týsdagur 25. mars 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 58 - 25. mars 2003
Nr. 58 - 25. mars 2003
19
Ársúrslitið hjá Føroya
Tele í 2002 var eitt vet
betri enn árið fyri.
Felagið hevi 53,5
milliónir í yvirskoti
FØROYA TELE
Eirikur Lindenskov
Fríggjadagin hevði Føroya
Tele aðalfund, har ársrokn-
skapurin fyri 2002 varð
lagdur fram.
Úrslitið hjá felagnum var
53,5 milliónir krónur eftir
at 13,1 milliónir krónur
vórðu settar av til skatt.
Í 2001 var úrslitið 53
milliónir krónur, so úrslitið
í fjør var eitt ánilsi størri.
Á aðalfundinum fór eis-
ini
næstformaðurin
í
nevndini, Ari Johanneson,
úr nevndini, og fyri hann
varð valdur Jógvan E.
Ellefsen, advokatur.
Umframt hann vórðu
valdir í nevndina Hákun
Steingrímsson,
deildar-
stjóri í Tryggingarfelagnum
Føroyar, sum er formaður,
Reidar Nónfjall, stjóri í
RN-Virkisleiðslu, sum er
næstformaður og Tage M.
Iversen, fyrrverandi deild-
arstjóri í Telestýrelsen í
Danmark.
Starvsfólkavaldu umboð-
ini í nevndini eru Janus
Djurhuus og Bjørg Joen-
sen.
MáF skipar fyri skeiði
í »stage-fight«
SJÓNLEIKUR
Tíðindi frá MáF
25.-27. apríl 2003 skipar
MáF – Meginfelag Áhuga-
leikara Føroya –fyri skeiði í
»bardaga á palli«, ella
»stage-fight« norðuri í
Klaksvík.
»Bardagi á palli« er
kynstrið at skapa ímynd av
bardaga á palli ella í filmi,
sum byggir á bardaga-
koreografi, strangar trygd-
arrutinur og samarbeiði.
Í mong ár hevur verið
tosað um hetta skeið, sum
stórur tørvur er á í okkara
føroyska sjónleikaraheimi.
Seinasta summar skipaði
MáF fyri stórum útileiki á
ólavsøku, har 100 fólk úr
fleiri bygdum í Føroyum
vóru við. Klaksvíkingar
stóðu fyri bardaga-partin-
um.
– Vit hava hesaferð valt
Klaksvíkina til skeiðið.
Pláss er fyri 30 fólkum, og
enn eru nøkur pláss eftir,
sigur MÁF í tíðindaskrivi.
Skeiðið byrjar Flaggdagin
kl 18 og endar sunnukvøld-
ið 27. apríl kl. 18. Sostatt
verður alt vikuskiftið brúkt
til undirvísing. Gist verður
á skúlaheiminum og undir-
víst í fimleikarhøllunum.
Lærari verður Kristoffer
Jørgensen, kampkoreograf-
ur, stuntmaður, leikstjóri og
sjónleikari úr Tromsø, ið
ferðast runt fyri at undir-
vísa í bæði fekting, bardaga
uttan vápn, orientalskum
bardagateknikki við og utt-
an vápn, og japanska bar-
dagaforminum aikido.
Á ferðum sínum kring
Evropu undirvísir Kristoff-
er eisini í stuntteknikki,
sirkusteknikki og gøtusjón-
leiki.
Í Noregi arbeiðir hann
somuleiðis við ungdómi
við sosialum- ella lesitrup-
ulleikum, ella sum hava
trupult við at laga seg eftir
umstøðunum.
Seinasta fríggjadag
fingu átta sløkki-
liðsmenn úr Kolla-
firði prógv handaði
frá brandskúlanum
hjá Tórshavnar
Sløkkiliði. Áðrenn
2006 skulu øll sløkki-
liðsfólk í Føroyum
hava eina góðkenda
útbúgving
ÚTBÚGVING
Magnus Gunnarsson
Fríggjadagin
21.
mars
fingu átta sløkkiliðsmenn
úr Kollafriði prógv handaði
frá branskúlanum hjá Tórs-
havnar Sløkkiliði. Útbúgv-
ingin er skipað eftir kunn-
gerð um útbúgving av
sløkkiliðsfólki, sum kom í
gildi 17. desember 2001.
Skeiðið er sett til 88 tímar
ella tvær vikur. Hetta er
fyrsta skeiði eftir føroysku
kunngerðini, og má tí met-
ast sum eitt royndarskeið.
Málið er at fáa endaliga
góðkenning frá Menta-
málaráðnum, soleiðis at
brandskúlin hjá Tórshavnar
Sløkkiliði,
við
sínum
royndum og vitan á økin-
um, kann bjóða seg fram at
útbúgva sløkkiliðsfólk úr
øllum
landinum.
Eftir
kunngerðini um útbúgving
av sløkkiliðsfólki skulu øll
sløkkiliðsfólk í Føroyum
hava fingið eina góðkenda
útbúgving áðrenn desem-
ber 2006.
Fyrrapartin mánadagin var
eitt ferðsluóhapp á Norðara
Ringvegi í Havn. Ein bilur
hevði koyrt út fyri eitt fult
stoppskeltið frá Áargeil, og
ein bilur, sum var á veg
omaneftir rendi á hann.
Tá vit tosaðu við vakt-
havandi á politistøðini í
Havn, visti hann onki at
siga, men segði, at málið
varð kannað í løtuni.
Bardagi á palli í Klaksvík
Sløkkiliðsmenn úr Kollafirði á skeið
Skeiðluttakarar og teir sum hava undirvíst á skeiðinum.
Ovara rað f.v. Heiðrikur Christiansen undirvísari, Grettir
Hammer,Petur James Hansen, Finnur Heri Johannesen og Leif
Hansen skeiðluttakarar, Jón Herluf Persson undirvðísari og
Hans David Hansen varasløkkiliðsstjóri. Niðara rað, f.v.
Annfinn Reinert, undirvísari, Poul Adrian í Homrum, Heri
Hansen, Jens Kristjan Magnussen og Vagnur Johannesen
skeiðluttakarar og Kartni Jacobsen sløkkiliðsstjóri
Føroya Tele havt aðalfund
Nýggi bygningurin hjá Føroya Tele, sum verður bygdur í Klingruni í Hoyvík
Kannaðu málið
Tveir bilar rendur mánadagin saman á Norðara Ringvegi í
Havn
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
19
18
TÍÐINDASKRIV
Nærum fullteknað er til
Ársins songrødd 2003. Tað
eru bert nøkur fá pláss eftir
í Suðuroy siga fyrireikar-
arnir. Øll hini støðini hev-
ur tað verið kravgangur at
sleppa við í kappingini.
Óvanliga nógv hava teknað
seg í ár, og kanska er tað tí
at Guðrun Jacobsen, sum
luttekur í Donsku sending-
ini „Stjerne for en aftan"
hevur sína ávirkan. Hon
luttók í Ársins Songrødd,
har hon gjørdist vinnari í
2001.
10 sangarar fara á pallin
komandi leygarkvøld tann
29.mars. kl.23:00 í Bad-
mintonhøllini í Havn, har
kappast verður um hvør
skal víðari í stóru finaluni í
mai. Í ár hava luttakararnir
heili 66 løg at velja ímill-
um, vanliga hava bert uml.
10 løg verið á skránni.
Frásøgufólkini í ár verða
tey bæði Ragnhild Ellings-
gaard og Jákup Jacobsen
og aftaná kappingina verð-
ur tað stórt „lasara -og DJ-
Show" við Martin Kjærbo.
Atgongumerki fáast við
dyrnar á kr.120,- og tiltakið
byrjar sum áður nevnt
kl.23:00. Dyrnar lata aftur
kl. 04:00. Bussar koyra til
og frá staðnum.
Àrsins Songrødd 2003
Smápartafelagið Sp/f
Røkt úr Vestmanna
hevur seinastu
mánaðirnar kannað
vindviðurskiftini
uppi á Mýrunum í
Vestmanna við tí fyri
eyga at reisa vind-
myllur á staðnum
TÍÐINDASKRIV
Kanningarnar higartil hava
ført til, at Røkt nú hevur
avgjørt at reisa myllurnar,
treytað av, at felagið slepp-
ur at binda í netið hjá SEV.
Røkt hevur optión uppá
3 Westas V47-660 kW
vindmyllur.
Myllurnar
standa á einum 45 metra
høgum torni. Veingjadia-
meturin er 47 metur og
hvør myllan vigar umleið
60 tons við øllum.
Íløgan er umleið 15-17
miliónir krónir.
Verkætlanin kann fram-
leiða el til umleið 2000
sethús, svaranadi til 3-4%
av samlaðu føroysku elork-
uni. Tá hugsað verður um
oljunýtslu
og
dálking,
kunnu myllurnar minka um
oljunýtsluna, svarandi til
umleið 2-3 milliónir krónur
árliga.
Fæst loyvi frá SEV, at
binda í netið, kunnu myll-
urnar standa á Mýrunum í
august mánað í ár og lata
grøna orku inn á netið.
Stýrið hjá SEV skal í
næstum takað støðu til, um
tað vil viðmæla eitt tílíkt
loyvi, men tað er umboðs-
ráðið sum tekur tað enda-
ligu støðuna.
Vindmyllur á
Mýrunum