
sjálvum í orsins rætta týdn-
ingi.
Ein stórur pallur
Vit eru til gravarferð. Eitt
lið við presti, kistu og tí
heila
gongur
gjøgnum
salin. Soleiðis er leikurin
Per Gúnt. Stórur, við ógv-
usligum senum. Har eru
nógvir pallar. Leikararnir
brúka bæði gólv og pallar-
nar. Næstu løtuna dansa
trøllini um allan salin.
Bárður Persson er ein góð-
ur Dóvrakongur, og í fleiri
av teim minst 10 leiklutun-
um hann hevur. Bárður fyll-
ur sera nógv á senuni. Hann
tambar sínar leiklutir, fyllir
teir út. Soleiðis minnir
hann um Lauru Joensen, ið
nærum er tey hon spælir.
Eg havi ongantíð sæð ein so
steinøran persón sum Apis
kongur, á palli. Hesin svaki
maður er skerandi tragisk-
ur. Hann heldur seg vera
egyptiska kongin Apis.
Gongur við eini mumiu á
rygginum. Tá Per heldur
fyri við hann at hann skuldi
hongt seg. Skundar hann
sær at gera tað.
Hans Tórgarð og Páll
Danielsen eru heilt ótrú-
ligir. Hesir leikararnir egna
seg væl til tað kontempla-
tiva, tragiska og melan-
kolska. Hvør betri enn
annar. Hans er eisini fínur
sum týski læknin Begriff-
enfeldt. Hetta øra menn-
iskja hevur Eyðun latið í
nasistabúna. Birita Mohr er
eisini dugnalig, sum Ása
móðurin. Tá hon so eina-
ferð doyr, helt eg, at øll røð-
in eg sat við skuldi hava
kreppuhjálp aftaná leikin.
Fólk rundan um meg grótu
veruliga.
Ria
Tórgarð,
Laura Joensen og Katarina
Nolsøe eru topprofession-
ellar. Tær syngja og dansa,
grína og syrgja. Kári Øster
Per Gúnt norðmaðurin, frá sær sjálvum, men næstur sjálvum sær:
Eyðun og Gríma 13 fyri megnar Per Gúnt leik
”Í tríggjar tímar eru vit slept inn í eina gandaverð.
Har eru trøll, har er svik, gorlakkar, villur grátur,
deyði og stór sorg. Har er melankoli og fløktar
lívsgátur. Men mest av øllum er har sjónleikur, tá
hann er bestur. Veruligt drama og sorg av greskum
dimensiónum.”
Kim Simonsen
C
M
Y
K
17
16
var devilsk góður sum
Knappasmiður, ið kom eftir
sálini hjá Peri. Kári hevur
okkurt. Eg haldi hann
skuldi spælt skálkur, hann
skuldi spælt fani í onkrum
leiki, rokni við tað er júst
hann. Kristina Hansen er
góð sum svikin kvinna/-
trøll. Høgni Joensen klárar
seg javnt væl eisini, men
hevur
ongar
veruligar
áhugaverdar leiklutir. Hans
og Páll eiga senuna, saman
við kvinnunum. Tónleikur-
in er eisini hugtakandi. Alt
tað tekniska tað riggar,
sum tað skal.
Í gandaverð
”Per skalt tú krevja í dag.
Hann eftir lívsins ætla n ei
fer, hann bræðast skal um,
miseydnaður er”
Knappasmiðurin við
Per Gúnt
Í tríggjar tímar eru vit slept
inn í eina gandaverð. Har
eru trøll, har er svik, gor-
lakkar, villur grátur, deyði
og stór sorg. Har er melan-
koli og fløktar lívsgátur.
Men mest av øllum er har
sjónleikur, tá hann er best-
ur. Veruligt drama og sorg
av greskum dimensiónum.
Hetta er ein leikur fyri
øll. Fólkaskúlaklassar, mið-
námsnæmingar serligani.
Eg ynski øllum Føroya
fólki, at tey brúka 125
krónur og fáa hetta við.
Sløkkið
sjónvarpið
og
skrubba av til sjónleik.
Hatta eru eini góð ráð.
Føroyski veturin er lættari
at liva við aftan á. Øll
kunnu læra nakað um seg
sjálvan av hesum stóra
Ibsen drama. Gúnt er betri
enn solarium, klænkiskeið.
Gúnt er í støðum eins
spennandi
sum
ein
landsdystur millum Føroy-
ar og Týskland, har Føroyar
eru á odda 2-0.
UMMÆLI
Kim Simonsen
Hin føroyski arkitekturin
Eyðun Eliassen er í løtuni
frammi við eini sendirøð i
sjónvarpinum um føroyska
byggilist. Fyrsti partur var
vístur í SVF sunnukøldið
Eyðun Eliassen hevur
eitt serligt talent, hann
kann sum fáur fáa okkum
út á ferðir í Føroyum til
huldar partar av okkara
veruleika. Hesuferð gekk
leiðin til ein bygning hjá
SEV í Vestmanna. Tað eru
slíkir bygningar vit ikki
leggja til merkis. Eyðun
fær okkum at síggja við
eygunum hjá fagurfrøðing-
inum. Best av øllum er, at
Eyðun hevur ta neyðugu
frástøðuna. Hann dugir at
meta um ein føroyskan
bygning, ið fyri tað kundi
staðið í Íslandi, Skotlandi
ella á Norðpólinum.
Eyðun dugir eisini væl at
fáa løtuna at tala. Hann
dugir at brúka tónleik, at
fáa hann at arbeiða saman
við myndum av áum, kava
og húsið í Vestmanna.
Hann torir at satsa, at fáa
stillar løtur at tala. Sum so
var hendan fyrsta sendingi-
n hjá Eyðuni beint tað øv-
ugta av vanligum sjón-
varpi. Her var einki buldur
og brak, eingi skjót klipp,
dummsmartar
jinglur,
eingin irriterandi leitan
eftir tí sensationella. Einki
um
kærleikslívið
hjá
byggifrøðinginum, ella hjá
Jack Kampnann, ið búði í
Vestmanna og kom at velja
farvurnar á bygninginum.
Hjá Eyðuni møta vit einari
fakligari
formidling
á
høgum støði. Men vit ikki-
arkitektar kunnu eisini
fylgja við. Eisini brúkar
hann Gunnar Hoydal sera
væl, ikki sum katastrofu
sendingin um Jens Paula
Heinesen.
Eg gleði meg til næsta
partin.
Eyðun Eliassen, arkitektur
kom frábera væl frá
sendingini
Spennandi sending um byggilist
”Hetta er ein leikur fyri øll. Fólkaskúlaklassar,
miðnámsnæmingar serligani. Eg ynski øllum
Føroya fólki, at tey brúka 125 krónur og fáa hetta
við. Sløkkið sjónvarpið og skrubba av til sjónleik.
Hatta eru eini góð ráð. Føroyski veturin er lættari at
liva við aftan á. Øll kunnu læra nakað um seg
sjálvan av hesum stóra Ibsen drama. Gúnt er betri
enn solarium, klænkiskeið. Gúnt er í støðum eins
spennandi sum ein landsdystur millum Føroyar og
Týskland, har Føroyar eru á odda 2-0.”
Kim Simonsen